leygardagur 11. juli 1981síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — Leygardagur 11. juli 1981
Sjómannafelagið :
Trýst lagt á limir
um at melda seg út
Sjómannafelagið dugdi í gjár ikki at siga,
hvussu hart verkfallið fór at raka farma-
skipaflotan og farmaflutningin til Føroya.
Sjémannafelagid sigur, at reidarar av
farmaskipum royna at fáa sjófólkið upp i
Fiskimannafelagið
— Annaðhvert fert tú úr
Sjómannafelagnum, ella
fert tú í land.
Hetta vóru boðini ein
limur í Sjómannafelagn-
um, ein dekkari, fekk, í
vikuni. Hann fekk frá
skiparanum í farmaskip-
inum, hann var við, at
vita, at tað gekk ikki við
sjómannafelagnum, og
var tí biðin um at melda
seg inn í Fiskimannafel-
agið, sum hevur eina sjó-
mannadeild.
— Hetta halda vit vera
ógvuliga illoyalt móti okk-
ara felag, sigur formað-
urin í starvsnevndini í Sjó-
mannafelagnum Dánjal J.
Jacobsen.
Sosialurin hitti for-
mannin úti á Eystaru-
bryggju fríggjamorgunin.
Tá vóru menn í holt við at
lossa Lóm, sum skuldi
fara á miðdegi.
Dánjal J. Jacobsen
segði, at tað var torfert at
siga nakað um verkfallið,
og hvussu umfevnandi tað
bleiv.
Verkfallið var lýst at
byrja hósmorgunin, men
sama dag fór Nestindur til
Danmarkar við fýra
nýggjum dekkarum. Í við-
merking til Útvarp
Feroya segði stjórin í
Traderline, Rósing Ras-
mussen, at dekkararnir
hevdu sagt upp, og tí var
nýtt fólk útvegað.
Til hetta sigur formað-
urin í Sjómannafelagnum,
at fyri at fara í lógligt
verkfall, skal hýrusátt-
málin sigast upp. Í upp-
segnini skal ikki skiljast
sum ein uppsegn sum so-
leiðis, eins og tað var við-
merkt, at menninir ynsktu
at sigla víðari undir felags
sáttmála.
Lómur skuldi fara á mið-
degi í gjár. Um hann fór
við nýggjum fólki ella
ikki, var ikki meguligt at
fáa upplýst, áðrenn blaðið
fór til prentingar, men for-
maðurin í Sjómannafel-
agnum sigur, at teirra
limir umborð eru
spakuliga útskeiðaðir
annaðhvert, tá teir fóru í
feriu ella í fríviku. Har-
afturat er onkur farin úr
Sjómannafelagnum.
— Men tað hevur verið
undir herðum trýsti, sigur
Dánjal J. Jacobsen.
Nestindur er á veg til
Danmarkar. Sjómannafel-
agið hevur fingið lovaðan
samhugastuðul frá loss-
ingarmonnunum í Keyp-
mannahavn. Formaðurin í
Sjómannafelagnum segði,
at teir fóru nú at seta seg í
samband við felagið hjá
lossingarmonnunum i
Keypmannahavn. Roknað
verður so við, at teir lata
megulig boð um ikki at
lossa føroysk farmaskip
fara víðari.
Í Feroyum hevur Sjó-
mannafelagið eisini fingið
ein ávísan stuðul. T. d.
hevur Servágs Arbeiðs-
mannafelag boða reidarum
av farmaskipum frá, at
einki farmaskip verður
lossað á Servági, so leingi
sum verkfallið stendur
við.
Fyrr í vikuni hevði fel-
agið fund við lossingar-
menninar í Havn. Á tí
fundinum varð avgjert, at
eingin lossingarmaður
skuldi gera arbeiði, sum
annars áliggur dekkarum.
Frá maskinmeistarafel-
Dánjal J. Jacobsen: — Vit
hava mist nakrar limir
agnum og skipara- og
navigaterfelagnum hevur
Sjómannafelagið fingið
játtað, at limir í hesum
feløgum gera einki arbeiði,
sum limir í Sjómannafel-
agnum annars gera.
Somuleiðis hava felegini
sagt, at limir teirra fara
ikki avstað við
farmaskipi, sum er undir-
mannað.
Sjómannafelagið hevur
ikki vent sær til reiðar-
arnar um nýggjan samráð-
ingarfund og reiðararnir
hava ikki vent sær til Sjó-
mannafelagið.
Annars er limatalið í
Sjómannafelagnum mink-
að nakað. Dánjal J. Jacob-
sen sigur, at reiðarar og
umboðsmenn fyri teir
hava gingið runt og savn-
að undirskriftir og heitt á
fólk um at melda seg inn í
Fiskimannafelagið. Lim-
irnir, sum hava meldað
seg úr Sjómannafelagn-
um, hava gjert tað, tí
trýst er lagt á teir og tí
teir eru hóttir, sigur
Dánjal J. Jacobsen.
Fiskimannafelagið av-
gjerdi á stjórnarfundi hós-
dagin at skipa sjómanna-
deildina undir F. F. Vit
hava fingið eina frágreið-
ing, sum vit tíverri ikki
hava pláss fyri.
Sjónarmið í dag:
Sjónvarpið
og pressan
Jógvan Asbjørn
Skaale, form.
í Sjónvarpsfel-
agnum skrivar
á síðu 2
Fiski-
vinnan
í 80-unum
Tryggvi Johansen
sendifulltrúi í
Keypmannahavn
skrivar á síðu 2
Nýtt røktarheim í Sudurstreymi:
Hava savnað 276.000 kr.
Loppumarknaðurin, sum starvsfólk á Landssjúkrahús
inum skipaðu fyri seinasta leygardag til frama fyri
nýggjum rektarheimi, gav góðar 40.000 kr. Nú eru meira
enn 276.000 kr. innsavnaðar. Næsta tiltakið verður á
ólavsseku. Lesið á s. 4.
Veðrið var gott og hýrurin góður á bæði yngra og eldra
ættarliðnum, sum hevdu leitað sær oman í »Gongugøt
una« í seinastu viku
Orsaka av pláss-
troti er eingin í-
tróttur við í blað-
num hesaferð.
Ítróttarsíðurnar
verða aftur at
síggja frá miku-
degnum.
Bryggjarí
svarar frá 8.00-5.00
tlf. 14728
Bidar eftir svari frå Landsstyrinum til:
15 nýggj grundstykki á Argjum
— aftrat teimum 60, sum eru útstykkjað
Nýggja útstykkingin á Argjum. Enn eitt nýtt íbúðareki festir retur
Nú sæst nakað eftir ar-
beiðinum uppá at stykkja
út 60 nýggj grundstykki á
Argjum. Tær fyrstu húsa-
tekjurnar eru við at
»koma undan< undir
Kirkjubereyni og upp-
aftur aðrar fara at síggj-
ast í næstum.
Tað er stórur áhugi fyri
at byggja á Argjum
Kommunan hevur havt
1 1
meira enn 100 umsóknir
liggjandi. Einasti møgu-
leikin til útstykking er inn
í Vikanum, hetta er inni í
Havnardali — niðan ímóti
Kirkjubereyni. Nakað her-
fyri sendi Tórshavnar
Uttanbiggja kommuna
bræv til Landsstýrið, har
biðið varð um loyvi at
stykkja út 15 grundstykki
aftrat omanfyri verandi
útstykkingina Higartil
hevur kommunan ikki
fingið svar frá Lands-
stýrinum.
Hvat verður so at gera
tá hesi 75 grundstykkini
eru farin, fara teir umsekj
arar, sum einki stykki ti
hava fingið, at
Sum er hevur kommunar
ikki meiri jerð, men ein
møguleiki er |
spyrja
kanska at
keypa jerð til framt