mikudagur 15. juli 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
HB — VB 3—2 (2—1):
Hepnir at vinna
Tad eydnaðist HB at vinna
dystin í kvartfinaluni ímóti
VB, hóast spælið var 6gvu-
liga javnt til tíðir
HB leikar einans við
miðju og álopi. Nakað so-
leiðis tók ein av áskoð-
arunum til seinasta
sunnudag, tá HB og VB
leiktu í kvartfinaluni í
kappingini um Ísafjarðar-
súluna
Ein skuldi trúð, at hesin
pástandur var heilt við
síðuna av, serliga tá
hugsað verður um, at
tríggir av verjuleik-
arunum vóru við á A-
landsliðinum. Men tað
vóru fleiri ferðir, at tað
einans vóru eitt vánaligt
VB-álop og ein frálíka
góður HB-málmaður. sum
forðaði fyri at bólturin sat
HB-málinum
Tað var tíðliga í dyst-
inum, at HB fekk yvirvág
spælinum. Men
tað, so skuldi tað ganga
hóast
næstan ein hálvur tími til
tað fyrsta málið kom.
Imeðan hevði VB fleiri
vandamiklar málmegu-
leikar. Í 12. min. varð
Mannbjern hjá VB einsa-
mallur frammanfyri mál-
inum við bóltinum, men
hann misti javnvágina og
skjeyt bóltin beint við síð-
una av málinum.
Málini
Tað var HB, sum fyrst
legði seg á odda. Tað var
tá 24 min. vóru farnir av
fyrra hálvleiki. Tá hevði
HB bóltin framman fyri
VB-málið, Kári Nielsen
fær bóltin, lyftir hann upp
um málmannin so hann fer
rullandi inn um málstrik-
Otil HB
una. í
Tá 36 min. eru farnir,
hevur HB aftur eitt
vandamikið álop, aftur
hesa ferð er tað Kári
Nielsen, sum kemur renn-
andi framm ímóti málteig-
inum, fær bóltin og setur
hann trygt í netið. Nú lá
HB á odda við tveimum
málum ímóti ongum
I 44. min er tað VB, sum
er i ålopi. Eftir nakad av
spæli aftur og fram
framman fyri HB-málið,
kemur venjarin hjá VB
Bjørn Krog, leysur og
setur bóltin í netið til 1 —2.
Hettar varð eisini hálv-
leikssteðan
Javnleikur
Í seinna hálvleiki menti
VB seg heilt nógv, og tá
SOSIALURIN
10 min. vóru farnir eyd-
naðist tað VB at fáa eitt
mál, so at tað gjerdist
javnleikur. Nú gjerdist
spælið rættiliga javnt, og
bæði liðini høvdu nakrar
málmeguleikar. Tó tóktist
tað fyri mær, sum at tað
var VB sum hevði teir
heldur sterru málmegu-
leikarnar, og tað hevði ikki
komið heilt óvæntað um
teir løgdu seg á odda.
Men tað hendi tó ikki.
Tað var HB, sum fekk tað
næsta, og seinasta, måld í
dystinum. Tað var tá 38.
min vóru farnir av seinna
hálvleiki, at tað eydnaðist
Helgja Olsen at leggja HB
á odda 3—2.
Sum heild kann sigast
Gjørdust nr. 4
Smågenturnar
hjá Neist-
anum, ið hava luttikið í stór-
ari altjóða
hondbólts-
kapping í Italia eru aftur-
komnar.
Úrslitið gjørdist
sera gott; tær gjørdust nr. 4
í teirra bólki, men taptu bert
við einum máli móti vinn-
andi tjóðini, Taiwan
Smágentuliðið hjá Neist-
anum hevur luttikið í ein-
ari stórari hondbólts-
kapping, sum var hildin í
Italia, har 24 lond vóru
umboðaði. Øll liðini vóru
býtt upp í bólkar, og í tí
bólkinum, sum Neistin
var, vóru 13 lið.
Neista-smágenturnar
kláraðu seg so væ!, at tær
gjerdust nr. 4 av teimum
13 í teirra bólki.
Fyrsta dystin leiktu tær
ímoti vertslandinum
Ítalia, og vunnu dystin við
16 málum ímoti tveimum.
Næsta dystin spældu tær
ímóti einum svenskum liði
og vunnu 7—5.
Síðani leiktu tær ímóti
Taiwan, sum vann kapp-
ingina, og taptu bert við
einum máli, nevniliga
4—5. Dystin móti Spania
vunnu tær 9—4, og í semi-
finaluni tapti Neistin við 6
málum ímóti 10 ímóti
Tchekoslovakia.
I kappingini um 3. og 4.
plássið taptu tær 7—11
ímóti Jugoslavia, og
gjørdust sostatt nr. 4.
Men av ti at 5 tey bestu
liðini fingu steyp til ognar,
eydnaðist tað Neistanum
at hava eitt steyp við
heimaftur, tá tær komu
týsdagin
Í Orsaka av plásstroti
| eydnaðist okkum ikki at
fáa allar ítróttarfrásagn-
irnar við í blaðið hesa fer.
Tær koma í staðin í leygardags-
blaðnum.
—
Kollfjarðarstevnan
Urslitið av kappróðrin-
um á stevnuni, sum
varð hildin í Kollafirði
seinasta vikuskiftið,
varð hettar:
6-mannafer kvinnur:
1. Eysturoyingur
2. Hósvíkingur
3. Kollfirdingur
4-mannafør gentur:
. Silid
. Bylgjan
3. Båran
. Svanur
5. Tjaldrið
6-mannafør gomul:
1. Greivin
2. Falkur
3. Mylingur
6-mannafør old boys:
1. Kollfirðingur
2. Hvessingur
4-mannafør dreingir:
1. Båran
2. Junkarin
3. Tjaldrið
4. Bylgjan
6-mannafør:
1. Gongurólvur
2. Hvessingur
3. Kollfirðingur
4. Sølmundur
5. Hósvíkingur
8-mannafør:
. Kvivikingur
. Oyndrið
. Húsavíkingur
. Postbáturin
. Sjóriddarin
. Víkabáturin
. Miðvingur
1 DD 0 þr 9 DD
J
um dystin, at tað var HB,
sum hevði tað betra spæl-
ið, og teir flestu málmegu-
leikarnar. Serliga var at
tað einu letuna í fyrra
hálvleiki, tá teir hevdu
leiðsluna 2—0, at mál-
meguleikarnir rullaðu inn
yvir VB-málið, tað restaði
bert tað seinasta skumpið
til at bólturin sat í net-
inum. Tó var VB eina letu
í seinna hálvleiki ógvuliga
nær við at fáa leiðsluna í
dystinum og harvið vinna
hann, so HB-leikarar og -
viðhaldsfólk skulu vera
fegin um,at tað eydnaðist
HB enn einaferð at fara av
vellinum við sigrinum.
BR
16 ára gamla Thurid Pe-
tersen úr Havn, sum um
mánaðarskiftið juni/juli
var í Danmark og luttók í
kappingum í frælsum
ítrótti, kom heimaftur við
góðum úrslitum.
M. a. luttók hon í kapp-
ingini um danmarkar-
heitið í renning, sum var
hildin í Aalborg seinast í
juni. Har luttók Thurid í
1500 m. renning fyri gent-
ur í aldrinum 16—18 ár. Í
hesi kappingæini gjørdist
hon nr. 5 av 24 luttakarum
vid tidini 4 min. 47,5 sek.,
bert 6,2 sek. aftanfyri nr.
1.
Eisini luttók hon í kapp-
ingum í frælsum ítrótti,
sum vóru í Ballerup. Í
longdarlopi gjørdist
Thurid nr. 2 av 15 lutt-
akarum. Hon leyp 4,96 m.
(nr. 1 leyp 5,03 m.J. Í
Ballerup luttók Thurid
Petersen eisini í 400 m.
renning. Har gjørdist hon
nr. 3 av 30 luttakarum við
tíðini 1. min. 6,5 sek. (1,2
sek. aftanfyri nr. 1).
Harafturat luttók
Thurid eisini í 200 m.
renning í eini kapping,
sum var hildin í Lyngby.
Har gjørdist hon nr. 1 av
tilsamans 15 luttakarum.
Hon rann strekkið uppá
28. sek. og tað var 0,3 sek.
framman fyri nr. 2.