leygardagur 17. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 156 - 17. august 2002
Nr. 156 - 17. august 2002
5
ÍLØGULOFTIÐ
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Varaborarstjórin í Havn,
Heðin Mortensen vísir á, at
tað er beinleiðis skeivt sum
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður í kommunumálum
førir fram, at íløguloftið
ella samlaða játtanin fyri
íløgum hjá kommununum
er ein avtala millum komm-
unurnar og landsstýrið.
– Tá man hevur ein
revolvara í pannuni fyri at
góðtaka kravboð frá lands-
stýrinum, so er tað ikki
nøkur avtala í mínum huga-
heimi. Kommunurnar fingu
at vita frá landsstýrinum, at
íløguætlanin fyri 2002 varð
ikki meira enn 160 millión-
ir krónur. Vit fingu eisini at
vita, at um kommunurnar
ikki tóku av hesum 160
milliónunum, so fór lands-
stýrið at leggja eitt uppskot
fyri løgtingið, har tað varð
samtykt, at soleiðis fór
íløguloftið at vera, sigur
Heðin Mortensen, vara-
borgarstjóri í Havn.
– Høgni Hoydal kann
kalla hetta hvat hann vil,
men fyri okkum er hetta eitt
diktat, eini kravboð frá
landsstýrinum. Høgni førir
eisini fram, at tað ber til at
býta í millum kommunur
sum ikki nýta sína kvotu og
aðrar sum hava størri tørv.
Men hetta ber slett ikki til í
veruleikanum, tí slíkar flyt-
ingar kunnu bara gerast
innan ávís øki í landinum.
Um
ein
kommuna
í
Streymoynni, ella í Hesti,
Koltri og Nólsoy ikki nýta
sín part av íløgukvotuni, so
kann Havnin fáa tað sum
loypir av, og hetta forslær
einki, sigur Heðin Morten-
sen.
– Høgni kann vera so
diplomatiskur sum hann vil
og siga at vit hava misskilt,
men í veruleikanum er
hetta
revolvarametodir,
sum landsstýrið hevur nýtt í
samband við íløguloftið hjá
kommununum. Vit hava
góðtikið íløguloftið við
revolvaranum fyri pannuni,
tí vit høvdu ongan annan
møguleika og so kann
Høgni Hoydal tosa um eina
avtalu sum hann vera vil,
sigur Heðin Mortensen.
Landsstýrið áleggur
Heðin Mortensen vísir á, at
landsstýrið áleggur komm-
ununum alt størri skyldur,
og tí má samband vera mill-
um skyldur og íløgur.
– Vit hava fingið álagt
gjøgnum lóg at byggja
skúlar, vit hava fingið
ábyrgdina fyri barnaansing-
ini og eldraøkið, sum verð-
ur tað næsta. Her er slett
ikki samanhang í. Høgni
Hoydal sigur, at vit kunnu
prioriterað ørvísi, eitt nú
kunnu vit minka um havna-
íløgurnar. Hetta hendir
samstundis sum vit fáa
álagt frá landsins myndug-
leikum at útbyggja havnina,
tí tvey nýggj stór ferða-
mannaskip, Norrøna og
Smiril eru í gerð. Og polit-
iskt er tað eisini avgjørt at
hesi skip skulu sigla út frá
Havnini. Fyri okkum merk-
ir hetta, at vit skulu brúka
eini 35 milliónir fyri at
dýpa havnina fyri at hesi
skip kunnu leggja at. Vit
hava ikki fingið lovað eitt
klovið oyra í endurgjaldi
frá landsins myndugleikum
til hesa eykaíløgu. sigur
Heðin Mortensen, vara-
borgmeistari.
– Tá barnaansingin varð
løgd á kommunurnar fekk
Tórshavnar Kommuna eina
rokning frá landsstýrinum
upp á 13 milliónir krónur, tí
ein útjavning skuldi fara
fram. Eg haldi slett ikki, at
landsstýrið hevur uppført
seg serliga væl móti Havn-
ini, sigur Heðin Mortensen.
Størri tørv
– Um Havnar kommuna
hevði havt aðrar møguleik-
ar at hækka íløguloftið, so
høvdu vit havt gjørt tað,
landsstýrið var hvørki til at
høgga ella stinga í. Vit
fingu 68 milliónir av íløgu-
karminum, og av tí at vit
gjørdu avtalur við aðrar
kommunur kring okkum
kom hetta tað upp á 74
milliónir, og hetta er nóg
for lítið, sigur hann.
Hvussu stórur er íløgu-
tørvurin hjá Tórshavnar
Kommunu?
– Skuldi vit loyst barna-
ansingartrupulleikan,
so
kundu vit nýtt 80 milliónir
krónur. Vit hava eisini tann
trupulleika, at vit í dag
mugu gera íløgur í eldra-
økið, ein uppgáva sum
landsins
myndugleikar
hava forsømt kring alt land-
ið. Kommunurnar royna í
dag at loysa eldraøkið fyri
skomm skyld, men hví ger
landið einki við tað, her er
talan um eitt landsmál. Vit
hava brúkt eini 20-25 milli-
ónir bara til eldraøkið í
Havnini. Vit kundu havt
brúkt hesar pengar til onnur
øki, eitt nú barnaansingina
og sagt við landsstýrið, at
hetta økið eiga til. Tó, fyri
skomm skyld, hava vit valt
at gjørt hesar íløgur, sigur
Heðin Mortensen, vara-
borgmeistari.
Ongin sjálvkritikkur
Heðin Mortensen undrast
stórliga á, at grundgevingin
fyri at kommurnar ikki
mugu brúka meira enn 160
milliónir krónur e,r at vit
ikki aftur mugu invisterað
okkum út á sjógv.
– Hetta hongur ikki sam-
an. Tí hví skulu kommun-
urnar hava eitt íløguloft, tá
landsstýrið
sjálvt
onki
íløguloft hevur? Landsstýr-
ið byggir tunnlar, vegir,
ferjur, flogvallir og eg veit
ikki hvat. Hjá landsins
myndugleikum
er
onki
mark. Tað undrar meg, at
skilt verður so nógv í mill-
um tveir myndugleikar. Eg
haldi,
at
Tórshavnar
Kommuna hevur dugað væl
at húsast og henni nýtist
ikki nakra administratión
frá landsins hægstu mynd-
ugleikum fyri sínum íløg-
um, sigur hann.
Men er tað ikki rætt, at
skuldin hjá kommununum
var vorðin ein veldugur
kleppur um beinini í níti-
árunum og at fleiri komm-
unur høvdu ikki sýnt
ábyrgd viðvíkjandi íløgum
í áttatiárunum?
– Jú tað er rætt, men hetta
kann ikki sigast um Tórs-
havnar
Kommunu,
Vit
skylda ikki eingang eina
álíkning, so hjá okkum
stendur væl til, sigur Heðin
Mortensen.
– Og hvar hevur so lands-
eftirlitið verið, tá komm-
unur kring landið nærum
eru farnar á húsagang. Mær
vitandi skulu allar komm-
unum lata fíggjarætlan og
rokniskap til Kommunala
Eftirlitið á hvørjum árið, so
her er nakað sum hevur
haltað hjá landsins mynd-
ugleikum,
sigur
Heðin
Mortensen.
Tað eydnaðist okkum tí-
verri ikki at fáa eina við-
merking frá Høgna Hoy-
dal, landsstýrismanni í
kommunumálum,
um
hann hevur nýtt revolvar-
an móti kommununum
fyri at fáa tær at góðtaka
íløguloftið.
Høgni Hoydal hevur
verið á eini ráðstevnu
fyri smátjóðir á Álandi
seinastu dagarnar og
beint áðrenn blaðið fór til
prentingar var hann á veg
heim við Atlantsflog. Vit
royna at fáa eina við-
merking frá honum til
týsdagsblaðið.
Høgni Hoydal
burturstaddur
Landsstýrið nýtti revolvarametodir
Heðin
Mortensen
varaborgar-
stjóri sigur at
kommun-
urnar vóru
tvungnar at
góðtaka
íløguloftið hjá
lands-
stýrinum
Høgni Hoydag sigur, at íløguloftið var ein avtala millum
kommunurnar og landsstýrið
600 skotar til landsdyst:
Fótbólturin gevur samfelagnum lív
Um 600 skotar ætla
sær at koma til Før-
oya til landsdystin
millum Føroyar og
Skotland tann 7. sep-
tember á Svanga-
skarði. Seinast tá Før-
oyar spældu dyst
ímóti Skotlandi, vóru
»bert« 150 skotar og
stuðlaðu landsliði
sínum
FERÐAVINNA/
FÓTBÓLTUR
Ingrid Bjarnastein
Eini 600 skotar fara eftir
ætlan at leita sær til Føroya
tá Føroyar skulu spæla
landsdyst ímóti Skotlandi á
Svangaskarði tann 7. sep-
tember.
Seinast tá landsdystur var
millum londini bæði, vóru
150 skotar í Føroyum. Men
áhugin fyri at koma henda
vegin at hyggja eftir fót-
bólti, tykist at vera alsamt
vaksandi.
– Orsøkin er heilt einføld,
sigur Sissal Kristiansen frá
Ferðaráðnum.
– Seinast skotar vóru her
kendur teir seg vælkomnar.
Og tað ganga søgur runt í
Skotlandi
um,
hvussu
gestablíðir føroyingar eru.
Upplivilsini,
skotarnir
hava havt, eru alment kend.
Og harafturat, so er lætt at
koma til Føroya. Atlantic
Airways hevur víst stóra
vælvild, tí umframt tær
vanligu fýra flogferðirnar,
verða fýra aðrar leigurutur
settar inn at flúgva skotar-
nar til fótbólt.
– At koma til Føroya er
heldur ikki dýrari at fara
aðrastaðni. Skotska lands-
liðið telist nú heldur ikki
millum tey allarbestu í
heiminum, og tí vilja skotar
eisini stuðla teimum, og
síggja hvønn dyst teir
møguliga kunnu vinna,
greiðir Sissal frá.
Gott umdømi
Sissal Kristiansen hevur
havt samband við skotsk
tíðindafólk, sum eru áhug-
að í Føroyum.
– Tey for-
telja søgur um, hvussu
gestablíðir føroyingar eru,
og hvussu gott umdømið
hjá føroyingum er niðri í
Skotlandi. Føroyingar hava
bjóðað skotum inn at gista
hjá sær, og sum so líkjast
føroyingar og skotar ógvu-
liga nógv, sigur Sissal
Kristiansen.
Eitt, sum er afturvend-
andi er, at allir skotar kenna
Café Natúr á Áarvegnum í
Havn. Og hetta er eisini
nakað teir vilja síggja og
uppliva.
– Tá skotar vóru í Føroy-
um til landsdyst seinast
vórðu føroyingar og skotar
ógvuliga væl. Og myndin
av teimum gestablíðu før-
oyingunum er farin aftur til
Skotlands, og livir víðari
har.
– Café Natúr kenna teir
allir, og er hetta nakað teir
vilja síggja. Onkur spurdi
meg, um ein modell-stova
helt til í endanum á Café
Natúr, og ein annar spurdi,
hvar allir teir ljótu føroy-
ingarnir krógvaðu seg. Á
heimasíðuni hjá skotsku
landsliðsstuðlunum er Café
Natúr eisini nevnt.
Sissal metir, at tað er ein
samantvinning
ímillum
nógv ymisk ting, sum ger,
at skotarnir vilja koma til
Føroya.
Stuttleikin
og
gestablíðu
føroyingarnir
eru helst tvær av høvuðsor-
søkunum, umframt fótbólt-
in, sjálvandi.
Berjast ikki
Fyrr høvdu skotar fyri at
berjast eitt sindur tá teir
vóru til fótbóltsdyst. Men
hendan vanan hava teir lagt
niður nú.
– Skotar bardust við-
hvørt, men tað gera teir ikki
longur. Og hetta umdømið
vilja teir gera alt fyri at
halda uppi. Fyrr vóru tað
skotar, ið bardust, men so
fóru onglendingar eisini at
berjast – meira enntá, og tá
onglendingar eisini fóru at
berjast, so vildu skotarnir
sjálvsagt ikki vera sum teir,
og tí hildu teir uppat, fortel-
ur Sissal Kristiansen.
– Um onkur verður eitt
sindur óklárur, so blanda
onnur seg uppí og royna at
fáa orrustuna í rætt lag aft-
ur.
Spurd um, hvussu nógv
fótbólturin hevur at siga
fyri føroyska ferðavinnu,
svarar hon beinanvegin:
– Hann hevur nógv at
siga!
Sissal Kristiansen tekur
sær av at marknaðarføra
Føroyar í Týsklandi og í
Skotlandi, og tað vísir seg,
at í Týsklandi vita tey ikki
nógv um landið.
– Tað einasta tey vita er
grindadráp, og so at Føroy-
ar vunnu á Eysturríki.
Eisini onkur týsk tíðinda-
fólk hava verið í Føroyum,
og tá vildu tey sleppa at
tosa við onkran, sum var á
landsliðnum, tá Føroyar
vunnu í Landskrona.
– Nógv verður gjørt burt-
urúr
dystinum
millum
Týskland og Føroyar. Hetta
er fyrsti heimadystur hjá
Týsklandi
síðani
HM-
kappingina, so hetta er
fyrsta ferðin týska fólkið
sleppur at síggja teirra fót-
bóltsspælarar á heimavølli.
Men týskarar vita ikki
nógv um Føroyar. Men um
fótbóltin vita teir nógv. Á
heimasíðuni hjá týska fót-
bóltssambandinum
stóð
millum annað fyri stuttum,
at í Føroyum var bara ein
grasvøllur – í Klaksvík!
Men hetta hevur Sissal
fingið rættað, men heilt
rætt er tað tó ikki enn.
– Hetta sigur bara eitt
sindur, hvussu nógv útlend-
ingar vita um okkum, og
hvat teir kenna til landið.
Og tað er tí fótbólturin hev-
ur so nógv at siga. Eg haldi
ikki, at tað er so nógv ein
spurningur um hesi við-
haldsfólkini koma aftur.
Tað, sum er meira týdning-
armikið er, hvat tey siga um
okkum tá tey koma heim-
aftur.
Sissal vísir á, at nógv
fólk leita sær hendan vegin,
tá landsdystir verða spæld-
ir, og so serliga ímóti teim-
um stóru londunum.
– Á henda hátt verður
eisini sett lív í samfelagið,
tí tá fólk koma higar, so
fyllist, og meira lív kemur
í.
Gistingartrupulleikar
At 600 skotar koma til Før-
oya í senn er ikki bara sum
at siga tað. Onkustaðni
noyðast teir jú eisini at
búgva. Og tað vísir seg, at
ringt er at finna eina song
til hvønn.
– Øll hotellini eru full og
Bed & Breakfast er eisini
fult allastaðni. Skotarnir
búgva í Havn, á Eiði, í
Runavík – ja, næstan alla-
staðni teir kunnu. Hvør út-
leigað song er full, tá teir
koma hendan vegin, sigur
Sissal Kristiansen.
Men verri enn so allir
skotarnir hava fingið inni-
vist enn, og tað er eisini
ógvuliga ringt at finna nak-
að til teir.
– Men tá teir hava hoyrt
um,
hvussu
føroyingar
bjóða teimum inn at gista,
so haldi eg ikki, at teir
leggja so nógv í, um teir
ikki hava nakað pláss at
sova. Men tað er munur á,
at skula finna pláss at sova
til 10 av teimum 150, og so
at finna pláss til yvir 400,
vísir Sissal á.
Skotska
fótbóltssam-
bandi hevði fingið eini 800
beinleiðis fyrispurningar
um dystin millum Føroyar
og Skotland, so tað kann
væl vera, at nógv hava
broytt meining, tí onki
pláss er at búgva.
Men hvussu víkur ella
vendir, so verður í øllum
førum spennandi inni á
Svangaskarði tann 7. sep-
tember.
600 skotar koma til Føroya, tá Føroyar skulu spæla dyst ímóti Skotlandi. Stórir trupulleikar eru við at fáa pláss til skotarnar at búgva í
Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4