hósdagur 14. mai 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
telf. 14720. 1 1820
box 76, 3800 Torshavn
p/f sosialurin
Utgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Bladmenn:
Tørfinn Smith (åbyrgd)
Høgni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Panelordaskifti
SUM VIT søgdu frå i seinasta bladi, fara vit
nå undir tvey nyggj panelordaskifti. Annad
um støduna hjå fiskivinnuni og hitt um
føroysku pressuna. Fyribils hava vit heitt å
nøkur 20 fólk um at luttaka i panelinum, men
onnur enn tey, sum vit longu hava heitt å at
skriva, eru sjålvandi eisini vælkomin.
UPPRUNALIGA høvdu vit ætlad at hava
»Sjénarmid« bert eina ferð um vikuna. Hetta
hava vit broytt orsakað av tí stóra áhuganum
fyri at luttaka í orðaskiftinum um aktuellar
spurningar.
Vit fara tí í framtíðini at brúka alla síðu 2 til
orðaskifti. Hesar fyrstu mánaðirnar verður
sostatt orðaskifti gangandi um føroysku
pressuna og um støduna hjá fiskivinnuni —
bæði evnini verða tikin upp hvgnn mikudag
og hvønn leygardag.
VIÐVÍKJANDI støduni hjá fiskivinnuni hava
vit so mangar ferðir roynt at fingið orða-
skiftid í lag. — og ikki minst um fiskasølu-
spurningar, sum jú er ein ógvuliga týdningar-
mikil lutur í einhverjum orðaskifti um fiski-
vinnumál. Hóast hesin spurningur er nógv
umrøddur í seinastuni, og hóast Fiskasølan
herfyri skipaði fyri panelorðaskifti, meta vit,
at enn eru nógvir spurningar, sum standa
ósvaraðir. Við hesum komandi orðaskift
inum í Sosialinum vóna vit, at tað fer at
eydnast at fáa eitt sakligt orðaskifti í lag. og
at spurningar, sum fyrr hava verið roknaðir
sum tabu, eisini koma fram í dagsins ljós
HVAT FÓLK meta vera stórstu uppgávuna
hjá føroysku pressuni man vera ógvuliga
ymiskt. Vit vóna at fáa nógv ymisk sjónar-
mið fram í komandi panelgreinum okkara
um føroysku pressuna. Fólkaræði og
pressan — hitt frælsa orðið — hoyra saman.
Hin frælsa pressan er fyritreytin fyri fólka-
ræðinum, og tí hevur pressan sín stóra og
grundleggjandi týdning í einum demokrat-
iskum samfelagi, um ikki alt tos um fólka
ræði bert skal vera innantómt tos
I MEÐAL lesur hvort húsarhaldið i Føroyum
millum 3 og 4 blød. Hetta er kanska heims
met. Eru vit betur fyri av teirri orsøk? Er
fólkaræðið í Føroyum betur tryggjað enn
aðrar staðir í heiminum? Ella eru føroysku
blødini bert passivt undirhald hjá lesaranum ?
Vit vóna eitt gott kjak um hesi viðurskifti í
komandi bløðum.
Datalóggava
Í seinastuni hevur tikið sg
upp blaðtjak um datalóg-
gávu. Kanska hetta eina-
mest er sprottið úr teim
sjónvarpssendingum, ið
hava verið um edv. í fram-
tíðarsamfelagnum. Høv-
uðsblaðið hesum viðvíkj-
andi, Sosialurin við
Jéannesi Dalsgaard á
odda, hevur í fleiri bleðum
ført síni sjónarmið fram
við greinum, sum
fyrikoma mær rættuliga
onkisigandi.
Teir hanga seg í, at eitt
privat felag, DATA,
koyrir uppgávur fyri tað
verið seg almennir ella pri-
vatir kundar, og tað líka-
sum liggur í luftini, at allir
teir mongu upplýsingar, ið
har fara gjegnum komput-
aran, verða onkursvegna
liggjandi har til ævigar
tíðir. Víðari postulera teir,
at tað síðan lættliga letur
seg gera hjá onkrum bann-
settum edv-manni at sam-
skipa hesar upplýsingar
og stovnseta egin privat-
arkiv. Hvussu so handilin
við hesum privatu arkiv-
um gongur fyri seg fram-
gongur ikki klárt, men
skrivingin kundi týtt
uppá, at teir hevdu eina
hugsan um hetta. Orðið
privat verður júkað upp í
saman og pínir tíðuliga
teir skrivandi líka so
nógv, sum tað pínir Óla
Breckmann, at tað finnast
fólk í almennum stervum.
Bæði fyribrygdini fyri-
koma mær líka fjákut.
Nú er tað soleiðis, at
kundarnir hjá DATA
hava síni egnu kartotek,
skipað soleiðis sum teir
sjálvir halda hóska best,
við teim upplýsingum teir
sjálvir hava ynskt at havt
við, við teim identifikati-
ónseyðkennum, teir
sjálvir halda stýr á, og í so
langa tíð, teir sjálvir halda
verða hóskiligt. Lógu upp-
lýsingarnir á sjálvum
virkinum í manuellum
systemum hevdu teir
helst verið tyngri at fing-
ist við, og tað hevði ikki
verið so ómakaleyst at
fingið tær útskriftir, teir
ynsktu. Tað er sostatt
lættari at fáa teir upplýs-
ingar til vega, ein hevur
brúk fyri við hjálp frá
einum komputara.
Komputarin kann so
standa å virkinum sjålv-
um ella tænastuvirki kann
nytast sum goymsla. At
tænastuvirkið uppá
nakran máta skuldi funnið
uppá at blanda kartotek
frå ymsum kundum
saman hevði verið tíðs-
spilla, fíggjarligur ørskap-
ur, og endamálið hevði
verið hepisleyst.
Óivat kundi ein per-
sónur við kriminellum ten-
densum, sum arbeiddi á
einum tænastuvirki, lúrt
seg til komputaran onkra
myrkanátt, og um hann
hevði serútbúgving til
tess fingið okkurt yvirlit
útskriva yvir sjúkradagar
ella hvat veit eg. Spur-
ningurin er so, hvat í allari
víðu verð, hann skuldi
brúkt tað til, men tað er
fyri so vítt týdningar-
leyst. Tað avgerandi er, at
sami persónur kundi
arbeitt úti á virkinum
talan var um og har fingið
somu upplýsingar til
vega. Her nýttist tó ongin
serútbúgving bara við-
komandi ikki var analfa-
betur.
Mín niðursteða verður
at tað í hesum sambandi
er líkamikið, hvar upplýs-
ingarnir verða goymdir.
Tað er ein spurningur um
tiltrúgv til fólk.
Um vit ásanna, at
trygdarskipanin stórt sæð
virkar líka gott ella líka
illa, antin tað so er privat
ella alment, hvat er tað so
tjakast verður um í lond-
unum uttanum okkum.
Jú, m. a., hvat eitt virki
hevur loyvi at registrera
av upplýsingum um
meða:beiðarar sínar. Har-
umframt hugtakið sentral-
registur, sum vit enn ikki
hava í Feroyum uttan til
ein vissan mun í manu-
ellum formi (fólkaregistrið
tå).
Vandin kann best lysast
vid einari tonktari manna-
gongd:
Landið upprættar ein al-
mennan edv-sektor og
leggur fólkaregistrið á
komputara.
Óansæð um man velur
eitt CPR-nummar ella
annað identifikatiónseyð-
kenni, so verður neyðugt
við einum serstøkum
identifikationseydkenni.
Verður nu skattaskipanin
løgd undir almenna edv-
sektorin verður biligast at
nýta fólkaregistarið enn
at gera eitt sjálvsteðugt
system. Somuleiðis verður
tað bíligari at nýta fólka-
registrið, um almanna-
skipanin skal leggjast
undir almenna edv-
sektorin. Og soleiðis
kann ein halda áfram.
Lenir, almenn gjeld, diag-
nosur, sjúkraviðgerðar-
tættir, straffiregistur, alt
kann leggjast undir hetta
eina sentralregistur. Upp-
lýsingarnir eru til staðar í
samfelag okkara í dag,
men spjaddir. Men lógir
skulu smidjast, sum
tryggja okkum, at niður-
savning ikki fer fram
okkum borgarum til
skaða.
Talan er ikki um eina lóg
um datamaskinur, men
um eina registurlóg.
Altso, hvat kann ein loyva
sær at registrera um tann
einstaka persónin, antin
tað so er í manuellum
systemum ella í automat-
iseraðum (edv) systemum.
Tad er ein uppgåva fyri
politikkarar.
At Sosialurin i stadin
leggur eftir einum priv-
atum virki, sum hvørki å
ein ella annan hått hevur
nakra åvirkan å eina slika
lóggávu, er lítið mannsøm-
andi, og kann aldri hava
nakað við eina (hart til-
trongda) feroyska data-
lóggávu at gera.
Petur Rouch
Eru havnafólk olmussudýr?
Vit hava hoyrt um ol-
mussudýrini, sum í bónda-
tíðini reikaðu um landið at
biðja sær upp í posan frá
mætu bóndunum á bygd.
Hesi neyðars ognarleysu
høvdu ongan annar møgu-
leika, tí soleiðis var tíðin
ta
Tíbetur er henda tíð
farin. Allir føroyingar
hava nú rætt at liva av tí,
sum landið gevur. Summi
fáa meir og onnur minni,
men okkara sosialu lógir
eru tó smíðaðar so visi-
liga, at eingin fær loyvi at
liva í vesaldómi, tí at
ognarsteðan ikki er so
góð.
Hetta trúu so tey flestu,
hugsi eg.
Men er tað so kortini?
Eru vit við at skapa ein
nýggjan olmussustætt í
Havn? Tað letur til. Tú
letur neyvan upp fyri Út-
varpinum uttan, at tú
hoyrir um bingo her,
loppumarknað har, ella
dans oknra aðra staðni —
alt ti frama fyri rektar-
heim í Havn. Álvara tos,
er hetta ikki skomm? Er
tað ikki skomm at hoyra,
at Tórshavnar býráð send-
ir stórar nevndir bæði
higar og hagar fyri at
biðja og bena um pening
til eina prestisju svimji-
hell í býnum og sam-
stundis stríkar allar
sosialar íleggingar av
fíggjarlógini? Skammast
havnafólk ikki um, at
bingonevndir um alt land-
ið mugu savna inn pening,
tí Tórshavnar býráð ikki
kann taka seg saman og
fíggja sín part í einum
rektarheimi í Havn?
Men hetta skal kanska
ikki vera ein kommunalur
spurningur. Rektarheimið
í Havn skal kanska fíggj-
ast við at savna saman í
olmussuposan av bygd, og
síðan skal ivaleyst bíðast
eftir, at landsstýri og
statur kunnu fíggja tað, ið
restar.
Eg havi einki ímóti at
hjálpa rektartreingjandi,
so frætt, sum eg kann
muna við t. d. at spæla
bingo ella fara á loppu-
marknað, men eg haldi, at
onkur onnur kommuna
mátti havt olmussuna
meiri fyri neyðini enn
Havnar kommuna.
Kommunurnar í Våg-
um, Suðuroy, Norðoyum
og í parti av Eysturoy
spardu seg ikki, tí tað galt
um at geva teim gomlu og
sjuku sømulig kor.
Havnaborgarar — takið
tykkum saman og gevid
tykkara byarpolitikkarum
greid bod um, at tit finna
tykkum ikki i, at tykkara
røktartreingjandi fåa ta
olmussuviðgerð, sum teir i
dag fáa. Vísið feroyingum,
at havnafólk klára seg
uttan olmussu av bygd.
Ha. av bygd
Starvsfólk
Sekt verður eftir skrivstovufólki til skriv-
stovu ráðsins. Umsøkjari við góðum
teoretiskum og praktiskum kunnleika til
umsitingarligt arbeiði og bókhald hevur
fyrimun.
Løn eftir
såttmåla
millum
Starvsmannafelagið og Føroya Lands-
styri i 12. lønarflokki.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum
og møguligum vidmælum må verda
ráðnum í hendi innan 25. mai 1981.
Tórshavn, 11. mai 1981
Líkningarráð Føroya
FH
k
i
i