leygardagur 18. juli 1981síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 53 — Leygardagur 18. juli 1981
Sjónarmið í dag: *
Dagny Joensen,
blaðkvinna
skrivar um
feroysku pressuna
Síða 2
Helikoptaraflúgving í Føroyum — eitt framstig:
Men lítil dugur í helikoptaraflúgving
um tað ikki verður flogið um veturin
Lesið frásegn frá ferð við helikoptaranum á opnuni
na
Svend Jørgensen vinstrumegin við føroyakortinum og Kurt Johansen høgrumegin við stýrið
Skulu innflyta 5000
ostruyngul úr Noregi
Fyrsta mjólkin
við helikoptara
úr Svinoy
Ferðafólka- og farmaflutningur við helikoptara
byrjaði seinasta týsdag. Helikoptaraflúgvingin
tykist at hava fingið góða undirteku úti í út-
oyggjunum. Millum Mykines og Vágar og Gása-
dal og flogvellin í Vágum hevur verið fullsett á
øllum túrum og er bilagt nakrar dagar fram.
Eisini til aðrar bygdir so sum Hattarvík og
Svínoy er nógv bílagt, verður upplýst á Strand-
ferðsluni.
Tað vísir seg kortini at ganga meira striltið á
rutunum millum stórplássini so sum millum
Havnina og Klaksvíkina og Havnina og Vágar.
Hetta kemst helst av, at ferðaseðlarnir eru rættu-
liga dýrir og at fólk kanska ikki eru hugað at
bíleggja ferðaseðil dagin fyri.
Tann fyrsta mjólkin varð flutt við helikoptaran-
um í gjár. Tað vóru umleið 100 litrar av mjólk úr
Svínoy, sum vórðu fluttin til Havnar. Í næstu
viku verður ein roynd gjerd at flyta olju til Gása-
dals.
— óvíst um alarar fáa innflutningsloyvi or-
sakað av smittuvanda
Tórshavn
Leirvík
Klaksvík
Tveroyri
SÍÐAN 1888
tlf. 13434
tlf. 43038
tlf. 55454
tlf. 71025
Bryggjari
svarar frå 8.00-5.00
tlf. 14728
Blokada móti
Lómi i Korsør
— Elsa F lastadi fyri Nestind i Holbæk
Hvørki Nestindur“ella
Lómur fóru til Keyp-
mannahavnar henda
túrin.
Nestindur kom til Ál-
borg sunnumorgunin
og skuldi fara haðani á
middegi í gjár. Eftir
hvat Traderline og
havnarskrivstovan í
Álborg upplýsa fekk
hann alt umborð, hann
skuldi hava við. Veran,
hann skuldi hava úr
Keypmannahavn bleiv
koyrd til Holbæk
umborð á Elsu F.
Umboð fyri Sjó-
mannafelagið upplýstu
hinvegin á panelfund-
inum hóskveldið, at
Nestindur ikki fekk alt
umborð, tí lossingar-
fólkið ikki vildi arbeiða
undir legregluvernd.
Somuleiðis bleiv sagt,
at ein stórur partur av
góðsinum hjá Lómi
eisini stóð eftir.
Lómur var í Álborg
týsdagin og fór haðani
til Fredericia. Eisini
hann fekk alt umborð,
upplýsa havnarskriv-
stovan og Skipafelagið.
Veran úr Keypmanna-
havn bleiv koyrt til
Korser, tí Skipafelagið
frá umboðum fyri loss-
ararnar í Keypmanna-
havn hevði fingið at
vita, at teir ikki arbeiða
undir legregluvernd.
Lossararnir stuðla
kortini ikki tiltakinum
hjá Feroya Sjómanna-
felag hevur Skipafel-
agið fingið at vita.
Blokada í Korser
Lómur byrjaði at lossa
í Korser hósmorgunin.
Seinni komu umboð frá
Semandsforbundet og
boðaðu lossarunum frá,
at blokada er lýst móti
skipinum. Lossingin
steðgaði og ímeðan
komu fólk oman á
bryggjuna og settu seg
á rampuna, soleiðis, at
truckarnir ikki fingu
sett veruna á hana.
Hetta stóð við allan
hósdagin og fríggja-
náttina, men í gjára-
morgunin skuldi poli-
tiið leggja uppí, upp-
lýsir Skipafelagið. Tað
eydnaðist bert at fáa
nakrar fáar kontain-
arar umborð hósdagin
og nógv stóð eftir.
Skipafelagið ætlaði at
lata Lóm blíva liggj-
andi í Korser allan
dagin í gjár.
Hashið var
í stivlinum
Politiið tók mikudagin
tveir feroyingar, sum
eru miðskeiðis í tjúgun-
um, beint sum teir
komu til Havnar vest-
an av flogvellinum.
Annar av teimum
hevði 3 gr. av hashi í
stivlinum og báðir eru
nú skuldsettir fyri at
hava smuglað hash.
Teir báðir komu úr
Danmark og blivu
kannaðir av tollarun-
um á flogvellinum.
Tollarárnir funnu kort-
ini onki, men tá menn-
inir vóru farnir til
Havnar, fingu toll-
ararnir at vita, at
annar av teimum hevði
hash í stivlinum. Poli-
tiið í Havn fekk boð um
hetta og tað tók ímóti
monnunum, tá teir
komu í hevuðsstaðin.
Menninir blivu
avhoyrdir og síðani
latnir leysir aftur.