Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN telf. 1 4720. 11820 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Dálking — umhvørvi Í síðstu viku vísti Sosialurin á tveir dálkingar og umhvervisspurningar. Í tí eina førinum er talan um eina eitrandi kloakk, sum rennur í ein åarløk. Alt livandi í honum er dripið eins og tarin í Hoyvík er mink- aður í stóran mun. Í hinum førinum snýr tað seg um reinsiverkið á Landssjúkrahúsinum, sum liggur opið á Sanda- gerðisnesi. Vit vístu á hetta og søgdu, at tað tóktist ikki at virka. Í Hoyvík eru teknisku myndugleikarnir hjá Tórs- havnar kommunu farnir til verka. Og ætlanin er at beta um lekan á kloakkini sum skjótast. Í eini viðmerking frá maskinmeistaranum á Landssjúkrahúsinum verður sagt, at reinsiverkið virkar væl, og at tað er reinsað og tómt fyrst í hesi vikuni. Tað eina brekið, sum var í rislingsskipan- ini, er fingið í rætt lag. Í síðsta blað segði umsjónarmaðurin á sjúkra- húsinum, at reinsiverkið var konstruerað at vera opið. Eftir stendur so spurningurin, um tað er rætt úr einum umhvervissjónarmiði, at eitt slíkt reinsi- verk liggur opið. Í blaðnum hava vit áður vidgjørt og víst á dálk- ingar og umhvørvisspurningar og tað ætla vit framhaldandi at gera. Alt lív er treytað av náttúr- uni og vit mugu gera alt fyri at halda hana reina. Men hvussu gera vit tað ? Tað stendur upp til hin einstaka, men sanniliga stendur tað eisini upp til myndugleikar, blað, skúlar og politikkarar. Í valskránni til síðsta býráðsval mælti Suður streymoyar Javnaðarfelag til at fáa eina um- hvørvisdeild undir teknisku deildini hjá kommununi. Prógv eru fyri, at tekniska deildin røkkur ikki á hesum øki. Kloakkeftirlitið er helst ikki nóg gott og reinsiverk verða ikki reinsað nóg ofta Vit fara tí at mæla til, um ikki fáa eina deild í lag, so leggja stórri dent á hendan spurningin bæði við upplýsingum og sterri avriki Verkfall? ENN ER EINGIN semja fingin í lag um nakran av teimum sáttmálum, sum vórðu uppsagdir 1. maí í ár VIÐVÍKJANDI samráðingunum millum starvs- mannafelagið og landsstýrið skilst, at her stendur í botni. Semingsmaðurin, sum hevur havt nógvar fundir partanna millum, hevur nú tikið seg úr sam- ráðingunum, so ikki kann væntast nøkur semja her í bræði. SÁTTMÁLARNIR millum arbeidarafeløgini og arbeiðsgevararnar og millum handverkarar og handverksmeistarar vórðu útsettar til ávikavist 11. juni og 27. mai. Hvat her fer at spyrjast burturúr er enn ilt at siga. Í SKRIVANDI stund er enn óvist um tað verður prentaraverkfall frá komandi mánadegi av, ella um tað fer at eydnast pørtunum at koma til eina semju. Partarnir standa langt frá hverjum ødrum Seinasta fríggjadag kom semingsstovnurin uppí og útsetti verkfallið í eina viku, t. v. s. til í dag Reinsiverkið virkar Aftursvar til grein í Sosi- alinum 16. mai viðvíkj- andi >Tons av óhumsku við sjúkrahús og hval- våg«. Greinskrivari hevur verið úti á Sandagerðis- nesi og hugt at reinsiverk- inum hjá sjúkrahúsinum. Til yvirskriftina kann við- merkjast, at sjúkrahúsið var har, áðrenn vanligt varð at drepa grind í Sandagerði, og ringt er at hugsa sær sjúkrahús uttan kloakk. Hvussu rætt tað var at leggja Sjúkrahúsið har tá tað bleiv útbygt er ein annar spurningur, sum nógv er skrivað um. Blaðmaðurin skrivar, at hann hevur sæð tað sum eigur at fara igjøgnum kloakkina, og harumframt gitir hann sær til, at onkur svullur er ímillum. Upp- lýsast kann fyri óvitandi og blaðmanninum, at svullar og tílíkt verður brent og fer ikki gjøgnum kloakkina. Víðari skrivar blað- maðurin, at forbrunnurin ella sandfangið er mosa- grógvið og helst ongantíð skift. Her kann upplýsast, at sandfangið verður skift og reinsað eina ferð um árið. Í útfellingarbrunn- inum fer rotprocessin fram, og avfallið blívur til mold, sekkur niður gjøgnum sliskuna og flotnar uppaftur gjøgnum kanalir, har tann moldin, ið kemur uppundan er mosagrógvin. Úr útfellingarbrunn- inum verður vatnið við hjálp av einari cisternu slept oman í »rislingaskip- anini«, karuselluna, har tað rennur út yvir eitt 2- metra tjúkt skervlag, áðrenn tað fer á sjógv. Endamálið við skervinum er at fanga mikroorga- nismur, sum eru í vatn- inum. Tað hendir av og á, at nevnda cisterna tippist, og tann dagin blað- maðurin hevur vitjað á Sandagerðisnesi hevur hon verið tipt. Men tá hann skrivar, at rislinga- skipan er farin á liðina, so er tað púra uppspinn. Um tunnuna, sum blað- maðurin hevur fingið við uttast á myndini skal upp- lýsast, at hon hevur ikki verið í brúk í eini 6—8 ár, tí tað er hildið at vera óneyðugt at tilseta evni. Fýra tey seinastu árini er brunnurin reinsaður í mai mánaða og er tað eisini í ár. Fólk og bilur varð umbiðið til reinsan vikuna undan at nevnda grein stóð í Sosialinum. Á sjúkrahúsinum eru umleið 300 sjúklingar í senn og har eru umleið 400 fulltíðar arbeiðspláss. Harumframt verða gjørdar umleið 10.000 ambulantar viðgerðir árliga. Utrokningar vísa, at negdin av avfalli er umleið 60m” årliga. Rúmdin á reinsibrunn- inum er umleið 400 m!. Í vegleiðingini fyri reinsi- brunnin verður upplýst, at botnfallið ikki má koma longur upp enn 5 metrar frá yvirkantinum av betongkonstruktiónini, og svarar hetta til 85—90 m?. Tískil skuldi tað verið nóg mikið at temt brunnin eina ferð um árið. Annars haldi eg blað- maðurin skuldi roynt at fingið meira neyvar upp- lýsingar frá undirritaða heldur enn at „standa við tað manshega píkatráðs- hegnið og gera sær sínar egnu metingar< og lurta eftir hvat onkur har um vegir heldur vera líkt til. Og ikki biðið um viðmerk- ingar eftir at greinin varð prentað. Áhugavert kundi eisini veri at vitað, um nakað reinsiverk í Feroy- um virkar so væl sum tað á Landssjúkrahúsinum. Tá blaðmaðurin hevur verið so nær, at hann hevur sæð, hvussu „ringt skil er«, so hevur hann júst havt hevi til at síggja hvussu = væl rotingin virkar, tí hetta kann síggj- ast sjálvt um ein stendur uttanfyri tað manshega píkatráðshegnið og ger sínar metingar. Hevði hann fest eyguna á mið- kanalina eina letu, hevði hann sæð — uttan at gera sær ómak — hvussu methan-blødrurnar koma upp igjøgnum, alt tekin til at reinsiverkið virkar. Mikkjal Absalonsen maskinmeistari á Landssjúkrahúsinum Persónsjagstran á Oyggjatidindi Vit liva í einum demokrat- iskum landi, har skrivi- og talifrælsi er frítt, men at hetta skrivifrælsi kann misbrúkast við lít, hava vit sæð hesar seinastu dagarnar, har Oyggjatíð- indi hevur válkað sær í tí, sum hendi á Bacalao, har trýggjar kvinnur blivu koyrdar, tí tær ikki mettu á arbeiðsplássinum til at passa sítt arbeiði Ég skal ikki taka dagar millum, hver skuldina hevur. Men bert undir- strika: Ger fyrst tína skyldu, krev so tín rætt. At Oyggjatíðindi skal ríða so niðarliga í blaðsiði, at blaði skal forfylgja for- manninum í Havnar Ar- beiðskvinnufelag, er at fara út um alt mark. Hon hevur sanniliga rekt sítt starv sum for- maður í arbeiðskvinnufel- agnum, og arbeitt fyri rættindum hjá limunum, og ikki givið upp, tá hon hevur havt rættin á síni síðu. Fyri limirnar er hon ein góður stuðul. Men øll sum í dag arbeiða innan fyri tey fer- oysku fakfeløgini vita, at tað eru kreftir, sum vilja spjaða og bróta niður tað, ið onnur hava bygt upp, ið undan okkum eru farin. Hesi kalla seg kommu- nistar. Onki alternativ hava hesir ørvitisknokkar at vísa á, uttan bert at rumbla og finnast at tí, ið onnur gera. Eg skilji ikki, hví hesi, ið vita alt so væl, betur enn øll onnur, ikki loysa allar trupul- leikarnar, sum taka seg upp á arbeiðsplássum og í samfelagnum. Sannleikin er nokk tann, at tey duga ikki til annað enn at rumbla og fáa ófrið í lag. Men tit, sum siga tykkum verða kommunistar, vit vita øll, hvat tit standa fyri og hava at tida. Men tad besta kommu- nista-bladi i Føroyum i dag, er tad sonevnda óhefta politiska blaði, Oyggjatíðindi, hvers skip- ari var »kandidatur« i »penaflokki« til seinasta logtingsval. Hetta ruskílatið, tvær ferðir um vikuna temir sína óhumsku út- yvir landið, átti hver for- oyingur sum hevur virð- ing fyri sær sjálvum, at spýtt í, og sent aftur hagar, tað er frákomið. Beikst mátti verið at havt til livibreyð at spilla fólk út og skapá esing. sum Til tykkum, sum eru limir í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, skal mín áheitan verða, standið saman um formann tykk- ara. Tað hevur hon uppi- borið. Varðið tykkum fyri teimum oyðandi og spjað- andi kreftunum innan felag tykkara, sum vilja sleppa til valdið. Ikki koma hesar kreftir at hjálpa tykkum í stríði við arbeiðsgevaran, tey arbeiða bert fyri egnan vinning, og leggja sektin í, hvussu tað gongst eini vanligari arbeiðskvinnu. Tá hesar kreftir sleppa frammat, verður frælsi og demokrati okkara í vanda. Tí eiga vit ell at standa saman ímóti hesum ágangi, sum ikki er mæt- ari enn ågangurin frá kapi- talistunum. Hvussu livir arbeiðara- stættin í teimum kommu- nistisku londunum ? Hvar eru rættindi og frælsi teirra? Tað kanska »kandidat- urin« í »penaflokki« veit at siga okkum frå. Ein id ikki longur kann tiga