Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Sum eg siti og lesi hag- telini hjá Feroya lands- lækna fyri 1979, síggi eg. at uml. sjey (7) fólk í Føroyum doyðu av ferðsluvanlukkum hetta árið. Harímillum fleiri bern. Talið er eftir fólka talinum nakað tað sama sum í Danmark. Eitt- hundrað (100) um árið Eitt barn verður dripið triðja — til fjórða hvenn hvenn dag. Hesi telini siga einki um øll tey løst- aðu bernini og vaksin við, ið verða ófullfer lik- amliga og andaliga Her í grannalagnum gongur ein vælvaksin tíggjuára gamal drongur hvenn dag. Hann bleiv heilaskaddur fyri trimum árum síðani í ferðsluni, og er sum eitt pinkalítið barn andaliga. Foreldrini gera alt, tey orka, fyri at hjálpa } Hava hann búgvandi heima hjá sær sjálvum, men ganga við bangilsi um hann hverja letu, tí nonum likamliga bagir einki. Kreftirnar hevur hann nógvar, men hvat ? Kreftir einsamallur við ongum skili nytta til lítið og einki Og her komi eg til at hugsa um eitt annað slag av kraftum hestakreftir Fyribrigdi hestakreftir kunnu fáast til keyps Hesar fyri ein og hvenn, ið hevur pengar. Fyri nakr- ar túsund krónur kanst t keypa tær orku megi og kraft, ið svarar til Bil ar vid kreftum sum eini stór fylgi av rossu ; , hálvfems (90) ross til- samans ella meira enn vanligir. (Og neyvan eru tað feroysk ross, ið her er talan u Fyri at sleppa at stýra hesum hestakrettum krevst bara eitt pappír ið einki sigur um A ——W—"NOWSVWJPJNVVUNMEENVNESGEÐ kynið ella lyndið á menniskjanum bert, um tað dugir at snara einum róðri, trýsta á tvær ella tríggjar pedalir, og kenna nekur skelti, og annars — bara duga at ætla Tað eru ógvuliga fá, ið ikki eru fer fyri onkurs- vegna at útvega sær eitt slíkt pappír. Bara tú ert 18 ár og ikki ert blindur ella álvarsliga sjúkur, er alt í lagið. Og hettar góða pappír er hegt í metum. ØI vilja so skjótt sum meguligt fáa sær fatur á tí summi fáa tað í fødingardags- gávu. Og tú sært ung og fús menniskju — ítróttar- hetjur — samfelagsslóð- arar — intelligensin í landinum — spenna allar hestakreftirnar fyri, trýsta á knappin og fúka sum snarljós avstað tils síni áhugamál: arbeiðis ella — inn í ítróttarhallir um landið alt har tey so í nakrar tímar royna at pesa seg sjálvi. (Til heilsubótar?) Og onnur spenna allar hestakreft- irnar tyri bara soleiðis hissini fyri at fara oman at keypa sigarettir ella wienarbreyð, ella til stuttleika Og nú fyrstani kunnu vit nevna umhvervið Hvat við tí? Hesi rossini, eg her havi nevnt eta ikki hoyggj, á, so langt ífrá tí. Teimum dámar bara olju (bensin). Langt burtur úr fjar- legdum londum keypa vit norðbúgvar feði til Hesi okkara kelidýr. Her er einki við at liva av Bíligari enn hoyggj, kanska? Tvætla Men på | ÞJ Þú bl þí h Kelidyrini vilja IKKI hava landsins grødi annað til matna tørvar hesa SOSIALURIN Oddvør Johannesen, Dali, skrivar: Hvussu nógv megu doyggja? olju, tey eru skapt til tað sama Og vit meina í fullum álvara, at her í okkara lítla landi kunnu vit ikki liva og trívast uttan hesi kelidýr Onnur lond kunnu. Men tey eru „lítið á leið komin lond«. Tak til dømis tjóðina Kina, ið er nokkso nógv sterri enn og kortini Har eru fá kelidýr, og samfelags- hjulini mæla tó kortin runt Í Føroyum kunnu ross ganga úti alt árið. Tey verða bara lodnari av tí. Men hesi nýggju keli- dýrini tola ikki væl bald- rut veðurlag. Tey fáa tering og vilja ikki ganga. Og so er bara eitt at gera. Byggja fjós. Og feroyingar spena avstað eftir góðum timbri, og byggja stási- lig hús við vindeygum og breiðum hurðum í til teirra. Har standa so kelidýrini inni, og blíva vaskaði og smurd sum smáir nýfeðingar. Og úti um landið seta menniskjuni smáar ný- fødingar í verðina. Og so smátt fara teir at veksa Teir verða aldir og ansaðir, og øll frødast um hesi menniskiabørn Tey eru framtidin, og tey, ið skulu føra tjóðina víðari. Væl verður ansað eftir teimum. Tey verða stikaði inni og sleppa ikki oman til sjóvar- málan. Tey verða leidd og trillaði í vogni. Men ein penan dag eru tey seks — sjey tíggju ár, og nú sleppa tey endiliga sjálvi at ansa sær Sleppa út á vegin, og í skúla, har tey læra at lesa, skriva og rokna, men eisini um fimleik, kristni, samfelagslæru, umhvervið, orku og Alkohol, narko- tika, og tey læra um vandar kelidyrini og um vandan vid teimum. Og tey vita ógvuliga væl, at vandi er á ferð Viðhvert koyra kelidýr- ini á ein teirra, og tey bróta eitt rivjarbein ella ein lærlegg. Viðhvert drepa kelidýrini ein av teimum. Knúsa tey sundur. Smildra bæði rivjarbein og alt. Hvussu kann hettar bera til? Og nú koma vit til sjálva kjarnuna við hesum teigi. Um vit — tú og eg hava fingið hettar pappírið, ið kallast koyrikort - hettar eksamiupappirid, id bert sigur, at vit duga at tendra, styra og sløkkja, men sum eksamiu- pappirum likt — einki sigur um okkara lyndi sum menniskju, so mugu vit kortini kenna ábyrgd Vit mugu ikki lata heilan blíva bergtiknan av ellum teimum nógvu 80—90 hestakreftunum, vit hava valdið á. Ein heilur herur av rossum er tað, og vit lata okkum ørkimla. Ein vinmaður mín segði herfyri, at hann helt, at psykan (sinnið) broyttist av nógvari bil- koyring. Einki rakti hann longur. Bara hann hevði pláss á vegnum, var alt í lagið. Og hand- an gamla konan har á súkklu, hon kundi ríða og reisa longur út ímóti vegjaðaranum. Og hattar barnið har nasadjarvt og ófólkaligt spældi tað har við vegin. Hvat bilti tað sær inn ? Eitthundrað (100) fólk á bíðilista í Feroyum. Bíða eftir hverjum? Jú, at sleppa í fongsul, tí tey hava koyrt við kenning Aja, skít. Øll koyra við ) kenning, ha Og hvat vid teimum hålvfems hestunum, ið tú skalt stýra — við kenning? Tað er ringt at hava tamarhald á hálv- fems hestum vanliga, og serliga um tú hevur kenning Og tað er so spennandi við »helvitis-koyring«. At drena avstað saman við gentum og dreingj- um, og píska hestarnar til tað ýtasta. Ein skyldmaður mín, ið tók >stórt< koyrikort herfyri, fortaldi um ein teoritíma, tá ið lærarin segði, <Ja, og so er tað tað um at koyra ávirk- aður av rúsdrekka. Hvussu við ti? Flestu næmingarnir ypptu eksl og mírdust. Flentu. Tað er sætt. Hettar = vóru ung- dómar, ið ætlaðu sær koyrikortið til yrkis- brúk. Tað skuldi vera teirra arbeiði. Hvussu við eðrum samfelagsbólkum, ið misrekja síni sterv? Hvussu nógvir læknar hava ikki mist pappírini igjøgnum tíðirnar? Apo- tekarar, og i Føroyum eisini juristar, ið mistu bestallingin? Prestar, ið vórðu lagdir undir at vera homoseksuellir, og vóru frákoyrdir vegna slatur, ella aðrir, ið ikki vildu siga hettar og hattar, ið bisparnir vildu. Lærarar og lærar- indur, ið mistu sterv teirra vegna trúgv, ela tí tey áttu bern uttanfyri hjúnarlag? Sjáldan høvdu hesi fordømdu og ólukkuligu annans deyð. Men ein forvolt bilførari i Føroyum i dag 1981, kann koyra rúsdrekka- ávirkaður, kann koyra kapp koyra rukku- koyring o.s.fr. Og um onkur politistur nærlagdur tekur hann, ella onkur illviljadur losjumaður meldar hann, missir hann koyri- kortið í t. d. tvey ár, og situr í tríggjar vikur. Hann kann til stutt- leika stýra sínum hálv- fems hestum við etiligari ferð, hálvfullur, drepa fólk og gera menniskju ófulfor restina av ævini — og missa kortið í t. d. fimm ár og sita í eitt ávíst tíðarskeið. Tað hendir av og á, at ein bilferari av ósketni og ikki við nógvari ferð, kemur at oyðileggja eitt menniskja á vegnum. Vit kunnu ikki tryggja okkum ímóti ellum, soleiðis er lívið. Men mangan er beistalevn- aður og fávitska orsek til sorgarleikirnar. Her må ein sinnis- broyting koma i, og vit mugu hugsa av nyggjum. Tad må jukast upp i saman — upp i saman um skynsemi å vegunum. Og hendir tad seg kort- ini, at fólk — sum roysni og bragd — koyra vit- leyst og drepa onnur, os mugu Føroyar vera undangonguland fyri einaferð skyld og dema hesi fólk frá koyrikort- inum fyri livstid. Tey kunnu saktans liva uttan koyrikort. Lívstíð merkir kanska eini tretivu (30) ár. Og hin átjanára gamli unglingin, ið missir kortið fyri lívstíð, tímir neyvan at fáa sær koyri- kortið aftur — sum hálv- trýssára gamal. Hann er meguliga vorðin broytt- ur, — og hevur fingið sær livandi kelidýr at elska og ynda ístaðin fyri. juni 1981 Oddver Johansen sove ERE KO LL EL bd sn VDR Få | å i