hósdagur 14. mai 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
SOSIALURIN
Fingu ikki innivist
Síða 3
í Foroya Fiskasolu
— hava nú stovnað
sitt egna sølufelag
Atlantic Export Ltd. ger royndir at selja svartkjaft til
matna — 50 tons av farsi til Bretlands í farnu viku
— Tað var m. a. við einum
lyfti frá Feroya Fiskaselu
um, at hon var fer fyri at
selja allan svartkjaftin frá
einum komandi svart-
kjaftatrolara, at vit fóru
undir ætlanina at keypa
núverandi Giljanes og við
honum royna nakað heilt
nýtt innan feroyska fiski-
vinnu. Men tá vit so
hevdu fingið keypið í lag
hálsaði Feroya Fiskasela
um og segði seg ikki fera
fyri at selja so stóra negd
av svartkjafti.
Soleiðis sigur stjórin í
nýggju fiskaseluni — At-
lantic Export Ltd., Jens
Eli Ellefsen í samreðu við
Sosialin.
Tað var seinasta leygar-
dag, at vit hittu Jens Eli
Ellefsen umborð á svart-
kjaftatrolaranum Gilja-
nesi, sum lá við bryggju í
Havn og landaði svart-
kjaftafars, ið síðani er av-
skipað til bretska mark-
naðin.
Jens Eli Ellefsen heldur
fyri, at teir kortini ikki
hava mist allar vónir, at
hetta projektið ikki skal
klára seg, hóast Feroya
Fiskasela sum tann stóra
sølufyritøka hon er, ikki
hevur sett seg fera fyri at
selja allan svartkjaftin
ella at upptaka Giljanes
sum lim í Fiskasøluni.
Meira tryggjandi
um Fiskasølan seldi
— Tað hevði kortini verið
munandi meira tryggjandi
fyri okkum, um so var, at
Feroya Fiskasela hevði
viljað hjálpt okkum við at
selja allan fiskin. Henda
fyritøkan er gomul, hevur
nógvar royndir at byggja
á, er peningasterk og
hevur bygt upp eitt selu-
tól, sum rekkur langt út
um landoddarnar.
Jens Eli Ellefsen sigur
víðari, at nú tier sjálvir
hava átikið sær hesa
heldur torferu uppgávuna,
nevniliga at skula royna
heilt nýggjar leiðir innan
fiskavinnuna, so er tað
eitt sindur tungt eisini at
skula hava sjálva seluna
um hendi.
Hann heldur annars
fyri, at hevdu stig:
takararnir til hetta pro-
jektið beinanvegin fingið
at vita frá Feroya Fiska-
sølu, at hon ikki setti seg
fora fyri at selja fram-
leiðsluna hjá einum stór-
um trolara, so høvdu teir
ongantíð givið seg út í eitt
so stórt og óvist projekt.
Senda royndir um
heimin
— Men nú er tað so komið
til tað kortini. Vit kundu
heldur ikki bakka út tá, tí
keypið var vorðið ein veru-
leiki, sigur Jens Eli Ellef-
sen og vísir á, at tað bert 2
mánaðar gamla selufel-
agið — Atlantic Export
Ldt. — nú arbeiðir við at
senda royndir av farsi og
flaki til fleiri lond.
Higartil eru send av
landinum eini 100 tons av
svartkjaftafarsi — mest
til Bretlands. Jens Eli El-
lefsen upplýsir, at bretar
hava verið so væl negdir
við tær fyrstu royndirnar,
at eru tær seinastu svart-
kjaftaverurnar, sum fóru
av landinum í seinastu
viku, líka góðar, so vilja
teir keypa alt tad,sum
Alberg Johannesen,
skipari á Giljanes
hevur góðar vónir
Jens Eli Ellefsen, stjóri í nýggju fiskaseluni, Atlantic
Export Ltd. avmyndadur á brúnni umborð á Giljanesi
veðrur framleitt umborð á
Giljanesi.
Feroya Fiskasela hevur
annars játtað at royna at
selja smærri negdir av
svartkjaftavørum frå
Giljanesi. — Hetta eru vit
sjålvsagt fegnir um, og vit
vóna at okkurt fer at
spyrjast burtur år har eis-
ini, sigur Jens Eli Ellef-
sen.
34 mill. krénur
higartil
Giljanes hevur higartil
kostað 34 mill. kr. Sjálva
fíggingina til skipið hava
eigararnir fingið til vega í
Fraklandi, meðan teir
gjøgnum Føroya Banka
hava tikið eitt uttanlands-
lán til umbyggingina.
Harumframt hevur P/F
Giljanes fingið eitt lån úr
norðurlendska ílogu-
grunninum uppá 6 mill.
kr. til raksturin. Lands-
stýrið veðheldur fyri
hesum láninum, sum er
ein partur av Nordforsk-
projektinum. Tað miðjar
ímóti at fremja eina út-
vikling innan svartkjafta-
vinnuna í Norðurlondum.
Uppá fyrispurning um
hann vil mæla eðrum til at
taka táttin við Giljanesi
upp eftir teir, sigur Jens
Eli Ellefsen, at enn eru
teir á royndarstigi, men
fer henda royndin at
eydnast, so liggur havið
opið hjá eðrum at royna
hetta. Tað eru annars eini
trý líknandi projekt sum
Giljanes, sum bíða við at
fara í gongd til úrslitið hjá
Giljanesi fyriliggur.
Eiga at keypa
brúkt skip
Vit spurdu eisini Jens Eli
Framhald á síðu 7
ag HR =
Sýnið av Giljanesi broytir heilt vanligu uppfatanina av einum feroyskum fiskiskipi.
Jú vist, her verða nýggjar leiðir royndar
Inni á fabrikkini umborð á Giljanesi. Her verða tær spennandi royndirnar gjerdar at
skera svartkjaft til flak og mæla hann til fars
SUN