Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 156 - 17. august 2002 Nr. 156 - 17. august 2002 11 Í komandi viku fara børnini aftur í skúla. Barnatalið økist, og verða komandi árgangir helst stórir. Ættarliðið, ið nú skal slíta sínar barnaskógvar í føroyska fólkaskúlanum, skal einaferð taka við hesum landi. Ábyrgdin liggur tungt á okkum at geva hesum komandi ættarliði bestu kor í einum støðugt skiftandi heimi. Ein máti at geva hesum børnum bestu møgu- leikar er at hava eina fólkaskúlaskipan, ið fyri- reikar børn og ungdóm til lívið eftir ár 2000. Vit hava í løtuni eina fólkaskúlalóg, ið ikki verður fylgd út í odd og egg, vegna ov lága játt- an á fíggjarlógini, og tí eru framvegis ting, ið eru sambært gomlu fólkaskúlalógini, og helst áttu at ligið eftir í farnu øld. Hetta er ein lands- trupulleiki, og má man fyrr ella seinni gjalda tað, lógin kostar, ella broyta fólkaskúlalógina. Hetta seinna hevði verið eitt afturstig, og kemur tað tí helst ikki uppá tal. Skúlaverkið er annars eitt dømi, har kommun- urnar í flestum førum liva fyrimyndarliga upp til sína ábyrgd. At sleppa í skúla uttan bíðilistar er í dag ein sjálvfylgja. Land og kommunur gjalda kostnaðin av upptøku av øllum børnum í skúlaaldri, og hevði tað aldrin verið góðtikið, um onkur kommuna innførdi bíðilistar til fyrsta flokk. Hví skal kommunal barnaansning verða øðr- vísi? Kanska kundi man hugsað sær eina skip- an, har kommunur fyrst og fremst betaltu skúla og barnaansing til øll, og so kundu tær lagt fíggjarætlan fyri restina. Raðfestingin er ikki góð nokk hjá summum kommunum. Tað er møguligt, at íløgukarmurin, ið ikki ger mun á skúla- og barnagarðsbygging og bygging av eitt nú kommunalum rulliskoytubreytum, hevur part av ábyrgdini. Yvirforeinklað kundi man sagt: fyrst skúlar og barnaansing, og so annað fyri rest. Letur man kommunur sleppa at velja ímillum barnansing og ítrottarhallir, ja so vita vit av søguligum royndum, hvat fleiri kommunur velja. Ansing- artrygd – ongantíð ov skjótt. DAGSINS MEINING Sosialurin Aftur í skúla VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Ragnhild Ellingsgaard ragnhild@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktíonin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kristina Háfoss løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin Fyri stuttum varð endaliga avgjørt, at farast skuldi undir skipan av føroyskum virðisbrævamarknaði. Het- ta vóru gleðilig tíðindi. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at føroyski virðisbrævamark- naðurin ikki verður av nøkrum, men at talan bert verður um, at føroyingar um stutta tíð fáa møguleika fyri, at gera íløgur, skráseta fyritøkur v.m. á íslendska virðisbrævamarknaðinum – eins og í dag – men tá um- vegis eina føroyska heima- síðu. Fyri knapt tveimum árum síðan varð partafelag sett á stovn við tí endamáli, at seta á stovn ein føroyskan løggildaðan (autoriseraðan) virðisbrævamarknað soleið- is, at føroyskar fyritøkur kundu skráseta seg og fáa kapital á henda hátt, og so- leiðis at føroyingar, stovnar, fyritøkur v.m. fingu høvi, at gera íløgur í føroyskt vinnulív, heldur enn at seta pening í banka ella í útlendskar íløgur o.a. Viðtøkurnar fyri partafelagið vórðu tó seinni broyttar soleiðis, at tað ikki varð neyðugt fyri parta- felagið at seta á stovn føroyskan virðisbrævamark- nað, men kundi partafelag- ið eitt nú heldur skipa fyri samstarvsavtalu við útlend- skan virðisbrævamarknað. Hetta gav møguleika fyri tí loysn, ið er vald í dag. Løggildað marknaðarpláss Tá tosað hevur verið um at seta á stovn ein føroyskan virðisbrævamarknað, hevur møguleikin við at skipa hann sum eitt sokallað »løg- gildað marknaðarpláss« verið sera viðkomandi. Hetta er ein mini-útgáva av einum stórum virðisbræva- marknaði. Eitt nú verða minni krøv sett til fyritøkur, ið ynskja at skráseta seg á tílíkum virðisbrævamark- naði enn á einum stórum virðisbrævamarknaði, og er hetta neyðugt, um fleiri før- oyskar fyritøkur skulu verða skrásettar á virðis- brævamarknaðinum. Lítil marknaður – men stóran týdning Ein tílíkur føroyskur virðis- brævamarknaður vildi ver- ið lítil í altjóða høpi, men kundi fingið stóran týdning fyri føroyska virðisbræva- mentan, fyri føroyskar fyri- tøkur, ið ynskja at fáa meira kapital, eins væl og fyri persónar, stovnar v.m., ið ynskja at gera íløgur í før- oyskt vinnulív. Føroyska uppsparingin er stór í løtuni og vildi ein føroyskur virðisbræva- marknaður uttan iva týtt, at væl størri partur av tí peningi, sum í løtuni »svevur« í bankum, sparikassum og trygg- ingarfeløgum, sum upp- sparing og íløgur uttan- lands – vildið »vaknað« í føroyskum høpi, og verið nýttur sum íløga í føroyskt vinnulív. Nevnast kann somuleið- is, at samgongan hevur ynskt, at nýta ein virðis- brævamarknað til at ein- skilja eitt nú Føroya Fiska- virking orsaka av, at søla á henda hátt tryggjar greiðar mannagongdir, fult gjøgn- umskygni, at øll fáa møgu- leika at bjóða, at selt verður til marknaðarprís v.m. Íslendska loysnin – ein føroysk heimasíða Men hóast vit hava møgu- leika fyri, at skipa okkara egna føroyska virðisbræva- marknað – tó undir danskari lóggávu í fyrsta umfari – sum síðan kundi samstarv- að við útlendskar virðis- brævamarknaðir, so varð onnur loysn vald. Á kom- andi »føroyska« virðis- brævamarknaðinum fara føroyskar fyritøkur, at kunna skráseta seg á íslend- ska virðisbrævamarknaði- num, eins og føroyingar fáa høvi til, at keypa og selja partabrøv á íslendska marknaðinum. Hetta hava føroyingar og føroyskar fyritøkur eisini møguleika fyri í dag, men munurin er, at tað í næstum verður møguligt umvegis eina før- oyska heimasíðu. Tað einasta sum verður føroyskt við »føroyska virðisbrævamarknaðinum« verður sostatt heimasíðan. Óvirðilig loysn Havandi í huga, at tað er eitt partafelag – har stórur partur av landsins størstu feløgum og fyritøkum eru partaeigarar – ið skal reka komandi virðisbrævamark- naðin, er ein orsøk til at ís- lendska loysnin varð vald óivað, at henda skipan er bíligast og lættast at reka fyri partafelagið. Tað hevið tó verið ynski- ligt, um hægri mál vórðu sett, og at størri dentur varð lagdur á, at vit í Føroyum eiga at skipa egnan føroy- skan virðisbrævamarknað m.a., fyri at byggja upp vit- an og førleika á økinum so- leiðis, at Føroyar – eins og øll onnur framkomin lond – kunnu verða skipaðar og framkomnar eisini á virðis- brævaøkinum – hóast talan er um ein lítlan marknað. Ætlanin við, at kalla tað, at føroyingar fáa møguleika fyri, at gera íløgur, skráseta fyritøkur v.m. á íslendska virðisbrævamarknaðinum umvegis eina føroyska heimasíðu fyri ein »føroy- skan virðisbrævamarknað«, er eftir mínum tykki ein óvirðilig loysn og átti at verið umhugsað, hvørt tað er rætt, at kalla íslendsku loysnina fyri ein føroyskan virðisbrævamarknað. Menna einar sjálvstøðugar Føroyar Vit eiga støðugt at menna samfelag okkara til at ger- ast enn meira framkomið og sjálvstøðugt, og ein liður í hesi menning er, at seta á stovn egnan virðisbræva- marknað, ið vil fremja ein- ar dynamiskar og produkt- ivar Føroyar og harvið fremja økt virksemi, virðir og vælferð í Føroyum. Vónandi verður núver- andi ætlan, ið er, at gera ein komandi føroyskan virðis- brævamarknað íslendskan, løgd til síðis, til frama fyri at skipa ein veruligan før- oyskan virðisbrævamark- nað. »Føroyski« virðisbrævamarknaðurin verður íslendskur UTTAN ÚR HEIMI So avgjørd er Condoleezza Rice, trygdarráðgevi hjá George W. Bush, forseta. Samstundis ávara alt fleiri amerikanska forsetan ímóti at fullføra ætlan sína USA-IRAK Árni Joensen: Tað var í samrøðu við bretska BBC, at Condo- leezza Rice segði, at USA sleppur ikki undan kríggi við Irak, tí amerikanska stjórnin hevur ikki annað í at velja enn at taka eina endaliga uppgerð við Saddam Hussein, forseta. Í samrøðuni segði hon, at minst tvær ferðir hevur Irak roynt at útvega sær kjarn- orkuvápn, men hon segði kortini ikki, nær hetta hev- ur verið. Condoleezza Rice verður vanliga mett at hava somu hugsjónir sum Dick Che- ney, varaforseti og Donald Rumsfeld, verjumálaráð- harri, sum báðir taka undir við at reka Saddam Hussein frá. – Hetta er ein óndur maður, sum er til reiðar at gera sínum egna fólki og sínum grannalondum ilt. Fær hann fatur á hópoyð- ingarvápnum, fer hann at raka okkum øll. Grundgev- ingarnar fyri at fáa eitt leiðsluskifti í Irak eru fleiri og góðar, segði Condo- leezza Rice. Hon vísti á, at irakski leiðarin hevur nýtt kemisk vápn ímóti sínum egna fólki og ímóti sínum grannum, og at hann hevur myrt irakar í túsundatali. Harafturat gevur hann loft- verjuni boð um at skjóta eftir flogførum, sum hava eftirlit við flogbanninum hjá ST, og í samráðingum við ST letst hann, sum var tað hann, sum vann Flógva- kríggið. – Søgan hevur fleiri dømi um, at líkasæla kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri heimin, ávaraði Condoleezza Rice. Ávara ímóti Brent Scrowcroft, sum var trygdarráðgevi hjá George Bush eldra, ávarar haraftur- ímóti tann yngra Bush ímóti at leypa á Irak. Í ein- ari grein í blaðnum Wall Street Journal skrivar Brent Scowcroft, at eitt amerik- anskt álop á Irak hevði bor- ið í sær, at heimurin hevði gloymt bardagan ímóti yvirganginum. – Tað, sum verri er, er, at allur heimurin er næstan á einum máli um, at tað hevði verið skeivt at lopið á Irak nú, skrivar gamli trygdarráðgevin. Í Bretlandi veksur mót- støðan ímóti amerikansku álopsætlanini støðugt. Tann harðasta atfinningin higar- til kom frá tí roynda Labour-politikaranum Gerald Kaufman í einari grein í blaðnum The Spec- tator í vikuni: – Bush, sum er tann minst vitandi amerikanski forsetin, sum eg havi hitt í mínum politiska lívi, er umgyrdur av ráðgevum, hvørs krígshugur ber boð um tvørrandi politiskan, hernaðarligan og diplomat- iskan kunnleika, skrivaði Gerald Kaufman. Samstundis vísir tað seg, at kurdarnir í Irak hava lítl- an og ongan hug at taka undir við amerikansku álopsætlanunum. Teir bera ótta fyri, at teir verða slept- ir upp á fjall. Blaðið New York Times skrivaði í gjár, at tá umboð fyri útlagnu iraksku andstøðuna vóru í Washington seinasta viku- skiftið, hevði amerikanska stjórnin boðið tí máttmikla kurdaleiðaranum Massoud Barzani við á fundin, men hann tók ikki av innbjóð- ingini. Amerikanskir hernaðar- ráðgevar hava fyrr sagt, at júst kurdarnir í Norðurirak eru ein týðandi liður í amerikansku ætlanini at fella Saddam Hussein. Í gjár var vatnið í ánni Elben níggju metrar oman fyri tað vanliga, og vatnflóðin er sostatt tann ring- asta har síðani 1845 VATNFLÓÐ Í EVROPA Árni Joensen Í 1845 fór vatnið í Elben 8,77 metrar upp um tað vanliga, men so minkaði áin aftur. Í gjár fór Elben níggju metrar upp um ta vanliga, men hesaferð vóru eingi tekin til, at áin fór at minka, heldur tvørturímóti. Hóskvøldið noyddust myndugleikarnir í Dresden at flyta 30.000 fólk burtur úr summum býarpørtum, og í býunum Bitterfeld og Magdeburg fingu 35.000 fólk boð um at vera til reið- ar at fara úr húsum sínum, gerst tað neyðugt. Tað hevur víst seg, at nógvar av byrgingunum, sum vóru ætlaðar at verja tann gamla býarpartin í Dresden, vóru ov lágar, og tí hava bjargingarmenn og hermenn lagt sandsekkir oman á tær gomlu byrging- arnar. Týsku myndugleikarnir ávaraðu í gjár um, at Elben ivaleyst fer at veksa upp- aftur meiri, tí áin er fram- vegis ógvuliga stór longur uppi inni í grannalandinum Kekkia. Ein nýggj frágreiðing hjá svensku verjuni kemur til ta niðurstøðu, at Svøríki er illa fyri- reikað til eitt møguligt yvirgangsálop. Í frágreiðingini stend- ur, at svenska verjan er soleiðis háttað, at eindir hennara eru tungar og seinførar og tí illa egn- aðar til at forða fyri ein- um yvirgangsálopi og tíansheldur at hevna tað skjótt. Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, vísa á, at svenski herurin er bara arbeiðsførur einar tveir mánaðir um árið. Tað er beint eftir nýggjár, tá nýggir hermenn eru lidnir við sína hertæn- astu. Ein 16 ára gamal amer- ikanskur drongur er dømdur 50 ára fongsuls- revsing fyri at hava skot- ið tveir ungdómar til deyðis og sært trettan aðrar á einum skúla í Kalifornia í fjør. Rætturin fjørdi eisini av, at drongurin kann ikki royndarleyslatast, fyrr enn hann verður 65 ár, og tað ber í sær, at hann skal sita í fongsl- inum øll 50 árini. Tann 16 ára gamli fór at gráta, tá dómarin las úrskurð- in, og hann bað avvarð- andi hjá teimum, sum hann skjeyt, um umber- ing. Ungfólk, sum sóu drongin skjóta, hava greitt frá, at hann bros- aði, tá hann lat skotini av. Verjarnir høvdu biðið rættin døma tann 16 ára gamla 35 ár í fongsul, meðan ákæruvaldið hevði kravt 425 ára fongsul, sum var harð- asta revsing, sum hann kundi fáa. Ein norskur ríkisborgari varð mikudagin dømdur hálvt fjórða ára fongsul á Bermuda fyri at hava snýtt nakrar íleggjarar fyri meiri enn eina millión dollarar. Norðmaðurin, sum er síðst í tríatiárunum, hev- ur játtað seg sekan. Sambært ákæruvaldin- um hevði hann lumpað fólk til at rinda sær meiri enn eina millión dollar- ar. Pengarnar skuldi hann seta í partabrøv, og hann hevði vissað íleggjararnar um, at teir fóru at fáa í minsta lagi 110 prosent aftur. Undir rættarmálinum kom fram, at norðmað- urin hevði ikki nýtt ein einasta dollara til parta- brøv, men at hann í veru- leikanum hevði nýtt pengarnar til eina marg- lætistilveru á Bermuda og til ferðir til Evropa og USA. Í heyst fer norski krún- prinsurin Haakon til London, har hann skal ganga í London School of Economics and Politi- cal Science. Útbúgving- in er liður í fyrireiking- unum til, at Haakon einaferð skal taka við sum norskur kongur. Men hann verður ikki tann einasti í flokkinum, sum fyrireikar seg til at taka við sum ríkisleið- ari. Tað vísir seg nú, at millum floksfelagar hansara í London verður ein ungur maður úr Libya, Seif al-Islam Gaddafi, sum er sonur sjálvan libyska leiðaran Muammar Gaddafi. Tann 30 ára gamli for- setasonurin er útbúgvin arkitektur og verkfrøð- ingur, og hann sigst vera tann, sum skal taka við eftir faðirin sum libysk- ur leiðari. Svøríki illa fyrireikað Fekk 50 ára fongsul Snýtti íleggjarar Krúnprinsar floksfelagar Tað slepst ikki undan kríggi við Irak Ringasta vatnflóðin í 150 ár Ein stórur partur av týska býnum Dresden stendur undir í vatni, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at Elben-áin fer at veksa uppaftur meiri. Kvinnan á byrgingini tykist hava mist allar vónir. C M Y K 11 10