Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Fr SOSIALURIN Síða 3 Tidindaskriv frå sjåmannafelagnum: Fleiri ósannindi um fiskimannafelagi M. a. leggur sjómannafelagið Ola Jacobsen undir at hava for- purrað samráðingarnar hjá sjómannafelagnum. Eisini verður hann lagdur undir at hava boðsent semingsmanninum, men hesum avsannar semingsmaðurin Sjómannaverkfallið og organiseringin av sjófólk- inum við teimum feroysku farmaskipunum er nú eis- ini endað í eini trætu millum Feroya Sjómanna- felag og Feroya Fiski- mannafelag. Í einum tidindaskrivi, sum sjómannafelagið sendi út mánadagin, verð- ur harðliga tikið til orða bæði móti einstøkum, per- sónum, reiðarum og fiski- mannafelagnum. Í skriv- inum, sum vit ikki hava rúm fyri og sum hevur fleiri persónligar illgit- ingar, verður um fiski- mannafelagið m. a. tikið til: „Um fiskimannafelagið ikki hevði stungið okkum í ryggin, so hevdu vit meguliga sitið við samráð- ingarborðið nu«. Sagt verður, at sjó- mannafelagið vendi sær til semingsmannin, og bað hann leggja upp í, soleiðis at samráðingar kundu fáast í lag, men áðrenn hann fekk meguleika at gera nakað, fekk Óli Jacobsen forpurrað hetta. — Óli vendi sær til sem- ingsmannin, og bað hann bíða við sjómannafel- agnum, tí tað var megu- liga hann sum átti samráð- ingarnar, verður sagt í tíð- indaskrivinum. Vit kunnu ikki gera oljuna ódýrari, men vit kunnu fáa oljuvirðið hægri, um nýtt verður VISCOSTAT oljufýr. VISCOSTAT oljufýrið er soleiðis háttað, at tað hitar oljuna upp til 80 hitastig, áðrenn hon fer gjøgnum strútin. Hitavidgjørt olja virkar betri enn køld, og gevur betri brenniúrslit, sum eisini er virkandi til, at fýrið hevur minni oljunýtslu. Yviri vi 8 Strond 1, tif. 14600 , di „ Ikki satt Sosialurin hevur vent sær til semingsmannin, Jákup í Gerðinum, sum avsannar orðingina í tíðindaskriv- inum frá sjómannafel- agnum. Jákup í Gerðinum sigur, at eftir hann hevði fingið áheitanina frá sjómanna- felagnum, kunnaði hann seg um málið, sum er skylda hansara. Í hesum sambandi vendi hann sær til fiskimannafelagið. — Óli Jacobsen hevur ikki vent sær til mín, sigur Jákup í Gerðinum. Annars verður fiski- mannafelagið í tíðinda- skrivinum meira og minni óbeinleiðis lagt undir at hava luttikið saman við reiðarunum í innsavning av undirskriftum millum sjófólk um innliman í fiskimannafelagið. Í eini rættleiðing, sum er prentað á síðu 7 sum viðmerking, skrivar Óli Jacobsen viðvíkjandi undirskriftunum, at so fekk hendan innsavningin ikki stuðul frá fiskimanna- felagnum. Vildu laga seg eftir meirilutanum — Men fingu teir, sum stóðu fyri hesum at vita, at vit vildu bert laga okkum eftir einum meiri- luta av sjófólkinum, sigur Óli Jacobsen. Hann vísir á, at inn- savningin av undirskrift- um fekk størri undirtøku enn væniad, og visti, at høvudsgrundarlagid undir limatalinum — hjå sjó- mannafelagnum var millum tey fåu skipini sum sigla upp å Føroyar. Harafturímóti hevði sjó- mannafelagið bert fáar limir millum manningarnar á skip- unum, sum sigla uttanfyri Føroyar. — Og tey, sum i fyrsta umfari vendu sær móti sjómannafelagnum, var fólkið umborð á hesum skipunum, sum hóast alt umboða ein meiriluta av samlaða manningartal- inum, sigur Óli Jacobsen. Annars upplýsir Oli Jacobsen, at útvið 40 sjó- Óli Jacobsen: — Vit studl- aðu ikki innsavningina av undirskriftum fólk eru limir í fiskimanna- felagnum. Hetta eru tey, sum hava goldið lima- gjald. Sjómannadeild Tað var á ársfundinum í fjør, at fiskimannafelagið broytti lógirnar, soleiðis at felagið kann hava eina serliga sjómannadeild. Í eini frágreiðing, sum fiskimannafelagið sendi út í seinastu viku, verður m. a. sagt, at nakað sam- stundis frættist, at menn arbeiddu við at stovna sjálvsteðugt | sjómanna- felag. Tí valdi fiskimanna- felagið at lata tað vera upp til sjómenn sjálvar at avgera, hvussu teir vildu skipa seg. Víðari verður sagt, at fiskimannafelagið hevði ta stoðu, at tað var sjó- mannafelagið, sum veruliga umbodadi sjó- menn og tingaðist teirra vegna. — Men fleiri sjófólk meldaðu seg sum limir. Sambært tí broyttu lógini kundi fiskimannafelagið bert játta hesum. Fiski- mannafelagið sigur, at meldaðu hesi seg inn í nóg stórum tali, mátti felagið taka avleiðingarnar. — Hetta merkir, at sjálvt um vit av loyaliteti móti sjómannafelagnum høvdu viljað sýtt sjó- monnum limaskap hjá okkum, so hevdu vit ikki kunnað gjørt hetta, segði felagið í frágreiðing síni. Eisini varð boðað frá, at felagið fór at taka avleið- ingarnar og fáa sjómanna- deildina undir felagnum skipaða sum skjótast Dálkingin í Hoyvík : i åarløkin arbeiðir frá mjólkarvirkinum. ikki funnin — Stutt eftir at Sosi- alurin hevði skrivað um dálkingina her í Hoyvík, vóru menn frá kommununi her og hugdu at kloakkini, men so hendi íkki meira, sigur ein íbúgvi í Hoyvík við Sosialin. Tað var í mei mánað, at Sosialurin vísti á ein åarløk í Hoyvík, sum var dálkaður av olju, kloakkvatni og mjólk. Ein av íbúgvunum segði tá, at áarlekurin dálkaði so mikið, at tarin í víkini var mink- aður í stóran mun. Og ein annar íbúgvi vísti á, at áður ýddi av sílum í løkinum, men nú var steindeytt. Bert eftir einum degi hevði hann funnið 35 deyð småsil. Arbeiða við málinum Sosialurin hevur vent sær til teknisku deild- ina hjá Tórshavnar kommunu. Trúgvi F. Guttesen, settur býarverkfreð- ingur, sigur, at menn frá kommununi hava kannað kloakkina. Kloakkvatn og olja renna framvegis Åarløkurin í Langadali í Hoyvík. Oman í hann rennur kloakkvatn, olja frá verkstødum og mjólk Kommunan hevur gjørt kanningar og framvegis við málinum, verður upplýst á teknisku deild Tekniska deild hjá kommununi hevur funnið lekar og hevur bøtt, men framvegis lekur. Orsøkin til lekarnar er enn Lekar eru funnir og nakrir lekar eru bettir, men kommunan er ikki liðug við kanningar- arbeiðið og arbeiðir framvegis við málinum. At tað ikki hendir meira í letuni kemst av feriutíðini. Fólk í Hoyvík hava gjørt okkum varug við, at menn frá kommun- uni annars hava veitt áarlekin við kloakk- vatninum annan veg, soleiðis at hann nú ikki rennur oman í Hoyvík, men afturímóti rennur hann oman í Kúrdal og fer á sjógv sunnanfyri Kúrberg. Hví hetta er gjert, dugir Trúgvi F. Gutte- sen ikki at siga. Hann hevur sjálvur íkki arbeitt við málinum. Nýtt leitingartól Annars verður okkum upplýst, at um stutta tíð kemur eitt tól til landið, sum verður brúkt at finna lekar í kloakkum við. Hetta tólið kann eisini brúkast í kloakkleið- ingum við knæi á.