leygardagur 17. august 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 156 - 17. august 2002
Nr. 156 - 17. august 2002
13
»Hýkur dimmið um hellu-
landið.
Kámast agnið, her eg
standi«.
Chr. Matras
»Kanska heimspekin vísir
okkum besta av øllum, hvus-
su løgið menniskja er. At
filosofera, er vera byrjaður
av nyggjum hvørja ferð«.
Martin Heidegger
EITT FERÐAESSAY
Kim Simonsen
Børnini spæla, kvinnurnar
grína og øll roykja í hesum
endanum av barrini. Eg eri
í Tübingen í Baden-Würt-
temberg í Suðurtysklandi.
Tey lesandi við síðuna av
drekka Latte machiatto, ið
café au lait eitur her, dagur-
in er nýggjur enn.
Maðurin við síðuna av
líkist einum týskum intel-
lektuellum,
skíklæddur,
kraftigar skógvar, mitt á
sumri. Hansara stutta hár
og
myrku
hornabrillur
reika niður yvir eina tjúkka
bók, ið hann skrivar í, hann
líkist suðurtýska heimspek-
inginum Martin Heidegger,
ið búði skamt her frá í
fjallasmáttu síni í Todt-
nauerberg í Schwartswald.
Heidegger hvørt djúpskyg-
ni var øgiligt, bók hansara:
»Sein und Zeit« ein torso
og ein katedralur av tonk-
um, onkrir líka so lemjandi
sum argasta fundamental-
isman, aðrir eru djúpir sum
brunnar. Ræðani er hon tó,
bókin frá Max Niemeyer
forlaginum her í Tübingen,
tí tað var her Heidegger út-
gav hesa bók, ið enn vekjur
undran. Hesin maður í barr-
ini tykist tvørur, óður,
stillisliga og innantanna
østur inná fartelefonir, nú-
tíðina, sjónvarpið, sum er
hart frá og fult av fótbólti.
Hesin er helst ein tíðarinnar
havreki. Kanska eru tað at-
finningarsamir tankar, hann
roynir at skriva í bók sína.
Hölderlin
og Heidegger
»Stormurin, ið ferðast
gjøgnum hugsan Heidegg-
ers, er sum túsundára
gamli stormurin, ið fýkur
okkum á møti úr verkum
Platons, stormar, ið ikki
eru úr hesi øld, men koma
frá tí fyndargamla, og
leggur eftir seg, nakað full-
komið, eins og alt fullkom-
ið fer aftur til tað urgamla«.
Hannah Arendt
Millum róp, royk, tjóðsang-
ir, ið teir spæla aftur og
aftur, tí onkur vann í fót-
bólti, her í steikjandi suður-
týska hitanum, kenni eg
eina hugtyngslu, ein mein-
ingsleysan longsul eftir
spælandi børnum, lýggjum
vindi, summardáum, sólj-
um og einum føroyskum
summardegi. Her í hita-
num, leggi eg einki í Týsk-
land, rokaðar bókhandlar
og leingist heim – kanska
havi eg verið her ov leingi?
Tað er sum øll lond eru
horvin, sum tilvildarlig
mark. Kanska eri eg sum
Johann
Wolfgang
von
Goethe helt fyri, raktur av
hesum hann sigur í Faust:
»Die Zeit ist kurz, die
Kunst ist lang«, listin er
long og lívið stutt, sum
gamla latínska temaði, so
melankolskt boðar. Faust er
um dreymin um at umskapa
seg til okkurt annað enn ein
er, við at selja sálina til
Fanan sjálvan. Tað er her, at
Dr. Faust ikki skilir, at um
ein ikki hevur gávuna at
doyggja og livna aftur
innanífrá, uttan hjálp ella
illar andar, gerst ein bert
ein syrgin gestur á hesi
myrku jørð.
Gula tornið hjá svaka
Friedrich Hölderlin við
fjøruna, kastar ein vakran
skugga yvir Neckaránna,
hetta stað, sum Heidegger
vitjaði mangan í huganum,
tá hann læs Hölderlinsa
yrkingar og skrivaði um
tær. Hin 30. november
1933, tosaði Heidegger her
í Tübingen, skamt frá hvar
eg siti, um universitetið í tí
nationalsosialistiska stati-
num, har hann legði á at
samanknýta
kollveltandi
nýggja veruleikan sum
nakað, ið ikki bert er borið
av tíðini, men er sum ein
gandakendur veruleikans
sirkul, har við lata okkum
umskapast, eins og yrking
Hölderlins. Heidegger sá
yrking Hölderlins sum eina
heild, eitt kalejdoskop, ið
rúmaði allar veruligar tank-
ar, tí henda yrking opnar
seg bert fyri tí, ið vil, og
kann eins og politikkur og
heimspeki, meinti Heidegg-
er, gerast ein kollveltandi
tilognan og ein heildar-
broyting av tilveruni. Hesin
longsulin eftir eini nýggjari
heild, serliga hjá teim, ið
vildu hava eina nýggja
andaliga tíð handan modern-
ismuna, setti Hölderlin
fram sum ein samleika-
skapandi yrkjara, og hetta,
at hesin yrkjarin gjørdist
svakur, gjørdist, við einum
øvugtum logikki, tí bert eitt
tekin um at hann var farin
inná álítandi, sannar og
eftirfarandi hugans gøtur, at
hann troyddi og royndi at
samansjóða yrking, tilveru,
heimspeki og politik við »tí
mystiska«, sum her í yrk-
ingini: »Til Lagnurnar«:
»So vælkomin tú stilli
heimur av skuggum!
Eg eri nøgdur, sjálvt um
ljóðføri ikki er mítt
Hetta, ið leiðir meg
niður. Tá eg einaferð havi
Livað sum gudarnir, og
meiri er ikki neyðugt«.
Her er galskapurin, ein heim-
ur av skuggum, ið hann
bjóðar vælkomnan, sum ein
leið inní gudabornan mys-
tik og vakurleika, tí hann
veit, at hann ikki spælir
ljóðføri sjálvur, t.v.s. at
hann veit, at hann er um at
gerast svakur. Hjá hesum
yrkjara fann Heidegger ein
sannleika, ið kundi knýta
saman aftur millum heim-
speki og bókmentir, sum
longu Platon hevði lagt á at
spjaða, tí Platon hevði einki
álit á yrkjarum og bók-
mentum, ið hann ikki mein-
ti kundu bera okkum nærri
einari fatan av veruleika-
num, men meiri avlagað
okkara fatan av hesum.
Sum Platon helt fyri: »Møt-
ir tú einum, sum hávirðir
Homer, ein, ið heldur, at
hesin varð uppalari Hellas,
tá skalt tú spyrja, hvat hann
heldur um hetta at stjórna
ymisk viðurskifti í lívinum,
soleiðis at ein og hvør skal
gera sum hann sigur. (…)
Sleppa vit hunangssøtu
Yrkingarmusuna inn um
gátt (…) gerast trá og lýð-
ing kongar í Statinum, ikki
lógin, ikki skynsemi, ið al-
Langferðaálvari og modernaða menniskja
– Á slóðina á muninum millum tað mystiska og modernitetin í Tubingen
tíð hava víst seg at stjórna
best«. Tað
varð
hatta
Heidegger ikki vildi góð-
taka, saman við nærum øll-
um samtíðartankum og
royndum at broyta heimin
og lív hins einstaka til tað
meiri sanna.
Kanska hesin maðurin, ið
líkst Heidegger, er ein rit-
høvundi komin at lesa okk-
urt upp, kanska hann hevur
skrivað okkurt ódeyligt
kvæði her í hesi stóru og
roykfyltu barrini.
Suðurtýskland
og Heideggersa ótti
Heidegger skilur ein betur,
um ferðin er gingin til
Suðurtýsklands, til sunn-
astu landspartarnir í stóra
landinum Týsklandi, til
Bajern og Baden-Württem-
berg, serliga til Schwarts-
walds økið, ið er sera stórt
og umfatandi. Nálaskógur-
in er svartur, tættur, trøini
høg, fjallaland við spjadd-
um húsum, bygdum, smá-
um- og størri býum. Áirnar
øgiligar, og beinleiðis vanda-
mikið, er at royna at ganga
ein túr í skógunum, tí nak-
rar metrar inni kennir tú teg
ikki aftur. Her livir gamla
týska
ondin,
Weissbier,
Schwartswaldschinke, fólka-
draktir, her er modernitet-
urin avlýstur, ella ongantíð
komin. Húsini enn bygd
sum bóndahús úr miðøld og
frá 17. øld. Her er tað Týsk-
land, sum romantikarnir
droymdu um, málaðu og
yrktu um, mest sum eitt
»live« tjóðskaparromantisk
fata morgana. Hetta var tað
øki, tann lívsformur, ið
Heidegger kendi og vildi
verja móti modernaða lívi-
num, móti spjaðing, deka-
densu, bohemum, stórbý-
um,
modernaðum
lívi,
urbaniteti og friðleysum
hálvfullum reikarum.
Heidegger fór sum ungur
í prestalæru, gavst, men
legði á at troyta eina krypt-
iska og mystiska heim-
speki, m.a. við at skriva
stór verk um Nietzsche.
Heidegger dámdi ikki van-
liga modernaða civilisa-
tión, modernað menniskju,
tað er sum um at schwarts-
walds bóndin, ið einki
segði, bara »var«, var eitt
meiri »veruligt« menniskja,
enn alskyns pyntaðir harrar
og væl vandar býarkvinnur.
Heidegger goymdi eina
stilla desperata øði, ið altíð
hótti við at bróta fram sum
ein goseldur. Hann kom til
arbeiðis í Freiburg á Uni-
versitetinum skíklæddur,
við skíum undir hond, hetta
kann tykjast sum eitt hugna-
lig brá við manninum, men
tá á døgum, var hetta há og
spott ímóti professaraveldi-
num, tí ikki var tað umhild-
ið, at ein professari líktist
einum bónda. Scwarts-
walds sonur, helt á dyr eftir
fyrilestrarnar og niðan í
fjøllini, har fell friður á
hann.
Heimspekin
hjá
Heidegger byrjar mitt í lívi-
num, sum ein stemningur,
ikki sum reinir tankar, ikki
ein heimspeki lærd frá
lærarapultum,
men
ein
djúpur tóni, sum ljóðið av
einsemi og náttargalum
djúpt inni í svarta Schwarts-
waldskóginum.
Brá av
antimodernismu
Innan katólsku læruna um
ár 1900 var bardagin ímóti
modernismuni umráðandi.
Carl Braig skrivaði í bók-
ini: »Um veran – Skitsa til
eina ontologi«, um »De
falsis doctrinis modernist-
arum«, um følsku modern-
ismuna. Hesir antimodern-
istar læs Heidegger sum
ungur maður, vóru ikki
bara
ímóti
upplýsing,
humanismu og tonkum um
framburð, men vildu ávara
um at vísindi kann vera ein
dogmatiskur svøvnur, har
sovornar leiðir sum biolog-
isma og positivisma, vildu
seta logik og pragmatik
saman og týna alt annað
enn tað vit kunnu mála og
viga. Hesir antimodernistar
funnust at modernaðari sið-
mentan,
at
modernaða
menniskjað væntaði virð-
ing fyri ótømandi loyndar-
málum við veruleikanum
vit eru ein partur av. Tá
menniskja setur seg sjálvt í
miðjuna, kann tað fáa eitt
fátækt nyttuborið viður-
skifti til sannleikan, har tað
sanna er tað, sum nytta er í,
og kann geva okkum prakt-
iskan framburð, her og nú.
Hin blaðungi Heidegger
gjørdist limur í »Grals-
bund«, ið var ein anti-
modernistiskur felagsskap-
ur innan katólska ungdóm-
in.
Heidegger kendi fólkini í
smábygdunum, so sum
Kreenhainstetten,
Mess-
kirch og í stórum býunum
sum Konstanz og Freiburg,
hann sá tí munin á borgar-
liga umhvørvinum, har fólk
vóru ílatin mótaklæðir, tos-
aðu um bókmentir, list og
heimspeki, meðan hjartað
hjá honum lá hjá: »Teim
náttúrligu, frísku, sunnu
fólkunum, við grovu dia-
lektini. Vanliga ramliga
bygdin, Kreehainstetten, við
djarvu, sjálvvissu íbúgv-
unum (…) So einkult, klárt
og satt…«. Her sær ein
longu ein longsul eftir tí
veruliga og upprunaliga
menniskjanum, mótvegis tí
tamda og kanska oyðilagda,
her kemur stóra temaið inn-
an eksistensheimspekina
undan, ið boðar okkum at
liva »veruligt«, at finna
okkara veran, sum eina
veruliga »veran«, mótvegis
falskari læru, og óektaðum
borgarligum samfelagslig-
um leiklutum. Tað er hetta
Heidegger byrjar við at siga
í bókini: »Sein und Zeit«,
at vit hava gloymt hvat tað
veruliga merkir at vera, har
hann endurgevur Eleatin
frá Platonsa dialogi: »Sof-
isturin«, ið sigur: »At alt ov
leingi hevur tú vita, hvat tú
meinar, tá tú brúkar orðið
»veran««. Tað er hendan
veran, ella meiningin við
hesi, ið Heidegger setur sær
fyri at finna.
Roykurin av Heideggersa
barndómskorum av skinku,
osti og Weissbier fylgdi
við, hann var av fólkinum,
altíð ótyggur á bonaðum
universitetsgólvum, men
glaður í heimbygdini Mess-
kirch. Tá lesturin av heim-
spekinginum Brentano, læru-
meistara Husserls gjørdist
ov fløktur, fanst ein annar
heimur í bygdini: »Á
bygdagøtuni fáa vit veruna
til gávis, í tí ósagda (…)«
helt hann fyri.
Sólin setur, kaffi smakk-
ar av Føroya Bjór. Maðurin
við síðirnar av líkist ikki
meiri
Heidegger,
men
Janus Djurhuus í hamferð,
vilstur í tíð sum allir hem-
ingar. Rópini frá fótbólti-
num ljóða sum grindaboð,
eg kundi svorið uppá, at úti
á gøtuni ljóðar sum øll
hoyggja. Lýggjar, rívur
ganga so friðsælt, sum Jens
Dam Jacobsen helt fyri:
Hann við lýggja
hon við síni rívu
Hennar brá og bros –
hansar´ skemt og tos –
ber bert boð um tvey, ið
líka lívið
So einkult er tað kanska.
Tjøldur láta, handan róp og
royk á hesi barrini, ella
Gasthausið í Tübingen,
hoyri eg fyri mær Erlu
Kongsdóttir so sorgablýtt
láta: »Komi heim Føroya-
lands burturvistu børn«
Men eisini hon veit, at
ófriður er á flytifuglum.
Áðrenn fráferð kemur lang-
faraálvarin á hesar fuglar,
sum Heðin Brú helt fyri.
Tjøldrini bína, kúrandi sita
tey á nesjum og tangum við
høvdi undir vong. Kanska
er tað heimferðarálvari, ið
er lægstur á meg, hevði
viljað hoyrt hvørkveggjuna,
ternur og sæð reyðfiskin
blinka á seiðabergi. Ella er
tað bert Tübingen, Suður-
týskland og øll 20. øld, ið
legðist á meg, saman við
æviga ivanum, um modern-
aða menniskja skal frígera
seg frá óttanum, ið livir við
honum í modernitetinum,
ella skulu vit sum Heidegg-
er tykist meina, liva langt
frá og »uttanfyri« alla van-
liga mentan, t.d. í eini
fjallasmáttu í Schwarts-
wald.
Tað er eitt lop frá
Schwartswald til Føroyar,
men har hava vit eisini eina
djúpa flá í mentanini, fyri
hesum at syngja og yrkja
um heimstaðin, um harm-
oni, kosmos, sum maðurin
frá Viðareiði, ið dugdi at
siga tað:
Hvítar lýsa gjar-
og flidnarendur
Standa menn á nesjun
og á tongum.
Bátur rør við
áratøkum longum.
Heidegger hevði dámt at
farið á seiðaberg, hann
hevði kanska endurfunnið
eina hugmynd um okkurt
óspilt, reint og upprunaligt
á Viðareiði, millum harð-
førar
viðingar.
Kanska
hann og Christian Matras
kundu farið á flot, bara sitið
í dýrdarveðri og verið til,
har óttin er rendur á blá-
man, tí niðri í kjølinum
skvatlar okkurt tjúktflót-
andi »mystiskt«, saman við
eini hálovan av heimstaði-
num.
Og jú, eg eri ikki við um-
borð, varð báturin mín,
hevði eg rent nøgluna úr og
svomið í land, tí langfarar-
álvarin er støðan av frælsi,
ið modernaða menniskjað
er æviga blakað inn í, ið
minnir okkum um æviga
óttan, eins og modernitetur-
in ikki bert er óndur og
spjaðandi, men opin við al-
skyns dýrd.
C
M
Y
K
13
12