Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 17. august 2002 15 útgerðarmanni og reiðara. Tann nýggja tíðin gav økt fræl- si og øktar møguleikar, reiðar pengar, møguleikar at ferðast, at byggja størri hús, at ogna sær klæðir, hentleikar, innbúgv og stás. Men framvegis vóru bond eftir, ið høvdu við sær ófrælsi, og tað vald, sum bóndin hevði havt á sínum tænastufólkum, varð nú flutt inn í eina nýggja skipan, har útgerðarmaðurin í mongum lutum hevði bóndans valdsstøðu. Regin í Líð Fyrsti føringur, sum lýsir hesa nútímansgerð av feudalvaldinum, og serliga hennara dám av treyt- an og bandi, er Rasmus Rasmus- sen. Í stuttsøguni »Rakul«, frá 1907, lýsir hann við náðileysum grannskygni bæði tann búskapar- liga, samfelagsliga og – ikki minst – tann kynsliga táttin í hesi nýfeudalu skipan. Men hesin tekstur vakti lítlan ans, einamest kanska av teirri or- søk, at hann sá dagsins ljós í eini tíð, sum var romantisk og tjóð- skaparlig og sum tí valdi, í sín- um bókmentahugsanarliga al- menni, at sálda ta listina frá, sum viðgjørdi ein almennan problema- tikk og eina innlendska kúgan. Og tað gingu heili fjøruti ár, til ein tekstur sá dagsins ljós, sum ikki bara var á hædd við hesa stuttsøgu í dýpd og grannskygni, men fyri fyrstu ferð lýsti viður- skiftini á einum lørifti við sam- felagslýsingarligari breidd. Hesin tekstur var skaldsøgan Fiski- menn, sum kom út í 1946. Martin Joensen føddur Maðurin, sum skrivaði hesa skaldsøgu, æt Martin Joensen. Hann var føddur í Sandvík tann 19. apríl 1902. Mamma hansara æt Louisa Joensen. Hon var ógift, og sambært øllum upplýs- ingum fekk Martin ongantíð at vita, hvør faðir hansara var. Hvørjar avleiðingar hetta kann hava havt, og hvussu hann makt- aði hesar avleiðingar, skal stutt verða nomið við seinni í hesum fyrilestri. Martin vaks upp hjá mammu síni, og móðir og sonur búðu inni hjá abba og ommu Martin. Theodor Dahl Martin fór í skúla, helst í 1909. Sandvík hevur helst tíðliga í tíð- ini havt ferðalærari, sum kom úr Hvalba, men um tað mundið Martin fór í skúla, fekk bygdin sín egna lærara. Lærarin æt Theodor Dahl og var úr Funn- ingi. Hann var beint tá liðugur við sína útbúgving og hevur ver- ið í bestu árum. Tað var langt frá allastaðni, at næmingar lærdu føroyskt í skúla- num, men í Sandvík høvdu tey ein tíma um vikuna, har tey lósu føroyskt. Lesibókin var tann hjá A.C. Evensen. »Jóhannesar evan- gelium«, í týðing eftir A.C. Evensen, sum var komin í 1908, var latin børnunum at lesa, somuleiðis »Robinson Kruso«, frá 1914, í týðing eftir Sverra Patursson, og barnablaðið »Ungu Føroyar«. Alt hetta sigur okkum, at Theodor Dahl hevur verið nær- lagdur og medvitin lærari. Mar- tin sigur sjálvur, at møguleikar- nir at fáa hendur á bókum vóru góðir, og at sær dámdi væl at lesa. Størst týdning fyri hansara menning høvdu kortini heimið og bygdin, hetta at vaksa upp við »kvæðum, fólkavísum, ævintýra- lestri og ævintýrafrásøgn«. Skaðagrindin 1915 Tað ber illa til at sleppa frásøgn- ini um uppvøksturin hjá Martini uttan at nevna eina hending, sum fór fram, tá hann var 12 ár, og sum so ella so má hava sett sær varandi spor. Fastalávintsleygardag í 1915 varð grind sædd uttan fyri víkina í Sandvík. Fáir bátar vóru við í rakstrinum, og bara úr Sandvík. Hann lá av eystri inn av havi- num, aldan var reiðiliga síð, og lógvin breyt hart inn á sandin. Nakrir hvalir gjørdu landgongd við tað sama, men nógv svam eftir, sum skuldi haldast til. Tveir av bátunum, sum vóru á odda, annar við 8, hin við 7 monnum, vóru komnir nakað inn, tá stutt uttan fyri teir ein óførur brota- sjógvur reistist frá grunni, hálvdi seg yvir bátarnar og hvølvdi teir báðar. Har komu trý brot hvørt eftir annað. Hóast nakrir av monnunum vóru góðir svimjarar, vóru ring líkindi at bjarga sær. Av 15 monnum bjargaðist bara ein. 14 mans fórust – 5 úr Sand- vík og 9 úr Hvalba. Háskúlin Í skúlanum lærdu næmingarnir ikki at skriva ella stava føroyskt. Hetta kann hava verið ein orsøk til, at Martin Joensen einki hevur fest á blað í barnaárunum av skrivligum ella bókmentaligum tilfari, í hvussu er ikki á føroysk- um. Komin úr skúlanum tók Martin lut í vanligum bygdaar- beiði, róði út og var trý ár til skips. Hetta var honum kortini ikki nóg mikið, lestrarhugurin gjørdi ivaleyst sítt til, at hann fór til Havnar á háskúla, og har gekk hann árini 1922-23. Martin hevði ætlað at fara á handilsháskúla í Danmark, men tíðarskeiðið á háskúlanum kom at snara hansara ætlanum annan veg. Hann fekk nú undirvísing í at stava og skriva føroyskt, og søguundirvísingin gav honum »annað sýni á lív og framtíð«. Á læraraskúla Meðan føroyskt sum lærugrein í fólkaskúlanum enn bara var eitt eiti, og meðan kenslumálið enn var danskt, fingu háskúlans næmingar yndi til sítt egna mál, kunnleika til mál og søgu, og meira enn tað, háskúlin virkaði fyri einstakar, gávuríkar næming- ar sum eitt setur fyri høvundaút- búgving. Millum fólk, sum fingu gagn av slíkari skapanarligari tilelv- ing, kann ein nevna Hans Andri- as Djurhuus, Heðin Brú og Hans Dalsgaard. Martin Joensen fór á háskúlanum at royna seg sum yrkjari og rithøvundur. Og Símun av Skarði ráddi honum til at slep- pa ætlanini um at fara handilsveg- in, men heldur at fara á lærara- skúla. Hann fór nú undir lærara- útbúgving, ikki tí hann endiliga hevði so góðan hug til hetta, men tí tað fór at geva honum betri møguleikar at leita til bøkur og til skriving. Martin Joensen tók læraraprógv í 1926. Eitt viðmæli frá Rikard Long, dagfest tann 20. november 1934, gevur okkum eina mynd av før- leikanum hjá Martini um hetta mundið: Martin Joensen úr Sandvík er ein tann besti næmingur, ið eg havi havt í føroyskum á Lærara- skúlanum í Havn. Hann var sera nærlagdur, hevði gott eyga fyri málinum eins og hann heiman- ífrá málsliga hevði góða grund at byggja á. Eftir lokið prógv var Martin Joensen fyrst lærari á Økrum og í Víkarbyrgi og í Lopra. Í 1929 kom hann aftur til Sandvíkar, og har var hann lærari til 1944. Hann giftist við Linu Bjørgheim, sum var dóttir Jóhannes Dam í Havn. Tey fingu tvey børn. Regin og Ásu. Í 1944 fekk Martin starv á Tvøroyri, og har virkaði hann, til hann fór frá tann 1. apríl 1964. Hann andaðist tann 25. december 1966. Skald og sosialistur Hyggja vit nú at lívsverkinum hjá Martini Joensen, so fellur tað í tríggjar høvuðspartar. Hansara borgaraliga yrki var undirvísing. Vitnisburðir frá næmingum vátta, at hann sum lærari var ein av teimum, sum eftirsjón er í. Umframt tað var hann lista- maður, neyvari sagt rithøvundur. Eftir hann liggja tvær skaldsøgur og fýra søgusøvn. Í triðja lagi var hann politiskt og samfelagsliga virkandi menn- iskja. Hetta seinasta hevði við sær, at hann, sum sosialistur, var virkin limur í Føroya Javnaðar- flokki og blaðstjóri á Føroya Sosial-Demokrati frá 21. januar 1946 til 27. august 1949. Hans- ara blaðstjóratíð fevnir sostatt um næstan fýra ár. Taka vit hansara listarliga og politiska virki undir einum, so bendir tað á, at hetta var ein maður við sjálvstøðugari lívs- sjón, opin, leitandi, víðskygdur. Eg fari í hesi viðgerð at nema bæði við hansara bókmentaliga og politiska virki. (framhald) Martin Joensen á ungum árum Petur Mohr Dam og Martin Joensen 15 14 Nr. 156 - 17. august 2002 UM MARTIN JOENSEN Hanus Kamban Ta seinastu hálvu øldina hava vit føringar sæð okkara søgu lýsta í einum vaksandi tali av verkum, sum greiða frá einstøkum virkis- greinum og samfelagsbólkum. Í slíkum verkum kunnu vit lesa um eitt nú føroyska løgreglu, um føroyskar jarðarmøður, um rit- høvundar og lærarar. Í heyst kemur ein bók um føroyska mál- arasøgu. Tey flestu av hesum verkum snúgva seg kortini – sum vitiligt er – um okkara sjómenn, um skiparar, stýrimenn, kokkar og motorpassarar, og um fiskimann- in. Sum heild finna vit í hesum verkum upplýsingar um nøvn, á skipum og monnum, um tíðar- skeið og tilburðir, um fong, nøgd, stødd, vekt og prís. Tað, sum fer fram – um ein kann taka so til – millum skins og hold, í sálini hjá tí einstaka, millum menniskja og menniskja, nema hesi verk lítið við. Føroyingasøga Hetta er ikki merkiligt. Tí at loysa slíka sálarlýsing, mann- felagslýsing ella mikrosøgu úr lagdi – tað er uppgávan, ikki hjá teimum, ið skriva yrkisbókment- ir, men hjá rithøvundinum og skaldinum. Hugsar ein um fornan skald- skap, eitt nú ta íslendsku forn- søguna, so er orðið fiskimaður at finna longu í Føroyingasøgu, í kapitlinum, har greitt verður frá, hvussu Torvaldur í Sandoy verð- ur myrdur. Sjómaðurin er sjónsk- ur í okkara sagnum og tættum. Tað fongríka og hættisliga havið dregur andan í orðatøkum og skjaldrum: Her situr tú og syrgir mín ynniliga ekkja, út suður um Ísmansgrynnu har er mín rekkja. Eitt paradigmuskifti Miðskeiðis í 19. øld fer í okkara søgu fram ein stórbroyting, sum vit kanska kundu rópt eitt bú- skaparligt og samfelagsligt para- digmuskifti. Við fríhandlinum, tí privata fyritaksseminum og slupptíðini røkir sjógvurin eftir stuttari tíð – bara 20-30 árum – jørðina av sum grundarlag undir samfelagsins búskapi. Ein nýggj vinna tekur seg upp, sum eftir stuttari tíð kann geva reiðan pen- ing ella gera menn múgvandi, men sum samstundis er treytað av ótryggum viðurskiftum, veðri, skiftandi prísum, grunnanna skiftandi ríkidømi. Vit fáa handl- ar, reiðaravirkir, fiskaturking, ein skipaflota. Við hesum fylgir ein nýggj yvirtrom, ein nýggj mentan, nýggjur átrúni, nýtt undirhald, broyttir matvanar, nýggjur mál- burður, ein nýggj fagurfrøði. Vit fáa nýggjar yrkis- og samfelags- bólkar, eitt nú heil- og smásølu, krambakallar, fiskagentur og eina stætt av fiskimonnum, sum standa við vaðbeinið og síggja hav, meðan tað sprettir heima og heiðafuglurin kemur. »Gentukæti« og »Vaagen« Um ein nú spyr, hvat sæst eftir av hesum skifti og hesi nýggju mentan í okkara bókmentum, so er fyrst at siga, at bókmentaligir tekstir um hetta mundi vóru mest at kalla eitt eiti. Skriftmálið var komið í 1846, tjóðskaparrørslan gjørdi vart við seg frá 1876, og tað gekk ein mansaldur at kalla, til dygdargóðir bókmentaligir tekstir sóu dagsins ljós í Føroy- um. Fyrsti teksturin um sjólívið, sum er tætt við at hava skald- søgulongd, er Eitt ár til skips eftir Hans Andrias Djurhuus, frá 1922. Í 1935 kemur skaldsøgan Fastatøkur eftir Heðin Brú. Hvørgin av hesum tekstum grev- ur djúpt tað veri seg sum sálar- frøðilig ella samfelagslig lýsing. Nevnt kann vera, áðrenn farið verður víðari, at ein eldri føroy- skur yrkjari, Jóan Petur Gregor- iussen, longu tíðliga í tíðini til tað hevði nomið við hesa nýggju tíðina, eitt nú í yrkingini »Gentu- kæti« frá 1894 – har vit hoyra um, hvussu í Havnini »butikkir- nar um kvøldarnar tær skína sum sól« – og í vísuni »Vaagen«, eis- ini frá 1894, har sagt verður frá um eitt eimskip, sum á vári førdi fiskagentur og útróðrarmenn til Íslands og á heysti førdi tey aftur til Føroya: Vaagen hon rennur á havinum fram, hon kastast á ymsar kjálkar; bylgjan sprænir í gaffil og rá, hon brestur í plankar og bjálkar. Nýtt frælsi og nýggj kúgan Við tí nýggja samfelagsformi- num, har fiskivinna og fiska- til- virking vóru høvuðsskorða undir búskapi og samfelag, var eisini runnin fram ein nýggj skipan í viðurskiftunum millum sam- felagseindirnar, soleiðis at skilja, at har – í tí hvørvandi samfelag- num – fólk og húskir, einamest úti á bygd, í ein vissan mun vóru bundin at bóndagørðunum, so vóru nú fiskimaður og fiska- genta og teirra húskir bundin at MARTIN JOENSEN. Nakrir tættir í hansara virki sum rithøvundur og blaðmaður: Baksýni og uppvøkstur Hetta er fyrilestur sum upprunaliga varð hildin í Sandvík tann 19. apríl í ár, tá Martin Joensen, rithøvundur, hevði fylt 100 ár. Fyrilesturin varð aftur hildin í víðkaðari útgávu í Norðurlandahúsinum tann 12. august í sambandi við Listastevnuna. Greinin er í trimum pørtum, og verða seinnu partarnir prenaðir í komandi leygardagsbløðunum Sandvík – heimbygdin hjá Martini Joensen Martin Joensen saman við móður síni, Lovisu C M Y K 14