leygardagur 17. august 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 156 - 17. august 2002
Nr. 156 - 17. august 2002
7
Tilboðini uppá
busskoyringina í
Tórshavnar Komm-
unu eru komin inn,
og nú skal ein nevnd
meta, hvat tilboð er
hitt besta. Eftir ætlan
byrjar busskoyringin
eftir nýggja leistinum
í februar 2003
BUSSLEIÐIN
Heri á Rógvi
Hósdagin 15. august 2002
kl. 13.00 vórðu tilboðini
uppá
busskoyringina
í
Tórshavnar kommunu latin
upp.
13 høvdu biðið um tilfar,
harav bjóðaðu 7 uppá alla,
ella
partar
av
busskoyringini.
Við verandi skipan eru tað
fýra veitarar, sum røkja
bussleiðina
fyri
kommunan, og hesir hava
verið teir somu síðani
bussleiðin byrjaði at virka
fyrst
í
áttatiárunum.
Sáttmálin
er
endurnýggjaður á hvørjum
árið. Netto kostar tað
Tórshavnar býráð ellivu
milliónir um árið at reka
bussleiðini.
Brutto
er
kostnaðurin 14 mió, har
tríggjar
milliónir
eru
inntøka av billettum .
Eftir tilboðunum at døma,
so
kann
hetta
við
busskoyring gerast bíligari
í
Havnini.
Innkomnu
tilboðini vóru millum 6,2
milliónir og 11,9 milliónir
um árið, uttan mvg.
Tilboðini vóru eitt sindur
ymisk, har onkur bjóðaði
uppá allar leiðirnar, og
onkur bjóðaði uppá eina
ella fleiri. Tey, ið bjóðaðu
vóru: Smápartafelag undir
stovnan v/Una Mortensen,
Sp/f Gundurs Bussar, Sp/f
Gundurs og P/f Gunnleifs
bussar, Bergur Johannesen,
Smápartafelag
undir
stovnan Hallurs bussar,
Sp/f ABS-Transport v/Olaf
Andreassen
og
P/f
Mouritsens Bussar.
Bogi Haraldsen á teknisku
deild
hjá
Tórshavnar
kommunu, sigur, at henda
nýggja skipanin væntandi
verður munandi lættari at
samskipa í framtíðini.
Veitararnir fáa eitt gjald
fyri teir tímar, teir koyra, og
býráðið
fær
allar
inntøkurnar frá koyringini.
Kommunan ætlar eisini at
seta eina nýggja billett-
skipan í nýtslu, ið skal vera
meira
modernað
og
elektronisk.
Jan Christiansen segði í
sambandi við útbjóðingina,
at tað ikki hevði størstan
týdning at gera leiðirnar
bíligari, men heldur at
borgararnir fingu eina betri
tænastu. Millum annað
varð sett fram sum krav, at
bussarnir skulu vera nýggir
og lágir, soleiðis at lætt er
at koma í og úr bussunum.
Eisini er tað ein spurningur
um at plasera ábyrgd. Áður
hevur tað verið rættiliga
torført hjá kommununi at
halda
skil,
hvør
átti
ábyrgdini,
um
okkurt
óregluligt skuldi stungið
seg upp, men nú verður eitt
greitt ábyrgdarbýti sett upp.
Talan verður í framtíðini
um fýra leiðir í Havn.
Afturat hesum verður so
eisini ein skúlaleið og ein
leið, ið umfatar Kollafjørð
og Kaldbak.
Tað verður framvegis ein
hálvur
tími
millum
fráferðirnar hjá bussunum
um dagarnar, men um
kvøldið verður ein tími
ímillum. Enn er ikki gjørt
av,
um
koyrt
verður
sunnudagar
og
seint
leygarkvøld. Onkur hevur
eisini tikið hesar koyringar
við í sítt tilboð, men onkur
hevur ikki tikið hetta við.
Bogi Haraldsen sigur, at
teir, tá tilfarið er viðgjørt,
væntandi fara at tosa nærri
við tann, ið skal koyra, um
prísir fyri at koyra seint
leygarkvøld og sunnudag.
Orsøkin til, at kommunan
ikki er so áhugað fyri at
koyra sunnudag er tann, at
so ógvuliga fá fólk nýta
bussleiðin sum er hendan
dagin. Talan er um millum
60 og 100 fólk, ið vanliga
ferðast
við
bussleiðini
sunnudagar.
Ein nevnd, ið býráðið setir,
fer nú at taka støðu til
tilboðini.
Eitt
tilmæli
verður væntandi lagt fyri
teknisku nevnd, og síðani
verður tað býráðið, ið fer at
taka støðu til málið.
Keypa bussarnar
Av teimum fýra verandi
veitarunum valdur bert
tveir teirra at bjóða uppá
bussleiðin í hesum nýggja
útbjóðingarumfarinum.
Talan er um Bláhamars
bussar og AB-Bussar, sum
ikki valdu at bjóða uppá
bussarnar hesaferð.
Bogi Haraldsen sigur, at
kommunan fer at keypa
allar bussarnar, ið verða
nýttir til býarbusskoyring
sum er. Ætlanin er so, at
teir komandi veitararnir
skulu keypa bussarnar aftur
frá kommununi fyri sama
prís, ið kommunan keypti
teir fyri. Hetta verður gjørt
fyri ikki at koma nøkrum í
óføri orsakað av nýggju
bussskipanini.
Bussleiðin gjøgnum kvørnina
Tað vera framvegis teir reyðu bussarnir, sum fara at koyra fólk runt í høvuðsstaðnum. Áhugin fyri at veita hesa tænastu fyri kommununa er stórur.
Mynd: Finnur Justinussen.
Nú fer megintiltakið á
Listastevnu
Føroya
av
bakkastokki. Talan er sam-
stundis um tøkniliga mest
krevjandi tiltakið í skjótt
tjúgu ára søgu Norður-
landahúsins. Tað er fram-
førslan »Edda – feigdar-
gullið«, sum Sequentia
framførir leygarkvøldið og
sunnukvøldið. Í sambandi
við sýningina er m.a. nýtt
gólv lagt á í Høllini í Norð-
urlandahúsinum, tí skinn-
arar og altskyns tøkni skal
festast og leggjast niður í
gólvið. Havnar Timbur-
handil hevur latið tilfarið ti
l nýggja gólvið, sum Birgir
Sondum og hansara menn
hava lagt á. Eisini verður
hópin av serstakari ljós- og
ljóðútgerð nýtt til fram-
førsluna.
Ljósmaður
í
Norðurlandahúsinum
er
Zacharias Guttesen, meðan
Óla Jákup í Dímun er ljóð-
maðurin.
Edda – endabresturin
Edda verður stóri
endabresturin á ársins
Listastevnu
Ferðavinnan samlar træðrirnar
Skulu vit menna
ferðavinnuna enn
meira, so er neyðugt
at fólk í vinnuni hitt-
ast fyri at práta sam-
an. Tað sigur Heri
Niclasen, stjóri á
Ferðaráðnum, nú
Ferðaráðið á øðrum
sinni skipar fyri verk-
stovu fyri føroysku
ferðavinnuna
FERÐAVINNA
Orð: Jón Brian Hvidtfeldt
Myndir: Finnur Justinussen
Umleið 40 fólk, umboðandi
føroysku
ferðavinnuna,
hittust fríggjadagin á Hotel
Føroyum til eina verkstovu.
Endamálið er at samla
træðrirnar, nú vinnan fyri-
reikar seg til at taka ímóti
ferðafólki næsta ár.
- Vit meta, at besti háttur
at knýta ymsu partarnar í
føroysku ferðavinnuni tætt-
ari at hvørjum øðrum, er at
skipa fyri einum tílíkum
degi, sigur Heri Niclasen,
stjóri á Ferðaráð Føroya.
Dagarnar 11. og 12. sep-
tember verður stóra ferða-
vinnustevnan West Norten
Travel Mart í Íslandi, og
verkstovan er ein liður í
fyrireikingunum til stevn-
una. Gistingarhús, fyriskip-
arar av útferðum, flutnings-
feløg og onnur hava her
møguleika at vísa fram og
selja sína vøru til teir før-
oysku ferðasmiðirnar, sum
í næsta mánað fara til Ís-
lands at selja Føroyar sum
ferðamannaland.
Ferða-
smiðirnir eru tey, sum
smíðja og selja lidnar
»pakkatúrar«, har útlendsk
ferðafólk keypa ferðina,
uppihald og útferðir, áðr-
enn tey fara heimanifrá.
Databasi skal loysa gist-
ingartrupulleikan
Størsti trupulleikin hjá
føroysku ferðavinnuni er
framvegis tey alt ov fáu
gistingarplássini, serliga í
høvuðsstaðarøkinum. Heri
Niclasen sigur, at Ferðaráð-
ið kundi hugsað sær, at øll
gistingarpláss í landinum,
bæði á gistingarhúsum og
eisini í summarhúsum og
líknandi, vóru savnað í ein
stóran felags databasa hjá
vinnuni. So bar altíð til, eitt
nú hjá ferðasmiðjunum, at
síggja, hvar gistingarpláss
eru tøk. Eisini hevði tað
lætt munandi um tað tíðum
tunga samskifti, tá fólk
skulu ringja aftur og fram
upp til fleiri ferðir, fyri at
finna út av, um t.d. nakað
hús er tøkt at leiga í Sand-
oynni, vísir Heri Niclasen
á. Hann metir, at ein tílíkur
databasi hevði kostað um-
leið 300.000 krónur at
gjørt. Ferðaráðið fer tó ikki
skjálvt undir at gera arbeið-
ið, tí initiativið má koma
frá sjálvari vinnuni, sigur
Heri Niclasen.
- Tí ynskir vinnan ikki av
fullum huga ein tílíkan
databasa, so fæst hann ikki
at virka eftir ætlan. Leiklut-
urin
hjá
Ferðaráðnum
kundi, sum ein óheftur
stovnum innan ferðavinn-
una, verið at umsitið data-
basan, sigur Heri Niclasen.
Hann metir, at tað eigur at
bera til at fáa fígging úr eitt
nú Vinnuframagrunninum
til at gera databasan.
Ferðaráðið samstarva
við Hagstovuna
Undanfarin ár hevur Born-
holms
Forskningscenter
gjørt kanningar og meting-
ar fyri Ferðaráðið av,
hvussu
nógv
ferðafólk
koma til Føroya, hvaðan tey
koma, hvat tey leggja eftir
seg, o.s.fr. Men nú ætlar
Ferðaráðið at samstarva við
Hagstovuna, sum so skal
fáa upplýsingarnar til vega.
Upplýsingarnar hava stóran
týdning, tá Føroyar skulu
marknaðarførast
sum
ferðamannaland
uttan-
landa, umframt at tær
kunnu virka sum eitt baro-
metur fyri, hvat vinnan
kastar av sær til føroyska
samfelagið.
Fiskiheimasíða,
gongu- og súkklutúrar
Ferðaráðið fer næsta ár at
royna at bøta um umstøður-
nar hjá ferðafólki, sum
ynskja at royna seg við
tráðuni á føroysku vøtnun-
um og áunum, meðan tey
vitja. Arbeitt verður í løtuni
við at gera eina nýggja
fiskiheimasíðu, sum er ser-
liga ætlað stuttleikafiskar-
um. Har skal bera til at
finna upplýsingar um áir og
vøtn, sum eru væl egnað til
stuttleikafiskarí við tráðu,
eins og til skal bera at finna
allar praktiskar upplýsingar
har, t.d. um hvussu ein
sleppur á staðið og hvørji
loyvi krevjast.
Tveir nýggir faldarar
skulu eisini gevast út áðr-
enn næsta ferðamannaár
byrjar. Annar er ein nýggur
faldari, sum greiðir frá
gongutúrum kring alt land-
ið. Faldarin kemur í staðin
fyri fimm gamlar faldarar,
sum hvør í sínum lagi lýsa
túrar í ymsum pørtum av
landinum. Hin nýggi fald-
arin vísir á ymiskar súkklu-
túrar, sum ferðamaðurin
kann royna.
Væntar at árið fer
at hilnast væl
Hóast tað enn er ov tíðliga
at seta tal á, hvussu nógv
ferðafólk leggja leiðina til
Føroya í ár, so metir stjórin
á Ferðaráðnum, at árið fer
at hilnast væl.
- Fólk í vinnuni, sum eg
havi tosað við, lata sum
heild væl at árinum, sigur
Heri Niclasen.
Um 40 fólk úr ferðavinnuni vóru savnað til verkstovu á Hotel Føroyum fríggjadagin
Á verkstovuni høvdu ymsu partarnir í ferðavinnuni høvi at hitta hvønn annan
Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya
C
M
Y
K
7
6