Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 3 Sjómannafelagið við fiskimannafelagið : = ; ur Takið sjómanna- — æ deildina av Fiskimannafelagið : Gera bert tað, meirilutin ynskir Meðan formaðurin í Fer- oya Sjómannafelag, Dán- jal J. Jacobsen, mælti Feroya Fiskimannafelag til at taka sjómannadeild- ina av, segði formaðurin í fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen, at felagið fór bert at gera tað, sum ein meiriluti av sjómonn- unum ynskti. Longur kom fundurin i læraraskulahøllini hós- kveldið ikki. Trætan mill- um sjómannafelagið og fiskimannafelagid, sum higartil er farin fram i blødunum, varð flutt til fundin. Kjarnin á fundinum vóru limalistarnir, um reið- ararnir hava lagt trýst á sjómenn um at fáa teir úr sjómannafelagnum og inn í fiskimannafelagið og mannagongdin higartil. Einasta nýggja, sum kom fram á fundinum, var, at ein limur í sjó- mannafelagnum hevði sligið ein av gomlu skips- feløgum sínum, tá hesin ikki fór í verkfall, men helt fram at sigla. Eini 150 fólk vóru á panelfundinum. Í panelin- um sótu formenninir í fel- øgunum og tveir limir. Skákaðu sær undan Formaðurin í sjómannafel- agnum vísti í innleggi sínum á, hvussu torfert tað hevði verið at fingið samráðingar í lag við reið- ararnar. — Vit høvdu vónir at tað fór at ganga, tí vit roknaðu ikki við, at nakar fór at nokta einum bólki samráðingar, segði Dánjal J. Jacobsen. Hann segði, at hann hevði tosa við umboð fyri reiðararnar á farmaskip- unum, men tá tað kom til stykkis, skákaðu hesir sær undan, og vístu til handan og handan. — Men hetta kundi ikki halda fram. Vit tosaðu saman og avgjørdu, at vit skuldu royna alt, áðrenn meguligt tiltak varð sett í verk. Vit bjóðaðu reið- arunum tí til nýggjan fund, men lokalið stóð tómt. Í einum tíðarbili upp á tveir mánaðir hevði sjó- mannafelagið skrivað fýra innbjóðingar til reið- aranar, uttan nakar fundur kom í lag. Omenniskjaligt tryst Til tann sidsta fundin hevði felagið eisini lima- listan til framleggingar, eftir at reiðararnir hevdu sett sum treyt fyri sam- ráðingum, at teir fingu limalistan at síggja. Men eingin metti fyri reiðararnar og verkfall varð lýst. Viðvíkjandi verkfallinum segði formaðurin í sjómannafel- agnum, at nakrir mans vóru farnir í land, meðan nakrir ikki tordu í land, tí reiðararnir hevdu lagt eitt so ómenniskjaligi trýst á teir. Tá sjómannafelagið hevði hoyrt, at reiðararnir høvdu tosað við fiski- mannafelagið um samráð- ingar, var felagið á stjórn- arfundi í fiskimannafel- agnum. Dánjal J. Jacob- sen segði, at fiskimanna- felagið hevði sagt, at tað vildi eingi stig taka og annars vísa reiðarunum til sjómannafelagið. — Men tá lýst var til verkfall, tá kom knappliga skundur at fáa deild (sjó- mannadeildina, blåm.) upp at standa. Hetta er tad, sum vit kalla fyri at vera stungnir i ryggin, segði Dánjal Jacobsen, sum helt, at okkurt búði undir, tá deildin, sum bert hevði havt einar 10 limir, knapp- liga fór at vaksa. FF ikki tekna limir Hesum vísti formaðurin í fiskimannafelagnum aftur. Óli Jacobsen segði, at tá felagið hoyrdi at sjó- mannafelag var í umbúna, metti felagið, at tað skuldi ikki blanda seg upp í, men lata sjómenninar sjálvar avgera, hvar teir vildu organisera seg. Og tá sjómannafelagið upplýsti, at felagið hevði einar 40 limir av 60—70 møguligum, metti fiski- mannafelagið at sjó- mannafelagið umboðaði sjómenninar og hevði samráðingarrætt fyri teir. Men, greiddi Óli Jacob- sen frá, so kom ein maður inn á fiskimannafelagið, og segði, at hetta góðtóku ikki allir sjómenninir. Hesin fór so og savnaði undirskriftir millum sjó- menn um limaskap i fiski- mannafelagnum. — Hetta stigid var ikki tiki av mær ella fiski- mannafelagnum, og mær dåmdi ikki tankan, ti eg dugdi at siggja, at tad kundi skapa trupulleikar, segði Oli Jacobsen. - Kundu ikki svíkja limirnar Limatekningin visti, at skjótt høvdu um 30 sjó- menn skrivað undir. Fiski- mannafelagið vendi sær ikki til hesi, men hesi goldu limagjald, segði Óli Jacobsen og helt fram: — Við so nógvum limum høvdu vit skyldu at skipa sjómannadeildina. Vit kundu ikki svíkja hesi, og vit hava bert tikið tey stig, sum lóg okkara heim- ilar. Tí er eingin verkfals- brótaraorganisatión stovn- að, sum summi vilja vera við, segði Oli Jacobsen. Viðvíkjandi ábreiðslun- um móti fiskimannafel- agnum, at tað ikki hevði blokerað skipini, sum vóru rakt av verkfalli, segði Óli Jacobsen, at felagið metti at hetta kundi felagið ikki gera, tí steðan við organi- satiónsviðurskiftunum var so ógreið. — Og gjørdu vit tað, so avskrivaðu vit okkara rætt at samráðast, og tað kunnu vit ikki gera, so leingi ivasamt er, hvar meirilutin av sjómonnun- um er. Eisini = upplýsti Óli Jacobsen í hesum sam- bandi, at fiskimannafel- agið hevði borið upp á mál at útseta eitt verkfall, so finnast kundi út av onkr- um í felag, men tað kundi ikki lata seg gera. Góð uppmøting Annars segði formaðurin í fiskimannafelagnum, at hann tók ikki undir við tvingsli í samband við undirskriftir, men hann helt, at menninir hevdu meint tað, tí teir høvdu goldið limagjald, og á fundinum vóru 12 mettir upp av 13 sum vóru í Fer- oyum. Viðvíkjandi limatalin- um segði Óli Jacobsen at so hevði FF fæst limir á skipunum, sum man hevði hoyrt mest um, meðan flestir vóru á skipum, sum man slettis ikki hevði hoyrt nakað um. Orsekin til klovningin metti formaðurin í fiski- mannafelagnum liggja í teimum báðu fakligu linj- unum — stríðslinjuni, sum sjómannafelagið umbod- aði, og samráðingarlinj- uni, sum hann rak. Heldur ikki kundi hann taka undir við tí orðaljóði, sum sjómannafelagið hevði brúkt í flogseðli, har orð sum »udskud« var brúkt. At enda segði formað- urin í fiskimannafelagn- um, at hann vildi gera sítt til at fáa viðurskiftini hjá sjómonnunum í lagi. Hóast herð orð sogd, helt hann, at bæði feløgini kanska kundu gera okkurt saman Samráddust í 10 tímar uttan úrslit Meðan landararnir í Fuglafirði ynskja at fáa akordina hækkaða, vilja arbeiðsgevararnir bert hækka tíma- landara-verkfall lønina. Møguligt útsett til hósdagin Eftir at hava samráðst í stívliga 10 tímar um ein sáttmála fyri land- ararnar í Fuglafirði slitnaðu samráðingarn- ar stutt eftir miðnátt hósmorgunin. Tað var semingsmað- urin, Jákup í Gerðin- um, sum sleit samráð- ingarnar. Hann var komin upp í við seks- sjey tíðina um kveldið. Partarnar stóðu langt frá hverjum eðrum og hann setti einki ingsuppskot fram. Eitt meguligt verk- fall er útsett til hós- dagin 23. juli. Landingararbeiðið á Havsbrún í Fuglafirði er akordarbeiði. Land- ararnir fáa ymiskar akordir fyri hvert tons- ið alt eftir hvat talan er um. Lægsta akordin er kr. 12,60, meðan tann hægsta er kr. 22,50. sem- slag Tímarnir ofta fáir Føroya Arbeiðarafelag krevur fyri landararnar eina betri akord, meðan arbeiðsgevararnir bert vilja kr. 1,25 meira um tíman. Land- ararnir hava nevniliga eisini eina tímalen. Hendan er í letuni kr 17,97. Upprunaliga var hon kr. 1,26 og er hækkad við teimum prístalsvið- bótum, sum eru komn- ar síðani, upplýsir for- maðurin í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag, Sí- geva mun Abrahamsen. Men til tíðir eru tím- arnir ofta fáir, og tí vilja landararnir heldur hava sjálva akordina hækkaða, sigur Símun Abrahamsen, og vísir á, at fáa oktober í fjør og til februar í ár var einki arbeiði hjá land- arunum Eru bundnir og arbeiðið er har Tá arbeiði er, er urtøk- an góð, men til tað er at siga, at landararnir eru rættiliga bundnir, og kunnu ikki taka annað tímalent arbeiði upp á seg, tí teir mugu vera klárir, tá bátur kemur inn. Í fjør høvdu land- ararnir, sum altid vøru við, eina uriøku uppá umleið 115.000 kr Landingararbeiðið er ógvuliga har. Tað svíð- ur í eygunum, og eyg- uni eru vanliga ikki góð bert átta tíma hvíld. Tí taka landararnir ofta heldur eitt langt tern fyri síðan at halda frí í eitt langt tørn. Har- afturat verða lungini ávirkað og menninir gerast trongir Fasta talið av arum 15—20 verið land- liggur um Aður hava tað heilt upp í 30 Men hetta er hart arbeiði og nógvir eru givnir. Av teimum upprunaliga eru bert einir 5—6, sum fram- vegis hanga í, sigur Símun Abráhamsen. mans. Stór framsýning innan fiskaaling í Noregi — í døgunum 25.—27. august Í degunum frá 25.—27. august verður ein stór framsýning og ráðstevna innan fiskaaling hildin í Nidarøhøllini í Trondheimi í Noregi. Stevnan hevur heitið: >Fiskeopdrett 81«. Tað fara at luttaka meira enn 60 framsýnarar bæði úr Noregi og aðrastaðni. Hetta verður ein av mest umfat- andi framsýningunum innan fiskaaling higartil. Í mars mánaða í ár var ein stór altjóða framsýning hildiní Brighton í Bretlandi. Tað verður norski fiskimálaráðharrin, Eivind Bolle, sum setur stevnuna týsdagin 2. august kl i0,00. Teir, sum skipa fyri hesum tiltakinum, eru Norske Fiskeoppdretteres Forening og Fiskeopp- dretternes Salgslag A/L