mikudagur 20. mai 1981síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Seinasta hósdag varð hildin árligi
skúlaítróttardagurin, har hópur av
skúlaungdómi frá fleiri skúlum lut-
tóku.
Tað er Ítróttarlærarafelagið, sum
nú í fleiri ár hevur skipað fyri hesum
tiltaki, og hevur tað fingið ógvuliga
góða undirtøku.
Tað er at fegnast um, at tiltakið fær
so góða méttøku frá ungdóminum, ti
tað er greitt, at frælsur ítróttur í alt ov
lítlan mun verður íðkaður í Føroyum.
Sum er, er tað einans tann >popu-
leri« ítrótturin sum fótbóltur, hond-
bóltur og fyri ein part flogbóltur, sum
fær viðurkenning frá áskoðarum,
ítróttarskrivarum og fólki yvirhøvur.
Tað skal tí vera okkara vón, at
hetta tiltak kann fáa ungfólk kring
landið at taka seg saman og stovna
feløg, sum hava tann frælsa ítróttin
sum hevuðsendamál.
SJ
B68—HB 1—4 (0—1)
Einki samanspæl
við liðfelagarnar
Tað var spenningur áðrenn dysturin í 1. deild
millum B68 og HB byrjaði, men tað vísti seg,
at tað var HB, sum hevði tað betra spælið,
meðan leikararnir hjá B68 gjørdu ov nógv av
at fara einsamallir fram við bóltinum — uttan
nakað samanspæl við hinar liðleikararnar
Rættiliga nógv fólk vóru
komin niðan á vellin á
Toftum at síggja 1. deild-
ardystin ímillum B68 og
HB. Spenningurin áðrenn
dystin var stórur, av tí at
B68 vann 4—0 á B36 í
Gundadali fyri viku síð-
ani, og HB m.a. tapti í-
móti GI í Havn.
Líkindini at spæla fót-
bólt hendan dagin vóru av
teimum allarbestu: stilli
og lýtt. Tó var rættiliga
nógv toka tá dysturin
byrjaði, og var hetta á-
skoðarunum eitt sindur til
bága, av tí at illa gekst at
síggja ímillum málini.
Dysturin
Ta fyrstu tíðina av dysti-
num vóru bæði liðini sera
varin við spælinum og lít-
ið kom burtur úr. So við
og við kom tó meira lív í
spælið, og týðiliga sást, at
her var tað HB, sum hevði
O ho eo OD 20 CO
NOMRHNOOO
tað betra spælið. Ålopini
hjá HB vóru sum heild
væl uppbygd, við góðum
samanspæli, meðan álop-
ini hjá B68 harafturímóti
vóru meira tilvildarlig.
Sum oftast sparkaði B68-
verjan bóltin langt fram
uttan at gera sær greitt,
um nakar av teirra fram-
herjum var har. Eisini
gjørdu framherjarnir hjá
B68 nógv av at fara einsa-
mallir fram við bóltinur
uttan nakað samansÆl
við hinar liðfelagarraf.
Úrslitið var ásini í
flestu ferum' at teir
spældu av við bóltin, og
HB kund/ fara í ålop. Eis-
ini vísti HB-verjan gott
spæl, og tað gjerdi tað
ikki betri hjá B68-ålops-
leikarunum at fáa nakað
veruligt burturúr.
Málini
Tá 19 min. vóru farnir av
N ob op pe
N ÁN
fyrra hålvleiki var HB i å-
lopi. Helgi fær bóltin stutt
framman fyri málið og
skjýtur hann beinleiðis í
netið til 1—0. Hetta gjørd-
ist eisini hålvleiksstødan.
Tå 8 min. eru farnir av
seinna hålvleiki, fær HB
eitt hornaspark. Bølturin
verður skotin innfyri,
Eyðun leypir upp og setur
høvdid undir hann, og
hann endar í netinum.
2—0 til HB.
Í 15. min. er HB aftur í
álopi. Bólturin kemur inn-
fyri har Eyðun stendur,
hann leggur seg afturá og
skjýtur bóltin aftur um
seg og í netið til 3—0.
Bert
Suni
3 min. seinni er
Jacobsen framman
fyri málið við bóltinum.
Tað eydnaðist honum at
trekkja seg frían, og at
seta bóltin í netið.
Í seinastu sekundunum
av dystinum
Andrias hjá
verður
B68 feldur
KONDI
Føroysk
ítróttarklæðir
framman fyri HB-málið.
Steinbjern Jacobsen, sum
er dómari, ivast ikki og
demir brotsspark. Tað var
Símun Johannesen, sum
var settur at skjóta, og
hann setur bóltin í netið til
1—4, sum gjerdist enda-
liga úrslitið.
sj
Badmin-
tonlands-
dystur
island-Før-
oyar
Tysdagin kemur is-
lendska badminton-
landsliðið til Føroya
at spæla móti ti fer-
oyska.
Leikast skulu átta
dystir. 3 harra-
singlur, 2 harra-
doublur, 1 kvinnu-
single, 1 kvinnu-
doubla og ein mix-
doubla.
Leiktir verða tveir
dystir. Hin fyrri í
ítróttarhellini í Vági
hósdagin 28. og hin
seinri í hellini í Havn
29.
Hetta er fyrstu
ferð, at badminton-
landsdystur verður
leiktur í ítróttar-
hellini í Vági.
Leikararnir á fer-
oyska liðinum eru:
Kári Nielsen, Hans J
Stenberg, Poul Mic-
helsen, Jóan Pætur
Midjord, Vagn
Andersen, Maria Sól-
heyg, Margit Svarrer
og Karin Mikkelsen.
Tað var nakað av toku —
onkuntid somikid, at tað
illa gekst at síggja úr enda
í annan
o
æ
|
br
-JOOOD
| |
«gø OD OD <D 09 <D OD >
|
þ ÞÓ NO BO Go =
N
8
B—-
3