Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN TB-B36: 6—5 aftaná umdyst og brotssparking. Aftaná vanliga leiktíð 1-1 (0—1): Aftaná 102 spennandi minuttir & + vanliga leiktíð stóð á jøvnum millum TB og B36. Neyðugt varð við umdysti, og tá hesin eisini endaði við javnleiki, mátti brots- sparkkapping til áðrenn dysturin varð avgjørd- ur Kvartfinaludysturin i Ísa- fjarðarsúlukappingini mill- um TB og B36 å Sevmyru, er ikki ein av teimum, ið verður mintur í fótbólts- søguni, sum ein av teimum góðu — leikliga. Bæði liðini leiktu tilvild- arligan — og heldur vána- ligan — fótbólt, men tá tað bert eydnaðust liðunum at fáa hvert sítt mál í van- ligu leiktíðini, gjerdist dysturin tó ikki sert spennandi. Umdystur mátti til, tá dysturin jú skuldi av- gerast, men tá tað heldur ikki í longdu leiktíðini eydnaðist liðunum at fáa fleiri mál, vaks spenning- urin enn meira. Neyðugt varð við brots- sparkkapping og ikki fyrr- enn henda — ið eisini gjørdist avbera spennandi — var lokin kundi TB-leik- ararnir fara av vellinum við einum 6—5 sigri. Annars vóru tað ikki nógv, ið frammanundan dystinum, hevdu rokna við, at B36-liðið, ið leikti á Tveroyri henda dagin, hevði nakrar meguleikar at vinna á TB. Liðið tók:- ist — á »pappirinum« — heldur veikt. Fleiri av stuðlunum á vanliga 1. deildarliðinum vóru burt- urstaddir í summarfrí og vóru fleiri av leikarunum, ið vanliga leika á triðja- deildarliðinum hjá B36, tí við á 1. deildarliðinum henda dagin. M. a. restaði B36 stór- stuðlar sum Oddmar Fære. Kjartan Mohr, Leo Poulsen, Olaf á Lava o. a., so vænta varð, at TB fór at vinna heldur tryggan sigur. Men B36-leikararnir vildu annaðleiðis enn áskoðararnir væntaðu. Í 28. min. »kiksar« Rólant Sørensen eina avlevering. Pól Ladanberg gerst einsamallur við tveimum B36-framherjum, og trekkir tann eini, Palle Rasmussen, innum Pól, ið var i villareiði hvenn mann hann skuldi fara eftir, og komin á brots- teigin, skjeyt Palle gott skot í netið til 1—0 leiðslu til B36, og var hetta eisini stødan tá farið varð til hálvleikssteðg. TB hevði annars havt fleiri góðar meguleikar at koma á odda í fyrra hálv- leiki, men Jan Alberg í B36-málinum, ið hevði ein góðan dyst, bjargaði ollum TB-royndunum. Tá sjey min. vóru farnir av seinna hálvleiki eydnaðist Trónd Nolsee at javna fyri TB, tá hann, í dysti við Jan Alberg, skjeyt eina avlevering frá tvíburðbróðrinum, As- mundi í netið. TB vann sær nú rættu- liga yvirvág í leiki — uttan at spælið tó gjørdist betur — men hóast bólturin at kalla alla tíðina lá á B36- hálvuni, eydnaðist ikki at fáa bóltin innum Jan Al- berg, ið hevði fleiri stak góðar, knappar bjarg- ingar. Ofta var tætt við, men hverja ferð eydnaðist B36- verjuni, ið bardist manni- liga, at fáa bóltin burtur. Og greiddi verjan tað ikki, so fingu teir hjálp frá mál- stongunum, t. d. tá Rólant Serensen miðskeiðis í seinna hálvleiki skjeyt avbera gott langskot av miðari B36-hálvu móti málinum, men rakti bólt- urin yvirleggjaran og stakk utaftur i leik. B36 hevdi i seinna halv- leiki einki veruligt ålop, Sida 9 men tað, at teir greiddu at fáa javnleik aftaná vanliga leiktíð, sá út til at erra leikararnar nakað, tí í fyrra hálvleiki av umdyst- inum, var tað B36, ið leikti meira álopskent enn TB. Teir fingu beinanvegin hornaspark, men hverki hetta, ella nakað av teimum seinnu horna- spørkunum endaðu við málið, og sum umdysturin leið, sá út til, at bæði liðini hildu bestu loysnuna vera brotssparkkapping. Bæði liðini fingu teirra fyrsta brotsspark í netið, men tá B36 fekk sítt næsta í málið og Asmund Nolsee samstundis skjeyt sítt hegt yvir málinum, roknaði ein við, at nú vóru meguleikarnir fyri einum B36-sigri vaksnir mun- andi, men til alla lukku fyri TB dømdi démarin umspark av ti, at Jan Alberg hevði flutt seg ov tíðliga. Umsparkið settið Ásmund — til stóra freði fyri áskoðararnar — trygt í netið. Liðini fylgdust til 3—3 javnleik í brotssperkum, men tá Regin Samuelsen skjeyt fjóðra brotssparkið fyri B36 — ið var væl »plasera« — tveitti Per Strøm seg i fulla longd, og fekk bjarga. Onkur vildi vera vid, at hann hevdi flutt seg ov tidliga, men dómarin góðtók skotið og sostatt bjargingina. Fimta brotssparkið hjá B36 endaði eisini í netin- um, so avgerðin, um TB skuldi vinna, ella haldast skuldi fram við brots- spørkunum, kom at liggja á herðunum hjá Pól Laðanberg, men hetta sá ikki út til at tyngja hann, og skjeyt hann gott skot upp í vinstra trýkant uttan nakran meguleika hjá Jan Alberg at bjarga. Sostatt eydnaðist TB — aftaná 102 min. — at vinna dystin og tryggja sær luttekurætt í semifin- aluni. Leiktir verða tveir semi- finaludystir — ein á heima- og ein á útivelli, og skal TB, ið skal leika móti ÍF, spæla fyrsta dystin í Fuglafirði 26. juli. Til Bretlands B36 fær at venja Týsdagin í seinastu viku komu 4 ungir lorvíkingar aftur av ferð í Onglandi, har teir hava verið á venj- ingarlegu í tvær vikur. Venjingarlegan er í Bir- mingham, og hagar koma ítróttarfólk úr meira enn 25 londum at venja. Í samreðu við Sosialin sigur ein av teimum sum við vóru, at teir eru ógvu- liga væl negdir við venj- ingarleguna, og teir meta seg at hava fingið heilt væl burturúr. Upp á fyri- spurning um tað er LÍF sum rindar ferðina, siga teir, at so er ikki — tað eru teir einstøku luttakararn- ir, sum sjålvir bera kost- nadin av ferdini. Annars vistu teir eisini at siga okkum, at 4 leik- arar úr HB nú skuldu fara á hesa venjingarleguna, meðan teir vistu ikki um leikarar úr eðrum feløgum høvdu ætlanir um at royna leguna. vitjan Í døgunum 14.7—21.7 kemur eitt smádreingjalið frá Herlev Idrætsforening at vitja B36 úr Havn. Meðan teir verða her- uppi koma teir at spæla eini 3 dystir. 2 móti B36 og ein ímóti KÍ í Klaksvík. Smádreingjaliðið hjá Herlev vann sín bólk í Danmark, sonevnda »Kredsmesterskabet« og er eftir øllum at døma eitt gott lið. Við í ferðalagnum eru 23 fólk, og skulu tey verða í Føroyum eina viku. Varmakeldu- kappróður Orsaka av plásstrotið eyd- naðist okkum ikki at fáa úrslitini av kappróðrinum á Varmakeldu í blaðið, og prenta vit hann tí her: 5-mannafer gentur yt 1. Báran 2. Sílið 3. Bylgjan 4. Svanur 5. Aldan 6. Ørnin 7. Tjaldrið x =1 ut — þ— jod 5-mannafer dreingir 1. Ritan 2. Sílið 3. Havfrúgvin 4. Báran 5. Svanur 6. Junkarin 7. Bylgjan 8. Tjaldrið 9. Dúgvan 5.05.4 5.06,0 5.06,1 6-mannafør 1. Hvessingur 2. Gongurólvur 3. Kollfirðingur 4. Páll Fangi 5. Sølmundur …] =) 1 8-mannafer 1. Oyndri 2. Kvivikingur 6.32,8 3. Postbåturin 6.33.1 4. Húsavíkingur 5. Sjóriddarin 6. Skopuningur 7. Gullbrandur 8. Gøtu tróndur 9. Vikabåturin 10. Miðvingur 11. Ørvur 10-mannafer 9.01,3 9.05,3 9.06,3 1. Nólsoyingur 2. Havnabåturin 3. Tvørabåturin 4. Skålabåturin 5. Vågbingar Aftanå Varmakeldur6dur- in, nú bert róðurin á Olavsøku restar í FM- kappingini, er steðan henda: 5-mannafer gentur 1. Sílið 24 stig 2. Aldan 18 stig 3. Svanur 16 stig 4. Bylgjan 12 stig 5. Båran 12 stig 6. Ørnin 5 stig 7. Tjaldrið I stig 5-mannafer dreingir 1. Ritan 19 stig 2. Svanur 18 stig 3. Sílið 17 stig i. Junkarin 9 stig 5. Báran 9 stig 6. Tjaldrið 6 stig 7. Havfrúgvin 4 stig 8. Bylgjan 3 stig 9. Vipan 2 stig 10. Firvaldur Í stig 6-mannafør 1. Gongurólvur 24 stig 2. Hvessingur 22 stig 3. Kollfirðingur 18 stig 4. Páll Fangi 12 stig 5. Sølmundur 8 stig : I stig 7. Norðist. Dånjal 1 stig 8. Hósvíkingur Í stig 8-mannafør 1. Kvivikingur 26 stig 2. Oyndri 20 stig 3. Sjóriddarin 12 stig 4. Postbáturin 12 stig 5. Skopuningur 10 stig 6. Húsavíkingur 5 stig 7. Ørvur ) stig 10-mannafør 1. Nålsovingur 26 stig 2. Tvørabåturin 19 stig 3. Havnabåturin 19 stig 4. Vågbingur 11 stig 5. Skålabåturin 9 stig 6. Sudringur 1 stig 7. Norðingur 1 stig 8. Vestmenningur 1] stig 9. Klaksvikingur 0 stig Norsk karate- fålk å vitjan Komandi sunnudag koma 13 norsk karatefólk til Feroya á venjingarlegu. Tað er eitt norskt karate- felag, sum hevur sett seg í samband við Judosam- band Feroya. Í fyrstu syftu var ætlanin at fáa samband við føroyskt karatefelag, men tá einki tílíkt var, varð teimum víst á Judosambandið. Jan Gúnther, formaður í Judosambandinum, sigur við Sosialin, at teirra lutur í vitjanini er at fáa til vegar venjingarhelið o. t. — Ætlanin hjá okkum var at fáa norðmenninar at hava eina framsýning her, men til hettar hava teir sagt, at tað hava teir ikki vant nóg mikið til. Ístaðin hava teir lovað okkum, at feroysk judo- fólk skulu sleppa at venja saman við teimum, sigur Jan Gúnther m. a. Norsku gestirnir fara aftur til Noregs við Smyrli tann 29. juli.