mikudagur 20. mai 1981síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—|———V|—|— —
Tórshavnar býráð sparir:
Setir tímatal
hjá vaskikonum
niður í helvt
Nýggjur fundur millum býráðið og vaski-
við kommunalu
verður *yrsta dagin. Tí er ikki greitt um
tímatal og løn verður sett niður í helvt í
hesum mánaðinum, sum býráðið áður
konurnar
hevur boða vaskikonunum frá
Framhald á síðu 10
Ítróttur
Steðan í 3. deild
Vit fingu tey seinastu úrslitini úr dystunum í 3.
deild somikið seint, at vit ikki fingu sett støduna
inni í blaðnum, tí prenta vit hana her:
B71 ....
Skåla ..
SIF...
B36 ....
B68 ....
svarar frå 8.00-5.00
tlf. 14728
TLF. 14169
HOYDALSVEGUR 8
3800 TORSHAVN
sendir um alt landið!
skúlarnar
Spælimenn, jazzur og kór-
sangur á Doktaragrund
— og kaffi og kekur í Mettustovu
Í miðjuni síggjast tvey langasporl, sum teir á Roc Amadour fingu seinasta túrin, tá
teir togaðu á umleið 800 metrar dýpi vestan fyri Feroya Banka. Tað sigst at vera væl
til av hesum fiski í steðum.
Nýagj og spennandi roynd á Kósavirkinum:
Geva langasporli
kongafiskapris
— ein roynd at fåa trolararnar ikki at tveita
langasporl ut aftur medan marknadarmøgu-
leikar i USA verða kannaðir
Á Kósavirkinum í Klaksvík
hava teir sum eina nýggja
roynd ásett kongafiskaprís á
langasporli, tvs. 2,85 kr. kg.
— HEtta er ein roynd, sum
vit meina er rett at gera nú, tí
trolararnir fáa væl av langa-
sporli í steðum á djúpri vatni.
Tað er spell, at hesin so góði
matfiskurin skal fara á sjógv-
in aftur, tí eingin prísur er
fyri hann.
Hetta sigur virkisleiðarin á
Kósavirkinum, John Høj i
samreðu við Sosialin. Hann
vísir á, at bæði Skálaberg og
Sundaberg hava fingið
hampuliga væl av langa-
sporli, nú teir hava roynt
eftir blálongu á djúpum vatni
undir Feroyum.
Higartil hevur virkið tikið
ímóti 6 til 8 tonsum av langa-
sporli, sum eru skorin til flak
við hond. Her er nógvur og
góður matur á og nú verður
kannað, um langasporl kann
seljast sum frystur blokkur
til USA.
Upplýst verður, at amerik-
anarar fyri tveimum árum
síðani keyptu nekur tons av
langasporlablokki, sum
hampuligur prísur fekst fyri.
John Høj metir, at talan
kann fara at vera um ein prís
sum liggur millum toska- og
kongafisk, men hann vil einki
siga við vissu enn, tí málið
verður kannað av Kósavirk-
inum og Feroya Fiskaselu.
Umframt langasporl finn-
ast eisini fleiri onnur fiska-
sløg á djupum vatni, sum vit
ikki hava veitt fyrr. Her er
talan um gulllaks, slætthevd,
fleiri håvasløg, stinglaks,
mora osfr. Russar hava fingið
hesi fiskasleg, tá teir hava
rikið royndarfiskiskap undir
Feroyum.
Nú fleiri og fleiri feroyskir
trolarar leggja leiðina út á
djúpa vatnið fáa teir meira
ella minni av hesum fiska-
sløgunum í trolið. Higartil
hava teir bert tikið eitt
sindur inn at royna til eitt
kók, meðan restin er farin út
aftur.
Men við hesi seinastu
royndini hjá Kósavirkinum
verður langasporl ikki koyrt
út aftur, men verður flutt til
flakavirkið og skorið til flak
sum annar fiskur.
John Hej upplýsir, at teir
fyrsta dagin fáa at vita, um
meguleiki verður at selja
langasporl til USA. Umframt
Kjelbrotrolararnar royna
Neptunus, Roc Amadour, og
Enniberg á djúpum vatni
undir Feroyum.
Biða nú eftir svari ur Tinganesi
Minnilutin í Tórshavnar býráð
bíðar nú eftir svari úr lands-
stýrinum við kæruni um, at
annað umboð hansara í líkning-
arnevndini, Knút Petur í Gong,
ikki longur fær fundarboð.
Minnilutin hevur í skrivi til
landsstýrið gjørt vart við, at
hann metur, at avgerðir tiknar á
teimum fundum, sum Knút
Petur í Gong ikki er innkallaður
til, eru ógildugar. Ein av hesum
avgerðum er skattaprosentið.
Tiltakslimurin = hjá minni-
lutanum, Kristianna Rein, hevur
mett á líkningarnevndarfund-
unum í seinastuni.
Minnilutin fekk ikki viðhald fyri
sjónarmiðum sínum á býráðs-
fundinum hóskveldið í farnu
viku. Ein tilráðing frá Zakariasi
Wang, sum er talsmaður hjá
minnilutanum í hesum málin-
um, um, at heita á líkningar-
nevndina »at taka arbeiði sitt
upp aftur beinan vegina fekk
3—8 atkvødur og fall. Meirilutin
atkvøddi ímóti við teirri grund-
geving, at líkningarnevndin
hevur arbeitt alla tíðina og tí
óneyðugt at biðja hana fara
aftur til arbeiðis.
Teir 6 limirnir í líkningar-
nevndini, sum avgjørdu ikki at
senda Knut Peturi i Gong fund-
arboð, fáa viðhald frá sakførara
býráðsinsog meirilutanum í
býráðnum.
Og nú verður so bíðað eftir
svari úr Tinganesi.
Latin leys
Hjúnini, sum eiga og
reka Atlantis Bio,
blivu latin leys á mid-
degi leygardagin, eftir
at Eystari landsrættur
hevði staðfest avgerð-
ina hjá Feroya rætti
mikudagin um leys
lating.
Akærumyndugleikin
appelleraði avgerðina
hjá Feroya rætti við í
fyrsta lagi kravi um, at
varðhaldið bleiv longt
og í eðrum lagi, at
hjúnunum bleiv álagt
ikki at fara úr Før-
oyum, blivu tey
leyslatin. Akærumynd-
ugleikin meinti, at
fongsulsgrundarlagið
framvegis er til staðar
Og tað gav Landsrætt
urin honum viðhald í
og álegði hjúnunum,
sum eru ákærd fyri
svik, ikki at fara av
landinum fyri dómsvið-
gerðina.
Hjúnini hava sitið í
varðhaldi síðani 20.
mars. Málið kemur fyri
aftur í Feroya rætti
tann 26. mai.
Tiknir á staðnum
Politiið í Klaksvík tók
leygarnáttina fýra
mans við Feroya Bjór.
Teir hevdu gjert inn-
bort eftir øli og høvdu
tikið ein kassa av gulli
tá politiið kom.
Alarmur er í goymsl-
uni hjá Føroya Bjór og
hann virkaði, sum
hann skuldi, leygar-
náttina.
Grafikkur og
myndateppi í
Smiðjuni
Morten Christoffersen
og Mona Jensen hava
opnað eina listafram-
sýning í Smiðjuni í
Lítluvík.
Morten sýnir fram
grafiskar myndir og
Mona myndateppi.
Framsýningin er opin
til og við 25. mai kl.
15—20.