Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Farna vikuskiftið var Mentanar- og Róðrar- stevna á Tvøroyri og í samband við stevnu- na tóku nøkur fólk seg saman at sýna fram nakrar av teim ellismotorsúkklum, ið finnast á staðnum. Millum annað eru heilar fýra av merki- num Triumph á sama stað og tað er merkis- vert ELLISAKFØR Dagfinn Olsen Tað var filmssjónleikarin Marlon Brando, sum í fimmtiárunum leitki filmin The Wild One, sum gjørdi Triumph motorsúkklurnar kendar og eftirspurdar. Ensku Triumph eru í dag ikki so vanligar og eru tí ikki lættar at fáa hendur á og hava eisini stórt virði. Tí tóku fólk seg saman í góðveðrinum á Mentanar- og Ráðrarstevnuni á Tvør- oyri farna vikuskiftið, og savnaðu nakrar gamlar motorsúkklur, ið eru á stað- num. Teirra millum eru nevni- liga heilar 4 av merkinum Triumph og er hetta merkisvert at finna á sama stað. Tróndur Enni, ein av stig- takarunum, sigur, at tað er vert at leggja til merkis, at so nógvar eru á einum stað. Hann metir, uttan at vita við vissu, at í Føroyum eru neyvan meira enn eini 6- 8 ella kanka 10 motorsúkklur av Triumph slagnum. Fýra glaðir ánarar eru á Tvøroyri. Ein av ánarunum var á motorsúkklustevnu í Danmark og hóast eini 400 súkklur komu saman, so var hann tann einasti, ið koyrdi á Triumph. Tróndur Enni, ið lesur tónleik í Íslandi, var heppin og fekk hendur á síni Tri- umph fyri ein ikki alt ov dýran penga. Súkklan hjá Trónda, ið stendur fremst í myndini, er eitt sonevnt USA snið og er tí ógvuliga serstøk. Hon er gjørd til amerikanska marknaðin og er frá 1972. Hinar Triumph motor- súkklurnar hava allar verið á Tvøroyri mestsum alla ævi sína. Tvær eru frá 1964 og ein er eldri. Umframt Triumph motor- súkklurnar, vóru eisini ymsar aðrar vístar fram uttanfyri handilin hjá D.J. Enni á Tvøroyri farna viku- skiftið. Ein 28 ára gamal Vespa scootari, ein 28 ára gomul Yamaha motor- súkkla og ein sanniliga eis- ini BSA, ið er frá síðst í fýratiárunum ella fyrst í fimmtiárunum. Tróndur heldur, at óivað standa fleiri ellismotor- súkklur í kjallarum ymsa- staðir, men at finna fýra væl koyrandi og flottar Tri- umph motorsúkklur á ein- um stað, og so í útjaðara- num í Føroyum, er av sonn- um merkisvert, og tí tóku menn seg saman at sýna fram í samband við stevnu- na farna vikuskiftið. Gamlar motorsúkklur vístar fram Fyri viku síðani vóru hesar flottu ellismotorsúkklurnar at síggja á Tvøroyri, har tær eisini hoyra heima. Merkisvert er, at fýra Triumph motorsúkklur eru á sama stað, tí tær eru annars heldur sjáldsamar. Tað var Marlon Brando, sum gjørdi Triumph kendar í fimmtiárunum Mynd: D.Olsen 2 Nr. 156 - 17. august 2002 Nr. 156 - 17. august 2002 3 Fríggjadagin 2. aug. 2002 andaðist Gerda Magnus- sen úr Trongisvági. Móð og troytt av longum stríði, móð og troytt av sjúku, men eisini mett av døgum. Og løgið var tað, at tað júst hendi henda dagin, tí dagurin var hennara føð- ingardagur. 88 ár náddi hon at gerast. Gerda varð fødd 2. aug. 1914 í Trongisvági. For- eldrini vóru Danjal Jacob Magnussen, eisini nevnd- ur Bóndin, og Johanna fødd Vestergaard, ættað av Økrum. Gerda var fjórðelst av átta systkjum, fimm brøðir og tríggjar systrar. Langa lívsstarv hennara var at tæna øðrum. Hon var ein tænarins ond í orð- sins sanna týdningi. Tá hon ikki fekk sína egnu familju, valdi hon í staðin at ríka onnur við sínari umsorgan. Í meira enn 40 ár helt hon hús úti á Torv- heyggi hjá Elgerdu Jacob- sen og Elspu Vestergaard, sum var mostur hennara. Í einbýli, langt frá øðrum húsum, búleikaðist tær í mong ár. Og neyvan hevur tað altíð verið líka lætt at fingið alt til høldar. Har- umframt tók hon dagliga longu leiðina inn til Trongisvágs, har hon var um foreldur síni. Men við sínum stillføra arbeiðs- hátti bar alt til. Mangur man hava sitið væl til borðs bæði úti á Torvheyggi ella inni í Fornarætt í sínari tíð og kent hennara gestablídni. Hóast Gerda ongantíð fekk mann ella børn, so var tað neyvan nakar í familjuni, sum var meira familjukærur og familju- trúgvur enn júst hon. Hon fylgdi við øllum. Tað fór eingin føðingardagur fram- við. Og hetta var eisini galdandi fyri ungu alvar- anar, sum komu. Seinastu fimtan árini vóru hon og mamma sam- an. Tær búðu fyrst nøkur ár saman í Fornarætt inni í Trongisvági, sum var teir- ra barnaheim, áðrenn tær fluttu út á Tippi á Tvør- oyri. Á henda hátt stuðl- aðu tær hvørjum aðrari, tá mammu gjørdist einsa- møll, og árini tyngdu. Eis- ini fyri hetta eru vit sera takksom. Hennara eyðkennu vóru umsorgan, trúfesti og still- føri. Eginleikar sum mong ynskja sær. Í einari tíð, sum annars er sera nógv merkt av sjálvsøkni og tað at koma sær sjálvum fram, er tað hugtakandi, at hava kent eina menniskju, sum altíð lat onnur koma fram og stuðlaði teimum. Lítil- látin, sum hon var, stuðl- aði hon altíð øðrum. Og sum prestur so væl segði, so eru hesir eginleikar teir bestu, sum ein menniskja kann eiga. Altíð at hava tíð til onnur, altíð at hava um- sorgan fyri øðrum. Sjálvt seinastu dagarnar, so vóru tað ikki hennara trupul- leikar, sum lógu henni á sinni, men umsorganin fyri, hvussu øll hini nú høvdu tað. Og enntá harmaðist hon um, at hon lá øðrum til byrðu. Vit, sum vóru hennara nærm- astu, kendu ágóðan av hennara ótrúliga vilja til at hjálpa. Tað var tí náttúrligt, at júst ein sálmur við tøkkini sum høvuðsboðskapi varð sungin við jarðarferðina. Takk, Guð fyri alt, sum hendi, fyri gávur, tú oss ber, fyri tíð, sum er at enda, fyri stundina, sum er! Takk, Guð, fyri ljósa várið fyri myrka, kalda heyst, fyri hvørt hitt gloymda tárið, fyri hjartafrið og treyst. Góða mostur, nú hevur tú fingið frið. Vit drýpa høv- ur í takksemi til tín fyri tað nógva, sum tú var fyri okkum og lýsa Guðs sign- ing yvir minnið um Gerdu Magnussen. Jóannes Minningarorð um Gerdu Magnussen Tøkk Tykkum, sum á einhvønn hátt hjálptu til, tá kæra móðir Malla Reynbú Funningur Fødd 1. august 1901, doyði 21. juli og varð jarðað 25. juli 2002, takki eg av hjarta. Serliga tit á Korndalsbýli, takk fyri umsorgan tykkara, ta tíðina hon var hjá tykkum. Fyri peningagávur til Funnings kirkju, fyri blómur og tit, sum fylgdu henni til seinasta hvíldarstaðin, tøkk øll somul. Vegna tey avvarðandi John Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 90 ára degnum tann 6. apríl. Eina serstaka tøkk sendi eg 1. deild hjá NSÍ, sum við sangi møtti upp fyri at gleða meg. Eisini vil eg takka Verner og hansara fólkum, sum løgdu karm um veitsluna og gjørdu dagin á Svanga- skarði sera hugnaligan og minniríkan. Niclas Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæra systir okkara Gerda Magnussen Trongisvágur andaðist og varð jarðað. Tøkk til prest fyri góð orð í kirkjuni, sangarar og berarar og ein serlig tøkk til tykkum, sum vóru um hana seinastu tíðina. Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jona Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at elskaði maður, góði pápi, verpápi og abbi okkara Jógvan Olsen Toftir andaðist umborð á Western Pacific 11. august, 52 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Familjunnar vegna Edith, June, Aron og Eir C M Y K 3 2 Sosialurini Internet