Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Bingo og røktarheim SEINASTA MIKUDAG spyr ein lesari í Sosialinum um havnarfólk eru ol- mussudýr. Orsøkin til spurningin er, sigur lesarin, at tú neyvan letur upp fyri útvarpinum, uttan at hoyra um bingo, loppumarknað ella dans her og har til frama fyri nytt røktarheim í Havn. Og mælir hann havnarfólki til at vísa, at tey kunnu klára seg uttan olmussu av bygd. BURTURSÆD FRÅ, at hetta seinasta brotið eftir okkara tykki var betur ósagt, t áilt man vera at meta um, hvor ið livir av hverjum (vit liva hóast alt oll í sama samfelagi), nemur les- arin við ein týdningarmiklan og prin- sipiellan spurning. TAÐ MAN NEYVAN vera nakað, ið ivast i, at tey fólk ella feløg, sum hav gjørt eitthvørt tiltak til frama fyri eitt hart tiltrongt røktarheim í Havn, hava gjørt hetta í bestu meining. Og stóra tøkk hava tey uppiborið fyri tað. Men hinvegin eru vit ikki eina løtu í iva um, at hetta átti sjálvandi at verið ein kommunalur spurnigur, eins og hann hevur verið tað aðrar staðir í landinum. AT HAVNAR KOMMUNA til tíðir sýnist at hava ein sera løgnan hátt at prioritera uppgåvurnar upp á er harmuligt. At vælferð teirra gomlu og sjúku skal vera tegnd saman við bingospølum og loppumarknadum, er lítið sømuligt fyri Tórshavnar by. SOSIALURIN Krev tin rætt — ger tina skyldu Tad skal vera eitt minsta mark fyri hvat blødini seta uppå prent fyri at skapa sensation, uttan at kanna um nakað hald er i skuld- setingunum. Nu i vikuni eru blødini so »Tidindafr6d« um at fyra gentur eru uppsagdar å Bacalao uttan nakra stórvegis grundgeving. Av kollegialum grundum skulu vit ikki koma við grundgevingum fyri Hvar skulu vit leggja royndarstødina? i Dimmalætting leygar- dagin hevði William Tind- skarð lesarabræv, har hann mælti til at leggja royndarsteðina í Skálavík. Eg haldi meg minnast, at Viggo Dalsgaard eina- ferð í fjør heyst hevði eina frálíka grein í Sosialinum, um hetta sama mál. Eg haldi at hon segði tað so gott at tit áttu at prenta hana uppaftur, um tað er gjørligt. Vinarligast b. Sjålvandi i Dalsgar0i! At Jóannes bóndi Pat- ursson gjerdi eitt gott arbeiði, tá hann fyri um nýti árum síðani hevði skúla fyri ungum bónda- synum og eðum í Kirkjube, eru ikki tvær meiningar um. Íkki minst sást hetta her í Sandoynni, har fleiri hevdu verið hjá honum og lært at pløga og lært at koyra við vogni og sláa við maskinu. Royndarsteð varð so seinri, fyrst í tjúgunum, legd í Hoyvík á lendi ið er sjáldsama óhóskandi fyri nútímans amboð. Hví hon kom har, veit eg ikki rættiliga, men Jóannes bóndi plagdi at bera búnaðarráðgevaran- um Mads W. Litzen fyri, at tað var tí, at hann skuldi »ligge i pas- sende nærhed af Thors- havn, for selskabelig- hedens skyld«. Jóannes vildi vera við, at hetta skuldi verið sagt ella skrivað av onkrum donskum embætismanni. Nokk fyri at beta um hetta mistak við hesum óhóskandi lendinum í Hoyvík, hevur, sum øll vita, verið talað og skriv- að í nong Harrans ár um at flyta royndarsteðina og at gera skúla og royndarsteð á eðrum stað. Antonius Serensen, legtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og aðrir góðir menn við honum fingu avtalu í lag við Dalsgarðsbóndan ið tá var, tíðliga í fimtiárun- um, um at hann skuldi lata garðin til skúla og royndarsteð. Sakin kom á ting, og har var so nær við at hon kom igjøgn- um, at einans ein at- kveða restaði, og tað var stórt spell, tí so høvdu vit havt skúlan og royndarsteðina á einum stað fyri mongum árum síðani. Dalsgarður stendur teimum aftur í boði nú og hevur gjert tað í fleiri ár, so tað má vera mis- takið mikla av Fólka- flokkinum og D. P. Da- nielsen av Velbastað at vilja reka Palla av Heygsgarði í staðni fyri at fullfeora Antonius Serensens hjartamál. — Antinis og eg vóru minni enn so samsintir poli- tiskt, men ein visti, hvar tann maðurin stóð. Hann var eingin bleka. Tað er tí eyðvitað, at eftir valið taka menn seg saman úr ellum flokkum, og leggja skúla og royndarsteðina í Dals- garði — garðinum hjá plógmanninum, fyrsti føroyingur ið nýtti plógv og lata Palla sita í friði, og ikki aftur einaferð »lægge den i passendi nærhed af Thorshavn for selskabelighedens skyld«. Skålavik 2. nov. 1980 Viggo Dalsgaard nevndu uppsøgnum, men bert visa aftur fyri okkum sum starvast å Bacalao, at tann ordingin: »Burtur ein dag — men tað er ikki 6- vanligt« ikki er vanligt, og um tær fýra gera tað óvan- liga til vanligt so er bert svarið: »Hetta er óvanligt í Føroyum.« Arbeiðið á Bacalao er mest sessonarbeiði, tá ar- beiði má gerast tá fiskur er. Fiskur er eitt viðbrekið ráevni at arbeiða við, og kann tí ikki goymast ov leingi, og má leiðslan tí krevja eitt minsta mark fyri at arbeiðsætlanin fyri dagar/vikur kann haldast. Hesar fýra hava ongum eðrum at takka fyri ar- beiðslagnu teirra uttan sær sjálvum. At geva skyldina yvir á arbeiðsformannin Gull- berg Gullfoss er burtur úr ellum viti, og hava tær honum alt fyri at takka, at hann ikki hevur úttalað seg um grundgevingarnar, tá tær tá uttan iva hevdu framtidartrupulleikar at finna arbeidi. Í 14. september verður upplýst einsidis, at orsøk- in til uppsegnirnar eru, at gera okkum bangin, so vit ikki halda ov langar steðg- ir. Tær hava millum annað við hesi frágreiðing svarað uppá tað fyri teimum so 6- fatandi, hvat var á vási? Formaðurin í Havanar arbeiðskvinnufelag, Sign- hild Tórgarð, hevur í hes- um máli gjert meira enn sína skyldu, og hevur al- samt ávara ávísar persón- ar á arbeiðsplássinum við- víkjandi teirra arbeiðslíka- sælu uttan nakað úrslit, sum nú er gjert galdandi. Royndir eru gjerdar, hóast hesa beinleiðis líka- sælu, fyri at fáa tær aftur í vinnu, men kann tað ikki leggjast henni til last, at teirra vanskettan á ar- beiðsplássinum, hevur fort til hesar 4 uppsagnir- nar. Viðvíkjandi arbeiðs- leiðsluni hava vit bert góð orð at siga um, og finnist neyvan betri arbeiðsklima hvar so nógv fólk eru í vinnu, og eigur tí eingin minoritetsgruppa at fáa loyvi at demoralisera. Um álitiskvinnur og menn hava vit bert eitt at siga: Teimum hava vit álit á. Flakakvinnur Ikki bert ideologiskur hurlivasi, men eisini persónligur: Wang er ju forkempari hjå Gong Fyri stuttum skrivadi ein, id kalladi seg Observa, um ideologiska hurlivasan i Tjóðveldisflokkinum og Unga Tjóðveldinum, ja, tað má eg sanna, men eg fari at skoyta uppí, at har er ikki bert ideologiskur hurlivasi, men eisini ein politiskur og persónligur hurlivasi og tað við lít. Besta demi um hetta er óskilið í Tórshavnar By- ráð, har annar tjóðveldis- maðurin er í meiriluta- num, og roynir soleiðis at fáa nakrar molar frá tí annars stokk-konserva- tivu yvirvektini í sam- gonguni, meðan hin, Zacharias Wang, er blivin trúgvur forkempari hjá Petur í Gong himself og Inga Mohr, og tískil fær hann einki igjøgnum, men kann válka sær í egnum paradu-uppskotum, sum ongan livandi tjans hava at koma igjøgnum. Hetta er tað, sum menn rópa opportunisma og slíkir menn verða róptir opportunistar. Teir hugsa meira um seg sjálvar og kanska onkran letuvinn- ing, men hugsa ikki um heildina og ein felagspoli- tikk. So kann Z. Wang for- svara seg alt hann vil, hví hann valdi at standa utt- anfyri, tí veruleikin er hann, ið Finnur Johansen, tjóðveldismaðurin í sam- gonguni eisini hevur ávíst, at tjóðveldisflokkurin misti eina rúgvu av nevndarsessum í kommununi, tí Z. Wang heldur vildi í leypin hjá Petur í Gong. — Hjá hes- um býráðsliminum, sum stýrdi býnum í mong ár, og sum var ein atvoldin til, at Ólavur Michelsen, sáli, kundi skriva tey við- gitnu orðini um smá- korruptión í stóran stíl... Hetta sigur ikki sert um hurlivasan í Tjóðveldis- flokkinum her í hevuðs- staðnum. Nei, góðu fólk, Tjóðveldisflokkurin er ikki bert ein flokkur av Framhald á síðu 11