leygardagur 17. august 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 156 - 17. august 2002
Nr. 156 - 17. august 2002
9
og hurðar og vindeygu
svørt. Mett verður, at einir
700 litrar av máling fara
uppá kirkjuna, har megin-
parturin fær tríggjar »um-
gangir«, onkur kanska ein
eykaumgang aftrat.
Marne og hansara menn
fóru undir at mála kirkjuna
fyrst í juli, men í byrjanini
hevði hann bara ein og tveir
mans aftrat sær. Síðan hev-
ur onkur hjálpt til aftrat, og
tá ið manningin var størst,
vóru tey 5 fólk saman við
manninum,
sum
stýrdi
krananum. Tvær abbadøtur
hjá Marna hava eisini hjálpt
til av og á. Onnur er Etly,
sum er 14 ára gomul; hin er
Ragnfríð, sum er 16 ára
gomul.
Marne sigur, at honum
dámar ikki so væl hæddir-
nar longur, og tí hevur hann
havt aðrar menn at mála
uppi í lyftunum, meðan
hann sjálvur hevur tikið sær
av tí niðara partinum av
kirkjuni, og her er nógv um
at fara, tí kirkjan er velduga
stór eftir føroyskum máti-
stokki.
Millum teir, sum hava
málað kirkjutornið úr lyftu-
num, er Ian D. Jacobsen og
síðan Oddur Lamhauge,
sum hjálpti Marna hendan
dagin, vit vitjaðu.
Ian gongur í skúla, men
málaði hjá Marna ein part
av summarfrítíðini, meðan
Oddur er elektrikari og er
vanur við at »hanga« í høgu
mastrunum. Oddur tóktist
fullkomiliga óræddur í
lyftuni.
Best um morgunin
Vit spurdu Ian, sum megin-
partin av tíðini málaði í
lyft, hvussu tað kendist at
arbeiða í slíkum hæddum:
– Eg haldi, at hæddin
tykist nógv størri, tá ið tú
ert uppi og hyggur niður,
enn tá ið tú gongur niðri á
asfaltinum og hyggur upp-
eftir. Har uppi er oftast
vindur og kalt, og tað er
óbehagiligt, tá ið lyftin og
armurin sveiggja ov nógv.
Sjálvur heldur Ian, at tað
er frægast at fara uppeftir
um morgunin, tá ið tú ert
nývaknaður og úthvíldur.
– Tað er líkasum, at tú
hugsar minni og ert so lin-
ur, at tú gevur tær ikki stór-
vegis far um, hvussu høgt
tað er.
Hann heldur, at tað er
verri at fara uppeftir, sum
dagurin gongur, og møðin
ger seg galdandi.
– Nei, eg haldi ikki, eg
kundi hugsað mær at gjørt
hetta arbeiði umaftur, sigur
Ian D. Jacobsen, sum eitt
skifti í summar hevur fing-
ist við at slípað jarn í
betonginum, spartslað og
málað
Fríðrikskirkjuna
saman við Marna og hans-
ara fólkum.
Onnur arbeiði
Marne Olsen er fegin, nú
Fríðrikskirkjan er komin
undir land, og hann fegnast
um, at tað hevur verið so
turt seinnapartin av summ-
arinum.
Hann hevur eisini onnur
arbeiðir at taka sær av, sam-
stundis sum Fríðrikskirkjan
hevur verið málað.
– Eg havi eisini átikið
mær at málað kirkjugarðin í
Rituvík og havi onnur ar-
beiði í gongd, sum skulu fá-
ast frá hondini í næstum,
sigur 67 ára gamli rituvík-
ingurin.
Í summar hevur
Marne Olsen, málari í
Rituvík, havt ábyrgd-
ina av at málað Fríð-
rikskirkjuna á Toft-
um. Hetta er ikki hvør
sum helst uppgáva, tí
har kirkjan er hægst,
er hon slakar 28
metrar høg
MÁLING
Vilmund Jacobsen
At hæddin á kirkjuni er 28
metrar, ljóðar kanska ikki
av so ógvuliga nógvum,
men tað er ikki hvør maður,
sum hættar sær so høgt
upp, minni enn so. Hetta er
nevniliga nógv, nógv hægri
enn fólk, sum ikki hava
roynt seg í hæddum, yvir-
høvur duga at ímynda sær.
Haraftrat kemur, at Fríð-
rikskirkjan stendur soleiðis
fyri, at bert eitt smalt tún er
niðanfyri kirkjutornið og
síðan rímiliga brattur bøur
oman til sjóvarmálan. Hetta
ger, at niðara síða á torni-
num tykist ógvuslig, tá ið
tú ert heilt uppi í toppinum.
Marne Olsen hevur valt
at málað kirkjuna úr lyftum
á vognum og lastbilum.
Hann byrjaði niðast við og
otaði seg síðan uppeftir.
Teir størru bilarnir eru dýr-
ari at leiga enn teir smærru,
og tí vildi hann síggja,
hvussu langt upp hann kun-
di sleppa, áðrenn hann leig-
aði tann størsta lastbilin við
tí langa arminum, sum rakk
heilt upp á toppin á kirkju-
torninum.
Sosialurin vitjaði
Hendan morgunin, Sosial-
urin vitjaði, hevði Marne
leigað ein av teimum stóru
lastbilunum hjá Hans Egil á
Eiði, sum hevur langan
krana við lyft. Ein maður
fylgdi við bilinum og stýrdi
krananum og lyftini, meðan
maðurin uppi í lyftuni bren-
di jarn úr betonginum og
málaði.
Hesin
kranin
røkkur
rættiliga høgt, og einki var
til hindurs at senda tann,
sum málaði í lyftuni, heilt
upp á kirkjutoppin og ríki-
liga tað.
Maðurin,
sum
stýrdi
krananum, var so beina-
samur at loyva Sosialinum
eina slíka »himmalferð«,
og her sluppu vit at uppliva
tær umstøður, sum Marne
og hansara menn noyddust
at arbeiða undir, tá ið ovasti
parturin á kirkjutorninum
skuldi málast.
Og høgt er tornið – tað
má sigast! Men munur er at
fara uppí hesar hæddir eitt
bil at taka nakrar myndir og
so at skula brenna jarn og
mála ein heilan dag har
uppi. Er lot, hevur lyftin
hug at sveiggja aftur og
fram, og tað man í ávísum
førum kennast ræðandi, tá
ið hesar rørslur gerast ov
stórar.
Hugsandi er, at tað kann
tykjast ótryggari at arbeiða
við teimum smærru kran-
unum, sum hava »armin«
langt úti, enn við teimum
stóru kranunum, sum røkka
nógv longur, enn brúk er
fyri.
Hesa kenslu hevði undir-
ritaði, tá ið vit vóru uppi og
»vendu« eina løtu. »Bein-
ini« á einum stórum krana-
bili eru so nógv størri enn
beinini á teimum smáu bil-
unum, men hartil kemur, at
vektin á teimum smærru
kranunum er nógv minni,
og teir røkka ikki so langt.
Líkamikið. Tað kendist
rímiliga trygt at vera uppi í
27-28 metra hædd, men eg
kundi illa hugsað mær at
hingið her uppi ein heilan
dag við vinkulslípara og
pensli í hond!
Hevði gott mót
Marne Olsen fekk Fríðriks-
kirkjuna at mála í kapping
við aðrar. Hann er 67 ára
gamalur, so tað má sigast,
at honum trýtur ikki dirvi,
hóast hann ikki er nakar
ársungi longur.
Spurdur, hvat kona hans-
ara segði, tá ið hann for-
taldi henni, at hann hevði
bjóðað uppá hetta arbeiði,
sigur Marne:
– Hon segði seg vóna, at
eg ikki fekk kirkjuna at
mála, og hon hevði heldur
ikki droymt um, at eg fór at
átaka mær hesa uppgávu.
Men bara stutt tíð gekk, til
greitt var, at eg hevði fingið
hesa uppgávu.
Og hvussu kendist tað so
hjá Marna; var tað ikki ein
møtumikil uppgáva at hava
hangandi yvir sær:
– Nei, eg hugsaði ikki so
nógv um tað, men eg visti,
at hetta var eitt stórt ar-
beiði, sum gerast skuldi. Eg
hevði fingið fólk at hjálpa
mær og hevði kannað
møguleikarnar
at
leiga
vognar og kranabilar til
endamálið. So, eg átók mær
hetta arbeiði við góðum
treysti.
Hendan morgunin, Sosial-
urin vitjaði, segði Marne, at
tað kortini kendist sum ein
lætti, nú arbeiði var komið
undir land. Enn vóru nakrir
snøklar eftir, men tað stóra
arbeiði var fingið frá hond-
ini.
Alt hvítt og svart
Samlaða víddin ella flatan á
Fríðrikskirkjuni, sum mál-
ast skuldi, er umleið 1400
fermetrar tilsamans, og alt
er hvítt og svart. Í høvuðs-
heitum er alt betongið hvítt
67 ára gamal átók sær
Vøkur og sjáldsom mynd, tikin suðureftir. Har niðri við sjóvarmálan sæst vitin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Oddur Lamhauge og Marne Olsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jú, tað er høgt at fara uppí
toppin á Fríðrikskirkjuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
at mála Fríðrikskirkjuna
Høgt er niður úr lyftuni, tá ið tú »hongur« við kirkjutoppin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ian D. Jacobsen málaði í lyftunum. – Eg tori best um
morgunin, sigur hann
Mynd: Vilmund Jacobsen
16 ára gamla Ragnfríð, abbadóttir Marna, málar garðin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Mynd tikin úr lyftuni og norðureftir
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8