Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mai 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Skulu hava 1500 tons Negdin teir kunnu veiða er óavmarkað. Fyri at klára seg skal Svalbard fiska eini 1500 tons um árið, og hetta metir Absa- lon eisini, at teir kunnu. Hann grundar hetta á samreður, metingar frá eðrum og upplýsingar frá teimum, sum hava fiskað har frammanundan. Teir vera úti í einar 30 til 40 dagar, áðrenn teir fara inn til Las Palmas at landa og bunkra. Hvat viðvíkur útgerðini og olj- uni, so verður her møgu- leiki at spara pening í mun til í Grenlandi, har bæði oljan, eykalutir og onnur útgerð í samband við rækjuveiðuna er munandi dýrari. M. a. er oljan 30 oyru bíligari har suðuri. Víðari samarbeiði Uppá fyrispurning um talan kann blíva um at víðka fiskiskapin til eitt samarbeiði millum Feroyar og Mauritania í framtíðini sigur Absalon Absalonsen, at hetta hevur tað eisini verið tosað um. M. a. hava umboð fyri fyritøkur har niðri nevnt yvirfyri feroy- ingum, at meguleiki er eisini hjá nótabátum at fiska sardinur og makrel. Eisini kann samarbeiði fáast í lag um, at feroy- ingar læra mauritanarar at fiska, byggja virki á landi og annars lata teir fáa ta vitan, sum vit hava bygt upp í skjótt 100 ár. — Men norski nótabát- urin Siljo roynir jú har niðri, og hann mátti fara heimaftur! Til tad sigur Absalon, at har véru onnur vidurskift- ini galdandi. T. d. riggadi tað tekniska umborð ikki sum tað skuldi, og har- aftrat var teirra sáttmáli ov vánaligur. Sjálvur metir Absalon, at her verður ein megu- leiki hjá føroyskum nóta- bátum eisini. Men nú verður so fyrst at vita, hvussu fer at gangast hjá hesum báðum bátunum. Hin feroyski rækjubát- urin, sum hevur lagt um og er farin til Mauritania at fiska m. a. høgguslokk er Logos. Vit hava tosað við ein av reiðarunum á bátinum, Bernd Johansen, stjóra. Hann sigur, at tey bæði skipini helst verða í Las Palmas um somu tíð. Ætlanin er so at fara út at royna um mánaðarskifti mai-juni. Vit spurdu Bernd, hví teir ikki hava lagt um til at fiska undir Feroyum. Til tað sigur hann, hetta uttan iva ikki fer at vera nokk hjá bát- unum til at bera seg. Tí avgjerdi reiðaríið at royna hetta nýggja alternativið. Hann vísir á, at fiskar Logos 1000 tons um árið, so fer báturin at bera seg. Við teimum góðu prís- unum skuldi meguleikin verið góður, leggur hann aftrat. Eins og Svalbard hevur Logos eisini fingið veð- hald frá landinum til henda túrin. Uppá fyri- spurning um tað er rætt, at landið og privatu reiða- ríini samarbeiða, tá nakað tílíkt nýtt skal roynast, sigur Bernd, at hetta er rætta leiðin, tí vit eru jú øll bundin av fiskivinnuni. Hvat vidvikur arbeidin- um umborå, so er Bernd spentur um, hvussu fer at rigga at arbeiða i so nógv- um hita. Sjálvur metir hann ikki, at tað fer at verða nakrar trupulleikar, tí teir hava sett góða Síða 9 ventilatión umborð. Skipini bæði, sum nú eru farin suður at fiska, hava eisini gjert ymsar broytingar umborð, hvat viðvíkur frysting o. ø. Neyðugt verður við mun- andi sterri frystiorku. Við Logos eru 10 mans, haraftrat koma 10—12 aðrir umborð í Las Palmas. Fan sn Normerran Bert Oveds ATLANTIC, RM Arlas; Feroyska fiskivinnan, er í eini broytingartíð. Vanligu leiðirnar vid Grønland, Ísland og Noreg hava verið nógv troyttar, og vit sleppa ikki at fiska har í sama mun sum fyrr. Men nú leggur ein partur av flotanum suður í hav at royna alternativar meguleikar. Suðurvarði hevur roynt við Surinam í eina tíð og skal meguliga til Brasilia at royna nú. Christian í Grótinum er í Miðamerika, har hann rekur royndarfiskiskap uttan fyri Costa Rica. Logos Svalbard eru á veg til Mauritania i Afrika at fiska m. a. hegguslokk. Avreiðingarprísir Sambært løgtingsløg nr. 15 frå 5. mai 1975 åsetir Nevndin fyri Råfiskagrunnin hesar minstu prisir fyri fyrsta flokks full- blóðgaðan råfisk, sløgdur við høvdi, frå vekt keyparans: Toskur yvir 70 cm 1A Toskur yvir 70 cm 1B Toskur 44—70 cm 2B Toskur 44—70 cm 2B Toskur 33—44 cm Hysa yvir 40 cm 1A Hysa yvir 40 cm 1B Brosma yvir 52 cm Brosma undir 52 cm Upsi yvir 45 cm Kongafiskur Steinbitur Havtaska yvir 3 kg Hvitingur yvir 31 cm Blålonga Kalvi 1—4 kg Kalvi 4—60 kg Kalvi yvir 60 kg Reydsprøka yvir 300 g Tunga yvir 300 g Prisirnir eru settir fyri tidarskeidid 1. juni 1981 til 30. september 1981. Térshavn, 12. mai 1981 Nevndin fyri Råfiskagrunnin Jarnsmiður Søkt verður eftir jarnsmiði/sveisara til arbeiðspláss í Oyndarfirði. E. Pihl & Søn A/S Tlf. 41597 ella 11845