fríggjadagur 16. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 155 - 16. august 2002
Nr. 155 - 16. august 2002
5
Úrslitini hjá kappróð-
rinum á Tvøroyri
hava ikki verið nóg
góð seinastu árini.
Men tað ætlar nevnd-
in í Froðbiar Sóknar
Kappróðrarfelag nú
at gera nakað við
KAPPRÓÐUR
Edvard Joensen
Tvøroyri: Froðbiar Sóknar
Róðrarfelag fer at royna at
menna kappróðurin á Tvør-
oyri til at líkjast tí, hann
einaferð var. Seinastu tíð-
ina hevur virksemið verið í
minna lagi, men tað skal nú
broytast, sigur Kristian
Stórhamar, nevndarlimur í
Froðbiar Sóknar Róðrar-
felag.
Froðbiar Sóknar Róðrar-
felag eigur í dag tríggjar
bátar. Teir eru fýramanna-
farið Firvaldur og tvey
tíggjumannafør, sum bæði
eita Suðringur. Nýggi og
gamli. Men felagið hevur
biðið um eitt nýtt fýra-
mannafar, og í tí sambandi
verður nú roynt at fáa pen-
ing til vega. Roknað verður
við, at nýggi báturin verður
latin felagnum um ársskift-
ið, sigur Kristian Stórham-
ar.
Men kappróður í dag er
ikki, sum hann hevur verið.
Einki við, at tað er nokk at
sita í bátinum nakrar mán-
aðar um summarið. Nei, í
dag verður vant alt árið, og
tí er neyðugt við sonevnd-
um rógvimaskinum, sum
settar verða upp innandura.
Eisini onkrum slíkum ætlar
Froðbiar Sóknar Róðrar-
felag at fáa hendur á.
Tað hevur verið rættiliga
smáligt við kappróðrinum á
Tvøroyri seinnu árini. Men
nú hevur nýggja nevndin í
felagnum sett sær fyri, at
tað skal broytast. So illa
hevur staðið til í siðvanda
felagnum, at okkurrt ár
hevur ikki verið flotað, og
eingin manning hevur lut-
tikið í kappróðri.
Í ár hevur kortini verið
hampiligt í so máta, hóast
úrslitini ikki hava verið
nakað serlig, sigur Kristian
Stórhamar. Fýra manningar
hava róð í ár.
Firvaldur hevur verið
mannaður við gentum, eins
og felagið eisini hevur lænt
Brodd úr Sumba, sum hev-
ur róð við gentumanning av
Tvøroyri. Umframt hava
tvørafólk mannað seks-
mannafarið Snoprikk úr
Hvalba við bæði kvinnum
og monnum.
Talan er um ungt fólk,
sum tey í felagnum seta
vónir til. So hóast fyrsta ár-
ið ikki gjørdist nakað vinn-
araár soleiðis, vænta tey, at
hesi ungu fólkini fara at
halda fram og koma seg,
sum frálíður.
Verri hevur gingið at fáa
mannað tíggjumannafarið,
men nevndin hevur sett sær
sum mál, at komandi ár
skal Suðringur aftur síggj-
ast á stevnunum kring land-
ið.
Á
bátastevnuni,
sum
hildin varð á Tvøroyri sein-
asta vikuskifti, var eisini
ein framsýning við model-
bátum og -skipum, sum
Kappróðrarfelagið skipaði
fyri. Hetta var liður í ar-
beiðinum at savna inn pen-
ing til rakstur felagsins.
Nøkur og 30 model, sum
fólk í Suðuroy eiga, vóru at
síggja á framsýningini, um-
framt onnur ting, sum
høvdu við sjógvin at gera.
Eitt nú vóru eini tvey
gomul vaðbein at síggja,
eins og ein grønlendsk
kajakk umframteftirgerðir
av grindareiðskapi. Eini
300 fólk vitjaðu framsýn-
ingina.
Kappróðurin skal mennast aftur
Gamli Suðringur luttøók í kappróðrinum á batastevnuni á Tvøroyri seinasta vikuskiftið
Mynd: Edvard Jooensen
Fámjins Komuna hev-
ur arbeiði fyri umleið
hálvaaðru millión í
gongd í løtuni. Nýggj-
ur vatnbrunnur og
kloakkskipan um alla
bygdina skulu gerast
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
Fámjin: Í Fámjin eru útlit
fyri nýggjum vatnbrunni,
eins og kloakkskipan verð-
ur løgd um alla bygdina.
Vatnbrunnurin er komin
til Fámjins, og bíðar bara
eftir at verða settur upp,
sigur Elin Nielsen, borgar-
stjóri.
Talan er um ein glas-
trevjabrunn, sum verður
settur
upp
niðan
fyri
Kirkjuvatn, har verandi
brunnur er. Verandi brunn-
urin er ikki tíðarhóskandi
og eisini ov lítil til tørvin,
sum er. Nýggi brunnurin
fer at nøkta tørvin væl fram
í tíðina, sigur borgarstjórin.
Elin Nielsen sigur, at
nýggi vatnbrunnurin, sum
gjørdur verður saman við
einum lítlum parti av
nýggjari leiðing, fer at
kosta umleið 300.000,-
krónur.
Nýggj
kloakkleiðing
skal leggjast um alla bygd-
ina í Fámjin, og farið er
undir fyrsta part av hesi
verkætlan, greiðir borgar-
stjórin frá.
Talan er um at leggja
uppsamlingarrør kring alla
víkina, har frárenslið frá
bygdini skal savnast í og
leiðast til havs. Hesin part-
ur av arbeiðinum verður
gjørdur í ár og fer at kosta
meira enn eina millión
krónur, sigur Elin Nielsn
borgarstjóri.
Síðan veðru farið undir at
leggja leiðingar til frárensl-
ini, sum síðan verður bund-
ið í tann partin, sum gjørd-
ur er. Hetta fer at taka long-
ri tíð, og skal fíggjast yvir
fleiri fíggjarár.
– Tað verður gjørt á tann
hátt. greiðir borgarstjórin
frá, at vit taka ein býling í
senn og gera so heilt liðugt
har. Væntandi fer tað at
taka eini fýra ár ella so, til
øll kloakkskipanin í Fámjin
er liðug.
Hetta er stórarbeiði, og
tað hevur verið trupult at
fingið fólk at gjørt arbeið-
ið, sigur borgarstjórin. Nú
er tað so eydnast, og tí
verður tann stóra uppsam-
lingskloakkin gjørd beinan-
veg.
Ananrs er vegagerð á
skránni hjá kommununi.
Teir kommunalu vegirnir
eru í vánaligum standi, og
skulu umvælast, eins og
nakað av nýgerð eisini skal
gerast.
Tvey nýggj hús eru í gerð
í Fámjin í løtuni. Tað er
fólk við tilknýti til bygdina,
sum byggja, sigur Elin
Nielsen. Fremmand fólk
hava ikki biðið um grund-
stykki í bygdini, sigur hon
og leggur afturat, at kom-
munan heldur ikki hevur
nakra útstykking klára. Tað,
sum bygt verður, er á
privatum grundstykkjum.
Nýggja fólkaskúlalógin
gav mongum kommunum
høvuðbrýgggj, tí so nógv
var at gera við skúlarnar.
Men í Famjin eru tey væl
fyri í so máta, sigur borgar-
stjórin. Skúlin lýkur øll tey
krøv, sett verða, so tað kann
ikki vera betri.
Nú skúlaárið byrjar aftur
mánadagin, fara fimm børn
í skúla fyri fyrstu ferð í
Fámjin. Tað er nógv, heldur
borgarstjórin, sum sigur, at
í bygdini eru trý børn undir
skúlaaldur.
Tað er ikki nógv arbeiði
at fáa í Fámjin. Eitt sindur
av kommunalum, og so
smoltstøðin Guttansstøð,
har fýra mans arbeiða.
Útróður er heldur ikki
nakar av týdningi, tí kyrru-
vont er. Tó verða smærri
bátar tíðum flotaðir, tá lík-
indi eru til tess.
Farið er undir at gera kloakkskipanina í Fámjin. Í ár verður arbeitt fyri eina góða millión, og
arbeiðið fer tilsaman at taka ein fýra ár, sigur borgarstjórin
Mynd: Edvard Joensen
Nakað verður róð út við smáum bátum úr Fámjin
Mynd: Edvard Joensen
Fáminingar spenna seg út
Trolbáturin Tindur,
sum 4. august varð
tikin fyri at fiska á
stongdum økið, var
mikudagin fríkendur
fyri ólógligan fiski-
skap. Hetta kemst av,
at økið, sum Tindur
var á, var í veru-
leikanum ikki stongt,
men lá í einum øki,
sum var opið
FISKIVINNA
Ingrid Bjarnastein
Fiskiveiðueftirlitið staðfesti
mikudagin, at trolbáturin
Tindur, sum 4. august varð
tikin fyri at fiska á stongd-
um øki, ikki fiskaði á
stongdum øki, tá tað kom
til stykkið.
Tindur var tikin í økinum
vestanfyri
Suðuroynna,
sum eitur D2, men D2 ligg-
ur í einum øðrum øki, sum
eitur D1, og í D1 er loyvi at
fiska til 31. august. Tískil
hevði trolbáturin ikki for-
brotið seg.
Annars kravdi fútin, at
hald varð lagt á veiðuna og
reiðskapin hjá trolbátinum,
umframt alla veiðuna. Har-
afturat
skuldi
skiparin
gjalda 60.000 krónur í bót.
Tilsamans var talan um
smáar 270.000 krónur.
Skiparin segði seg góð-
taka bótina og at hald varð
lagt á reiðskapin, men hann
góðtók ikki, at hald varð
lagt á alla veiðuna. Hann
helt, at hald kundi bert
leggjast á veiðuna, sum
varð fiskað í D1, og sum
hevði eitt virði upp á einar
1.800 krónur.
Men tá Fiskiveiðueftirlit-
ið mikudagin fann útav, at
Tindur als ikki hevði fiskað
á stongdum øki, varð málið
slept.
Finn Ougaard, varafúti
sigur við útvarpið, at av tí,
at Tindur ikki hevur gjørt
nakað ólógligt, so er onki
mál longur. Tí skal trolbát-
urin ikki gjalda nakra bót,
og hald verður ikki lagt á
reiðskapin og ei heldur
fiskin.
Elmar Højgaard á fiski-
veiðueftirlitinum sigur, at
kunngerðin er óheppið orð-
að, og at D2 liggur í einum
øki, sum upprunaliga átti at
verið stongt. Aðrar kunn-
gerðir eru eisini orðaðar á
henda hátt, og tær skulu
broytast í framtíðini.
Trolbáturin Tindur:
Fríkendur fyri ólógiligan fiskiskap
Karsten Hansen,
fíggjarmálaráðharri,
sigur, at bilaavgjøld-
ini verða ikki lækkað,
tá ES reglan um, at
allir bilar skulu selj-
ast fyri sama prís til
øll lond, kemur í gildi
BILASØLA
Ingrid Bjarnastein
– Nei, vit hava ikki hugsað
um, at lækka avgjaldið á
bilum, sigur Karsten Han-
sen, fíggjarmálaráðharri.
Fíggjarmálaráðharrin
vísir á, at í sambandi við
sama spurning fyri nøkrum
mánaðum síðani, so søgdu
tær bilasølurnar fíggjar-
málastýrið hevði samband
við, at ongin stór hækking
verður nú í oktober.
– Hækkingin í Føroyum
er longu hend, tí bilasølurn-
ar eru langt síðani byrjaðar
at hækka, sigur Karsten
Hansen.
– Vit hava tí ongar
ítøkiligar ætlanir um at
lækka avgjaldið á bilum.
Prísurin á ymsum vørum
hækkar kring heimin, og tá
kann tað ikki vera mein-
ingin, at Landskassin skal
gjalda allar meirinntøkurn-
ar. So vera skjótt øll av-
gjøld og allur tollur burtur.
Tó sigur fíggjarmálaráð-
harrin, at samlaði avgjalds-
trupulleikin fer at verða
tikin upp um ikki so langa
tíð.
– Har verður atlit tikið til
umhvørvið og trygd, með-
an ongin munur verður
gjørdur á um bilurin er
Toyota ella okkurt annað
bilmerki.
Rektarin á studenta-
skúlanum á Kambs-
dali, Sámal í Skorini,
nevndi fyri stuttum,
at tey ungu heldur
vilja arbeiða enn at
koma í skúla. Og
serliga nú tá tíðirnar
eru góðar, velja tey at
arbeiða ístaðin fyri at
setast aftur á skúla-
bonk. Men hetta er
ikki nakað flakavirk-
ini merkja nakað til –
kanska heldur øvugt
ARBEIÐSLÍV
Ingrid Bjarnastein
– Á flakavirki kemur ongin
uttan hann onki annað fær,
sigur ein av virkisleiðarun-
um í Eysturoynni.
– Tað vísir seg at vera
ógvuliga ringt at fáa fólk at
arbeiða. Nøkur fá eru, sum
koma, men tað er ongin,
sum kemur fyri at vera.
Flakavirkið er ikki meira
enn ein millumstøð.
Virkisleiðarin, sum ikki
vildi nevnast við navni,
sigur, at fólk tráðar ikki
eftir at sleppa á flakavirki.
Tey flestu rýma aftur.
– Nøkur eru, sum koma
at arbeiða í eitt ár, ella til
tey finna eitt annað arbeiði.
Tað er ofta nógv betri at
sita á einum kontóri við
turrum fótum enn at standa
á einum køldum virki.
Hann vísir á, at um flaka-
virkini í framtíðini skulu
fáa fólk at støðast, so mugu
tey duga at gera arbeiðið
áhugaverdari.
– Sjálvandi er onkur, sum
heldur vil arbeiða fisk – tí-
betur eru vit ikki øll líka,
men vit síggja ikki at nakar
fer úr øðrum arbeiði fyri at
koma á flakavirki. Heldur
øvugt, sigur virkisleiðarin
at enda.
Flakavirki er bert ein millumstøð
Trolbáturin Tindur, sum
varð tikin fyri at fiska á
stongdum øki tann 4. august,
er nú fríkendur fyri ólógligan
fiskiskap. Tað vísti seg, at
fiskiveiðueftirlitið hevði
mistikið seg, og at báturin als
ikki hevði fiskað í stongdum
øki
Bilaavgjøldini verða
ikki lækkað
C
M
Y
K
5
4