Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mai 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Tons av stinkandi lorti við sjúkrahús og hvalvág Fráfellingsbrunnarnir í reinsiverkinum hjá Landssjúkrahúsinum. Fullir av lorti, og mosagrógvnar kanalir. Nidanfyri hómast »rislings«-skipanin, sum er fallin á liðina — hon orkar ikki meira — og vætan streymar bert gjøgnum tveir av ørmunum, og tí stendur hon still! Hundrað metrar haðani grind verður dripin í Havnini, á Sandagerðis- vík, liggur eitt reinsiverk við tonsum av lorti og aðrari óhumsku. Kemur tú út í Sanda- gerð, gongur tær út á Sandagerðisnes, stendur lortalukturin í nasarnar. Beint omanfyri liggur »reinsiverkid« hjá Lands- sjúkrahúsinum. Reinsiverkið liggur opið, so tað ber lættliga til at kann tað nærri frá tí fjarstødu, sum tað mans- høga píkatráðshegnið setir, og gera sær sínar metingar. Fyrsta stigið í »reinsi- verkinum< er ein for- brunnur. Í hann er bein- leiðis kloakkleiding av landssjúkrahúsinum. Hyg- gur tú eina letu síggjast menniskja lortar og hver veit, kanska onkur svull- ur? Forbrunnurin er býttur upp í tvey. Okkum er upp- lýst, at annað kamarið er at taka til, tá hitt skal reinsast. Men kamarið er mosagrógvið. Og er helst ongantíð brúkt. Omanfyri brunnin stendur ein tunna. Helst til tileinkisgerandi kemi- kaliur. Men likt er ikki til, at hon er skift ut i åravis, meta fólk har um vegir. Úr forbrunninum fer kloakkvatnið víðari oman í útfellingsbrunnarnar, har ferðin av kloakkvatn- inum skal steðga, og tað kann syvja frá, fyri at fara víðari til >rislings-skipa- nina< og síðan í kloakkina og á sjógv. Hesin fráfellingsbrunn- urin er eisini býttur upp í tvey komur, og hevur kan- alir, sum eru mosa- grógvnar og fyltar av Millum skins og hold á Landssjúkrahúsinum heldur småfuglur til. Hagar flýgur hann, eftir at hava vitjað lortabrunnarnar, og ber sjálvandi okkurt við sær aftur, sum helst var ætlað at fara aðrastaðir. mold. Men brunnurin er fullur av stinkandi rúgvu — lorti? »Rislings«-skipanin — hin rundi brunnurin, har ein rer-propell er — tykist heldur ikki at virka. Ut gjøgnum hol í rerunum skal vætan, kanska bland- að við vatni, spræna frá og fáa propellina at mala. Men handan manshega hegnið sær út til, at skip- anin virkar ikki. Propellin er farin á liðina. Og orkar ikki at mala runt. Og væta streymar út úr ásanum. Bert gjøgnum tveir armar sprænir væta. Men onkur ger sær dælt av hesi »herligheitini«. Hópin av smáfugli sat her. Men tá vit nærkaðust, fór hann á flog. Hann var óivað ikki vanur við at vera órógvaður. Men hvagar fleyg fuglurin. Jú, hann helt beina leið niðan móti Landssjúkra- húsinum. Ein nærri kanning vísir, at hann heldur til undir út- bygninginum á Lands- sjúkrahúsinum. Nakrar plátur eru niðurdotnar og uppi á kanalum ella rørum situr fuglurin. Soleiðis verður »tad«, sum verður skolað burtur av Landssjúkrahúsinum og skal til einkisgerast, borið niðan aftur og liggur í eðrum líki millum skins og hold á Landssjúkra- húsinum. Síða 3 Áarlgkurin, dálkaður av mjólk og olju. Soleiðis rennur hann oman í Hoyvík. Sjålvt tá nógv vatn er í honum, er stankurin nógvur. Tá tað er turt kann ikki eitt vindeygað latast upp, siga íbúgvar Tekniska deildin hjá Tórshavnar kommunu hevur nú tikið stig til at broyta ta oyðandi dálkingina, sum kemur frá eini kloakk frá han- dils- og idnadarøkinum uppi í Hoyvík. Mikudagin vísti Sosialurin á, at leki frá eini kloakk, sum m. a. kemur frá virkjum og verksteðum, rennur oman í ein áarlek. Hes- in áarlekurin rennur framvið sethúsum og spæliplássi oman til Hoyvíkar, har tarin er minkaður í stóran mun seinastu árini, sam- bært einum av íbúgv- unum. Á myndunum í Sosi- alinum sást, at áarlek- urin var hvítur av mjólk, sum kemur frá Mjólkarvirkinum. Men ein av teimum, vit tosaðu við, segði, at eftir einum degi hevði hann funnið 35 deyð smásíl, so nógv olja kom í farløkin. Einki skjal um ognarviðurskifti Símun Hansen, settur býarverkfreðingur upp- lýsir, at grundin til, at Tórshavnar kommuna ikki hevur gjert nakað stórvegis burtur úr kloakklekanum, er hon, at eigaraviðurskiftini eru ikki í lagi. Upprunaliga er kloakkin gjerd av eig- arafelagnum har uppi. Síðan skal hon verða yvirtikin av táverandi Tórshavnar Uttan- býggja kommunu, sum síðan partvis er løgd saman við Tórshavnar kommunu, men Símun Hansen sigur, at tað finst ikki eitt tað eiasta skjal um, hver eigur kloakkina. Abot hjálpti ikki Men tekniska deildin hevur tó ikki latið stað- ið til. Hon hevur bett kloakkina á einum staði, har stórur leki var. Tó vísti tað seg aftaná, at aðrir lekar munnu vera, tí kloakk- vatn kom framvegis út undan vellinum. Tí er óivað hol aðrastaðir og vatnið rennur í skerv- inum til stað, har tað er meguligt at sleppa út. Símun Hansen vísir á tann meguleika, at kloakkin er brotin í samband við bygging har uppi. Tí hevur kommunan heitt á ein av eigarunum um at grava kloakkina fría, soleiðis at hon kann kannast Kloakkin liggur í dag nógv djúpari, enn hon lá upprunaliga, við tað at bæði mold og grót frá byggingini er legd út yvir. Tí metir Símun Hansen, at tað verður rættuliga kostnaðar- mikið at fáa kloakkina afturgjerda. Vit halda, at hetta er ógvuliga keðiligt, men eg vóni sjálvur, at nakað hendir heilt skjótt, tí viðurskiftini kunnu ikki góðtakast, sigur Símun Hansen