leygardagur 17. august 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 156 - 17. august 2002
Nr. 156 - 17. august 2002
17
Skúlin og ítróttar-
høllin í Trongisvági
verða takt av nýggj-
um. Talan er um ar-
beiði fyri eina tvær
milliónir krónur
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
Tvøroyri: Skúlin og ítrótt-
arhøllin í Trongisvági verða
takt av nýggjum. Økið er
stórt, og tað kostar nógvar
pengar, sigur borgarstjórin.
Einar tvær milliónir væntar
hann, at tekingin fer at
kosta kommununi.
Bygnignuri n er 20 ára
gamla og er taktur við stál-
taki, sum varð rættiliga illa
rustað og farið var at leka í
høllini,
sigur
Finnleif
Guttesen, borgarstjóri. Tí
var neyðugt við eini um-
væling, og valt varð so at
tekja allan bygningin, sum
hann er, av nýggjum. Lagd-
ar verða tróðurplátur niður
á gamla takið, og so takt
omanyvir.
Eisini gamli skúlin úti á
Tvøroyri varð taktur av
nýggjum í fjør, so nú skul-
du skúlarnir verið tættir
uttan, sigur hann. Men inn-
an er okkurt at gera av við-
líkahaldi, sum neyðugt er,
og farið verður undir tað
nakað skjótt, sigur borgar-
stjórin.
Eitt annað sum Tvøroyrar
Kommuna hevur gjørt í
summar, er umvæling av
gomlu træbrúnni á Hvíta-
nesi. Hvítanesbrúgvin stend-
ur á steyrum, og var av slík-
um slagi, at skilagott varð
hildið at varðveita hana.
Umsókn kom frá nøkrum
borgarum um at sleppa at
gera brúnna, men avgjørt
varð, at kommunan skuldi
standa fyri hesum. Nýggir
steyrar eru slignir niður, so
nú skuldi brúgvin verið
trygg nakað væl fram í tíð-
ina, heldur borgarstjórin.
Annars liggur asfaltar-
beiði fyri. Nýggivegur, tað
er framhaldið av Ovaravegi
undir Kvalinum inn í
Trongisvág, skal asfalter-
ast.
Manglandi bryggjupláss
er altíð ein trupulleiki, og
neyðugt hevur verið at fylt
út á sjógv fyri at fáa upp-
land, greiðir Finnleif Gutte-
sen, borgarstjóri, frá. Fylt
er út uttan fyri Fiskavirk-
ing.
Tað er rættiliga nógv við-
líkahald, sum gerast skal í
einum nú. Men tað kemst
av fíggjastøðuni, kommun-
an var í eftir kreppuna. Alt
ov nógv hevur ligið á láni í
ov langa tíð, orsakað av
hesum, og tí kemur tað nú
upp í røkur, sigur borgar-
stjórin á Tvøroyri.
Av nýgerð er ikki tað
stóra.
Men
vatnleiðing
liggur alla tíðina fyri. Ym-
sir privatir brunnar hjá
onkrum vatnfeløgum eru
enn á Tvøroyri, men gongd-
in er, at alt skal koma undir
kommununa. Og tað er
neyðugt, tí turkurin, sum
verið hevur í summar, hev-
ur
rættiliga
kenst
hjá
summum teirra, sum hoyra
til hesi vatnfeløgini, og tað
ber jú ikki til, sigur borgar-
stjórin.
Í grein um báta-
stevnunna á Tvør-
oyri, sum var í blað-
num tann 7. august,
varð skeivur eigari
uppgivin, tá gamli
Tvørabáturin, sum í
dag er í Danmark,
varð umtalaður
RÆTTING
Edvard Joensen
Í grein um Bátastevnuna
á Tvøroyri varð nevnt, at
tað var róðrarfelagið í Is-
høj í Danmark, sum eigur
10-mannafarið
gamla
Tvørabátin, sum luttók á
stevnuni.
Tvøramaðurin Ólavur
á Heygum, sum býr í
Danmark og er virkin
innan róður har niðri,
hevur vent sær til blaðið
og gjørt vart við, at tað er
ikki so.
Tað er felag, sum nevnt
verður »Bátsmanningin
10-mannafarið Tvørabát-
urin«, ið heldur til í Norð-
havnini í Keypmanna-
havn, sum eigur Tvøra-
bátin, og eisini luttók á
bátastevnuni við honum.
Ólavur á Heygum bað
okkum eisini gera vart
við, at í tøkkini, hann
vegna stevnuluttakarar-
nar hevði í Sosialinum
tann 14. august, hevði
hann av misgáum gloymt
ein av góðu stuðlum teir-
ra, sum uttanlands komu.
Tað er Skipafelagið
Føroyar, sum stuðlaði
teimum við at flyta
Tvørabátin millum lond-
ini.
Felagið takkar Skipa-
felagnum hjartaliga fyri
stuðulin.
Skeivt felag
nevnt sum eigari
Tekja skúlan og høllina
Tað undraði kanska
onkran lesara, sum
fylgir við á økinum,
at Norðbúgvin, sum
er ídnaðarskip, skal
hava fiskað svartkjaft
til ídnað í føroyskum
sjógvi, sum vit skriv-
aðu í blaðnum hós-
dagin. Tí ídnaðar-
skipini mugu ikki
fiska undir Føroyum.
Tað hevði Norðbúgv-
in heldur ikki gjørt,
sigur reiðarin
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Tá Norðbúgvin týsdagin
landaði svartkjaft í Fugla-
firði, var tað veiða, sum
fingin var í altjóða sjógvi,
og ikki í føroyskum, sum
annars sagt varð í hósdags-
blaðnum.
Tað er soleiðis, at Norð-
búgvin er ídnaðarskip, og
hevur sum slíkt ikki loyvi at
fiska svartkjaft til ídnað
undir Føroyum.
Í fiskiloyvinum hjá skipi-
num stendur, at Norðbúgv-
in í tíðarskeiðnum frá 21.
mai til 31. december í ár
hevur loyvi at at reka trol-
veiðu eftir svartkjafti á ytru
landleiðini til matna.
Tí undraði tað, at skipið
landaði 600 tons av svart-
kjafti í Fuglafirði, sam-
stundis sum sagt varð, at
hesi vóru fiskað í føroysk-
um sjógvi. Um so var, skul-
di tey heldur verið løgd upp
til frystivirkið í Kollafirði.
Bjarti Mohr, reiðari á
Norðbúgvanum, sigur, at
tað var ein misskiljing sum
skrivað var, tí skipið hevði
verið í altjhóða sjógvi og
fiskað hendan svartkjaftin.
Hinvegin hevur Norð-
búgvin eisini verið í Kolla-
firði einaferð við svart-
kjafti, sum ætlanin var at
landa til matna. Men virkið
har vísti fiskinum frá sær, tí
hann var ikki nóg góður til
matfisk. Sostatt fór tann
lastin eisini til ídnað.
Av Fiskiveiðieftirlitinum
verður váttað, at tær frá-
boðanir, sum hagar eru
komnar frá Norbúgvanum,
siga, at hann hendan túrin
var í altjóða sjógvi. Tey
hava lagt merki til, at sagt
hevur verið, at Norðbúgvin
hevur landað svartkjaft
undan Føroyum í Fugla-
firði. Tey hava tó ikki verið
umborð á skipinum og
kannað dagbøkurnar, verð-
ur sagt av Fiskiveiðieftir-
litinum.
Norðbúgvin hevur fylgi-
sveinaútgerð umborð, sum
ger, at til ber at fylgja skipi-
num alla tíðina. Men tey
sakna tó lóggávuna, sum
skal vera á økinum, siga tey
á Fiskiveiðieftirlitinum. Men
tó er at siga, at tann lóggáv-
an er á veg.
Norðbúgvin var í altjóða sjógvi
Norðbúgvin hevði fiska svartkjaftin, hann landaði í Fuglafirði í vikuni, í altjóða sjógvi
Teir tekja ítróttarhøllina og skúlan í Trongisvági. Hetta er arbeiði, sum fer at kosta einar tvær milliónir krónur, sigur
borgarstjórin ímTvøroyrar Kommunu
Mynd: Edvard Joensen
Finnur Helmsdal
Seinastu tíðina hevur enn
eina ferð verið nomið við
spurningin, um hvussu for-
sorgarlógin ger mun á gift-
um og ógiftum. Hesa ferð
er vinkulin settur á, at tey
giftu ikki kunnu fáa tað
sama, sum tey ógiftu fáa.
Aðrar tíðir hevur vinkulin
verið, at tað líkist ongum,
at fólk, ið liva sum gift, al-
líkavæl fáa frá tí almenna.
Sum so mangan áður
hava nógv verið frammi og
sagt sína hugsan um hesi
viðurskifti. Soleiðis er van-
liga, tá eitt hvørt órættvísi
er at hóma. »Hatta er van-
ærulig skomm, hatta má og
skal broytast«, er í stuttum
tað, flestu hava sagt.
Seinasta boðið er komið
frá Kristiani Magnussen,
løgtingsmanni, sum man
teljast millum tey fáu, ið
hava veruligt innlit í sosial-
lóggávu okkara. Kristian
verður í Sosialinum siterað-
ur fyri at siga, at fólk skulu
vera líka fyri lógini, og tí
skal grein 2 í forsorgar-
lógini strikast. Grein 2 í
hesi lóg snýr seg, at øll
vaksin hava skyldu í mun til
ta almenna, at forsyrgjara-
skyldan, sum er ásett í
rættarvirkningslógini, verð-
ur handhevað, tá stuðul við
heimild í forsorgarlógini
skal útgjaldast. Nú rokni eg
við, at Kristian ber hugsar
um tann partin av forsyrgj-
araskylduni, sum er gald-
andi millum vaksin fólk og
ikki hana mótvegis børn-
unum.
Uppskotið frá Kristiani
er ein máti at fremja rætt-
vísi uppá, um vit eftir
hondini yvirhøvur kunnu
tosa um rættvísi í hesum
sambandi. Tó loyvi eg mær
at ivast í, um málið kann
fáa eina so einfalda loysn.
Forsyrgjaraskyldan finnist í
so nógvum øðrum saman-
hangum, og so er hon eisini
ein grundarsteinur undir
sjálvum hjúnarbandinum
og familjumynstrinum sum
so. Spurningurin er, um vit
kunnu strika so grundleggj-
andi viðurskifti burtur úr
her men ikki har, og hvør
verður avleiðingin. Spurn-
ingurin er tí, um okkara
politikarar hava vilja og
dirvi til at pilka við so
grundleggjandi viðurskifti.
Ein rættur
Ein av meginreglunum, for-
sorgarlógin byggir á, er for-
syrgjaraskyldan.
Verður
hendan strikað, má eitt
hvørt koma ístaðin. Tí lógin
má byggja á ávísar megin-
reglur. Ein møguleiki er, at
allar
forsorgarveitingar
byggja á faktisku støðuna,
og at øll óansæð hava rætt
til veitingina, ávísa støðan
kann útloysa. Hetta merkir
millum annað, at øll, sum
ikki fáa síni børn ansað,
eiga at fáa so og so nógv út-
goldið við kassa 1. Gift ella
ógift, sambúgvandi ella
einsamøll.
Tá verða øll, sum m.a.
Kristian Magnussen eftir-
lýsir, sett líka fyri lógini.
Forsorgarveitingin verður
ikki tørvsmett men ein
treytaleysur rættur. Ein
rættiliga dýrur rættur, sum
fer at tryggja øllum, eisini
bóndakonuni á útoyggj for-
sorgarhjálp vegna vantandi
barnaansing, tí eingi tilboð
um slíkt eru harúti.
Gift ella ógift
Upp í hesum orðaskiftinum
hava eisini verið hugsanir
frammi um hjúnarbandið í
mun til lógarverkið. Um
lógarverkið og umsitingin
av hesum ávirka giftingar-
hugin manna millum. Onk-
ur hevur eeisni sagt sína
hugsan, um tað loysir seg at
giftast ella ei. Páll á Reyna-
túgvu,
landsstýrismaður
helt, at eittt nú forsorgar-
lógin neyvan ávirkar av-
gerðina, um fólk giftast ella
ikki. Onkur prestur hevur
sagt, at tað er burtur við at
hava lógir, sum seta gift
verri fyri.
Men hyggja vit at sam-
laða lógarverki okkara,
síggja vit, at myndin kan-
ska hvørki er eintýðug ella
einføld. Við hvørt setir lóg-
in gift verri fyri, men oftast
betri fyri. Taka vit t.d.
skattalógina, so varð hend-
an broytt dagarnar áðrenn
tingið fór heim í vár soleið-
is, at gift vóru sett nógv
betur fyri. Hyggja vit í
tryggingarlóggávuna síggja
vit, at tað mest sum ikki
loysir seg at tekna ávísar
tryggingar ógiftur. Sama er
galdandi fyri arvalógina,
har ógift eru fyri veruligum
vanbýti.
Ein viðkomandi spurn-
ingur aftur at er tí, um tað
er rætt bert at tosa um, og
møguliga broyta, forsorgar-
lógina í mun til hjúnar-
bandið. Eiga vit ikki at seta
samlaða lógarverkið upp
móti hjúnarbandinum. Í
hvussu er um vit ætla at
tosa um rættvísi.
Fari tí at mæla til, at
spurningurin verður enda-
vendur bæði ein og annan
veg, áðrenn avgerð verður
tikin um at strika grein 2 í
forsorgarlógini. Ein kendur
maður segði herfyri, at skal
der være gilde, så lad…
Fari at siga, at skal rættvísi
valda, so skal veruligt rætt-
vísi valda.
Tey giftu og tey ógiftu
VIÐMERKINGAR
ÚTNORÐUR-
SAMSTARV
Eirikur Lindenskov
Um vikuskiftið verður árs-
fundur hjá Útnorðurráð-
num hildin á Stykkis-
hólmi í Íslandi.
Á fundinum verður
barna- og ungdómsbók-
mentavirðisløn Útnorður-
ráðsins handað á fyrsta
sinni. 3 bøkur eru innstill-
aðar, ein úr hvørjum
landi. Tær eru ávikavist
Grønland:
»Sialua-
rannguaq« – Jørgen Peter-
sen
Ísland: »Sagan af bláa
hnettinum« – Andri Snær
Magnason
Føroyar: »Kuffan« –
Brynhild Andreasen (tekst)
og Astrid MacDonald
(tekningar)
Luttakarar úr føroysku
sendinevndini
verða
Jógvan á Lakjuni, for-
maður, Heðin Mortensen,
Henrik Old, Heini O.
Heinesen, Kári P. Høj-
gaard og Rúni Hentze.
Løgtingið
Savnsmynd
Útnorðursfundur á Stykkishólmi
C
M
Y
K
17
16