leygardagur 23. mai 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ið
SOSIALURIN
Síða 3
Landsstýrið valt nytt fiskivinnuråd:
FF ikki sloppið upp í part
Óli Jacobsen: — Valið ein vanvirðing av fiskimanninum. Olaf
Olsen: — Vil ikki koma við viðmerking
Landsstýrið hevur valt
tveir nýggjar limir í Fiski-
vinnuráðið fyri Olaf Olsen,
landsstýrismann, og
Petur Reinert, løgtings-
mann.
Teir bådir, sum lands-
stýrið hevur valt, eru
Albin Simonsen, reiðari í
Vestmanna, og Osmund
Justinussen, reiðari í
Havn.
Hetta upplýsir Olaf
Olsen, landsstýrismaður.
Tá Fiskivinnuráðið upp-
runaliga varð valt í sep-
tember 1979, mótmælti
Feroya Fiskimannafelag
harðliga valið av ráðnum,
tí eingin av limunum
umboðaði fiskimenninar.
Sosialurin visti Olafi
Olsen á hetta, og spurdi,
hví einki umboð fyri fiski-
menninar var valt í ráðið
nú, men Olaf Olsen segði
seg ikki hava nakra við-
merking.
Vanvirðing av
fiskimanninum
Sosialurin hevur vent sær
til Óla Jacobsen, formann
Feroya Fiskimannafelags.
— Valið av Fiskivinnu-
ráðnum er ein vanvirðing
av fiskimonnunum og er
ikki í tråd við andan í lóg:
ini um Fiskivinnuráðið. Í
henni stendur, at Fiski-
vinnuráðið skal umboða
alla fiskivinnuna, men við
hesum valinum eru fleiri
túsund fiskimenn ignorer-
aðir.
— Allir límirnir i
ráðnum uttan formaður
eru reidarar og báta-
eigarar. Og hetta ráðið
skal jú eisini viðgera fíggj-
arlig viðurskifti hjá fiski-
monnunum, t. d. stuðuls-
skipaninar, uttan at fiski-
mannafelagið hevur
nakran meguleika fyri at
ávirka tað, sum kemur frá
ráðnum.
— Ráðið telur framvegis
bara reiðarar og bátaeig-
arar og tað meti eg sum
eina vanvirðing av fiski-
manninum, sigur Óli
Jacobsen.
Óli Jacobsen metir tað
sum givið, at Føroya
Fiskimannafelag fer at
mótmæla valið av nýggju
limunum í Fiskivinnu-
ráðnum.
Áhugafelegini hjá
skipunum væl
umboðað
Umframt teir báðar, Albin
Simonsen og Osmund Jus-
tinussen, sita Karl And-
reasen, Svend Thulesen,
Absalon Absalonsen,
Líggjas í Be og Poul
Adrian Andreasen í Fiski-
vinnuráðnum.
Umframt at vera reiðari
er Osmund Justiaussen
formaður i felagnum
Óli Jacobsen: Valið av
Fiskivinnuráðnum vísir, at
fiskimenninir eru ikki ein
partur av fiskivinnuni
Laksaskip, í Ídnaðarskip,
nevndarlimur í felagnum
Trolskip og í Reiðara-
felagnum.
Hin nývaldi limurin,
Albin Simonsen, er reiðari
á Vestfinni og Norðfinni.
Reingerðarfólkini á skúlunum:
Einki spart tá
grundarlagið tikið
undan 60 húskjum
— Sparingin hjá Býráðn-
um fer nú at gera um seg,
og fyri at spara 1,4 mill.
kr. ætlar Tórshavnar
Býráð at taka 2/3 av árs-
lenini hjá teim 60 rein-
gerðarkonunum, ið vaska
við teir 4 kommunalu
skúlarnar í Tórshavnar
kommunu, við ein mánaða
fráboðan, siga reingerð-
arfólkini í einum skrivi, ið
hevur heitið >Vísið okkum
studul«.
Víðari skriva reingerðar-
fólkini:
— Vit, ið arbeiða á
hesum skúlum, meina, at
tað er í skeiva enda,
Býráðið sparir.
Einki er spart, tá ið
grundarlagið undan
hesum 60 heimum verður
tikið. Vit síggja okkum
ikki førar fyri at klára
okkara skyldur mótvegis
samfelagnum, so sum
skattur, húsaleiga o. a. út-
reiðslur, ið hoyra til eitt
vanligt húsarhald.
Hver hevði vilja mist
helvtina av inntekuni við
so stuttari ávarðing ?
Munnu fólk flest vita,
hvat tað vil siga at gera
reint á einum skúla sum
teir flestu dagar í árinum
leygardagar og sunnu-
dagar íroknaðir
(umklæðisrúm, fimleikar-
hallir, svimjihyl, aulir og
felagshelir) skulu reinger-
ast í letum inn ímillum at
fólk koma og fara. T. d.
kann nevnast at Tórs-
havnar Kommunuskúli
kann hýsa upp til 4000
fólkum um dagin.
— Vit vóna, at tey fólk,
sum dagliga njóta gott av
tí arbeiði, vit eftir besta
føri gera, vilja gera okkum
tann beina at vísa okkum
so mikið at stuðuli, at tey
virða krev okkara, sigur
reingerðarfólkið at enda.
Vakstrarhúsið á Loftið
Sandavåg, tlf. 32364
Stuttleikakapping
út at ferðast við
FØROYA EGGVIRKIÐ
1. vinningur:
Tvær flogferðir beinleiðis til Mallorca
úr Vágum tann 29. juli við Jet-Set.
Hotell og fult vistarhald í 14 dagar
goldið av Eggvirkinum.
2. vinningur:
Tvær flogferðir til Danmark ella tveir
ferðaseðlar við Smyril til Íslands,
Noreg ella Skotlands.
3. vinningur:
Tvær flogferðir til Danmark ella tveir
ferðaseðlar við Smyril til, Íslands,
Noreg ella Skotlands.
Klippið tað petti av embalasjuni,
merkt 6 frísk egg, skrivið navn og
bústað og sendið inn til Foroya Egg-
virkið áðrenn trekt verður 24. juli.
Fleiri innsendingar — fleiri møgu-
leikar.
FØROYA EGGVIRKIÐ
Rituvík
Selur frá mánadegnum 25.5.
havaplantur, staudir, trø og runnar.
Figgjarnevndin
Tórshavnar býráð
hevur nú fingið svar
frá Sosialstyrelsen,
sum hevur góðkent
báðar dagstovnaætlan-
inar hjá býráðnum,
upplýsir Leivur
Johannesen, formaður í
sosialu nevndini.
Talan er um tveir
dagstovnar til tvær
ferðir 72 bern við
veggustovu og
barnagarði. A:nar er
ætlaður at liggja í
Hoyvík og annar við
Djóna í Geilsgetu.
Ætlanin er ikki at
byggja báðar í senn,
men eftir hvenn annan.
Leivur Johannesen: —
Tað hevur verið eitt
stríð at fingið hesa
ætlanina so langt, hon
nú er komin
Projekt til tveir
dagstovnar góðkent
og
kommuna skulu nú taka endaliga
støðu til kommunalu dagstovnarnar
Naggatødn komin í samráðingar :
Tórshavnar
Leivur Johannesen
sigur, at málið hevur
verið fyri í sosialu
nevndini og skal nú
leggjast fyri fíggjar-
nevndina og síðan býr-
áðið sjálvt. Eisini skal
landsstýrið góðkenna
ætlanina.
Formaðurin í sosialu
nevndini sigur, at tað
hevur verið stríggið at
fáa hetta málið so
langt, sum tað er
komið nú. Hann vónar
tí, at tað kann farast
undir tann fyrsta
stovnin skjótt.
Hvert av projekt-
unum er mett at kosta
3,6 mill. kr. Hver verð-
ur bygdur fyrst er ikki
avgjørt.
Annars er ein annar
dagstovnur eisini í
væntu. Tað er Veggu-
stovan á Lútzenstreð,
sum frá kommunalu
myndugleikunum hev-
ur fingið loyvi at
byggja og reka ein dag-
stovn við 60 barna-
garðsplássum og 32
vøggustovuplåssum.
Hesin sjålveigandi
dagstovnurin hevur
grundstykki vid
Hoyviksvegin
Naggatødn er komin i
samrådingarnar mill-
um Starvsmannafel-
agið og landsstýrið.
Semingsmaðurin hevur
tikið seg burturúr og
eingin fundur er avtal-
aður millum partarnar.
Kjartan Kristiansen,
sum er valdyr til sem-
ingsmann í hesum sam-
ráðingunum, tók seg
burtur úr samráðing-
unum mánamorgunin
kl. hålvgum sjey. Tá
hevði hann verið
saman við pertunum
frá sunnudagnum
seinrapartin.
Kjartan Kristiansen
sigur, at:tað skulu tveir
partar til fyri at fáa
semju í lag, og at tað
fyriliggur ikki nekur
steða, har báðir part-
arnir kunnu semjast.
Tí tók hann seg burtur
úr fyri at síggja, um
partarnir hava nakran
hug at semjast.
Týdningarmiklastu
málini eru eftir
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum, Ernst
Hansen, hevur onga
viðmerking til støduna.
Hann sigur, at part-
arnir eru komnir
nakad å veg, men teir
tydningarmestu spur-
ningarnir eru eftir. Ti
dugir hann slettis ikki
at siga nakað.
Hvergin av partun-
um hevur boðað frá til-
tøkum — hverki verk-
falli ella verkbanni.
— Kann tað hugsast,
at Starvsmannafelagið
kemur við eini frá-
boðan um verkfall?
— Tað veldst alt um
steðuna, sigur Ernst
Hansen, sum vónar, at
tað ikki varir alt ov
leingi til partarnir
kunnu semjast.
Í landsstýrinum eyd-
naðist ikki at fáa upp-
spurt, um og nær
landsstýrið fór at taka
stig til nýggjar sam-
ráðingar.