Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mai 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Atlantis Bio: Sida 5 Utrokningin hjå politinum skeiv Utrokningarnar hjå politinum i sam- bandi vid sakarmál- ið móti hjúnunum, sum eiga og reka Atlantis Bio í Klaks- vík, vóru ikki heilt rættar. Hetta kom fram á rættar- fundinum mikumorg- unin. Ákærin, sum í hesum førinum er fútin sjálvur, upplýsti, at nýggjar útrokningar fyri- bils vísa, at úrslitið er millum 5 og 8.000 kr. teim- um ákærdu til góðar. Hetta er tó ein lítil partur av bruttotalinum 730.000 kr., sum hjúnini eru ákærd fyri at hava snýtt tað al- menna og privatar fyritøk- ur fyri. blivu gjerdar, eftir at tað bleiv gjørt vart við á rætt- arfundinum í síðstu viku, at skeivleikar vóru í teim- um fyrstu útrokningun- um. Ákærin bað tá um, at rættarviðgerðin bleiv út- sett, so nýggjar útrokn- ingar kundu gerast. Hetta hava tríggir mans fingist við so at siga dag og nátt síðani, upplýsti ákærin mikudagin. Men teir vóru ikki heilt lidnir og bað ákærin tí um, at málið enn einaferð bleiv útsett og, at alt tjek um taltilfarid skuldi vera liðugt innan næsta rættarfund, so tel- ini eru greið at leggja fram tá. Hetta góðtóku dómarin og báðir verjarnir. Dóm- arin segði, at tað kann henda, at politiið roknar skeivt, tí tílíkt arbeiði verður gjert undir trýsti fyri at gera tíðina, tey Kravdu leyslating Verjarnir góðtóku, at mál- ið verður útsett, men treytað av, at tey ákærdu verða latin leys beinan- vegin. Annar verjin segði, at tað er neyðugt hjá hjún- unum at sleppa til Klaks- víkar fyri at taka sær av ognini og fyrireika seluna av henni (Atlantis Bio bleiv lýst til selu stutt eftir, at hjúnini blivu handtikin). Dómarin var sinnaður at lata hjúnini leys. Hann segði, at grundarlagið fyri varðhaldinum er íkki longur til staðar. Tey ákærdu hava ongan megu- leika at rýma av land- inum, tí politiið hevur passini hjá teimum og Hjúnini hava tvey ross í kjallaranum undir biograf- inum. Tey hava politist- hald er lagt á ognir og pengar teirra. Ákærin mótmælti og boðaði frá, at hann fór at leggja avgerð dómarans fyri landsrættin við, í fyrsta lagi, kravi um, at varðhaldið verður longt og í eðrum lagi, um tey ákærdu verða latin leys, at teimum so verður álagt ikki at fara úr Feroyum. Dómarin eftirlíkaði ynsk- inum hjá ákæranum um, at tey ákærdu verða sit- andi í varðhaldinum til landsrætturin hevur tikið avgerð. Akærin vísti á, at onki er komið fram í málinum, sum ger, at sakarábyrgdin ikki framvegis er til staðar. Málið kemur fyri aftur í Feroya rætti tann 26. mai. Tey ákærdu hava sitið í varðhaldi síðani 20. mars. ; skuldsettu sita í varð- arnir í Klaksvík rekt, Rokna dag og nátt haldi, so stutta sum gjør- meðan hjúnini hava sitið í Nýggjar útrokningar digt. varðhaldi Bátaeigari: — Tryggingin sigur, at vit skula senda boð eftir vakt- arskipunum! — Tað er eftir boðum frá Tryggingarsambandinum, at vit altíð venda okkum til Vaktar- og bjargingar- tænastuna, tá vit hava brúk fyri sleiping. Hetta sigur ein bátaeig- ari og skipari í samband KE AGE vid greinina å forsiduni å Sosialinum mikudagin 6. mai. Í greinini stóð, at teir á Vaktar- og bjargingartæn- astuni meta, at Tjaldrið og Olavur Halgi verða fyri ein part misbrúkt. Hverja ferð skip ella bátur fær um skrúvuna ella maskinbrek, so verður sent boð eftir vaktarskipi. Hetta, hóast hesi eru langt burturi og onnur fiskiskip liggja tætt við. Hetta ger, at Tjaldrið og Ólavur Halgi lítið annað fáa gjørt enn at sleipa skip og bátar til lands. Avtala millum Tryggingarsam- bandið og Vaktar- og bjargingar- tænastuna Bátaeigarin, sum gjørdi vart við seg, eftir at grein- in stóð í blaðnum, sigur, at tað er ein avtala millum Tryggingarsambandið og Vaktar- og bjargingar- tænastuna, at Tryggingin letur vaktartænastuni eitt åvist gjald um årid fyri sleipingar. Og skipa- og båtaeigarar hava fingið bræv frá tryggingini um, at teir skulu boða Vaktar- og bjargingartænastuni frá, tá skip ella bátar hev- ur brúk fyri hjálp. Hetta hava vit fingið váttað á Tryggingarsam - bandinum. Og hetta er so orsekin til, at skip og bátar venda sær til Vaktar- og bjargingartæn- astuna í staðin fyri til skipið, sum liggur beint við og fiskar, sigur báta- eigarin. Vaktar- og bjargingar- tænastan sigur, at tað er ikki ætlan teirra, at skip og bátar skulu gevast við at senda boð eftir teimum. Skipini eru til tað sama. Men av tí, so nógvar sleip- ingar eru, verður lítil tíð til vaktartænastuna, sum skipini eisini skulu rekja. So tað hevði hjálpt til, um skip ella bátar, sum hava brúk fyrt sleipi, bóðu nær- stedd skip um hjálp, tá Tjaldrið ella Ólavur Halgi eru langt burturi. — Men tað er so ein spurningur um pengar, sum vit onki hava við at gera, verður sagt á Vaktar og bjargingartænastuni. Fongslaðir fyri at stjala brennivín Tveir mans hava síðani sunnudagin sitið í varðhaldi. Teir blivu fongslaðir í 8 dagar, skuldsettir fyri tvey innbrot og stuldur í Eysturoynni sunnu- nåttina. Ein triði maður bleiv eisini tik- in, men hann bleiv kortini ikki fongslaður. Menninir, sum eru 16, 20 og 23 ára gamlir, blivu tíknir tíðliga sunnumorgunin inni i Eysturoynni. Teir eru skuldsettir fyri at hava brotið inn í pakkhúsið hjá Skipafelagnum í Rúnavík og har ognað sær 48 fleskur av sterk- um og 12 av víni. Teir eru eisini skuldsettir fyri eitt innbrot á post- húsið í Fuglafirði, hað- ani tríggjar fleskur av brennivíni hurvu. Politiið í Rúnavík upplýsir, at talið av innbrotum, herverkum og eðrum líknandi brotum er tridingin sterri higartil í ár enn somu tíð í fjør. Geva út rit um matrikuleringina í Føroyum Eitt rit um feroyska kartografi, útskifting og matrikulering er á veg. Ritið, sum er yvir 100 síður til steddar er tó seinkað orsakað av arbeiðssteðginum á donsku prentsmiðj- unum. Tað er tíðarritið Landinspekteren hjá Den Danske Landin- spekterforening, sum gevur ritið út. Og tað verður gjert í samband við, at norðurlendskir landmátarar hava um- boðsmannafund í Havn um mánaðarskiftið juni-juli. Í ritinum verða níggju greinar, skrivadar av m. ø. Jóg- vani H. Andreassen, sorinskrivara, Olavi Clementsen, utskift- ingarleidara, Hans Olåvusi Danielsen, ma- trikulstjóra, Bjarna Hansen, landmátara og Arna Thorsteinssoni fornfreðingi.