leygardagur 16. mai 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Teir halda | Partur av føroyska
hjólunum
gangandi
Føroyska »høgguslokkaævintyrid« í Afrika
er byrjað.
Tey tvey fyrstu føroysku fiskiskipini,
Logos og Svalbard loystu frá landi og settu
kós móti canarisku oyggjunum í vikuni.
Við hesum tiltakinum er enn einaferð
skjøtil settur á og ein nýggj roynd byrjað í
tey skjótt 100 árini føroyingar hava rikið fiski-
skap á opnum havi — hesaferð fyri at bjarga
tí vinnu, sum longu er í gongd og sum nú er'
við at vera stongd burtur frá ødrum fjar-
leiðum.
Um talan verður um nakað nytt høggu-
slokkaævintyr í Afrika eins og vit hava havt
eitt rækjuævintýr í Grønlandi er ov tíðliga at
siga nakað um enn. Men um einar 14 dagar
fara trolini í sjógvin fyri fyrstu ferð við afri-
kansku strondina. Tá fæst at vita, um aðrir
skulu fylgja eftir og í enn nøkur ár bera
veiðuna góða til lands fyri at halda samfel-
agshjólunum her heima gangandi.
Tað er ikki bert talan um skip úr jarni, um
tel á pappirinum, um sáttmálar vid fremm-
andar tjóðir. Talan er eisini um eina stóra
broyting hjá føroyska fiskimanninum. Fyrr
gekk leiðin norður til Ísland og Grenland,
norður til kaldari sjógv og klima. Nú gongur
leiðin suður móti ekvador, har hitin mangan
liggur upp ímóti teimum 30 stigunum. Eru
hetta umstødur at bjóða einum føroyskum
fiskimanni, sum hevur traditiónir fyri at fiska
har frostur og ódnarveður mangan er hvønn-
dagskostur!
Tad er greitt, at her verdur talan um eina
sinnalagsbroyting hvat vidvikur arbeiðsum-
stødunum hjå fiskimanninum. Frå at hava
arbeitt í 25 kuldastigum skal fiskimadurin nú
knappliga venja seg vid at arbeia í 25 hita-
stigum. Tv. s. ein munur uppå 50 stig — sjålv-
andi til tíðir.
Umframt hitan, so verður tað eisini ein
broyting knappliga at skula arbeiða saman
við koreanarum og arabarum. Hetta eru
félkasløg, sum ikki áður hava roynt seg
umborð á føroyskum fiskiskipum. Her
verður tað eisini ein spurningur um at skilja
hvønn annan, tí talan er um fleiri ymisk mål.
Men áhugavert verður tað so vist hjá bæði
skipaeigarumog teimum sum manna skipini
og ikki minst hjá okkum sum sita eftir á
hesum klettum at meta, hvat úrslit fer at
spyrjast burtur úr hesum royndum at halda
føroysku samfelags hjólunum gangandi við
somu ferð í enn nøkur ár. Livst so spyrst.
Jan
SOSIALURIN
rækjuflotanum i
Grønlandi leggur nú
um til høgguslokk
við afrikastrondina
Logos og Svalbard féru avstad
í vikuni
Mikukveldið og hós-
kveldið í hesi vikuni fóru
tey bæði fyrstu skipini av
tilsamans fimm suður til
Canarisku oyggjarnar,
haðani tey um einar 14
dagar skulu byrja veiðu
eftir hegguslokki og
eðrum fiskasløgum.
Logos fór avstað miku-
kveldið og Svalbard fór
hóskveldið. Við teimum
báðum skipunum eru um-
leið 10 mans. Skipari á
Svalbard er Absalon
Absalonsen, úr Vági,
meðan Pauli Reinert Pet-
ersen úr Saltnesi er skip-
ari á Logos.
Fimm skip
Tilsamans fimm feroysk
fiskiskip hava gjørt sátt-
mála við eina fyritøku á
canarisku oyggjunum um
at sleppa at veiða allan
botnfisk uttanfyri strond-
ina hjá Mauritania. Sátt-
málin er fyri tvey ár og
sigur hann, at feroyingar
skulu avreiða fiskin til
dagsprís í Las Palmas,
hevuðsstaðnum á cana-
risku oyggjunum. Nevnda
fyritøka, sum hevur gjert
sáttmálan við feroysku
skipini, skal síðani selja
fiskin víðari, serliga til
japanska marknaðin.
Umframt Logos og
Svalbard er sáttmáli eisini
gjørdur fyri trý onnur
rækjuskip. Tey eru Hegi-
fossur, Leikur og Orion.
Tey royna í letuni í Eyst-
urgrenlandi.
Tað tekur einar 8 til 10
dagar at sigla til Las Pal-
mas og er ætlanin at bæði
føroysku skipini skulu
byrja fiskiskap um 1. juni.
Góðar vónir
Vit hevdu Absalon Absa-
lonsen í telefonini, beint
áðrenn Svalbard fór av-
stað hóskveldið. Hann
hevði góðar vónir um, at
okkurt fer at spyrjast
burturúr.
Við Svalbard eru 14
mans. Tá teir koma til Las
Palmas skulu aðrir 10
mans við skipinum. Hetta
er eisini við í sáttmál-
anum, sum gjerdur er. Tað
verða nakrir suðurkore-
anarar og nakrir mauri-
tanarar. Suðurkoreana-
rarnir eru við fyri at leggja
føroysku manningini lag
å, ti teir eru vanir at fiska
á hesum leiðum.
Stórt umskifti
Tað verður stórt umskift
hjá føroyskum fiskimonn-
um at skula fiska so langt
suduri. Hitin er um 25
stig, men tibetur er altíð
eitt lítið lot, har fiskað
verður.
Feroyingar eru so gott
sum ókendir við hesar
fiskileiðirnar. Kortini
hevur eitt føroyskt skip
fyrr veitt har. Tað var í
1976, tá Rasmus Effersee
gjerdi ein royndartúr har
at fiska hemara og tun-
fisk.
Absalon sigur seg hava
tosað við skiparan á Ras-
mussi, sum sigur, a tað er
onki ov heitt at skula
arbeiða á hasum leið-
unum, bert skipini hava
eina góða ventilatión. Og
tað hevur Svalbard. Teir
hava júst verið á Skála og
fingið ventilatiónina
gjørda til hasi viðurskift-
ini umframt annað við.
Fleiri fiskasløg
Talan verður um at fiska
vanligu fiskasløgini har,
te. høgguslokkur, tunga,
heykur og okkurt annað
fiskaslag. Mest verður
helst talan um fleiri slog
av hegguslokki, sum
rættiliga góður prísur er
fyri.
Fiskurin verður frystur
í blokk umborð og av-
reiddur í Las Palmas. Prís-
urin í letuni er góðar 20 kr.
kilo, so her skuldu verið
møguleikar at fingið
nakað burtur úr.
Í sáttmálanum við fer-
oysku skipini og fyri-
tøkuna í Las Palmas
stendur, at skipini skulu
lata 30% av veiðuni til fel-
agið, sum hevur latið loyv-
ini. Felagið letur sjálvt
17% í leigu til stjórnina í
Mauritania fyri loyvini.
Vit spurdu Absalon
Absalonsen, um hetta ikki
er nógv stórur partur hjá
okkum at lata. Til tað
sigur hann, at tað er tað
ikki, um so er at teir fáa
góðan prís fyri fiskin. Og
tað er tað sum sagt alt,
sum bendir á í letuni.
Munandi verri sátt-
málar við Canada
Absalon vísir á, at teir
fyrr hava havt sáttmálar
við Canada, sum hava
verið munandi verri enn
hesin. Tá skuldu skipini
av við upp ímóti 40% av
veiðuinntekuni. Hetta var
eisini ein orsek til, at
Svalbard ikki fór aftur í
canadiskan sjógv at
royna.
Vit spurdu eisini
Absalon, hví teir ikki hava
gjørt nakað burturúr at
fara til Guinea Bissau at
fiska, so sum varð tosað
um herfyri.
Hann vísir í hesum sam-
bandi á, at tað er gott, at
føroysk skip ikki fóru har
at royna, tí sum ellum
kunnugt brast jú kríggj á
millum Guinea Bissau og
grannalondini í fjør, og
endin bleiv, at granna-
londini ognaðu sær rættin
til grunnarnar uttanfyri —
júst har, sum avtalað
varð, at føroysk skip
skuldu sleppa at royna.
Haraftrat kemur, at tað
bert kann veiðast á
teimum leiðunum ein part
av árinum, orsakað av hit-
anum í sjónum. Við Mau-
ritania kann harafturímóti
veiðast alt árið, tí hitin í
sjónum er rættuliga stød-
ugur.
Russar ikki longur
Absalon greiðir víðari frá,
at tað hevur verið sera
strilti at fáa ein sáttmála í
lag við Mauritania, tí teir
hava verið serliga varnir
við at geva fleiri londum
fiskisáttmálar. Hetta
kemst av, at russar hava
veitt á hasum havleið-
unum í nógv ár, men nú
eru teir so riknir burtur, ti
menn mettu, at teir hildu
ikki sáttmálarnar. Í dag er
einki russiskt skip har.
Tá ið tað var uppá tað
mesta vóru tilsamans 800
skip, flest russisk við
Mauritania og fiskaðu. Í
dag er talið bert nekur fá
hundraðf.
Absalon sigur, at teir
eftir langar og drúgvar
samráðingar fingu ein
sáttmála. Hetta kemst
m. a. av, at teir, ið eiga
fiskiloyvini ynskja at fáa
skandinavar har suður at
fiska heldur enn russar.
Fyribils er so ætlanin at
lata Svalbard vera verandi
har suðuri. Manning verð-
ur skift út nakrar ferðir
um árið.