Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 7 Ymist um Hemsoyingar Í Sosialinum tann 9. mai stendur langt ummæli av skaldseguni Hemsoyingum eftir Strindberg, sum varð givin út á feroyskum fyri stuttum. Í fyrra helvtini av greinini viðger ummælarin, Jógvan Isaksen, lív og yrk- ing Strindbergs, serliga Hemsoyingar. Tað sum har stendur er væl skrivað og stórt sæð beint. (Tó var Måster Olof ikki >tað fyrsta Strindberg legði úr hondum“, og Frøken Julie varð skrivað 1888, ikki 1881). Seinna helvtin av ummæl- inum er eitt heldur harðrent álop á tann føroyska umset- aran Eyðun Winther, sum verður skuldsettur fyri at hava sensurerað tekstin hjá Strindberg. Jógvan Isaksen skrivar m. a. »Just drifts- parturin — serstakliga skildur sum kynsdrift — er ikki við í hesi tyding« og „Allar seksuellar ábendingar eru sensureraðar burtur«. Ummælarin hevur áskoðan- ina, at »skaldsøgan (á før- oyskum) er ein heilt onnur enn tann Strindberg skrivaði á svenskum<. Niðursteðan verður so, »at Eyðun Wint- her við hesari týðing hevur kriplað skaldsøguna« og „at nevna hesa útgávu >Hemsoy- ingar« eftir August Strind- berg er falskt vørumerki«. Í eini rættleiding (i Sosialin- um 16. mai) til áðurnevnda ummæli hevur Eyðun Winther greitt frá, hví teir »grovu« partarnir ikki eru við í tí føroysku útgávuni: teir eru strikaðir burtur longu í handritinum hjá Strindberg og eru sostatt heldur ikki við í frumútgávuni. Hver er so tann uppruna- ligi, »sanni« teksturin til Hemsoyingar - »tann Strindberg skrivadi å svensk- um«? Ein stutt frågreiding vil visa, hvussu fløkjutur spurningurin er. Strindberg skrivaði Hemsoyingar eftir fýra ár í sjálvvaldari útlegd í einum sera uppestum tíðar- skeiði av lívi sínum. Hjúnalag hansara var um at upploysast, fíggjarviður- skifti hansara vóru sera vánalig, brevini til Sveríki avdúka eina nærum sjúkliga drift at arga og skelka. Men tá ið hann nevnir skergarðs- skaldseguna hann er í holt við, skrivar hann m. a.: „Yður av svenskum landslegum, bóndum, prestum,... Vakrir lutir, ljótir lutir, syrgiligir tilburðir, lystigir... tó skuldi borið til at prenta allar. Og um okkurt skuldi vera ov sterkt, so kann ritstjórin strika ella gera veikari. Tá ið forlagið (Alberg Bonnier) fekk handritið av Hemsoyingum, var tað eyð- sæð, at broytingar vóru neyð- ugar áður enn bókin kundi prentast. Strindberg skrivaði altíð ógvuliga skjótt, og honum dámdi lítið at rætta og broyta aftaná. Í handrit- inum av Hemsoyingum vóru tí ikki fáar villur: orð vóru lopin um, nevn samsvaraðu ikki 0. s. fr. Hetta áttu so for- lagsmenninir at beta um. Harumframt strikaðu teir ósemilig orð og nakrar grov- ar natúralistiskar lýsingar, sum teir hildu vóru ov sterk- ar. Hóast Strindberg hevði roknað við hesum sensuri, gjørdist hann illur. Tó læt hann sær eftirlíka, og so leingi Strindberg livdi vórðu hesir partar ikki prentaðir í bók. Eftir deydi Strindbergs stiladi John Landquist fyri eina heildarútgávu i 55 bind- um (1912—1919). I hesari ut- gåvu er ymist sum var lisið skeivt í handritinum av Hemsoyingum rættað, og tey brot sum vóru strikað í fyrstuútgávuni eru prentað millum viðmerkingarnar aftast. Hetta er so vorðið tann klassiska svenska út- gávan, vanliga prentað uttan viðmerkingarnar. Ikki fyrr enn nú í seinastuni eru hesi brot aftur innferd í tekstin í eini útgávu, sum forlagið Aldus hevur stílað fyri. Tað er ógjerligt at vita, um hesin teksturin er akkurát soleiðis sum Strindberg ynskti hann skuldi vera. Ein partur av tí handriti, sum bókin skuldi prentast eftir, er horvið. Rættlestrarerkini eru full av broytingum og rættingum, bæði av Strindbergs hond og av eðrum hondum. Haraftrat er ein hópur av papírslepum, har Strindberg hevur skrivað ymist, sum kann vera ætlað sum broytingar, viðmerk- ingar ella uppískoyti. Tí er ein álítandi vísindalig útgáva av Hemsoyingum enn ikki til. Viðvíkjandi teimum umtalaðu brotunum kann man so spyrja, hvat týdning tað hevur fyri skaldseguna, sum heild, at tey ikki eru við. Sum bókmentaligt listaverk hevur skaldsegan ikki mist nakað av virði, og sum sann natúralistisk lýsing heldur ikki. Persónliga vildi eg sagt: tverturímóti. T. d. lýsingin av prestinum er eftir mínum tykki betri, t. e. sannari í tí styttri útgávuni. Grovur er hann, og bannar ger hann, men hann er eisini sam- stundis ein góður hirði fyri skergarðsfólkinum, og hann er vorðin meira heilskapaður eftir at nakrar lýsingar eru stirkaðar. Hetta týðir tó ikki at >driftsparturin...er ikki vid« og at vallar seksuellar åbendingar eru sensureradar burtur«. Tann sum heldur tad, dugir illa at lesa innani. Tak t. d. s. 51 og fylgjandi, har Carlsson og Norman kappstridast um Idu, og har endin verður, at Carlsson og gentan fylgjast ut i markina — ella endan av sama kapitli, har just kynsdriftin er ein týðandi partur i ungdómsins dansi og spæli. Kynsdriftin verður, óbeinleiðis, eisini Carlssoni til fals. Hann verður — nú giftur við madam Flod — hugtikin av tænastugentuni Claru og fer eftir henni, tá ið hon er í fjós- inum at mjólka. Í eini stak sterkari lýsing fylgja vit konuni á hennara leið eftir fríggjaraparinum. >Tvey per av skóm, eitt minni og eitt størri, høvdu sett spor í kavan … og sporini lógu eftir jerðini sum ein stabbaketa, ið hon var bundin fast til, og sum nú varð drigin fram úr einum ósjónligum stað inni í tippinum...< (s. 143—144). Ella tak ta týðuligu ábend- ingina, tá ið madam Flod tosar vid Carlsson um giftar- mål: »so gomul eri eg nu heldur ikki, og tað vil eg siga Carlssoni undir fýra eygum, at... eg kann sanniliga vera eins góð og ein onnur teys, nær ið tað skuldi borist å« (s 90). „Í anda náttúralismunar lýsir Strindberg menniskj- urnar sum úrdrátt av ættar- bregði og umhvervi og tilver- una sum ein bardaga har driftir og sjálvsekni eru týdn- ingarmestu kreftirnar« stendur å bakpermuni av før- oysku utgåvuni av Hemsoy- ingum. Ja, soleiðis hava vit skilt skaldseguna í Sveríki — uttan at lesa tey »sensur- eradu« brotini —, og soleiðis man hon eisini verða uppfat- að av flestum feroyingum. Tað var stuttligt og spennandi at lesa skald- seguna á føroyskum. Eg haldi tað er undrunarvert, hvussu væl tað hevur eydn- ast Eyðun Winther at týða Strindbergs livandi men ofta torskilda tekst. Og so vítt eg dugi at meta, hevur hann eisini verið sera heppin við orðavali og stíli. Langt frá at vera ein »kripladur Strind- berg« er Hemsoyingar á før- oyskum ein frálík skaldsøga, sum eg sum svii vil ynskja, at hver føroyingur fer at lesa. Keypmannahavn í mai 1981 Bjørn Hagstrøm Leiga ella keyp SAM forskallings- skipan Faroesam tif. 14917 Kambsdalur eitt legið og vánaligt kompromis Tá málið um handilsskúl- an var aktuelt, umhugsaðu rúnavíkskingar og aðrir at fáa hann út hagar, men eftir at hava tosað við fuglfirðingar var avgjert ikki at seta ynski fram um at fáa hann út hendavegin orsakað av, at teir har inni gingu so heitt inn fyri at fáa hann har og segdu, at vit risikeraðu at missa hann, um báðir partar kravdu hann. Men nú tá ið Rúnavíkin setir ynskið fram um at fáa studenta- skúlan, ja to tykist tað, sum at fuglfirðingar koma at stinga okkum í ryggin og vilja fyri alt í verðini fáa hann á Kambsdali. (>Ger skálkinum gott...<). Men tað er alt í lagi við tí — steðan er nevniliga tann, at enn er ikki avgjørt at handilsskúlin skal liggja á Kambsdali — tað hevur bert verið upp á tal — so enn kunnu rúna- víkskingar og aðrir góðir menn krevja hann, út á Skálafjorðin ella aðra- staðni, og við hesum fella eli argumentini burtur fyri at leggja studenta- skúlan har inni, tí handils- skúlin skal koma har. Eilif Samuelsen sigur í samreðu við Dagblaðið: »Sjålvur haldi eg bestu loysnina vera at leggja skúlan í Kambsdali. At leggja skúlan aðrastaðni kemur at spjaða skúlarnar ov mikið, og Kambsdalur er eisini tað mesta ratio- nella staðið. Har veðrur lættast at fáa tær lærara- kreftir, ið krevjast, og eisini geografiskt kemur skúlin at liggja best fyri í Kambsdali. Har verða eisini aðrir skúlar bygdir, og sostatt verður megu- leiki fyri góðum sam- arbeiði, og meguleiki fyri at útbyggja skúlan — meguliga við einari fiski- vinnuútbúgvinv. Eisini vænti eg, at hetta verður bíligasta loysnin í longd- ini«. Hvussu veit Eilif Samu- elsen, at tað verður lætt- ast at fáa lærarakreftir á Kambsdali, tá eingin lærari býr í Kambsdali, og ongin samtykt fyriliggur um at leggja nakrar skúla júst har? Tað geografiska hava vit tosa um fyrr í hesi grein, men hví kann ein fiskivinnuútbúgving ikki setast á stovn í Rúna- vík? Tað er nokk av byggi- lendi og hvat við tí prak- tiska — og harvið peda- gogiska — viðvíkur, os tekur tað bert fimm min- uttir at spáka sær frá skúlanum inn á Lynfrost, har tú finnur alskyns fiskar í ymiskum steddum og skapilsum. Um útbúgvingin bert skal vera á Kambsdali, verður tað bert turr teori, og meguliga eisini at kanna onkra makkapirru úr eini tjørn í Kambsdali og ein einsligan áll úr Varmakeldu, so kann tað neyvan kallast nekur fiskivinnuútbúgving. Sku- lu næmingarnir koyra við bili ella bussi, til nærm- asta flakavirkið hvenn dag, so verður hetta ikki bíligasta loysn í longdini. Ítróttarhellin/ lokalar-/privatar interessur: Mangur gjerdist bilsin, nú ítróttarhellin á Kambsdali knappliga fekk so ógvusligan hast, og varð útboðin áðrenn nakar vardi av tí. Leirvíkar og Getu kommuna segdu her fyri, at tær fíggjarliga illa vóru ferar fyri at fara undir hana. Tað frættist, at Fuglafjarðar Kommuna hevur verið sera lagalig við áðurnevndu kommun- ur hvat fígging av høllini viðvíkur, og er tað orsekin til at hon longu bleiv út- boðin. Men hví blivu fugl- firðingar nú knappliga so large við getumenn og leirvíkskingar? Tá hugsav verður um, at fuglfirðingar mistu bæði sambandsmannin og tjóð- veldismannin til seinasta val, so kann ein spyrja hví Fuglafjørdur stendur so sterkur í stríðnum um studentaskúlan, hóast eitt ótal av skrivum eru legd fyri myndugleikarnar, og sum bendaá hin megu- leikan. Kanska er forklár- ingin at finna í fylgjandi: skúlamálaráðharrin — valdur fyri suðurstreym — er ættaður og uppvaks- in í Fuglafirði, fyrsti kandidatur hjá tjóðveldis- monnum í Fuglafirði er limur í Landsskúlaráðn- um og ein meiningsfelagi hansara er formaður í bygdarráðnum, og teir hava jú boðið sær til at gjalda stersta partin av ítróttarhellini i fyrstu syftu, so hon kann brúk- ast sum trumfur fyri at byggja studentaskúlan á Kambsdali. Skulamålarådharrin tok eisini so hart til orðanna, at hann einaferð segði nakað sum at: yvir sítt lík skuldi studentaskúlin ikki leggjast í Rúnavík. Henda útsegnin, tann ullinta steðan og tann undarliga gongdin, sum málið hevði fingið, vakti stóra misnegd millum sam- bandsmenn á Skálafjerð- inum. Tað er heldur ikki gott at vita, hvat suður- streymoyingar halda um teirra umdømisvalda ting- mann, sum tekur so rívan til orðanna um eitt mál, su er uttanfyri teirra val- dømi. Kreftir innan sam- bandsflokkin vildu hava at vita, um allur flokkurin stóð aftanfyri, og tí endaði alt í einum fundi, har spurt varð um sambands- flokkurin var farin at bakka tjóðveldisflokkin upp inni í Fuglafirði. Eftir hvat sigst fekk skúlamála- ráðharrin ein rykkjara á hesum fundi. Seinasti trumfurin Á fundinum í landsstýr- inum, har avgerðin skuldi takast um hvar skúlin skuldi liggja, var nærum greitt, at meiriluti var fyri at leggja hann í Rúnavík, men sum ein seinasta trumf kom Eilif Samuelsen við tí, at eingin heimild var í landsstýrin- um fyri ai seta sjålvstød- ugan skúla á stovn, og harvið bleiv málið tikið av skránni. Um viljin var til staðar fyri at loysa málið, so kundi ein deild undir Feroya Studentaskúla í Hoydelum verðið sett á stovn í Eysturoynni — tað er jú klárt at flyta inn í Rúnavíkar skúla. Út frá ellum hesum kann sigast, at tað bert eru lokalar og privatar interessur sum gera seg galdandi innan studenta- skúlamálið og við hesum stendur ella fellur tað. Allar tær einfeldu grund- gevingarnar, sum tann vanligi borgarin kann skilja, verða settar til síðis til frama fyri privatum áhugamálum. Við meir og minni lógligum snildum — og rettum brúki av press- uni, sum kann reingja veruleikan yvir fyri tí meiniga manninum — verður málið stýrt framá av teimum, sum hava valdið, men miðið er til egnan fyrimun. Meguliga er tað júst hetta, sum er tann stersti politiski kunsturin, men tað finnst eitt mark hvussu víð- gongdur ein kann loyva sær at vera, áðrenn ein gerst illa sæddur í velj- arans eygum. Jóhannes Steingrund P. S. Hvussu skilir tú út- segnina: >Ég eri fyri at de- centralisera skúlan, men ikki spjaða hann«. Merkir »decentralisera« ikki at spjaða?