mikudagur 15. juli 1981síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 52 — Mikudagur 15. juli 1981
Ternan knappliga í Suðuroyar-sigling:
Teistin við bilum
í Íslandi
Thomas Arabo: — Dugi ikki at siga, um tað fer at endurtaka seg, men hetta
var væntandi. Vit hava boðað frá, at kapasiteturin á uttanlandsrutuni var ov
lítil
Skipið í Suðuroya-siglingini var týsnáttina sendur til Íslands
Skipið til Suðuroya-sigl-
ingina — Teistin — verður
nú eisini brúktur til Ís-
lands-rutuna. Um hetta er
einastu ferð, ella um tað
fer at endurtaka seg, dugir
Strandferðslan ikki at siga
við vissu.
Tá fólk týsmorgunin
skuldu fara úr Suðuroy til
Havnar, var Teistin ikki
har. Í staðin lá Ternan við
bryggjuna á Tveroyri.
(Ternan hevur annars
verið á beding í Havn, og
sum okkum er upplýst var
hon ikki liðug).
Eingin kunngerð hevur
verið í útvarpinum um, at
Teistin var farin úr rutu
og at Ternan rekti rutuna.
Thomas Arabo, stjóri á
Strandferðsluni, upplýsir,
at orsekin til at Teistin fór
til Íslands er hon, at
Smyril kláraði ikki at taka
allar bilarnir. Tað vísir
seg, at bilarnir eru nógv
sterri enn uppgivið er.
— Nær fingu tit hetta at
vita?
— Vit hevdu ein mis-
tanka um hetta í seinastu
viku, men endaliga av-
gerðin fall ikki fyrrenn
eftir miðdag í gjár.
— Hví boðar Strand-
ferðslan ikki frá, at ferða-
ætlanin verður broytt og
at Teistin er farin til
Íslands ?
— Vit hava ikki broytt
ferðaætlan og Ternan
siglir ferðaætlanina hjá
Teistanum og hon hevur
klárað alt higar til, so tað
skuldi ikki verið til
stóran ampa. Hatta var so
tann einasti mátin at
loysa málið upp á.
— Er tað ikki at halda
fólk fyri gjeldur ikki at
boða frá, at tað er Ternan
sum siglir Suduroyasigl-
ingina ?
— Nei, tað haldi eg ikki.
Teistin er aftur áðrenn 24
tímar eru gingnir og
Ternan klárar siglingina.
— Fer hetta at endur-
taka seg?
— Tað er ikki meiningin.
Í seinastu viku sendu vit
eitt farmaskip. »Men man
skal ongatíð siga onga-
tíð“, men tað fer ikki at
henda hverja viku.
— Kostar tað Strand-
ferðsluni nakað eyka ?
— Ja, tað ger tað, men
hugsast skal um, at ferða-
fólkini hava goldið ferða-
segil frá fastlandinum av,
so vit hava tjent hann inn-
aftur í aðrar mátar, sjálvt
um vit ikki tjena nógv av
at flyta ferðafólkini til
Íslands.
— Tað hevur ljóðað, at
tað er fullteknað alt
summarið, hevur lands-
stýrið nakað í umbunad?
— Mær vitandi hevur
landsstýrið ikki nakrar
ítekiligar ætlanir, men vit
á Strandferðsluni hava jú
fyri tveimum árum síðani
skotið upp at veksa kapa-
sitetin á uttanlandssigl-
ingini, tí vit dugdu at
síggja, at vit fóru at fáa
trupulleikar. Men lands-
stýrið og legtingið hava,
øllum kunnugt, ikki verið
sinnað at fylgt ráðunum
hjá okkum.
— Rokna tit við, at tað
verður uppaftur verri í ár?
— Nei, vit klára okkum
helst í gjegnum hesar
trupulleikarnar, men tað
kemur sum sagt ikki
óvæntað, endar Thomas
Arabo.
„storffé
—
Bryggjarí
svarar frá 8.00-5.00
tlf. 14728
LL —að
Sjómannafelagið sent flogseðil í Álborg:
Vor agt er at fá sat
disse udskud i land
Soljóðandi flogsedil hevur sjómannafel-
Álborg:
agið sent út í
Til havnearbejdere, sefolk og andre arbejdere í Aalborg!
Kammerater
Sefolk på Færøerne,
dæksmænd, kokke og
kahytspiger på fragt-
skibene har indtil 16.
april i år været uorga-
niserede. Og arbejds-
vilkårene og lønforhol-
dene har været der-
efter. Men denne dag
havde søfolkene stif-
tende generalforsam-
ling og dannede deres
egen fagforening, det
færøske sømandsfor-
bund.
Fagforeningen har
siden forlangt for-
handlinger med
rederierne. Vit kræver
anerkendelse og høj-
ere hyre m. m., men
rederierne har nægtet
at forhandle om noget
som helst. Derimod
har de med alle mulige
brutale metoder
prøvet at splitte og
knuse vor fagfore-
ning. For at undgá at
anerkende det færøs-
ke sømandsforbund er
der efter dette f.eks.
blevet oprettet en
skruebrækkerorgani-
sation, forklædt som
en underafdeling af
fiskeriforeningen.
For vor fagforening
var der kun en mulig-
hed: at tage kampen
op. Derfor blev der
sidste torsdag lyst til
strejke på de to skibe,
som lå i Torshavn den
dag, Nestindur og
Lómur. Det lykkedes
imidlertid for rederne
at fá sat skruebrækk-
erne ombord pá ski-
bene efter kamp i
havnen. Og nu sejler
disse skibe som skrue-
brækkerskibe til Dan-
mark med kurs mod
Hirtshald, Aalborg og
Kebenhavn.
Sjómannaverkfallið :
Mandag den 13. juli
ankommer det første
skib til Aalborg. Det
er vor agt at få sat
disse udskud i
men
også af, at losningen
bliver
vore danske kamme-
raters
retter vi en appel til
jer om at støtte vor
kamp
opfordrer
havnearbejderne til at
undlade at
strejkebryderladnin-
gen og på denne måde
bidrage til
kamp.
land,
det afhænger
standset fra
side.
Derfor
solidarisk. Vi
specielt
losse
vores
Blokade mod
strejkebryderskibene.
Ingen losning af deres
last.
Føroya Sjomanna-
felag - Stoffalåg 40
orshavn
Bædi LOmur og
Nestindur lossadu
i Ålborg i gjår
Í gjár hevði sjómannafelagið ikki fingið tann lovaða studulin frá
lossingararbeiðarum í Danmark
Bæði Lómur og Nestindur
lastaðu í
Álborg fyrrapartin í gjár,
er upplýst fyri Sosialin-
um.
Líkt er til, at játtaninar,
sum Feroya Sjómanna-
felag hevði fingið frá loss-
ingararbeiðarunum í Dan-
mark um samhugastuðul,
eru vorðnar av ongum. Í
hvussu er í Álborg. Í sein-
astu viku segði formaður-
in í sjómannafelagnum,
Dánjal J. Jacobsen, við
Sosialin, at felagið hevði
fingið lovaðan stuðul frá
lossingararbeiðarunum í
Keypmannahavn og at
hesir vildu geva boð víðari
lossaðu og
til lossingararbeiðarar í
ødrum havnum
Tó royndu nekur ung-
fólk at steðga lossiarbeið
inum. Okkum er upplýst,
at sjálvir lossingararbeið-
ararnir ætlaðu at
lossa, meðan nekur ung
royndu at forða teimum í
hesum. Politiið bað hesi
fara avstað og tað fóru
tey. Ur Ålborg frættist, at
hetta vóru ung lesandi
Gongur sína van-
ligu gongd
Sosialurin hevur vent sær
til Skipafelagið. A Skipa-
felagnum verður upplýst,
at Lómur lossar og lastar
sum vanligt. Skipafelagið
hevur ikki fingið at vita
um nakað tiltak, bert tað
at alt i
skal
Vit tosaðu eisini
gongur sum
Traderline fyrrapartin í
gjár Okkum varð
upplýst, at tá gekk eisir
alt sína vanligu gongd
Traderline høvdu tey
hoyrt um royndirnar
gera eina blokadu, men at
hon var endað uttar
nakrar avleiðingar
Vit royndu at fáa eina
viðmerking frá umboðun
fyri sjómannafelagið. me
tað eydnaðist ikki