fríggjadagur 16. august 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 155 - 16. august 2002
Nr. 155 - 16. august 2002
13
Ein dagin stutt fyri andlátið
var Martin inni á gólvinum
hjá Sámal Peturi, og bar
honum einar hálvhosur,
sum Maria hevði bundið
honum í føðingardagsgávu.
Í tí hann letur tær frá sær,
kemur tað seigliga burturúr
honum: »Passa tær ikki, so
kundi tú latið Tobba fingið
tær, skuldi hann fingið
kaldar føtur nú fram ímóti
Ólavsvøku.« Soleiðis var
Martin. Maðurin, sum út-
yvir sítt flogvit og flógva
og
oftani
vinarliga
speisemi, eisini hevði eitt
hendinga gott taktiskt vit, -
kanska
skilti
hann
tímarásina í málum betri
enn nakar. Eisini hesum.
Og mangan var hann góður
í ráðum. Og í ávikum. Nú
er hann farin heim til fedrar
sínar, setstur hjá Drotti
himins og jarðar, hvørs áliti
hann ongantíð ivaðist í.
Martin var føddur í Søld-
arfirði hin 23. februar
1926. Foreldur hansara
vóru Sámal Petur Olsen, í
Grund, skipari og Hansina,
sum var slektað úr Syðru-
gøtu. Martin var óviti tá ið
hann flutti inn um eiðið at
búgva. Morbróður hansara,
sum gøtumenn kallaðu
Magnus hjá Gamla og kona
hansara AnnaSofía høvdu
mist sonin Palla av bróst-
sjúku, átjan ára gamlan. Tí
tóku tey Martin til sín, og
kom hann harvið at vaksa
upp ímillum áirnar í Syðru-
gøtu. Og harvið fekk hann
hendan tvískilda identitet-
in, sum fleiri av okkum
bera, tá ið vit bæði eru
gøtumenn og søldfirðingar
ella glyvramenn.
Tað var bara tún ímillum
húsini í Útiguttastovu og
tey hjá Magnusi hjá Gamla.
Pól morbróður var uppkall-
aður eftir abbanum, Pól
Kristoffuri, tí mundi hann
hava serskilda støðu í hans-
ara hugaheimi, og kanska
ikki minni hjá ommuni,
Kunoyar-Jóhonnu, eftir at
Dánjal, Andrias Petur og
Pól Kristoffur lótust fyri
Borðoyarnesi stríðsári í 44.
Hann mundi vera sum hús-
fólk har, og hóast hann var
nakað eldri enn Martin, um
hálvtannað ár, so gjørdust
teir bestu vinmenn. Kemiin
hóskaði. Báðir flogklókir.
Avbera skemtingarsamir.
Kjarnin var oftani í tí
ósagda. Speiskir. Hendinga
vertskapsmenn. Og so hekk
eitthvørt filosofiskt uppi
við
teimum. Vællisnir.
Skiltu tað ið teir lósu, og so
høvdu teir báðir tveir eitt
hendinga gott minni. Trúði
ikki at ein sovorðin heim-
spekilig sfera hekk yvir
Gøtu tá í tíðini, men nú ein
dagin gav Eva mær bókina
»The History of Western
Philosophy« eftir Bertrand
Russel, og tað er sjónskt, at
hon er lisin á tamb einaferð
í fimti-árunum. Vinskapur-
in teirra millum dragnaði
ongantíð. Einki hóttafall
beit á honum. Ikki fyrrenn
Pól fór hiðani, ein kaldan
januar dag í 1985, var kom-
ið fram at mørkum, har
mannamegin
munar
so
lítið.
Vit lógu á vánni í Mersin
í Turkalandi, tá ið feigdar-
boðini komu um Pól. Tá ið
einaferð var komið heim-
aftur til landa, vildi Martin
hitta meg á bryggjuni.
Hann virkaði tá sum havna-
fúti við Runavíkar Havn.
Boð hansara vóru, at eg nú
skuldi átaka mær uppgáv-
una, sum Pól áður hevði
havt í hansara lívi. Og so
varð. Hóast sløk tríati ár
vóru ímillum okkum, so
gjørdi tað ongan mun.
Kemiin hóskaði bara. Salt-
rákin í æðrunum munaði
kanska nakað væl. Vit hitt-
ust og tosaðu saman, bæði
tá ið tað gekk væl og tá ið
tað gekk minni væl. Sum
Sámal Petur segði tað so
væl í kirkjuni áðrenn jarð-
isku leivdirnar vóru bornar
út: Pápi var hin sami pápin,
líkamikið hvussu lívslík-
indini annars vóru. Hann
var altíð har. Eisini, og
kanska serliga, tá ið tað
tyntist í vinaskara. Soleiðis
kendi eg eisini hendan vin-
mannin, sum legði árarnar
inn ólavsvøkuaftan, mettur
av døgum.
Martin fór til Dals eftir
vívi, og við Mariu fekk
Martin eina hendinga konu.
Hesum duldi hann ongantíð
fyri. Eftir stríðslok keypti
Martin húsini, sum Karl á
Niðri hevði latið smíðað,
norðuri í húsgarðsbønum,
og har settust hjúnini niður
tá ið tey gingu saman í
1952. Tey bæði gomlu,
Magnus
og
AnnaSofía
fluttu norður haðar tá ið
húsini ímillum áirnar vórðu
niðurtikin, og har búði
húskið hjá Martini nakað
væl fram í sekstiárini, tá ið
hann hevði smíðað sær
nýggj hús í Søldarfirði og
flutti haðar at búgva. Eri á
leið javnur í árum við fleiri
av synum hansara. Manga
góða løtuna átti man har
norðuri, inni sum úti, og
sigast má, at saknur var í
teimum tá ið tey fluttu av
bygdini, dreingjameingið í
hesum aldrinum var so ev-
arska lítið, vit vóru bara
tveir dreingir, tá ið farið
varð í fyrsta flokk í Gøtu
Skúla. Petur hjá Esmari á
Lakjuni og undirritaði.
Martin var lítið heima
hesa tíðina. Sjógvurin varð
hansara virkisøki. Í 44 róði
hann út frá Eskifirði við
»Svaninum«. Várið í 45 var
hann við "Føringinum",
sum Óla Hans førdi. Heyst-
ið sama árið var hann við
»Nim«, sum Alfred bróður
hansara førdi, - í sigling
millum Ísland og Skotland.
Í 46 var hann við »Chr.
Ribeiro« sum Pól Huus
førdi. Í 47 var hann við trol-
aranum »Tórhalli« sum
Jákup á Trøðni førdi. Árið
eftir við sama skipi, sum
Alfred var farin at føra.
Martin tók skiparaprógv í
1949. Sama árið var hann
bestimaður
hjá
Sofusi
Hilduberg við »Saltnesi«. Í
1950 tók hann longdina, og
sama árið var hann flagg-
skipari við »Vón« við
Hilduberg sum fiskiskip-
ara. Hann var bara 24 ára
gamal tá, og hevði tí fingið
undantaksloyvi at føra skip.
Teir vóru í Grønlandi. Í
1951 var hann eystanfyri
við »Tórhalli«, Alfred var
skipari og hetta sama heysti
førdi hann søldfjarða-trol-
aran »Miðafelli« niður til
Antwerpen, har hann var
seldur sum gamalt jarn, - til
upphøggingar. Grønlands-
túrin 1952 førdi Martin
»Falkin« av Tvøroyri. Í 53
var hann á sildaveiði við
»Gulenni« og í 54 var hann
bestimaður hjá Suðringi,
alias Andrias Winther, við
»Føringinum«.
Vit sum høvdu tað eydnu,
at kenna Martin í Grund
vita, at hin navnfræmi jútin,
Claus Sørensen, ein entre-
prenørur av guðs náði,
landnámsmaður í Napasoq
og aðrastaðir við, hevði eitt
serligt pláss í hugaheimi
hansara. Og hetta mundi
ganga báðar vegir. Martin
fær gott ummæli í endur-
minningum hansara, og
hetta er tíðin tá ið hann før-
ir skonnartina »Herthu«.
Manndómsárini byrja av
álvara. Frá 55 til og við 60
er hann við henni, og hann
gjørdist pionerur hesi árini,
tá ið hann helst er hin
fyrsti, sum fer til fiskiskap
innanskerðs á Hvarvinum.
Hetta var í 1958. Teir fingu
100 tons í saltfiski í
september og oktober hetta
árið. Allir skiparar hava
tann veikleikan, at teir
gerast serliga góðir við eitt
av skipunum teir hava ført.
Hugsi at »Hertha« átti
hendan leiklutin í lívinum
hjá Martini, so oftani sum
hann róði aftur á hesa tíðina
í tænastu hjá Clausi. So
góðir vinmenn gjørdust
teir, at hann kallaði yngsta
sonin upp eftir honum. Tað
man ikki vera komið av
ongum.
Petur
Weihe,
keypmaður í Søldarfirði,
keypti ein av línubátunum
sum fyrst í sekstiárunum
vóru smíðaðir í Dieppe í
Fraklandi.
»Havørnina«
førdi Martin árini frá 61 til
og við 66. Árini eftir førdi
hann
»Tungufoss«
og
»Ranafoss«. Síðani sigldi
hann
við
ymsum
nótabátum haðartil hann
fór at føra Cuba-trol-
ararnar, sum tá vóru vaktar-
& stand-by skip í Norð-
sjónum og í Vesturgrøn-
landi. Á vári í 79 legðist
hann uppi. Byrjaði eitt nýtt
skeið í lívinum, sum havna-
fúti við Runavíkar Havn.
Men harvið er ikki alt
sagt um hendan úrmæling-
in. Langt ífrá tí. Formatið,
strategisku og serliga tey
taktisku evnini, bóru hann
inn í eitt virkið samfelags-
lív. Politiskan áhuga hevði
hann frá ungum árum av.
Mundi kjálka tætt uppat
loysingarrørsluni,
sum
hann plagdi at taka til: Tað
kom ikki av ongum, at hann
var ein av aktionerunum í
Pf. Blaðstarvi, felagið, sum
gav fjúrtanda september út
á sinni. Tá ið hann so valdi
at lata seg stilla upp til
landspolitikk
gjørdist
Sjálvstýrisflokkurin hans-
ara jørðildi. Hann mundi
hoyra til tann rabiatara
partin, treivst valla við at
standa og tøva og dansa
tann
sama
dans,
sum
Jóannes Bóndi sigur tað vo
væl í sanginum. Onkuntíð
var hann eykamaður á
Tingi.
Kommunalpolitikkur
gjørdist hansara slagmark.
Hann varð valdur inn í
bygdaráði í Gøtu Komm-
unu frá 1959-1962. Hetta
fyrsta árið var hann for-
maður. Ein onnur legenda,
Jákup Fr. Øregaard, sáli,
tók yvir sum formaður, tá
ið tíðin ikki røkk. Trupult
er at samansjóða eitt virkið
sjómanslív við politiskan
leiklut á landi. Tað man
mangur hava sanna. Men í
1975 leggur Martin til brots
aftur og verður býrðslimur í
Runavíkar Kommunu. Har
situr hann heilt fram til
1996. Næstformaður frá
1975-1981 og formaður frá
1981-1985. Formaður var
hann
eisini
í
Føroya
Kommunufelag eitt skifti.
Hetta var um tað mundið
tá ið býráðsfundir gjørdust
almennir. Og tá ið onki
annað var fyri hondina, so
sótu vit á áskoðaraplássun-
um. Tað var ongantíð nakar
ivi um, hvør ið skapti áhug-
an fyri hesum. Tað var Mar-
tin. Ein orginalur av Guðs
góðu náði. Í lívsins mest
positivu merking. Tað finst
einki, og tað fer valla nakr-
antíð at finnast eitt kopi av
hesum sjaldsama manni.
Hann var nervin á hvørjum
fundi. Altíð væl fyrireikað-
ur. Kendi sína lektiu og sín
leiklut til fulnar. Har hingu
eingir lepar við. Tá ið hann
hevjaði seg úr sessi, tá vistu
allir, at nú kom eitt kvali-
fiserað boð uppá hvussu
fram skuldi farast. Hann
spenti bogan, tá ið hann
helt tað vera neyðugt,
álvarsemi
valdaði
og
aðratíðir kundi hann fara
heilt yvir í hina veitina,
soleiðis at láturin ongan
enda fekk. Hóast hann
kundi síggja nakað kloss-
utur út tá ið hann fór til
gongu, og eisini tá ið hann
stóð og veipaði við ørm-
unum, onkuntíð var hendan
meðferðin tilætlað, so er
tað mín sannføring, at Mar-
tin var hin politiski Rudolf
Nureyev, ein andans ballet-
dansari, sum eingin kundi
taka ella skjóta ígjøgnum,
tá ið tað góða lagið var á
honum. Søgan kemur at
varveita hann sum ein
serliga góðan kommunal-
politikara. Hansara leiklut-
ur í so máta verður oftani
havdur á munni. Hann varð
ein legenda longu áðrenn
hann legði árarnar inn. Tað
var onkuntíð uppáhildið, at
vit báðir skuldu sita niðri á
bryggjuni og seta politiskt
bryggj útá framundir al-
mennu fundirnar, og satt at
siga, so er ikki púra einki
um hetta. Tú keddi teg onga
løtu saman við Martini.
Ótaldar eru tær søgurnar,
sum hann lat frá sær, og
hann hevði eitt frásøgu-
kynstur, sum bara er fáum
beskorið.
Hann var eisini skald.
Fleiri minnast helst søguna
um æðuparið. Gøtusangin
og hópin av yrkingum,
smíðaðar til serlig høvi.
Vælformuleraður í skrift.
Bæði tá ið tað ráddi um
politikk og tá ið hann sendi
eina seinastu heilsan til
onkran sum var farin hið-
ani.
Hugsi at Martin hevði
eitt trúðarlív, sum líktist tí,
sum teir gomlu livdu.
Ógvuliga nýanserað. Eing-
in galdran. Einki vas. Einki
hóvasták í so máta. Pusli-
spælið við Várharra hevði
hann sjálvur fingið at
liggja, sum tað skuldi, og
harvið varð tað. Kirkju-
maður var hann um ein
háls, og hann mundi vera
Glyvra Kirkju ein hentur og
nærlagdur tænari tey árini
hann sat í kirkjuráðnum.
Hevði hann sett sær nakað
fyri, so elti hann málið, líka
fram til endans. Hetta var
eisini ein dygd, sum hevur
verið mongum til bata.
Martin var maður, ið setti
stóra æru í, at standa uppi
av sær sjálvum. Hendan
setningin megnaði hann at
halda eitt heilt lív. Alt sum
livdi og gróði var honum til
fragdar. Serliga áhugaður
var hann í seyða- & jarðar-
brúki, og tá ið tað mesta av
ogn hansara lá inni í Gøtu,
so var hetta altíð eitt kær-
komið høvið, at koma sær
innaftur um Eiði. Hann
plagdi at siga, at tað var
lættari fyri andanum, tá ið
havluftin streymaði inn eft-
ir vánni. Kanska vaks
identiteturin frá óvitaárum
aftur í honum. Hetta er ikki
ókent fyribrigdi. Langt ífrá
tí. Sálin fer eftir síni natúr-
ligu javnvág.
Vit
hittust
javnan.
Vitjaðu hvønnannan. Og
tað er bara stutt síðani, at eg
var inni á gólvinum hjá
teimum
báðum
Mariu.
Blíðskapurin var sum altíð.
Í topp. Slapp ikki frá
húsum
aftur
fyrrenn
døgverðin var fingin nið-
urum. Men tað sást slit á
honum. Stempulringarnir
vóru tærdir. Men at drama-
ið, harið lív og deyði møt-
ast, skuldi koma so bráð-
liga, tað var nú ikki vænt-
andi allíkavæl. Ólavsvøku-
aftan, sama morgun sum
vinmaður
hansara,
Pól
Gregersen, hevði farið um
tey sjeyti-átta, endaði fold-
arlívið hjá hesum stóra lívs-
kunstnaranum. Sorgin og
saknurin, hjá tær Mariu og
tykkum ið eftir sita, verður
stórur. Gapið, ið stendur
eftir tá ið eitt stórmenni
fellur, er tungt at lempa
uppí aftur. Ógjørligt. Men
øll tey góðu minnini eiga tit
eftir. Má Harrin hjálpa
tykkum í tíðini sum kemur.
Seinasta tøkkin fer til
Martin fyri at hann heitti á
meg um at yvirtaka hendan
sjaldsama leiklutin, sum
vinmaður, hóast ein mans-
aldur var ímillum. Tú
dragnaði ongantíð og vón-
andi kendi tú tað á sama
hátt. Tað er ikki hvørs-
mansogn, at hava kent ein
mann av tínum kaliber.
Hvíl í friði kæri frændi.
Tórbjørn Jacobsen
Martin í Grund 1926 - 2002
C
M
Y
K
13
12