hósdagur 14. mai 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lesið um ítrótt
A SøStalinum
Felagslívið
Sum greitt frá í grein her á ítróttarsíðunum,
hevur stutt ítróttarleiðarskeið verið í Havn
um vikuskiftið.
Tað var Ungdóms- og menningardeild
ÍSF"s, ið hevði fingið hetta góða tiltak í lag.
Hetta tiltak kann seinni vísa seg at verða
til stóra hjálp hjá felegunum.
Sum nú er, sær tað mangan út til, at tað
ein vanliga kann nevna felagslív er sovna
burtur. Ikki so at skiljan, at felegini ikki
gera eitt stórt arbeiðið, men hvussu nógv
merkja limirnir í veruleikanum til, at felagið
er á lívi, tá venjingar og kappingar eru
undantiknar? Er nakað annað felagslív til?
Eru fundakveld har ilmir regluliga hittast
og hugna sær, hoyra kanska onkran av eldru
limunum greiða frá segu felagsins ?
Tað sær tíverri út til, at nógv av feroysku
ítróttarfelegunum bert hugsa um kappingar
og úrslit. Orsaka av hesum verður tað eina-
mest tey ítróttarfólk, ið kunnu gera seg gald-
andi á leikvellinum, ið koma at mynda
felagið, meðan tey, ið kanska ikki eru tey
bestu at íðka ítrótt, men tó fegin vilja vera
við, verða skumpa til viks.
Ein má jú ikki gloyma at ítróttarfeleg
eisini hava eina sosiala uppgávu og hon
eigur ikki at verða tveitt fyri borð fyri
ítróttarúrslitini.
Meguliga kann hetta leiðaraskeiðið verða
fyrsta stig fram móti betri felagslívi í kom-
andi tíðum, har pláss verður bæði fyri
teimum góðu kappingar-ítróttarfólkunum og
teimum, ið bert vilja vera við fyri at hugna
sær saman við eðrum — á ítróttarliga ekin-
um
Okkara vón er tí, at Ungdóms- og
menningardeildin vil halda fram við hesum
góða tiltaki og skjótt skipað fyri næsta
skeiðinum, ið sakkøni skeiðleiðarin nevndi.
|
1 þa NO
|
þv ODD > DD O 0
| |
5 + CM
þv IND NO > > CD
GI—TB:0—1(0—1):
SOSIALURIN
Eingin vonbrotin
Dysturin í 1. deild millum GÍ og TB var sera
spennandi og tað mundi neyvan vera nakað,
sum fór vónbrotin avstað aftan á dystin
Umleið 1200 fólk høvdu
leita sær til dystin millum
GÍ og TB. Hetta var ein
ógvuliga spennandi dyst-
ur, og tað mundi neyvan
vera nakað ið var vón-
brotin um dystin sum
heild. GÍ-ararnir byrjaðu
við einum herðum pressi á
TB málið, og vóru teir við
yvirlutan fyrstu 10. min.
men so yvirtók TB miðj-
una, o í 23. min. eydnaðist
tað Ásmund at skora til
1—0 til TB. Preben hjá TB
er staddur beint uttan fyri
16 m. teigin hjá GÍ, men
fær ikki skotið. Hann av-
leverar so yvir í vinstra
horn av 16 m., har ið Ás-
mundur stendur púra
fríur. Hann trekkir inn
ímoti málinum og skjýtur
bóltin millum beinini á GÍ-
málmanninum í netið til
1—0.
Í 27. min. mundi tað
eydnast GÍ at javna út til
1—1. Ein avlevering kem-
ur úr vinstra hornið inn
fyri TB málið. Fer fram
við fleiri TB-arum, til ein
GÍ-ara ið kemur púra fríur
rennandi beint móti málin-
um; men ístaðin fyri at
sparka skallar hann bólt-
in, ið var í mjadnahædd.
Hetta bleiv so spakuligt,
at Per í TB málinum lætt-
liga bjargaði.
Tá ið 2. hálvleikur er 19.
min. gamal kemur bólt-
urin til Trónd hjá TB, ið er
staddur frammanfyri GÍ
málinum. Tróndur skjýtur
aftur um seg móti GÍ mál-
inum og Ásmundur ið skal
rætta bóltin av eitt sindur
skallar, men bólturin fer
við síðuna av málinum.
TB-ararnir vóru
teir betru
Álopi og miðjan hjá TB
vóru við yvirlutan, men
verjan var ógvuliga ósikk-
ur. Gl-ararnir hevdu fleiri
hegar vandamiklar
avleveringar inn fyri TB
máiið. Men Per í TB
málinum var nógv tann
hægsti, tá ið tað kom til
hegar bóltar. Álopi hjá TB
virkar ødiliga gott, leik-
ararnir = eru ógvuliga
kvikir, og hevði GÍ mál-
maðurin ikki verið so
góður kundi TB-ararnir
fingið fleiri mál. GÍ verjan
gjørdi nógv av at trekkja
TB-ararnar í rangsteðu,
og eydnaðist tað ógvuliga
væl.
eyð.-
1
FØROYA SPARIKASSA
fólk síns peningastovn
Ítróttar-
leiðaraskeið
25 luttóku á leiðaraskeiðið, ið Ungdóms- og
menningardeildin skipaði fyri
Seinasta vikuskift-
ið skipaði Ung-
dóms- og menning-
ardeild ÍSF's fyri
ítróttarleiðaraskeiði
í Eysturskúlanum í
Havn.
Skeiðinum, ið
„Alment leder-
kursus< var
Egstrup frá
Leiðari á
varð nevnt
Dansk
Idræts-Forening, DIF.
A skeidinum, ið byrjaði
fríggjakveld og endaði
sunnudag seinnapart,
luttóku 25 fólk. Luttak-
ararnir vóru úr ymiskum
itréttarfeløgum og ser-
sambondum innan Ítrótt-
arsamband Feroya. Teir
25 luttakararnir umboð-
aðu tó ikki allar ítróttar-
greinarnar, ið verða
íðkaðar í Føroyum. Ítrótt-
argreinirnar, ið vóru um-
boðaðar vóru fót- og hond-
bóltur, róður, judo, flog-
bóltur og badminton.
Skeiðið var fyriskipað á
tann hátt, at tað einamest
var leiðsla av ítróttarfel-
egunum, ið luttakararnir
nomið við
M. a gjøgnum-
gingin stórur partur av ti
tilfari, ið ítróttarleiðari
varð
hevur fyri neyðini í
dagliga rakstrinum av fel-
agnum — frá hvussu lógir
felagsins kunnu verða
uppbygdar til á hvenn
hátt ein kundi skipa fyri
itréttarstevnu.
A skrånni var eisini
annad um dagliga arbeidid
í felagnum, um hvussu ein
kundi leiða fundir, bæði
stjórnar- og aðalfundir,
um samstarv við foreldur
at limum í ungdómsdeild-
unum, um felagið í mun til
umhvervi og samfelagið
sum heild, um samstarvi
við myndugleikarnar
0. a. Mm.
Ítróttarsíður SOSIALINS eru opnar fyri lesarabrovum. Um okkurt er at greiða frå, at finnast at,
ella fegnast yvir, ber til at skriva hetta i SOSIALIN
=
NN-HMODODHWÅW
Í
SÆÆVOH=QO
7;
on
|
Í
SN
Í
1
;
6!
LØS