leygardagur 18. juli 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
r
SOSIALURIN
Síða 5
Síðani 1974:
Ein millión
frá útlendskum
veiðutjóvum
Skiparin á Clarkwood,
Stuart J. Thomson, bleiv í
september 1977 dømdur
fyri at royna við ov smáum
meskum.
Hann appelleraði, men
tapti eisini í Landsrætt-
inum. Dómurin hja Føroya
rætti, 20.000 kr. í bót, bleiv
staðfestur
Ein millión og 99.000 kr.
Hetta er tann peninga-
negd, sum 26 útlendskir
trolaraskiparar hesi sein-
astu 7 árini hava noyðst at
goldið í bót fyri ikki at
fylgja teimum reglum,
sum eru galdandi fyri
fiskiveiðu við Feroyar.
Skipararnir eru bretskir,
týskir og franskir. Teir
flestu eru bretskir.
Umframt útlendsku
skipararnar eru seks for-
oyskir skiparar domdir fyri
ólógliga veidu í sama
tíðarskeiði.
Tilsamans hevur Feroya
rættur demt hesar 32
skipararnar at gjalda 1,24
mill. kr. í bót. Ein skipari,
John Ogston á Aberdeen
Fisher, bleiv tvær ferðir
tikin og demdur í 1975.
Hann noyddist av við
180.000 kr.
Í 27 forum bleiv eisini
hald lagt á reiðskap og/ella
veiðu. Telini eru frá einum
yvirliti, sum ákæruvaldið
legði fram, tá lands-
rætturin herfyri viðgjerdi
sakarmálið móti skiparan-
um á Atlantis. Annars eru
tað bert fáir av dómuhum
hjá Feroya rætti, sum eru
appelleraðir til Lands-
rættin. Og teir, sum blivu
appelleraðir, vórðu sum
oftast staðfestir.
Stersta bótin
Yvirlitið vísir, at 15 skip-
arar eru dømdir fyri at
royna við ov smáum mesk-
um. Millum teirra er ein
føroyingur.
12 eru dømdir fyri at
royna å stongdum øki. Av
teimum fýra føroyingar.
Ein feroyingur er dømdur
10.000 kr. í bót og at
missa allan reiðskap og
veiðu fyri ólógliga garna-
veiðu og fýra útlendingar
eru demdir fyri at royna
við snerdum posa.
Sterstu bótina fekk
Norberg-Charles Pasquis á
Saint Louis II á veg inn í
Dómhúsið 6. apríl 1979.
Hann fekk 30.000 kr. í bót
fyri at hava brúkt snørdan
trolposa
Terence Thresh á Arctic
Galliard í juli 1977. Tað
kostaði honum 120.000 kr.
at hava roynt á stongdari
leið.
Flestu dómarnir fullu í
1977, 78 og 79, sjey hvert
árið.
Bótin fyri at royna við
ov smáum meskum hevur
ligið úr 10.000 í 50.000 kr.
Sum oftast 20.000 kr. Hin-
vegin hevur revsingin fyri
at royna á stongdari leið
verið harðari, úr 30.000 í
120.000 kr. Bótin fyri at
brúka snerdan trolposa
hevur verið 30.000 kr.
Ákærin:
Grunur um umfatandi
og organiseraða
smugling
— Grundlógarforhoyrið fyri afturlatnum hurðum fyri ikki
at tarna kanningararbeiðinum.
Myndugleikarnir vilja onki upplýsa um málið
Politiið hevur ein styrktan
grun um, at talan er um
eina umfatandi og organi-
seraða smugling. Politiið
hevur eisini grun um, at
fleiri, sum hava samband
við málið, framvegis
ganga leys.
Hetta var grundgev-
ingin hjá ákæranum at
krevja grundlógarfor-
hoyrið í smuglingarmálin-
um fyri afturlatnum
hurðum. Hann yísti til
greinina í revsilógini, sum
m.a. sigur, at »retsmødets
offentlighed på afgørende
måde vil være til hinder
for sagens oplysning«.
Allir triggir verjarnir
góðtóku, at grundlógar-
forhoyrið varð hildið fyri
afturlatnum hurðum og
síðani gjørdi dómarin
úrskurð um hetta. Aftaná
grundlógarforhoyrið miku-
dagin blivu tveir av teim
skuldsettu fongslaðir í
eina viku og tann triðji
fekk varðhaldið longt við
trimum ferðum 24 tímum.
Hesa avgerð kærdi verjin
til Landsrættin.
Teir tríggir eru skuld-
settir fyri brot á grein 21 í
tolllógini, t. Y. s. fyri
smugling, og fyri brot á
grein 1 í rúsdrekkalógini,
fyri handil við rúsdrekka.
F
Ongar upplýsingar
— Vit hava fingið strang-
ar ordrar frá Gjaldstovuni
um onki at siga, fingu vit
at vita, tá vit fregnaðust
um málið í Tollbúðini
fyrrapartin hósdagin.
Politiið vil heldur ikki
upplýsa nakað um málið
uttan tað, at kann-
ingarnar halda fram.
Ymiskt er tó líkið út, ti
bæði Útvarpið og blød
hava greitt frá málinum.
Eftir hvat skilst er talan
um ein kontainara, sum
kom við Bliki úr Danmark
mánanáttina. Á fylgiskjøl-
unum stóð, at hoyggj var í
kontainaranum og av-
gjaldið, 7%, bleiv goldið
fyri hoyggið. Men kontai-
narin bleiv kortini ikki út-
flýggjaður. Hann fór
niðan á politisteðina, har
hann bleiv temdur. Tað
var hoyggj í honum. Men
ikki bara hoyggj. Innast
vóru 222 fleskur av rús-
drekka og tríggir kassar
av sterkum geli.
Eftir hvat skilst fann
politiið eisini einar 30
floskur heima hjá tí eina
skuldsetta.
Friggjacagin 10. juli
var lítil samkoma á
Gudfreðideildini á
Fróðskaparsetrinum í
sambandi við, at 5
næmingar kundu íáa
síni próvskjel fyri
skrivligu próvtekurnar,
sum vórðu hildnar í
juni mánað.
Sum eina roynd varð
i fjer farið undir 1 árs
framhald eftir vanliga
2 ára gudfreðilesturin.
Lærugreinirnar vóru
Gamla Testamenti,
Nýggja Testamenti og
kirkjusega. Próv-
dómararnir vóru allir
frá Gudfreðideildini
við Aarhus Universi-
tet.
Seinast í mai mánað
endaði exam.art.-
próvtekan á Feroya-
málsdeild. Exam.art.-
námið er Í árs fram-
hald av ársnámi í norð-
urlendskum, serliga
feroyskum máli og
bókmentum. 10 næm-
ingar hava gingið á
exam.art.-náminum, og
teir stóðu allir próv-
tekuna.
1. september byrjar
nýtt lestrarár á Fróð-
skaparsetrinum. Tá
verður aftur farið undir
ársnám á Feroyamáls-
deildini, 2 ára steðisút-
við Heygsvegin.
tann,
15 tikið prógv á
Gudfrødi- og
Føroyamåls-
deildunum
Blémurnar duttu
og skylid i knus
Eitt blómutyssi er helst orsøkin til
syndarligu lagnuna hjå bussskylinum
búgving og 2 ára gud-
freðilestur. Higartil er
talið á upptiknum
næmingum tilsamans
SS.
Samstundis vid próv-
lestrinum á deildunum
byrja 13 ymisk lærara-
skeið við tilsamans 54
luttakarum. 9 teirra
hava fult tímatal til
ársskeið. Eitt lærara-
skeið hevur longu verið
í summar. Tað var 5
daga skeið í plantu-
freði, ið varð hildið á
Sandoyar Meginskúla.
Tey, sum hava lokið
prógv á Fróðskapar-
setrinum í ár, eru:
á Gudfreðideildini
Armgarð Mortensen
Arge
Heri Joensen
Uni Næs
Anders Nielsen
Olavur Rasmussen.
á Feroyamálsdeildini
Elin Heinesen, Jeffrei
Henriksen, Jógvan í
Lon Jacobsen, Carl
Jóhan Jensen, Svanna
Hanusardóttir Jensen,
Hartmann Joensen,
Magni Kjærbo eystan
A, Jákup Lamhauge,
Marjun Simonsen,
Eirikur Tausen.
=
;
Ein bilur koyrdi á tað seinnapartin
mikudagin. Orsøkin til óhappið var
at bilfgrarin skuldi
nøkrum blómum, sum fóru um koll í
bilinum. Samstundis hevur hann so
snarað róðrið til høgru við tí úrsliti,
sum sæst á myndini, upplýsir politiið.
bjarga