fríggjadagur 16. august 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 155 - 16. august 2002
Nr. 155 - 16. august 2002
7
UTTAN ÚR HEIMI
Russar skulu møgu-
liga á fólkaatkvøðu
um at leggja Hvíta-
russland afturat
Russlandi
RUSSLAND
Árni Joensen
Mikudagin var hvítaruss-
iski forsetin, Aleksandr
Lukasjenko, í Moskva. Har
hitti hann russiska forsetan,
Vladimir Putin, og høvuðs-
evnið á fundinum var ein
ætlan um at leggja tey bæði
londini saman.
Eygleiðarar í Moskva
siga, at Putin vísti seg at
hava munandi størri áhuga
fyri ætlanini, enn hann fyrr
hevur havt. Fyrr hevur
Putin tosað um at økja sam-
starvið við Hvítarussland
og kanska at skipa eina
samgongu, men mikudagin
tosaði hann um at skipa
londini sum eitt ríki. Við
tíðindafólk segði Putin, at
sjálvur kundi hann hugsað
sær at spurt russiska fólkið,
hvat tað heldur um ætlan-
ina.
Lukasjenko hevur leingi
verið talsmaður fyri at
knýta Hvítarussland tættari
at Russlandi, men hann
hevur tó ikki tosað um eitt
og sama ríki, sum Putin nú
ger. Lukasjenko hevur fyrr
mælt til tættari búskaparligt
og politiskt samstarv, og
eygleiðarar í hvítarussiska
høvuðsstaðnum
Minsk
halda ikki, at Lukasjenko er
sinnaður at fara so langt
sum starvsfelagin í Mosk-
va.
Í týska býnum Dres-
den er Elben farin
langt upp um áar-
bakkarnar, og
myndugleikarnir
vænta, at áin fer at
veksa uppaftur meiri
VATNFLÓÐ Í EVROPA
Árni Joensen
Týsku
myndugleikarnir
noyddust í gjár at lata tyrlur
og hernaðarflogfør flyta
umleið 400 fólk av sjúkra-
húsunum í býnum Dresden,
tí vandi er fyri, at tað nógva
vatnið í ánni Elben fer at
avbyrgja
sjúklrahúsini.
Samstundis boðaðu myndug-
leikarnir frá, at teir eru til
reiðar at flyta 3.600 fólk
afturat úr býnum, verður
tað neyðugt.
Fleiri smáar áir renna eis-
ini í gjøgnum Dresden, og
sambært býarmyndugleik-
unum er so nógv vatn í hes-
um áunum og í Elben nú, at
vatnflóðin er tann ringasta
har síðani 1845.
Dresden varð at kalla
bumbaður í sor undir
seinna heimsbardaga. Nak-
rir gamlir bygningar og
gomul torg eru tó eftir, men
í gjár stóðu torgini undir í
vatni, og í nógvum bygn-
ingum stóð nógv vatn í
kjallaranum. M. a. stóð
kjallarin á tí kenda Semper-
operahúsinum undir í vatni,
men tað eydnaðist bjarg-
ingarfólki at bjarga lista-
verkunum á teirri kendu
Zwinger-borgini, áðrenn
vatnið kom hagar. Lista-
savnið í Dresden er eitt tað
størsta í Evropa.
Týski kanslarin, Gerhard
Schrøder, var í Dresden
mikudagin. Hann segði seg
ongantíð hava sæð slíka
vatnflóð og gav alt fyri eitt
lyfti um, at stjórnin fer at
játta 2,2 milliardir krónur í
hjálp til tey raktu.
Týsku myndugleikarnir
siga, at vatnflóðin kann eis-
ini elva til eina umhvørvis-
vanlukku, tí við býin
Bitterfeld hóttir vatnflóðin
tær nógvu kemisku verk-
smiðjurnar, sum har eru. Í
og kring Bitterfeld eru ein-
ar 350 kemiskar verksmiðj-
ur.
25 sentimetrar eftir
Í kekkiska høvuðsstaðnum
Prag er vatnið farið at
minka í ánni Moldau, men
tað fara at ganga fleiri dag-
ar, áðrenn tey 50.000 fólk-
ini, sum máttu flytast burt-
ur, sleppa heimaftur. Býar-
myndugleikarnir í Prag
siga, at tað var um reppið,
at tann gamli miðbýurin
varð lagdur undir í vatni.
Sambært borgarstjóranum
vóru 25 sentimetrar eftir av
byrgingini, tá vatnið fór at
minka aftur.
Í Eysturríki eru bjarging-
arlið, løgreglumenn og her-
menn farnir undir at rudda,
sjálvt um fleiri býir fram-
vegis standa undir í vatni.
Samstundis verður boðað
frá, at tað nógva vatnið í
Donau-ánni nú eisini hóttir
partar av Slovakia. Har
hevur stjórnin sent fleiri
túsund hermenn at gera
byrgingar fyri at verja tann
gamla býarpartin í høvuðs-
staðnum Bratislava.
Vatnflóðin í Evropa og
syðra parti av Russlandi
hevur kravt í minsta lagi 90
mannalív og gjørt skaða
fyri nógvar milliardir krón-
ur.
Avrætting forðar ferð
Forsetin í Meksiko, Vincente Fox, avlýsti í gjár eina
ætlaða ferð til amerikanska statin Texas fyri at mót-
mæla, at myndugleikarnir í statinum hava avrættað
ein meksikanskan ríkisborgara.
Tann 33 ára gamli Javier Suarez Medina varð avrætt-
aður í Texas mikudagin. Hann var dømdur til deyða
fyri at hava myrt ein løgreglumann í býnum Dallas í
1988. Suarez viðgekk morðið, men helt uppá, at hann
visti ikki, at maðurin var løgreglumaður.
Vincente Fox, forseti og ST-mannarættindakommiser-
urin, Mary Robinson, bóðu guvernørin í Texas veita
meksikanaranum grið, men tað vildi guvernørurin
ikki. Meksikanski forsetin er misnøgdur við, at
myndugleikarnir í Texas vildu ikki lata Suarez seta
seg í samband við meksikansku umboðsstovuna í
Dallas, soleiðis sum altjóða lóggáva annars fyriskriv-
ar.
Sleppa til Svøríkis
Svensku innflytaramyndugleikarnir hava gjørt av at
gera tað lættari hjá palestinskum flóttafólkum at slep-
pa til Svøríkis.
Í meiri enn eitt ár eru palestinsk flóttafólk ikki slopp-
in til Svøríkis, men upplýsingar frá svensku sendi-
stovuni í Jerusalem hava fingið stjórnina í Stockholm
at broyta reglurnar.
Stjórnin hevur tó ikki tikið støðu til, hvat hon skal
gera við fleiri hundrað palestinar, sum eru í Svøríki,
og sum bíða eftir at fáa at vita, um teir fáa uppihalds-
loyvi har. 200 hava fingið at vita, at teir fáa ikki uppi-
haldsloyvi og bíða nú eftir at verða koyrsir úr Svøríki.
Illir sløkkiliðsmenn
Fakfelagið hjá amerikansku sløkkiliðsmonnunum
biður nú allar sínar limir halda seg burtur frá einum
ætlaðum minningarhaldi til minnis um sløkkiliðs-
menninar, sum doyðu í yvirgangsatsóknini 11. sept.
fjør. Fakfelagið er í øðini inn á Bush, forseta, tí hann
hevur sýtt fyri at hækka játtanina til sløkkiliðini.
Forsetin skal halda røðu á einum minningarhaldi, sum
verður í Washington tann 6. oktober, har ætlanin er at
minnast allar amerikanskar sløkkiliðsmenn, sum eru
deyðir í arbeiði hetta seinasta árið. Teirra millum eru
teir 343 sløkkiliðsmenninir, sum doyðu í World Trade
Center og Pentagon.
Men fakfelagið biður nú limirnar halda seg burtur frá
minningarhaldinum. Felagið hevði biðið forsetan um
2,5 milliardir krónur til nýggja útgerð og til at kanna
sløkkiliðsmenninar, sum sluppu livandi frá yvir-
gangsatsóknini, men forsetin hevur sagt nei.
Deyðiligt kvinnubit
Ein ung kvinna har eysturi í India varð um dagarnar
bitin av einari kobraslangu, men kvinnan gjørdi ikki
mætari enn at bíta slagnuna. Úrslitið av dystinum var,
at slangan doyði. Kvinnan fekk viðgerð á einum
sjúkrahúsi og hevur tað gott.
Indiska tíðindastovan skrivar, at tann 25 ára gamla
kvinnan lá og svav, tá slangan kom inn í kamar henn-
ara og beit hana. Men ístaðin fyri at fjala seg legði
hon á tann óbodna gestin og beit slanguna so fast,
sum hon fekk.
Kobraslangur eru rættiliga vanligar í Suðurasia og
verða roknaðar sum sera vandamiklar. Søgnin sigur,
at tá egyptiska drotningin Kleopatra hevði gjørt av at
taka lívið av sær, lat hon eina kobraslangu bíta seg.
Putin ætlar at gera Russland størri
So fór Dresden undir
Her í Prag er vatnið farið at minka í ánni Moldau, men tá vóru bara 25 sentimetrar eftir at byrgingini, sum vardi tann gamla
býarpartin
Fríggjadagin kemur
»heimsins fyrsti
flótandi luksus-
íbúðarblokkurin«,
The World, á Havnina
FERÐAMANNASKIP
Eirikur Lindenskov
Tað er vorðin gerandiskost-
ur at síggja stásilig út-
lendsk ferðamannaskip við
oyggjarnar, og flestu teirr
vitja Havnina.
Mikudagin
komandi
kemur
kenda
skipið,
Rotterdam,
á
Havnina.
Hetta er triðja summarið, at
Rotterdam vitjar í Føroy-
um, og eins og undanfarin
ár, er tað Tor Shipping í
Havn sum er umboð teirra.
Tor Shipping umboðar
nógv ferðamannaskip, og
fær felagið í hesum sam-
bandi seriga uppgávu kom-
andi fríggjadag, tá spildur-
nýggja ferðamannaskipið,
»The World« kemur á
Havnina.
Tað er ikki bara tað, at
skipið er nýtt. Talan er um
eitt heilt serligt skip, tí
hetta er tann fyrsti flótandi
luksusíbúðarblokkurin
í
heiminum, og skipið er
bygt
eftir
hugtakinum:
»ferðast um allan knøttin
uttan at fara frá húsum«.
Umborð eru 110 rúmlig-
ar eigaraíbúðir og 88 gesta-
suitir.
»The World« siglir um
allan heimin, og skráin er
løgd soleiðis til rættis, at
fylgt verður tí góða veðrin-
um.
Skipið er bygt á Fosen
Mek Verksteder skipa-
smiðjuni í Noreg, og tekn-
iskur leiðari er norska
Bergshav
Management.
Bergshav Management eig-
ur oljutangaskipið »Ber-
gina«, sum er skrásett í
Føroyum, og sum Tor
Shipping rekur.
Trygdarsamskiparin fyri
bæði »The World« og
»Bergina« er føroyingur,
sum arbeiðir hjá Bergshav
Management.
»The World« kemur á
Havnina
kl
8
fríggjamorgunin 23. august
og fer avstaðaftur kl 18
sama kvøld. Frá Tor Shipp-
ing siga tey seg vóna, at
bæði íbúgvar og manning á
»the world« fáa ein væl-
eydnaðan og ógloymandi
steðg í Føroyum.
Tey, ið hava áhuga í at
frætta meira um skipið,
kunnu
hyggja
á
www.residensea.com.
Ferðast uttan at fara frá húsum
Hugskotið aftan fyri luksusíbúðarskipið er, at »tú kanst ferðast um allan knøttin uttan at fara frá húsum«. Skipið steðgar á
Havnini fríggjadagin í næstu viku
– Vit kunnu einki
gera við málið um
skuldsetingarnar
móti løgmanni.
Hatta mugu Tór-
bjørn Jacobsen og
løgmaður greiða
sjálvir, sigur Heini
O. Heinesen, for-
maður í tingbólki
Tjóðveldisfloksins.
Flokkurin ger ikki
meira við málið
STRÍÐ UM
LØGMANN
Eirikur Lindenskov
Tað kann ikki verða ein
trupulleiki hjá Tjóðveld-
isflokkinum, at Tórbjørn
Jaobsen hevur skuldsett
løgmann
og
Jørgin
Niclasen fyri ikki at
kenna mun á sínum og
annara.
Tað sigur Heini O.
Heinesen, formaður í
tingbólki
Tjóðveldis-
floksins.
Tingmanning floksins
hevur havt fund um mál-
ið, eftir at aðalstjórn
Tjóðveldisfloksins
á
fundi leygardagin tók
málið upp sum eitt
flokspolitiskt mál, hóast
Høgni Hoydal alla tíðina
hevur sagt, at talan er
um eitt persónligt stríð
millum Tórbjørn Jaocb-
sen og Anfinn Kalls-
berg.
– Vit eru sjálvandi
hørm um støðuna – og
serliga hørm um, at
Tjóðveldisflokkurin
sum flokkur verður drig-
in upp í málið, sigur
Heini
O.
Heinesen.
Hann heldur, at ikki
minst Óli Breckmann
hevur roynt at fáa Tjóð-
veldisflokkin at geva
løgmanni »bláa stempl-
ið«, men tað kann flokk-
urin ikki gera, sigur
hann.
– Tað er sjálvsagt keði-
ligt fyri løgmansembæt-
ið, at slíkur ivi verður
reistur – eisini tað, at tað
er ein tingmaður hjá ein-
um
samgonguflokki,
sum reisir ivan. Men tað
kann ongantíð verða
uppgávan hjá Tjóðveld-
isflokkinum at geva Tór-
bjørni Jacobsen munn-
kurv ella líknandi, sigur
Heini O. Heinesen.
Hann leggur afturat, at
hetta eru vaksnir menn,
og at teir mugu greiða
handan
trupulleikan
sjálvir.
Heini O. Heinesen er
ikki sinnaður at verða
við til at seta eina grein
19 nevnd at kanna for-
tíðina hjá løgmanni.
Hann hevur sjálvur sitið
í einastu grein 19 nevnd,
sum hevur verið sett
eftir galdandi stýrisskip-
an, tann sum kannaði
tað, sum fór fram í átta-
tiárunum. Út frá arbeið-
inum har og teirri løg-
frøðisligu ráðgeving, tey
tá fingu, dugir hann ikki
at síggja, ein ein slík
nevnd kann setast at
greiða málið um fortíð-
ina hjá løgmanni.
Sostatt ger Tjóðveldis-
flokkurin einki við mál-
ið um løgmann.
– Men kemur okkurt
annað fram seinni, so
taka vit sjálvandi støðu
til tað, sigur Heini O.
Heinesen.
Kann ikki vera
trupulleiki hjá
Tjóðveldisflokkinum
Tjóðveldisflokkurin ger ikki meira við málið um
skuldstingarnar móti løgmanni. Eftir at aðalstjórn
floksins viðgjørdi málið leygardagin, hevur tingbólkur
floksins eisini viðgjørt tað, og semja er um, at flokkurin
einki ger við málið, sigur Heini O. Heinesen, formaður
tingbólksins
LISTAFRAMSÝNING
Eirikur Lindenskov
Í dag kl 16 letur upp lista-
framsýning við oljumáln-
ingum hjá Eyðuni av Reyni
í nýggja gallarínum, Gallerí
Focus í Grím Kambansgøtu
í Havn – ella í »Konrads-
brekku«, sum eldri havnar-
fólk rópa gøtuna.
– Hann sýnir fram 26
stórar og smáar oljumáln-
ingar,
sigur
Marianna
Norðoy, gallaríeigari.
Gallarí Focus lat upp í
juli, og fyrstur at sýna fram
var Bárður Jákupsson.
Marianna Norðoy letur
væl at vitjanunum á nýggja
gallarínum.
– Nógv fólk vóru og vitj-
aðu
framsýningina
hjá
Bárði Jákupsson – eisini
nógv ferðafólk, sum eisini
keypa málningar, sigur
hon, og leggur afturat, at úr
Danmark verður skipað
fyri fleiri ferðum til Føroya
fyri listaáhugað fólk, og tey
støkka sjálvandi inn á
gólvið.
Framsýningin í Gallerí
List er opin týsdag til
fríggjadag frá kl 14 – 18.
Leygardag er opið frá 16 tl
18 og sunnudag og mána-
dag er stongt.
Næsti framsýnari verður
Jóna Rasmussen, hon sýnir
fram í september. Í Oktober
fer Amariel Norðoy at sýna
fram, og í november verður
framsýning við málningum
hjá Zachariasi Heinesen.
Ferniseringin hjá Eyðuni
av Reyni verður í dag frá kl
16 til 18.
Eyðun av Reyni í Focus
Marianna Norðoy í nýggja
Gallarí Focus, sum lat upp í
juli. Í dag letur upp
framsýning við
oljumálningum hjá Eyðuni
av Reyni
C
M
Y
K
7
6