Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| i SOSIALURIN Síða 5 Hvi nevna teir ikki Smyril longur Eg fari við hesum lítla les- arabrævi bert at spyrja Útvarp Feroya, hví tit ikki longur nevna í tíðind- unum, nær Smyril kemur og fer, nú uttanlandssigl- ingin er byrjað av álvara. Tit nevna Winston Churc- hill hverja ferð. Er tað tí teir á DFDS eru meira ídnir at ringja til tykkum um hetta enn teir á Strandferðsluni ! — Eg haldi, at tað er sett fót fyri Smyrilsrutuni í so stóran mun, at Út- varpið átti ikki at fylgt hesum undirgravingar- arbeiði. Kunnu tit ikki gera mær tann beina at siga frá, nær Smyril fer, og nær hann kemur við ferðafólki. G. Nýtt liv bræv frå Wurmbrand Fyri nekrum degum síðani fekk Nýtt Lív bræv frá Richard Wurmbrand, har hann upplýsir, at hann beinleiðis ur Moskva hevur fingið boð um, at biskuppurin fyri øllum Hvitusunnurørslunum i Sovjett, Ivan Sedotov, og ein annar prestur, Sladimir Muroshkin, eru handtiknir i Moskva. Teir véru fyrst bidnir um at fara úr Sovjett, men eftir at teir høvdu sýtt fyri hesum, vóru teir tiknir. Samverkafólk hjá Blóð- vitnisreddini í Moskva biðja um mótmæli beinan- vegin. Richard Wurm- brand sigur, at mótmæli úr USA hava ikki nóg góð ávirkan í letuni vegna ta Úr årsfrågreiding Føroya Vanlukkutrygging: Elsta tryggingarfelag Roknskapurin fyri 1980 er 55. i rødini og Føroya Van- lukkutrygging sostatt elsta Føroyska trygging- arfelag, sum virkar í dag. Í árinum 1980 vóru frá- boðaðir 221 vanlukkutil- burðir ímóti 278 í 1979. Hendan lækking av frá- boðaðum vanlukkutil- burðum rokna vit við kemur av, at mong smá óhapp ikki eru boðað til Vanlukkutryggingina, men einans til Dagpeninga- skipanina, sum gevur dag- pening frá 3. degi upp til 91 dagar. Tær lógskyld- ugu Vanlukkutrygg- ingarnar veita nú dagpen- ing frá 15. degi upp til 3 ár, meðan hinir fyrstu 14 dagarnir vanliga hava verið goldnir av arbeiðs- gevaranum og yrkisfel- agnum við einari viku frá hverjum. Frítíðar- vanlukku- tryggingin, sum verður teknað sum ein uppískoyt- is trygging til arbeiðsvan- lukkutryggingina, rindar dagpening frá 1. degi upp til tvey ár. Har afturímóti verða allir stórir vanlukkutil- burðir, ið hoyra inn undir vanlukkutryggingarlógina fráboðaðir til tryggingina. Í 1980 eru útgoldnir fyri skaðar tilsamans krónur 5.083.263,27 ímóti krónum 4.360.128,69 í 1979 — skaðabeturnar eru sostatt hækkaðar við góðum 700.000,00. Stórt sæð kann ein siga, at hetta er prístalshækkingin. Sama kann sigast um fyri- sitingarkontoina og aðrar útreiðslur, at hesar eru hækkaðar við prístalinum. Eitt lítið vónbrot hava vit í 1980, og tað er, at talið av tryggingarskjøl- um er minkað við 276, tað eru góð 2%. Henda aftur- gongd í tryggingar- skjølum ger seg serliga galdandi fyri tær sjálv- kravdu tryggingarnar, sum Vanlukkutryggingin strikar av sær sjálvari, um tryggingargjaldið ikki er goldið innan árslok. Orsøkina til hesa afturgongd kunnu fólk meta um; onkur meinar, at orsøkin er versnandi tíðir. Orsakað av virðismink- anini av peninginum má skaðatiltaksgrunnurin hækkast nógv á hverjum ári. (Skaðatiltaksgrunnur = grunnur til skaðar, sum eru hendir, men ikki liðurg útgoldnir, herundir eisini tey, sum fyri lívstíð fáa rentuavlamisendurgjald). Eginognin hjá Feroya Vanlukkutrygging er kr. 8.243.838,81, sum ikki kann sigast at vera stør hjá einari trygging, ið hevur rundað tey 55 árini. Feroya Vanlukkutrygging hevur stórt sæð livað frá hondini í munnin. Til at ekja um trygdina hevur Føroya Vanlukkutrygging teknað eina endurtrygg- ing, ið fevnir um stór- skaðar. Johan Poulsen farin Hin 24. juni 1980 andaðist Johan Poulsen næstan 90 ára gamal. Hann var í nevndini fyri Feroya Van- lukkutrygging í tilsamans 43 ár, harav 21 ár sum formaður. Arbeiðsbólkurin Fráfarandi Landsstýri setti at koma við uppskot- um til broytingar í van- lukkutryggingarfyriskip- anini, er nú í arbeiði, og vónandi verður tað ikki alt ov leingi, inntil nýggja Landsstýri fær úrslitið sum arbeiðsbólkurin er komin til. Málið verður so lagt fyri Føroya Løgting, sum nú einsamalt hevur lóggávumyndugleikan við- víkjandi Føroya Van- lukkutrygging, ið var yvirtikin sum feroyskt sermál 1. apríl 1980. Hóast Vanlukkutrygg- ingarfyriskipanin er yvir- tikin, so er tað Færøernes Ulykkesforsikringsråd, sum i fyrstu syftu tekur avgerðirnar viðvíkjandi vanlukkutilburðinum, og í aðru syftu er tað Den Sociale Ankestyrelse i Keypmannahavn, id taka avgerð í teimum málum, id verða skotin inn fyri hægri rætt. Tað kemur fyri, at Van lukkutryggingin og aðrar tryggingar fáa at hoyra, at ov lítið verður upplýst fyri almenninginum um, hvussu hesar tryggingar virka. Nú vit hava fingið bæði útvarp og sjónvarp, skuldi ligið væl fyri at fingið teir neyðugu upplýsingarnar inn í hvert heim í Fer- oyum. Trygging er ein so stórur táttur í okkara samfelagi, at tað er neyð- ugt at fólk seta seg meira inn í hesi viðurskifti, so tey kunnu vita hverjar tryggingar teimum tervar og hvat tær fevna um. politisku steðuna, og Wurmbrand heitir tí innarliga um at fáa mót- mæli frá landsstýrinum, limum úr legtinginum, kirkju- og samkomuleið- arum og pressuni. I samband við hetta mótmæli minnir Wurm- brand feroyingar eisini á aðrar fangar, sum líða vegna trúgv sína. Hann sigur, at tað hevur ov lítla ávirkan at seta upp langar listar við fangum, tí slíkt lesa myndugleikarnir ikki allíkavæl. Hann biður okkum um nú at minnast hesar fýra fangarnar eisini: 1. Nicolai Hrapov, sum hevur sitið í 26 ár og sum skal sita 5 ár afturat. 2. Leiðarin fyri tí óskrá- settu Babtistakirkjuni í býnum Karaganda, demdur at sita 2 1/2 ár í Vinnitsa. 3. Liubimor Osipenko frå Adventistakirkjuni, dømdur at sita 2 år i Kiev. 4. Pavel Volkov, sum er dømdur at sita tvey år i Sverdilovsk. PS: Keston College i Englandi, sum hevur stersta skrásetta kartotek í Europa yvir trúarfangar, váttar, at Ivan Sedotov og Vladimir Muroshkin vóru tiknir 21. apríl. Vinarliga Nýtt Liv Yvirlýsing: Stuðlið Føroya Sjómannafelag A fundi í Tórshavn 12. juli millum fólk kring oyggj- arnar, ið hava avgjert at veita Feroya Sjómanna- felag dyggan stuðul, bæði peningaliga og moralskt, varð henda yvirlýsing samtykt: Fundurin vil við hesari yvirlýsing sýna okkara stuðul til Føroya Sjó- mannafelag. Feroya Sjó- mannafelag er nú farið í verkfall, fyri á henda hátt at fáa reiðararnar til sam- ráðingarborðið, sum teir higartil hava noktað. Eitt fakfelag í verkfalli hevur allan stuðul fyri neyðini. Tað sæst eisini á ellum bregdum, at Feroya SJómannafelag fær um- fatandi stuðul runt um í Feroyum. Vit vilja vísa okkara solidaritet við teimum sjó- fólkum, sum í dag krevja síni rættvísiskor at liva undir — sín menniskjaliga rætt. Vit vilja vísa okkara solidaritet við Feroya Sjó- mannafelag í teirra arbeiði fyri at fáa ein sáttmála við Reiðarafelagið. Haraftur ímóti vísa vit alla okkara andstygd fyri royndunum hjá Feroya Fiskimannafelag at knúsa Sjómannafelagið. Reið- ararnar kenna vit. Teir vilja sjálvandi royna at niðurberja allar royndir hjá sjómonnum at skipa seg í egi fakfelag. Men at meirilutin av stjórnini í Fiskimannafelagnum júst í hesum degum, tá ið Sjómannafelagið hevur lýst verkfall — skal seta á stovn eina verkfallsbrót- aradeild innan Fiski- mannafelagið, tað høvdu vit ikki roknað við. At Føroya Fiskimannafelag sendir menn á landi avstað sum verkfallsbrót- arir, tað svorið. Steðan í dag er í veru- leikanum tann, at Fiski- mannafelagið virkar sum eitt verkfallsbrótarafelag — takkað verið meirilut- anum av stjórnini í hesum fakfelag. Eitt fakfelag sum verk- fallsbrótarafelag — tað er óhoyrt — ongantíð er tað hent áður í Føroya segu. Fundurin samtykkir at vildu vit for- arbeiða fyri einum og hverjum meguligum stuðuli til Føroya Sjó- mannafelag. Fundurin samtykkir at arbeiða fyri, at sjómenn fáa peningaligan stuðul undir verkfallinum. Fundurin samtykkir at stuðla aktivt tiltøkum, sum Sjómannafelagið setur í verk. Fundurin heitur á øll fakfelog og øll erligt og rættvísishugsandi fólk um at stuðla Feroya SJó- mannafelag á ein og hvenn meguligan hátt, nú ið allar svartar kreftir í Feroyum samla seg í herðna í móti hesum unga felag. Fundurin heitir serliga á allar fiskimenn, um at leggja trýst á meirilutan av stjórnini í Fiskimanna- felagnum, um at broyta samtyktina viðvíkjandi verkfallsbrótaradeildini in- nan felagið. Samstundis heitur fundurin á allar fiskimenn um ikki at taka upp arbeiði hjá limum Feroya Sjómannafelag. Fundurin ásannar, at eitt breitt og landsumfat- andi stuðulsarbeiði kemur at geva Feroya Sjómanna- felag sigurin. Fundurin heitur á allar føroyingar, ið hava nøkur oyru til avlops um at stuðla Sjómannafelagnum peningaliga. Sjómanna- felagið hevur giro- nummar 265. Studulsfylking Føroya Sjomannafelag SKALFLEX betongmåling Hin væl umtékta Skalflex målingin fæst frå ARNA SAMUELSEN Telf. 557 75 * Klaksvík — 7 Lýsið í $0Slalinum