leygardagur 23. mai 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
#
SOSIALURIN
Síða 5
Bíðar eftir boðum
— Nevndin, sum hevur fyrireikað bygging-
ina av heilsumidstødini við Streymin, bidar
nú eftir boðum frá landsstýrinum um, hvat
hon nú skal gera
Nevndin, sum landsstýrið
setti í fjør at fyrireika
byggingina av heilsumið-
stødini vid Streymin,
bidar nu eftir bodum frå
Påll Vang, landsstyris-
manni, um hon skal gev-
ast ella halda fram.
Grundarlagið undir
arbeiði nevndarinnar hig-
artil er nú burtur, eftir at
Kollafjarðar kommuna
hevur avgjert ikki at
luttaka í byggingini og
rakstrinum av heilsumið-
steðini. Nevndin var
annars komin langt áleiðis
við arbeiðinum og eitt
uppskot til sáttmála
millum kommunurnar á-
Norðstreymi og Norður-
eysturoy er klárt at undir-
skriva. Somuleiðis er gjørt
eitt skitsuprojekt til
heilsumiðsteðina, sum
ætlanin var at byggja
norðanfyri vegin niðan til
Eysturoyarbergholið.
Nevndin, sum hevur trý
umboð fyri kommunurnar
har norðuri, eitt umboð
fyri Læknafelagið og eitt
fyri landsstýrið, hevði
fund mánadagin. Formað-
urin í nevndini, Jóngerð
Purkhús, fulltrúi í lands-
stýrinum, upplýsir aftaná
fundin, at nevndin
ásannar, at grundarlagið
undir arbeiði hennara er
burtur og hon nú bíðar
eftir nærri boðum frá
landsstýrinum.
Onnur leið
Tað tekur ikki beinini
undan heilsumiðstaðar-
ætlanini sum so, at Kolla-
fjørður ikki longur er við.
Men tann upprunaliga
ætlanin kann neyvan
brúkast longur. Fyri at
parturin hjá hverjari
kommunu at gjalda ikki
skal blíva ov stórur, nú
tann stersta hevur tikið
seg burturúr, hevur megu-
leikin at minka projektið
verið nevndur. Ein annar
meguleiki er at fáa aðrar
kommunur í Eysturoynni
við. Men her má havast í
huga, at ein heilsumiðsteð
skal eisini byggjast í
Rúnavík.
Ogreitt
Tað eru ikki einans fólkini
í Norðstreymi og Norður-
eysturoynni, sum eru rakt
av teirri óvissu steðuni.
Hon rekkur eisini vestur í
Vágar. Tí so leingi, ein
lækni afturat ikki verður
settur har norðuri, hava
læknarnir í Vágum viku-
skiftisvaktir saman við
læknanum í Vestmanna.
Hetta eru vágafólk sera
misnegd við og nevndin í
Kollfirðingar vilja ikki vita av heilsumidstød við Streymin. Tað er ikki nógv longri hjá
teimum at fara til Havnar, á Landssjúkrahúsið
felagskommununi hevur
nú biðið landsstýrið um
fund um læknamálið.
Formaðurin hjá
kommunulæknunum í
Læknafelagnum, Andor
Ellefsen, sigur, at Lækna-
felagið neyvan fer at góð-
taka, at kommunulækna-
starvið í Norðstreymi
verður lýst leyst, so leingi
málið er so ógreitt. Hann
sigur, at tað er
spurningur, um ikki tveir
læknar skula setast
afturat í staðin fyri tann
eina.
Læknafelagið = krevur
eitt ávíst grundarlag av
fólki til hvenn kommunu-
lækna. Hetta grundarlag
er í minsta lagi 1500 fólk.
Tað vil siga 6.000 fólk til
læknarnar á Eiði og í
Vestmanna og til tveir
meguligar læknar í Kolla-
firði og við Streymin.
Tann 31. desember 1979
búðu 4.583 fólk á hesum
eki.
Løgmadur við útisetar:
— Vit vilja hjálpa tykkum
at leiga hús!
Landsstýrið er sinnað at
hjálpa føroyingum í Keyp-
mannahavn at leiga holi til
eitt Føroyahus er bygt.
Hetta kemur fram í frágreið-
ingini
frå panelfundinum
um húsaspurningin hjá uti-
setum, sum vit hava fingið
frá
Hinum
føroyska
studentafelagnum i Keyp-
mannahavn:
Månadagin hin 27. april skipadi
»Hitt føroyska studentafelagið í
Keypmannahavn« fyri panel-
fundi i húsinum i Rantzausgade.
Evnið var yHúsaspurn-
ingurin«.
Fundurin, sum talan er um, er
eitt væntad og tiltrongt lid i
tjakinum um nyskipan av felags-
livinum i Keypmannahavn. Tey
holi, ið eru til taks i dag, eru ikki
tíðarhóskandi. Tey eru ov lítil,
ov illa farin, og tey saniteru
viðurskiftini eru út av lagi
vánalig.
Fólk, ið hava sæð hesi holi,
munnu helst hava eina hóming
av, hvussu ringt tað er undir
hesum umstødum at reka eitt
felagsliv. Ringt hevur verið at
gjørt politikarnar heima í Før-
oyum varugar við hetta.
Tí hevur Studentafelagið tikið
stig til henda fund.
Í panelinum sótu: Pauli Ellef-
sen, løgmadur, Jákup Linden-
skov, fólkatingsmaður, Petur A.
Petersen, prestur í Keypmanna-
havn, Rógvi Thomsen, lærari á
føroyska skúlanum og umboð
fyri husafelagid Høgni Joensen
og Torfinn Mortensen.
Orðstýrari var Hans Pauli
Strøm.
Fundurin byrjaði kl. 19,45 við,
at formadur Studentafelagsins
beyð fólk at vera vælkomin.
Studningurin minkaði
Fyrsti talari var Petur A. Peter-
sen. Hann tosaði meira alment
um »husini«, um gongdina
higartil, um fyrrverandi, nú-
verandi og komandi Foroyahús.
P. A. Petersen meinti, at eini
føroysk hús áttu at samskipast
við eina kirkju, og hann vónaði
at fáa stuðul frá landsstýrinum
til hetta.
Aftaná greiddi P. Ellefsen frá,
hverja stoðu Landsstýrið hevði í
málinum, og hvat forhold hann
sjálvur hevði til útisetarnar. Hann
kundi siga, at spurningurin ikki
var serliga gjølla vidgjørdur í
Landsstýrinum, harafturat
greiddi hann frá, at fíggjar
nevndin hevði sett studningin til
nýggja húsið úr 150.000 kr. um
árið, niður í 50.000 kr. (hettar
eru pengar, ið fara í ein grunn til
figgjan av nýggjum húsum)
Persónliga hevði P. Ellefsen
hvorki ein negativan ella posi-
tivan holdning til Føroysku hús-
ini. Til hetta visti hann alt ov lítið
um evnið.
Hann kundi tó siga, at allir
tingmenn vóru áhugaðir at seta
eitt ella annað á stovn í Keyp
mannahavn. Teir kundu tó íkki
blíva einigir um, hvat tað skuldi
verða.
Sjálvur kundi hann hugse sær
eina kirkju, einar 200 m? til
staddar, hartil møguliga matsal,
og umstødur at íðka ítrótt og fri
tíðarítriv.
Tó, fyri at tryggja niveauið á
samveruni, helt hann tað vera
neyðugt, at veitslur og tílíkt
bleiv hildið í leigaðum hølum.
Her hugsaði hann mest um
foreldrini, ið róliga skuldu kunna
senda børn síni til Keypmanna-
havnar.
Hetta var eisini neyðugt fyri
at fáa uppskotið igjøgnum
Landsstýrið og Løgtingid.
Fyri útisetar ella veljarar
Eftir legmann hevði Høgni
Joensen orðið. Hann spurdi
millum annað, hvenn húsið
skuldi byggjast fyri ?
Um man bygdi eini hús fyri
herbugvandi føroyingar. Ella
man bygdi eina kirkju til gledi
fyri veljarnar heima i Føroyum ?
Hann meinti, at eini hus åttu
at vera fyri øll, har utisetar
kunnu samlast i felagslivinum, i
»nationala verdigheit«. Har
afturat var neydugt at betri høli
fingust til vega til teir aktivitetir,
ið longu nú vóru, m. a. sosiala
vegleiðing.
At enda tosadi Høgni um tær
umstødur, utisetar hava havt
higartil, og nevndi, at tann
studul, id fingin er frå teim før-
oysku myndugleikum, aldri
hevur verið at reypa av.
Síðan hevði Torfinn
Mortensen orðið. Hann greiddi
frá, at Húsafelagið var ein sam-
starvsnevnd, ið umboðaði flest
allar feroyingar í Keyp-
Framhald á síðu 8
Kommunur stóra rentubyrðu:
Vilja tosa við
landsstýrið um
statsstudningin
til havnir
Feroya kommunufelag
fer nú at biðja lands-
stýrið um ein fund um
ríkisstudningin til
havnagerð.
Fleiri = havnir eru
farnar í gerð kring
landið eftir 6 ára
havnaætlanini, men
kommunurnar fáa ikki
tey 25% frá statinum.
Statskassin vil ikki út
við pengunum tí lands-
stýrið ikki enn hevur
tikið steðu til spur-
ningin um blokk-
studning.
Hetta rakar
kommunurnar hart
fíggjarliga, tí tær eru
noyddar at taka uttan-
landslán til at gjalda
tey írestandi 25% við.
Hetta gevur
kommununum eina
stora og óvissa rentu-
byrðu, við tað at
gjaldsoyrisvirðið broyt-
ist.
Málið var til viðgerð-
ar á kommunuting-
inum í Havn seinasta
leygardag.
Millum annað Skála,
Getu og Rúnavíkar
kommunur hava verið
noyddar at taka lán til
havnagerð, tí stats-
studningurin ikki er
goldin.
Hinvegin fekk Eiðis
kommuna tey 25% frá
landsstýrinum.