fríggjadagur 16. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FORSORGARLÓGIN
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Verandi forsorgarlóg ger
mun á giftum og ógiftum
og hon kostaði landskassa-
num í fjør 8,2 milliónir í
veitingum til 276 ógift for-
eldur, sum ikki fingu smá-
børn síni ansaði og tí mátti
siga starv frá sær fyri at
vera heima og ansa eftir
børnunum.
Páll á Reynatúgvu, land-
stýrismaður í almannamál-
um er greiður yvir trupul-
leikan og hann liggur ikki á
løtu síðuni fyri at koma
trupulleikanum til lívs.
-Undir valstríðnum varð
ført fram, at vit skulu hava
eina nýggja sosiallóggávu
og longu í heyst verður
fyrsti partur av hesi lagdur
fyri tingið. Tá fara vit at
leggja eitt uppskot um
nýggja barnaforsorgarlóg
fyri tingið. Hetta mál var
eisini frammi í seinasta val-
skeiði, og tá var serliga
ósemja um hvør skuldi
hava ábyrgdina av barna-
verndarøkinum. Barnafor-
sorgarlógin er bara fyrsti
parturin. Nýggja samgong-
an fer at arbeiða hart fyri at
fáa eina nýggja sosiallóg í
hesum valskeiðnum og eg
eri vísur í at tað fer at eydn-
ast, málið er í hvussu er
greitt, sigur Páll á Reyna-
túgvu.
-Vit fara at gera eina
sosiallóg, sum er lagað eftir
føroyskum viðurskiftum,
eftir teimum resoursum
sum føroyingar eiga. Men
samstundis verður hendan
lóg ikki lagað soleiðis at vit
líkjast
burturúr
hinum
norðurlondunum á sosiala
økinum. Tað skal ikki vera
ótryggari at búgva í Føroy-
um enn aðrastaðni, sigur
hann.
Hornasteinur
-Sosial trygd er ein av
hornasteinunum í okkara
samfelag.Vit hava brúk fyri
eini forsorgarlóg, men sam-
felagið er siðsøguliga nógv
broytt síðan forsorgarlógin
kom í gildi fyri nógvum ár-
um síðan. Tá høvdu vit ikki
sosialatrygd og samhalds-
festi í samfelagnum, sum
vit hava tað í dag. Fyrr var
tað skomm at verða bundin
av eini almennari veiting.
Hetta er tíbetur broytt, sigur
Páll á Reynatúgvu.
Tað hevur verið ført
fram, at ein máti at fáa
mannamunin millum gift
og ógift foreldur burtur úr
forsorgarlógini er at strika
grein tvey í forsorgarlógini,
sum sigur, at hjún hava
uppihaldsskyldu mótvegis
hvørjum øðrum?
-Grein 2 í forsorgarlógini
er eitt úrslit av gamlari sið-
venju, tá tað var heilt nátt-
úrligt at hjún høvdu uppi-
haldsskyldu
mótvegis
hvørjum øðrum í einum
samfelag sum sær heilt ør-
vísi út enn í dag. Tíðin er
komin, har vit fara at broyta
hetta
prinsippið,
men
hvussu vit í samgonguni
fara at broyta hetta veit eg
ikki heilt enn, sigur hann.
-Her er talan um ein mis-
mun. Hjá giftum hyggur tú
eftir inntøkum og útreiðsl-
um og ger síðan eina tørvs-
meting. Hjá sambúgvandi
hyggur tú bara eftir út-
reiðslunum og ger síðan
tørvsmetingina og tá fær tú
í flest førum eina heilt aðra
mynd, sigur hann.
-Men tað er ikki bara sum
so at strika uppihaldsskyld-
una. Hetta kemur at kosta
samfelagnum hópin av pen-
ingi. Hvussu nógv veit eg
ikki enn. Tá prátið um at
gera allar fólkapensionistar
sum stakar persónar var
frammi vóru útrokningar
gjørdar. Her varð komið
fram til, at hetta fór at kosta
samfelagnum millum 70-
80 milliónir krónur um ár-
ið, sigur Páll á Reynatúgvu.
Fyri fólk í neyð
Verandi forsorgarlóg gevur
eisini sambúgvandi, sum
samanlagt ikki eru í neyð,
møguleika at fáa pening um
tey ikki fáa børnini ansaði?
-Øll sosiallóggáva eigur
at vera fyri fólk, sum eru í
neyð. Eg veit ikki ordiliga
um vit heilt fáa vart okkum
fyri at ikki onkur moralskt
misnýtir
lógina.
Men
grundreglan er, at forsorg
er fyri fólk, sum veruliga
hava tørv á hjálp, sigur Páll
á Reynatúgvu.
-Eg haldi tað skal vera
fult gjøgnumskygni í for-
sorgarlógini, sigur hann.
-Samgongan hevur eisini
sett sær fyri at leingja um
rættin til at halda barsilsfrí
til eitt ár. Sum er hevur páp-
in rætt til tvær vikur og
mamman 26 vikur. Enn eru
vit ikki komnir á mál við tí
fíggjarliga partinum. Part-
arnir á arbeiðsmarknaði-
num í stóran mun eisini
vara av hesum málinum.
Longri barsislfarloyvi sama
við øktum ansingartilboði
hevði lætt um hjá forsorgar-
lógini, sigur Páll á Reyna-
túgvu.
Páll smíðar nýggja sosiallóg
Páll á Reynatúgvu lovar eina nýggja sosiallóggávu í hesum valskeiðnum.
Mynd: Finnur Justinussen
2
Nr. 155 - 16. august 2002
Nr. 155 - 16. august 2002
3
FØROYAKVØLD
Tíðindaskriv
Í summar hevur verið skip-
að fyri føroyakvøldum ymsa-
staðni í Eysturoynni. Tey
kvøldini, sum higartil hava
verið, hava verið væl eydn-
að og gestirnir hava verið
væl nøgdir. Kvøldini eru
bæði ætlað útlendingum og
føroyingum.
Nú er so tíðin komin til at
tiltakið skal verða í bygda-
salinum í Ítróttarhøllini á
Skála. Hetta kvøldið verður
sunnukvøldið 18. august.
Á skránni verður eitt
breitt úrval av føroyskum
mati, so gestirnir fáa etið
seg mettar og roynt ymisk-
an traditionellan føroyskan
mat. Snældan fer at sýna
fram teirra nýggjastu og
spennandi klædnasnið, og
eisini verða málningar og
ymiskt handverk, sum m.a.
er virkað úr ull sýnt fram.
Av pallinum hoyra gestirnir
ymiskt um føroyska sam-
felagið, søgu og mentan.
Sangframførslur verða og
eisini felagssangur. Kvøld-
ið endar við eini dansifram-
førslu, sum Eiðis Dansi-
felag skipar fyri og gestir-
nir sleppa eisini uppí ringin
at enda.
Kvøldið byrjar klokkan
20.00 og atgongumerkini,
sum kosta 250 krónur, kun-
nu bert keypast í forsølu.
Sølustøðini eru á kunning-
arstovuni í Runavík og á
Kafeteria í ítróttarhøllini á
Skála. Og longu eru fleiri
atgongumerkir seld t.d.
hevur eitt íslendskt kór á 28
fólk keypt atgongumerkir.
FISKASKJÚKA
Jógvan Hugo Gardar
Kanningar av sílum í
einum alibrúki í Clew Bay,
County Mayo, á vestur-
strond Írlands hava vakt
illgruna um, at ILA kann
vera komið til Írlands.
Royndir av sílunum eru nú
sendar til Noregs til
kanningar, skrivar Intra-
fish.com.
Royndirnar vórðu tiknar
í samband við tøku, og tað
rakta alibrukið verður
tómt hesa vikuna.
Umboð fyri írsku alarar-
nar siga, at eingin fiskur
var vorðin sjónliga súkur,
men at royndirnar vístu, at
ILA-virusið eftir øllum at
døma er í fiskinum.
KAPPSIGLING
Tíðindaskriv
Árliga kappsiglingin hjá
Lions Club Eysturoy
verður nú sunnudagin.
Hetta er 34. árið á rað, at
felagið skipar fyri kapp-
siglingini. Millum 30 og
40 bátar plaga at sigla
kapp á Skálafjørðinum.
Byrjað verður sunnu-
dagin kl. 15. Siglt verður
inn eftir ella út eftir
fjørðinum, alt eftir hvus-
su ættin er. Málið verður
við høvuðspierin í Runa-
vík.
Aftan á siglingina fáa
luttakararnir, sum siður
er, kaffi og pannukøkur.
Tríggir teir fremstu
bátarnir fáa steyp, um-
framt at vinnarin fær
ferðasteypið í varðveit-
slu.
Tey, ið ætla sær at
verða við í kappsigling-
ini, kunnu ringja til Sím-
in Rasmussen á Strond-
um, tlf. 447165, ella John
Rasmussen á Strondum,
tlf. 448641. Freistin at
tekna seg er úti leygar-
dagin kl. 12.
Í sambandi við sigling-
ina selur Lions Club
Eysturoy lutaseðlar. Ágóð-
in fer til vælgerandi
endamál í Eysturoynni.
Peningur er m.a. latin til
Eysturoyarsøgu,
forn-
minnir og skótaarbeiði í
oynni.
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálp tá ið
góða mamma, verðmamma og omma okkara
Sylmai Poulsen
Skopun
andaðist og varð jarðað.
Takk til prest, sangarar, kirkjutænarar og gravarar,
og tykkum, ið hjálptu til við ervinum.
Takk øll tit mongu, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Guðny, Sigurd, Eyðbjørn
og Kristbjørg v/ fam.
Tøkk
Á henda hátt vilja vit bera eina hjartans tøkk
til øll tykkum, sum vístu okkum samkenslu,
tá okkara elskaði sonur, beiggi og pápi
Jákup Joensen
føddur 5. juni 1972
so brádliga varð tikin heim tann 1. august 2002
einans 30 ára gamal.
Eisini øllum tykkum, sum av eintingum
tóku tykkum av teimum praktisku lutunum
í sambandi við jarðarferð og ervi,
vilja vit takka so inniliga.
Mátti Jesus signa tykkum so ríkiliga
og varðveiti tykkum.
Familjunnar vegna
Súsanna og Jákup
Kappsigling á
Skálafjørðinum
Illgruni um ILA í Írlandi
HONDBÓLTUR
Tíðindaskriv
Eftir eitt heldur soltið kapp-
ingarár í fjør er Kyndil nú
rættiliga farið í gongd við,
at fyrireika seg til komandi
kappingarár. Umframt at
bæði besta kvinnuliðið og
besta mansliðið hava fingið
leikarar, leitar felagið sær
eftir peningi.
Og nú hava viðhaldsfólk-
ini møguleika at stuðla
felagnum fíggjarliga. Tað
ber nú til hjá øllum áhugað-
um at stuðla Kyndli fíggjar-
liga. Hetta kann lata seg
gera við at venda seg til
skrivaran í felagnum, Niels
Nattestad. Møguleiki er at
flyta peningarnar fast eina
ferð um mánaðin, men eis-
ini ber til at flyta eitt gjald
einaferð. Møguleiki er at
velja millum 50, 100 og
150 krónur at flyta um
mánaðin, men tað eisini
lata seg gera, at sjálv/ur
velja eina upphædd at
stuðla felagnum við.
Kyndil
brynjar seg
HEILSA
Tjaldurs Apotek
Apotekið fer við hesum at
geva viðskiftafólki møgu-
leika at kanna seg fyri ávís-
ar sjúkur.
Hetta eru sjúkur, ið gera
nógv um seg í vælferðar-
samfeløgum – eisini tí før-
oyska.
Talan er um sukursjúku
(diabetes typa 2), hjarta-
sjúkur, sjúkur í blóðrensli-
num, astma og ovurvið-
kvæmi (allergi).
Við hesum átaki vil
apoteki ráðgeva fólki og
hvat kann gerast fyri at
fyribyrgja sjúkunum.
Hetta
heilsufremjandi
átakið er til gagns fyri øll,
ið vilja vita meiri um
heilsustøðu sína og gera
nakað fyri at betra hana.
Apotekið hevur ásett ein
dag, har fólk kunnu støkka
inn á gólvið og gera mát-
ingar av ymsum slagi.
Heilsufremjandi átak
á Tjaldurs Apoteki
Føroyakvøld á Skála sunnukvøldið
C
M
Y
K
3
2