fríggjadagur 16. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 155 - 16. august 2002
Nr. 155 - 16. august 2002
11
Jóannes Eidesgaard
løgtingsmaður
Tað var á mangan hátt ein
løgin viðgerð av uppskoti-
num frá landsstýrinum um
fiskidagatal fyri komandi
fiskiár. Mest av øllum
kendist ávísur ótryggleiki
og ávís frustrasjón millum
tingfólk.
Í uppskotinum, sum lands-
stýrið legði niðan í tingið,
mælti landsstýrið til óbroytt
fiskidagatal. Við uppskoti-
num vóru tvey tilmæli. Eitt
frá Fiskirannsóknarstovuni,
har teir mæltu til ein niður-
skurð av veiðitrýstinum
upp á 35% fevnandi um
tvey til trý komandi árini.
Hetta bygdu teir á tilmæli
frá ICES og egnar kanning-
ar og metingar. Hitt tilmæl-
ið var frá fiskidaganevnd-
ini, sum er umboð fyri
sjálva vinnuna, og henda
mælti til óbroytt fiskidagtal
komandi ár. Omaná alt
hetta, so hevði Reiðara-
felagið umbiðið eina met-
ing frá íslendskum fiski-
frøðingi, sum eisini mælti
til óbroytt fiksidagatal.
Tingfólk eru leikfólk,
sum borgarin hevur valt til
at taka avgerðir. Og sum
leikfólk er tað rættiliga av-
gerandi fyri støðutakanina í
einum slíkum máli sum
hesum, sum hóast alt snýr
seg um okkara høvuðs-
vinnu, at grundarlagið fyri
avgerðini er so gott sum
gjørligt. At grundarlagið
ella tilráðingin er væl
gjøgnumarbeitt, og at tikin
verða øll tey neyðugu fyri-
varnini.
Sjálvandi er tað lættast
fyri okkum politikkarar
hvørt ár bert at áseta sama
fiskidagtal, og so annars
vóna at alt gongur væl.
Men innast inni vita vit
allir, at tað neyvan er rætt.
Vit vita, at bara tekniska
menningin í sær sjálvum
økir veiðitrýstið Men lætt-
asta loysnin er eingin broyt-
ing. Og tí vildu eisini flest-
allir tingmenn vera við, at
fiskidaganevndin hevði rætt-
asta tilmæli, og at Fiski-
rannsóknarstovan neyvan
hevði grein í sínum orðum.
Og íslendski serfrøðingurin
stuðlaði hesum. Men vit
høvdu ikki nakað at hava
hesi sjónarmið í.
Tað er greitt, at tá vit
áseta fiskidagar politiskt,
so skulu vit eisini taka øll
neyðug fyrivarni. Her er jú
talan um fiskifrøði, búskap
og vinnupolitikk. Vit kunnu
ikki bert halla til eitt fyri-
varni, men helst so mong
sum gjørligt. Og givið er
eisini, at t.d. vinnan og
fiskifrøðingar hava hvørt
sítt útgangsstøði, tá teir
gera sínar metingar. Tí ber
eisini til at siga, at hesi
bæði tilmæli, sum ting-
menn fingu, bygdu á hvørt
sítt grundarlag, og tí heldur
ikki vóru samanbarlig.
Tilmæli um niðurskurð
upp á 35% hevði sjálvsagt
als ikki borið til, tí tað
hevði lættliga útloyst eina
nýggja kreppu í okkara
høvuðsvinnu. Men tilmæli
um óbroytt fiskidagatal var
kanska heldur ikki rætt og
kundi møguliga eisini út-
loyst eina aðra kreppu?
Lættasta tilmæli og lætt-
astu loysnina er ikki nøkt-
andi fyri okkum í longdini
og neyvan nøktandi fyri
teir, sum ár eftir ár leggja
orku í at gera tilmæli, sum
teir frammanundan vita,
verður forkastað.
Og álitið frá samdari
vinnunvend kundi bent á, at
tingfólk ikki vóru samd við
landsstýrið um einki at
gera, var tað rætta. Vinnu-
nevndin kendi seg ikki
trygga við støðuna, og tað
skal hon hava rós fyri.
Nevndin staðfesti, at rætt-
ast var at halda aftur. Um
ikki nógv, so tó eitt sindur.
Eg vil tí mæla til, at vit
næsta ár broyta manna-
gongdina, tá fiskidagatil-
ráðingar skulu gerast. Eg
vil mæla til, at vit bert fáa
eina tilráðing, sum vit
skulu taka støðu til. Henda
tilráðing, sum skal vera
endalig, skal byggja á til-
mæli frá øllum liðum. M.a.
á tilmæli frá fiskifrøðing-
um, vinnuni, búskaparfrøð-
ingum, fiskiídnaðinum á
landi og søluliðnum. Tann
umsitingarligi parturin at
samansjóða tilráðingarnar
skal ikki leggjast niðan í
tingið. Hesin partur skal
avgreiðast umsitingarliga.
Til at stýra hesum trupla ar-
beiðið velur landsstýrið
eina dugnaligan nevnd.
Hetta verður ikki lætt, tað
kunnu vit skjótt semjast
um, men longu nú átti
fiskimálaráðið
at
farið
undir at fyrireika arbeiðið,
so tað liggur greitt til fiski-
árið, sum byrjar 1. sept.
2003. Mannagongdin, sum
nú er, kann so ikki halda
fram.
Tað er ikki eiti á »primadonnunúkkur«, sum stóru pen-
ingastovnarnir tykjast hava. Nei, tað er ikki uppgávan
hjá teimum at upplýsa lántakarar um, hvørji lán geva
rætt til rentustuðul og ikki!!! Og so heldur annar stjórin
í Føroya Banka, at munur skuldi ikki verið gjørdur á
lánum. Tað merkir eftir øllum at døma, at hann heldur,
at vanlig brúkslán aftur skuldu fingið rentustuðul, eins
og tey áður kundu dragast frá á sjálvuppgávuni.
Um vit venda aftur til illviljan hjá peningastovnum at
greiða viðskiftafólki frá, hvat tey kunnu og hvat tey
ikki kunna, so er hetta í samljóð við nýggja politikkin
hjá peningastovnunum at veita færri tænastur. Fyri
nøkrum fáum árum síðani vórðu viðskiftafólk nærum
biðin at leggja allar flytingar í peningastovnar og endi-
liga fáa sær fíggjar- ella heildarkonto, tí sí skuldi bank-
in ella sparikassin orðnað restina. Frálík skipan, sum
øll vandu seg við. Men ífjør glapp fellan. Haps, nú
hava vit tykkum. Nú skulu tit gjalda fyri allar flytingar.
Ella leggja flytingar yvir á heimagreiðslur. V.ø.o. er
fyritreytin, at tú fyrst útvegar eina teldu.
Nei, tað er ikki neyðugt hjá peningastovnunum at hava
eftirlitsskyldu við lánum og rentustuðli, tí tað skal
skattamyndugleikin hava, men teir kunnu hjálpa Toll-
og Skattstovuni við at greiða fólki frá, hvat tey hava
rætt til og ikki. Eins og teir kunnu skriva "brúkslán" á
skjøl í staðin fyri "sethúsalán". Tað er tað minsta. Før-
oya Banki er jú almennur, og hevði ikki verið til, um
føroyski skattgjaldarin ikki tók eitt ódnartak. Og Spari-
kassarnir lógu í fíggjarligum dvala til fyri fáum árum
síðani, tí teir vóru frítiknir at gjalda skatt yvirhøvur!
At nakar kemur sær at sáa ein lítlan mistanka um, at
ein banki hevur ta áskoðan, at rentustuðul aftur skal
latast brúkslánum... Skuldi fingið homluband um reyv.
Var tað ikki júst tann vitleysa lántøkan við møgu-
leikum at draga rentuna frá, sum koyrdi so mangt út av
eggini. Og at enda bankarnar eisini!!!
Nei, Karsten Hansen hevur púra rætt. Tað má ikki
henda, at vit aftur kunnu draga rentur fyri brúkslán frá
í skattinum. Vit mugu heldur avmarka privatu lán-
støðuna, tí sum er, er búskapurin við nærkast kóki-
punktinum. Hvat hendir, tá búskapurin verður ovurhit-
aður, veit hvørt mansbarn í Føroyum oman fyri 15 ár.
Tað skrædlið ynskir eingin aftur, hóast mangur tykjast
at hava gloymt áttatiár í marglæti og nítiár í kreppu.
Í øllum førum minnir nógv í tí dagliga degnum alt ov
nógv um átttiárini. Alt fleiri nýggir stórbilar rulla í
gøtunum. Fleiri og fleiri marglætisbátar fyri eina,
hálvaaðru og tvær milliónir liggja við bátabrýr, ella har
sum pláss er. Og man ikki talið av ferðandi uttanlands
seta met í ár?
Men búskaparstøðan er ein onnur og vinnulívið er øðr-
vísi fyri, so vandin er kanska ikki tann sami. Men vit
eiga at vera á varðhaldi, eins og Karsten Hansen er, og
peningastovnar eiga ikki at vera ómøguligir og gera ta
samfelagsskyldina at greiða fólki frá, hvat tey kunnu
og ikki, tá tey taka lán til bil, bát ella ferðir uttanlands.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Primadonnunúkkur
í peningastovnunum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eftir viðgerðina av uppskotinum um fiskidagar
Hans Birgir Hansen
Mr. Big
Eitt reint heimligt nærum-
hvørvi heima við hús, úti á
øllum arbeiðsplássum og
úti á almennum støðum, ið
øllum landinum, vil spara
hundraðtals mió. kr. um
árið.
Tað er tá øll fáa reina
ventilatiónsskipan og luft-
reinsianlegg, ið tekur par-
tiklar úr tí dálkaðu luftini,
ið gevur asmafólki bedri
andadráttir í øllum landi-
num.
Reinsifiltur á allar drekki-
vatnskranar vil sleppa øll-
um undan at fáa skaðiligar
bakteriur/virus/ormar niður
í mannakroppin, ið skaðar
fólkaheilsuna.
Tað er hópur av ættar-
bólkum/stættum, ið tørva at
fáa hugburðsbroytingar til
lívshóttalagi/lívsvanar, ið
ein fæst við at kunna úti í
føroysku bløðunum.
Tað at liva og virka rætt
og fáa reina innandura luft,
reint drekkivatn, reinar
drykkju-, mat- og nýtslu-
vørur er tað sum skal til at
skapa fyribyrgjan.
Tað tørvar øllum dovn-
um, forkelaðum ledingum
heima við hús í øllum
landinum at fáa likamliga
venjing og røkt og kunna
seta bein undir egið borð.
Tað at fáa fjølbroyttan
heilsugóðan kost og førð-
sluevnir (ernering) kosttil-
skot og motión bæði heima
og uttandura vil geva øllum
kropsliga javnvág.
Tað er avgerandi neyðugt
at øll lesa edikettir á øllum
dagligu forbrúksvørunum
og kunna seg um innihaldið
og við at lesa heilsuteigar í
bløðunum.
Tað er avgerandi neyðugt
at læra seg dagliga reinføri
av húsarhaldi, klæðum,
uppvask, kropsliga reinføri,
ið skapar lívsdygdina/lívs-
kvalitetin.
Tað er hópur av peningi
øll kunnu spara og tjena úti
í hvørjum tí einasta húsar-
haldi í øllum landinum, um
tit fáa fram áðurnevndu til-
tøkini.
Tað kann við áðurnevndu
tiltøkum sleppast undan
øllum deyðiligum sjúkum
og fylgisjúkum.
Dovnu, forkelaðu ledingar – Hyggið her!
Vit prenta í dag røðu-
na, sum Edmund
Joensen, løgtingsfor-
maður, helt, tá tingið
varð sett ólavsøkudag
Harra løgmaður, harra fólka-
tingsformaður Ivar Hansen
og frú, harra altingsfor-
maður Halldór Bløndal og
frú harra landstingsfor-
maður Daniel Skifte, og
embætisfólk tykkara løg-
tings- og landsstýrismenn,
kæru gestir.
En særlig velkomst til
vore ærede gæster fra Dan-
mark, Ísland og Grønland.
Jeg vil inledningsvis gøre
opmærksom på, at min tale
vil blive holdt på færøsk;
men de vil finde en over-
sættelse af talen på Deres
pladser.
Í dag – ólavsøkudag – há-
tíðarhalda vit, at 150 ár eru
liðin, síðan Løgtingið helt
sín fyrsta fund, eftir at ting-
ið varð endurreist við lóg
frá 26. mars 1852.
Gamla løgtingið, sum
varð avtikið í 1816, hevði
røtur sínar heilt afturi í
landnámstíðini, tá Føroyar
gjørdust partur av tí stóru
norsku útbreiðsluni, sum
fevndi um – umframt sjálvt
Noreg – norðurskotsku
oyggjarnar, partar av Ír-
landi, oynna Man, Føroyar,
Ísland og Grønland. Mett
er, at Føroya Løgting, Al-
ting Íslands og tingið á
Man eru elstu ting í heimi-
num. Ið hvussu er hava tey
sín uppruna í hesum fjara
søguríka tíðarskeiði.
Føroyar vóru tá partur av
einum stórum vesturnor-
rønum mentanarøki, har
samfelagsbygnaðurin upp-
runaliga var líkur. Hann var
á mangan hátt tilevnaður
eftir norskari fyrimynd.
Málið var mest sum felags
tá á døgum, og allir íbúgvar
í hesum parti av Norður-
atlantshavi skiltu hvønn
annan. Trúgvin, uppruna-
liga ásalæran, var felags
fyri fólk í hesum stóra øki.
Seinri kom Kristindómurin
í staðin, og júst í dag eru 2
ár síðan vit hátíðarhildu, at
1000 ár vóru liðin, síðan
Føroyar vóru kristnaðar.
Við tíðini broyttist henda
vesturnorrøna
mentanin
nakað, tí serligu viðurskift-
ini í teimum ymisku lond-
unum í Vesturhavi, sum
Føroyar vóru partur av,
treytaðu eina samfelags-
gongd og menning sum
gjørdi, at sereyðkenni av
ymiskum slagi komu til
sjóndar í hvørjum av hesum
londum. Men søguliga sæð
var grundarlagið og út-
gangsstøðið í londunum
hitt sama, og enn í dag er –
eitt nú í okkara landi – ym-
iskt, sum ber prógv um eina
fortíð, sum á mangan hátt
var felags.
Í okkara nútíðar og fram-
komna føroyska samfelagi
hevur Løgtingið sjálvandi
ein heilt avgerandi leiklut.
Hesa løtu heiðra vit okkara
mætasta politiska stovn, og
í hesum sambandi loyvi eg
mær at endurgeva fyrsta ør-
indi í einum av kendu song-
um okkara, sum eisini gev-
ur eina mynd av tinginum:
Tórshavn, tú Føroya-
lands miðstøða var,
tingstaður øld eftir øld.
Ólavs kongsminni í 900 ár
higar dró oyggjalands fjøld.
Tróndar og Sigmundar
lúðrar og vápn brutu her
eldgamlan sið Erlendur lýs-
ti á Tinganes hátt tingsins
og kirkjunnar frið.
Við hesum orðum heils-
aði skaldið Poul F Joensen
fyri mongum árum síðani
gamla tingstaði føroyinga.
Og í hesum fyrsta ørindi-
num megnaði hann at lýsa
mangt av tí, sum Føroy-
ingasøgan, ið skrivað er í
Íslandi, og gamlar føroysk-
ar frásagnir hava at siga
okkum um viðurskiftini í
gamlari tíð:
Umrøddur er her fyrst
sjálvur tingstaðurin, síðani
verður sagt, at mannfjøld úr
øllum oyggjum landsins
kom higar at heiðra Ólavs
kongs minni, og ólavsøkan,
sum her er sipað til, er
aldargomul. Í sjálvum upp-
runa sínum er ólavsøkan
ein katólsk kirkjuhátíð;
men aldargamal er eisini
siðurin, at tingmenn fara í
kirkju, og at tingið verður
sett eftir gudstænastuna
ólavsøkudag.
Eins og aðra staðni var
kirkjan í katólskari tíð ein
maktmiðdepil her á landi.
Hetta er tann veruleiki, sum
kann liggja aftan fyri lýsing
skaldsins av Erlendi bispi,
sum á Tinganesi lýsti ting-
sins og kirkjunnar frið.
Men fólkið – oyggjalands
fjøld – og høvdingarnir,
sum umboðaðu verðsliga
valdið, eru eisini nevnd. Í
hesum reglum kann liggja
minnið
um
Sigmundar
kristniboðan við valdi og
mótstøðu Tróndar móti hes-
um.
Gamla Løgtingið virkaði
fram til 1816. Tá høvdu
bæði løgtingið og løgmaður
mist ein stóran part av
myndugleika og týdningi
teirra. Men broytingar í fyri-
sitingini av danska ríkinum
bóru við sær, at tað gamla
føroyska løgtingið og løg-
mansembætið vórðu avtik-
in, og Føroyar gjørdust amt.
Nýggjar broytingar í dan-
ska ríkinum – og hesa ferð
vóru tær fyrst og fremst
politiskar og ideologiskar –
førdu til, at Løgtingið varð
endurreist. Hetta hendi í
1852 – fyri 150 árum síðani
– og tað hevði samband
við, at liberala demokratiið
varð sett á stovn við donsku
grundlógini frá 5. Juni
1849.
Danska grundlógin var
lýst at galda í Føroyum, og
við lóg frá 26. mars 1852
varð tingið endurreist. Við
hesi lóg fingu Føroyar eitt
ting, sum í bygnaði sínum
var átøkt donskum amtsráði
við amtmanni og prósti
sum føstum limum. Tó
skuldu lógarmál Føroyum
viðvíkjandi leggjast fyri
tingið til ummælis, og ting-
ið hevði rætt til at seta fram
lógaruppskot.
Nú var fólkaræðið sett á
stovn í Føroyum eins og í
Danmark. Hetta er eitt av-
gerandi mark í politisku
søgu Føroya. Tað demo-
krati ella fólkaræði, sum tá
varð sett á stovn, hevur síð-
ani ment seg til tað støði,
sum vit kenna í dag. Vit liva
í einum samfelagi, har
fólkaræðið setur karmarnar
um lív og virki hjá øllum
borgarum okkara. Ein av
fremstu uppgávum tingsins
er at virða og tryggja hetta
fólkaræði.
Ein tann størsta broyting-
in, sum er farin fram eftir at
tingið varð endurreist man
vera, tá heimastýrislógin
fekk gildi í 1948. Heima-
stýrislógin er grundarlagið
undir tí støðu, sum Løg-
tingið hevur í dag, nú øll
fata Løgtingið sum eitt
veruligt ting ella parlament
– við tí stóru politisku
ábyrgd, tingið hevur fyri
hesum fólki, landi og sam-
felagi. Við nýggjari stýris-
skipanarlóg frá 1995 varð
parlamentarisman knæsett
sum politisk meginregla,
eins og tingið við hesi lóg
gjørdist líkari øðrum lóg-
gávutingum í Norðurlond-
um.
Løgtingið er ein livandi
og virkin stovnur í medviti
føroyinga, og tað styrkir og
mennir politiska samleika
okkara. Harumframt er
tingið ein týðandi partur av
okkara mentan, og eisini á
henda hátt myndar tingið
ein part av føroyskum sam-
leika. Tað er eitt ábyrgdar-
fult starv at vera løgtings-
maður, og øllum tingmonn-
um er greitt, at tingstarvið
er ein tann mest týðandi
tátturin í menningini av
hesum samfelagi til gagns
fyri verandi og komandi
ættarlið av føroyingum. Vit,
ið eru vald at lóggeva fyri
hetta land, skulu gera tað
ábyrgdarfult og dygdargott
– og við djúpari virðing fyri
tí fólki, ið her býr.
Í dag hátíðarhalda vit, at
150 ár eru liðin, síðan Løg-
tingið varð endurreist. Men
í søgu og medviti føroyinga
er hesin stovnur nógv eldri
enn 150 ár, og tingið telist –
eins og Altingið og tingið á
Man – millum heimsins
elstu ting.
Tí eiga vit í virðing at
minnast tað gamla løgting-
ið og teir menn, sum í so
mong hundrað ár skyn-
samiliga og virðiliga settu
teirra dám á føroyska sam-
felagið. Løtu sum hesa er tí
vert at líta aftureftir; men
tað er eisini neyðugt at
kenna samtíðarviðurskifti
okkara og at megna at
hyggja frameftir.
Løgtingið er broytt gjøgn-
um tíðirnar – eisini seinastu
árini. Og Løgtingið fer eis-
ini at broytast í komandi
tíðum. Okkara skylda er at
bera so í bandi, at hesar
broytingar verða til gagns
fyri land og fólk.
Vit hava markerað 150-
ára dag tingsins við at geva
út fyrstu samanhangandi og
dagførdu løgtingssøguna,
sum fevnir um alt æviskeið
løgtingsins úr landnámi til
dagin í dag. Stórur dentur
er lagdur á nýggjaru søgu-
na, og hetta kemur til
sjóndar bæði í tí saman-
hangandi løgtingssøguni og
í sergreinunum. Eftir mín-
ari áskoðan er hetta verk
ein varði í teirri politisku
søguskrivingini her á landi.
Eisini eru til hetta høvi
løgtingshúsini vorðin um-
bygd og gjørd meira tíðar-
hóskandi, so tey nú eru ein
virðiligari karmur um virki
tingsins.
Ein serlig gleði er tað,
við hetta høvið at hava okk-
ara millum gestir úr næstu
grannalondum okkara. Um-
framt sjálva familjuna í
ríkisfelagsskapinum, sum
fevnir um Danmark, Grøn-
land og Føroyar, hava vit
her eisini kærar vinir úr Ís-
landi – hesum landi, sum
føroyingar hava havt so
nógv samskifti við gjøgn-
um tíðirnar. Danmark, Ís-
land, Grønland og Føroyar
hava eina langa søgu sam-
an – og tað er mín vón, at
samskiftið okkara millum
fer at blóma í komandi tíð-
um.
Eg fari at enda við at
biðja fólk reisa seg og sam-
an við mær rópa eitt trífalt
hurra fyri Løgtinginum.
Góða Ólavsøku.
Tingið 150 ár
– Løgtingið er broytt gjøgnum tíðirnar – eisini seinastu árini. Og Løgtingið fer eisini at broytast
í komandi tíðum. Okkara skylda er at bera so í bandi, at hesar broytingar verða til gagns fyri
land og fólk, segði Edmund Joensen, løgtingsformaður, m. a. í røðuni, hann helt fyri tinginum
ólavsøkudag
C
M
Y
K
11
10