hósdagur 14. mai 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Oyðandi dálking í Hoyvík :
Áður ynglistað hjá sílum
- Í dag Ýðjur av eitrandi
bakterium
Í fleiri ár hava lekar á hevuðskloakkini frá handils- og ídnaðargkinum gjørt, at kloakkin
rennur oman í ein åarløk, og ikki i reinsiverkið og út á Streymasjógv, men oman i
Hoyvík
Aarlekurin, sum rennur
gjøgnum Langadal og
oman til Hoyvíkar, var
fyri bert fáum árum síðani
livandi av maðkapirrum
og smásílum, men ýðjur í
dag við eitrandi
bakterium.
Alt liv er deytt. Aarløk-
urin, sum fyrr var matar-
åin i Hoyvik, er ein opin
kloakk. Hann rennur fram
við húsum og ikki langt
frá spæliplássi.
Niðri í Hoyvíkini fer løk-
urin í sjógv. Í víkini áður
var nógv av tara, men nú
er hann minkaður í stóran
mun
Bæði heilsumyngudleik-
arnir og tekniska deildin
hjá Tórshavnar kommunu
eru gjerdir varugir við
óskilið.
Kloakkin lekur í
fleiri stødum
Orsekin til oyðingina eru
lekar á hevuðskloakkini,
sum gongur frá handils-
og idnadarøkinum.
Ur kloakkini omanfyri
Langadal niðanfyri
Keypssamtekuna streym-
ar alskyns óhumska. Ser-
liga sæst hetta, tá mjólk
verður latin út á Mjólkar-
virki Búnaðarmanna. Tá
Her streymar kloakkvatn oman í Langadal og rennur í ánna
verður åarløkurin hvítur
eftir fáum minuttum líka
oman í sjógv.
— Men mjólk, tað vita
vit, hvat er. Verri er við
olju og eðrum, sigur ein av
teimum, sum Sosialurin
hitti, tá hann var uppi í
Hoyvík.
Tá vit spurdu, hvussu
leingi hetta hevði staðið
uppá, svaraði viðkomandi,
at óskilið byrjaði, tá íd-
naðarvirkini vórðu tikin í
brúk.
Fann 35 deyð småsil
Tá viðkomandi veruliga
uppdagaði, hvussu galið
var statt, var ein dagin, tá
hann fyri umleið trimum
árum síðan fann 35 deyð
smásíl í áarlekinum í
Langadali ' Sidan er alt liv
deytt. Sjålvt reyðmaðar.
Lekarnir í kloakkini
gera, at bert partur av
henni kemur til ætlaða
staðið, reinsiverkið, sum
liggur við spæliplássið
eystanfyri Mannbrekku,
og síðan á sjógv norðan-
vert Kúrberg.
Ístaðin streyma partar
av kloakkini í áarlekin,
sum eystanfyri vegin er
veiddur oman til bygdina í
Hoyvík og rennur framvið
tí gamla bóndagarðinum
og á sjógv niðri í víkini.
Ein av íbúgvunum í
Hoyvík sigur, at hesi
árini, hetta eitrandi vatnið
er runnið gjøgnum gomlu
»matarånna«, er tarin í
Hoyvík minkaður í stóran
mun.
Myndugleikarnir
sova
Okkum er upplýst, at
teknisku myndugleikarnir
eru gjerdir varugir við
óskilið fyri langari tíð síð-
ani, men tá vit vóru í Hoy-
vík mánadagin vóru fram-
vegis eingi tiltøk gjørd
fyri at fåa kloakkina i
rættlag og stedga dålking-
ini.
Og fyri stuttum er klag-
ad til heilsunevndina fyri
Térshavnar kommunu.
Formaðurin i heilsu-
nevndini, NepperChris-
tensen, fúti, sigur, at
nevndin hevur fingið eina
klagu, og at nevndin
hevur havt fólk úti og
kannað viðurskiftini.
Sjálvur hevur hann ikki
fingið úrslitið av kanning-
ini enn.
Viðurskiftini ikki í
lagi
Vit royndu allan fyrra-
partin í gjár at fáa fatur á
teimum leiðandi á tekn-
isku deildini hjá býráðn-
um fyri at spyrja, um hví
einki er gjert, men hetta
eydnaðist ikki.
Tó hava vit fingið at
vita, at grundin til, at
einki er gjørt, er hon, at
nekur viðurskifti í sam-
band við samanleggingina
av kommununum eru ikki
í lagið. Eisini hava vit
fingið at vita, at málið
SOSIALURIN
Ein av teimum, sum býr í Hoyvík, sigur, at sidan verk-
stødini og idnadarfyritøkurnar vórðu tiknar í brúk, og
åarløkurin er dálkaður, er tarin í Hoyvík minkaður í
stóran mun
meguliga skuldi takast
upp á fundi í teknisku
nevndina kanska longu í
gjárkveldið.
Fekk fri til at fylgja
líki — varð uppsøgd
Tríggjar flakakvinnur á Baccalao vórðu uppsagdar í síðstu viku. Ein teirra
hevði fingið frí allan dagin fyri at fara at fylgja, meðan tvær høvdu bert fingið
frí hálvan dag. Tær hava ikki fingið at vita um aðrar grundir fyri uppsegn-
unum. Formaðurin á flakavirkinum sigur, at aðrar grundir vóru til staðar, men
tær vil hann ikki upplýsa alment. Havnar Arbeiðskvinnufelag roynir at fáa tær
uppíaftur arbeiðið, men víst verður á at tær hava fingið ávaringar áður
Mikudagin í síðstu viku
vórðu tríggjar flakakvinnur á
Baccalao uppsagdar. Tá tær
spurdu um grundina, so var
tað hon, at tær høvdu verið
burtur dagin fyri.
Dagin fyri hevdu tvær av
teimum biðið um frí hálvan
dag fyri at fara til jarðarferð.
Men tann eina av teimum
trimum, sum hevur starvast í
Baccalao í tvey ár, hevði
biðið um frí allan dagin. Tað
gjerdi tó ikki mun.
Sama dagin, sum hesar
tríggjar vórðu uppsagdar,
stóðu tríggjar nýggjar kvinn-
ur við skeriborðini.
— Vit skilja ikki hví, hesar
tríggjar blivu uppsagdar, tí
tær skera tað sama sum allar
aðrar, og tað sum leiðslan
krefur, at vit skulu skera
siga nakrir starvsfelagar hjá
teimum trimum.
— Fiskaarbeiðið er ógvu-
liga sermerkt við tað at tað er
so ósteðugt. Viðhvert er
einki arbeiði í langa tíð, og so
tá fiskur er, verður arbeitt
nátt sum dag, og tí er ikki
óvanlgt, at fólk tá kanska fáa
sær ein frí dag at hvíla út í,
siga flakakvinnurnar.
Fyri at loypa hvekk á
— Tá vit ivast í, hví hesar eru
uppsagdar, hava vit sett okk-
um spurningin, um tær eru
uppsagdar fyri at loypa
hvekk á okkum aðrar fyri at
fáa okkum at skera meira.
— Sama dag, sum uppsagn-
irnar fullu, hoyrdu vit,at
dagin fyri var skorið so lítið
sum ongatíð fyrr. Tað er
givið, at slík boð seta
„tempo ið< upp, tí allar eru
bangnar fyri at blíva kast-
aðar út í arbeiðsloysi. Hesar
uppsagdu standa tí í dag sum
ein ræðumynd, siga starvs-
felagarnir hjá teimum trim-
um flakakvinnunum.
Tað eru grundir
Sosialurin vendi sær til for-
mannin á flakavirkinum,
Gullberg Gullfoss. Hann upp-
lýsir, at tað vóru grundir fyri
uppsagnunum.
Tá vit vístu á, at tann eina
hevði biðið frí allan dagin,
segði hann, at tað kendi hann
einki til. Hann kendi bert til
tað, at tær skuldu fara at
fylgja kl. eitt.
Sosialurin vendi sær eisini
til Havnar Arbeiðskvinnu-
felag. Signhild Torgarð, for-
maður, sigur, at hon arbeiðir
við málinum, og roynir at fáa
tær innaftur. Hon vísir á, at
tað vóru grundir fyri upp-
sagnunum og at tær áður
hava fingið ávaringar.
Viðurskiftini versnað
Annars ávísa flakakvinn-
urnar, sum hava vent sær til
Sosialin, at arbeiðsviðurskift-
ini eru versnað munandi
síðan arbeiðsloysið fór at
gera vart við seg, og nóg
mikið av fólki er at taka av.
Umframt vanligu kaffi-
pausuna kl. 9,15 hevur fólkið
á Baccalao havt eina pausu
upp á 5 min. kl. 11 og kl. 14.
Men hesar stytri roykipaus-
urnar eru tiknar burtur. Og
rúmið til hesar, er tikið til
annað endamál.
Hesar stuttu pausurnar
Framhald á síðu 13