Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 155 - 16. august 2002 Nr. 155 - 16. august 2002 9 Í næstum verður farið undir at taka niður søguligu Heyganes- húsini, sum standa við havnaøkið í Vest- manna. Arbeiðið at taka niður húsini, sum eru frá 1896, er boðið út FORNMINNI Jón Brian Hvidtfeldt Ein gomul bygdamynd hvørvur skjótt í Vestmanna. Talan er um gomlu Heyga- neshúsini, sum standa við havnaøkið í bygdini. – Sum er eru húsini í sera vánaligum standi, og standa nærum til at falla. Kommunan hevur ikki fíggjarliga orku at gera hús- ini aftur í upprunastand, sigur Gunn Joensen, borgar- stjóri í Vestmanna, og legg- ur afturat, at nú er bíðað nóg leingi eftir at onkur annar møguliga skal gera arbeiðið. Tí verða húsini nú tikin niður. Vestmanna Kommuna hevur bjóðað út arbeiðið at taka húsini niður, og møgulig tilboð skulu vera kommununi í hendi 26. august. Vestmanna kommuna hevur enn ikki tikið støðu til, hvat økið, har húsini standa, skal nýtast til. Kommunan eigur húsini og økið, tey standa á. Gunn Joensen vísir á, at sera trongligt er á havnaøkinum, og tí er ikki víst, at nakað verður bygt aftur, har Heyganeshúsini standa. Kommunan misrøkt húsini Vestmanna Fornminnis- felag harmast avgerðina hjá kommunini um at beina burtur Heyganeshúsini. Bjørn á Heygum, sum er í nevndini í fornminnisfelag- num, sigur, at kommunan eigur húsini, og tí hevur ábyrgdina av at halda tey við líka. – Men tað hevur kom- munan als ikki gjørt, og tí eru húsini, sum hava stórt søguligt virði, farin í mis- røkt, sigur Bjørn á Heyg- um. Vestmanna Fornminnis- felag hevur í fleiri ár arbeitt við at gera húsini til eitt bygdasavn. Byrjað varð fyrst í nítiárunum, og felag- ið hevur eitt nú skift tak á húsunum, vísir Bjørn á Heygum á, og leggur aftur- at, at stórviðurin í húsunum eru í góðum standi. Eftir hansara tykki hevur Vest- manna Kommuna ikki áhuga í at varðveita søgu- ligu virðini í bygdini. Gunn Joensen, borgar- stjóri í Vestmanna, vísir har aftur ímóti á, at kommunan fleiri ferðir hevur útsett av- gerðina um at taka húsini niður, tí Fornminnisfelagið var inni í myndini, og møguliga skuldi yvirtaka húsini. – Men har er ikki nóg nógv komið burturúr, til at vit kunnu bíða longur, sigur Gunn Joensen. Í vár sam- tykti Vestmanna Kommuna so at húsini skulu beinast burtur, og arbeiðið er nú boðið út. Gunn Joensen sigur, at kommunan ikki hevur gjørt nakra endaliga meting av, hvat tað hevði kostað at fingið húsini, sum eru frá 1896, aftur í upprunastand. Men hon metir, at tørvur er á pengum innan so nógv onnur øki í kommununi, at eingir pengar eru til Heyga- neshúsini. Heyganeshúsini beinast burtur Vestmanna kommuna fer nú at beina burtur Heyganeshúsini Heyganeshúsini, sum tey sóu út fyrst í tjúgundu øld. Tá var eisini torn á bygninginum Upprunaliga ætlaði P/F Krossbrekka at byggja eitt verk- smiðjuskip, men av tí, at felagið ikki kundi fáa lyfti um svart- kjaftakvotu, fyrr enn svartkjafturin er býtt- ur millum stranda- londini, ið veiða svartkjaft, varð ætlan- in slept FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Herfyri undirskrivaði P/F Krossbrekka í Gøtu, sum er systurfelag hjá P/F Varða- num, ið eigur Trónd í Gøtu, sáttmála um bygging av nýggjum nóta-og trolskipi í Noregi. Tað verður skipasmiðjan, Langstein í Noregi, sum skal byggja nýggja og snotuliga skipið hjá gøtu- monnum. Skipið fær fiski- loyvini hjá Finni Fríða og Saksabergi, sum fara úr flotanum. Nýggja skipið hjá gøtu- monnum, sum á heima- síðuni hjá Skipsteknisk AS í Noregi eitur Finnur Fríði, fer at royna eftir sild, ma- kreli, lodnu, svartkjafti og rossamakreli. Við ársenda 2003 Gongst sum ætlað, kemur nýggja nóta-og trolskipið í føroyska fiskiskipaflotan við ársenda 2003. Skipið verður 76,2 metr- ar langt og 15 metrar breitt og fer at lasta 2600 tons. Til samanburðar við onn- ur skip í flotanum, verður nýggja skipið hjá gøtu- monnum mest líkt Krún- borg hjá Eileri Jacobsen. Mett verður, at skipið fer at kosta út við 150 milj. krónur. Verkætlanin tódnað Upprunaliga ætlaði P/F Krossbrekka at byggja eitt verksmiðjuskip, sum skuldi flakaskera uppisjóvarfisk. Í hesum førinum var talan um eitt nógv størri skip og eina nógv dýrari verkætlan, sum væntandi fór at kosta einar 230-250 milj. krónur. Sum skilst, vórðu hesar ætlanir sleptar, tí P/F Krossbrekka kundi ikki fáa lyfti um svartkjaftakvotu, fyrr enn svartkjafturin er býttur millum strandalond- ini, ið veiða svartkjaft. Nýggja nóta-og trolskipið hjá gøtumonnum Nýggja skipið hjá gøtumonn- um er mest líkt Krúnborg. Myndin av snotuliga nóta-og trolskipinum hjá P/F Kross- brekku er av heimasíðuni hjá Skipsteknisk.no FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Nú fleiri virkir norðan- fjørðs hava verið stongd í 2-3 vikur í summar, er rættiliga nógvur fiskur komin uppá land í Suðuroy, har øll fiskavirkini hava verið opin alt summarið. Martin Hentze, sum starvast á Fiskavirking á Tvøroyri, sigur, at tey har suðuri hava havt úr at gera seinastu vikurnar. - Her hava nógvar land- ingar verið í summar, sigur hann. Hesa vikuna hava fýra trolarar lagt veiðina upp til Fiskavirking á Tvøroyri. Skansatangi og Research hava verið inni við ávika- vist 72.000 og 64.000 pundum, Vesturskin við 187.000 og Safir, sum land- aði í gjár, var við umleið 100.000 pundum. Misjavnur upsi Martin sigur, at upsin hjá Skansatanga og Research var smáur, upsin hjá Vestur- skin hampiligur, men upsin hjá Safir var góður í mun til støddina á upsanum annars. Hjá garnabátunum hevur summarið ikki roynst nak- að serligt. Fiskiskapurin hevur verið smáligur og nøgdirnar av svartkalva, sum lagdar eru upp á Tvør- oyri seinastu vikurnar, hava yvirhøvur verið smáar. - Frægasta svartkalvalast- in í seinastuni, er lastin hjá Anitu, sum í síðstu viku legði 24-25.000 pund upp á Tvøroyri. Annars hava skipini ligið millum 8- 10.000 pund hvønn túrin, sigur Martin Hentze, sum ásannar, at nógv minni av svartkalva hevur verið at fingið í summar enn sein- asta summar. Lítil útróður hevur eisini verið seinastu tíðina, og við snelluni hevur lítið borið til. Teir, sum royna við línu, gera tó ein hampiligan túr av og á. Skipið hevur ligið á Skála við brotnum motori síðan í januar, og tvídráttur hevur verið millum eigarar- nar av skipinum og tryggingarfelagið í Noregi FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Líka síðan í januar hevur fyrrverandi Heygadrangur ella Orcades Viking, sum hann eitur, ligið á Skála við brotnum motori. Skipið, sum er heimahoyrandi í Kirkwall, er væl kent í Før- oyum og hevur lagt nógv túsund tonsini av uppisjóv- arfiski upp til Faroe Cold Stores í Vági, sum er heitið á stóru frystigoymsluni, ið Jóhan Dahl eigur saman við útlendingum. Samstarvið millum reið- aríið hjá Orcades Viking og Faroe Cold Stores hevur lagt nógvar tímalønir eftir seg í Vági. Og tað er ikki sørt, at vágbingar hava saknað skipið, nú tað hevur ligið svínabundið so leingi. Togan um motorin Í januar hendi tað, at mo- torurin á skipinum fór so illa, at reiðaríið metti, at skipið mátti fáa nýggjan motor. Tvídráttur tók seg upp millum reiðaríið og trygg- ingarfelagið í Noregi, har skipið er tryggjað. Jóhan Dahl í Vági sigur, at reiðaríið vildi hava nýggjan motor í skipið, meðan norska trygging- arfelagið helt, at málið kundi loysast við einum brúktum motori. Tí dróg út at fáa trygg- ingarspurningin avgreidd- an. Liðugur um 1 mðr. - Eg havi ikki sett meg so nógv inn í hetta málið, men havi skilt, at tryggingarspurningurin nú er avgreiddur, soleiðis at skipið kann loysa fyrst í september við nýggjum motori. Jóhan sigur, at nýggi motorurin á Orcades Vik- ing er ein Wartsila, sum er góðar 5000 hk., men er blombaður niður á somu hestakreftir, sum gamla maskinan var. Spurdur, hví tað er gjørt, heldur Jóhan Dahl, at hetta hevur nakað við fiskiloyv- ini hjá skipinum at gera. Orcades Viking loysir aftur fyrst í september Orcades Viking ella gamli Heygadrangur er væl kendur í Vági, har hann hevur lagt nógv túsund tons av fiski upp. Líkt er nú til, at skipið, sum hevur ligið á Skála við brotnum motori síðan í januar, fer aftur til fiskiskap fyrst í september. Nógvur fiskur komin uppá land í Suðuroy C M Y K 9 8