Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 156 - 17. august 2002 Nr. 156 - 17. august 2002 19 Heyganeshúsini lítið søguligt virði Fornminnissavnið hevur ikki áhuga í gomlu Heyganeshús- unum í Vestmanna, sum kommunan ætl- ar at beina burtur. Húsini eru í sera ringum standi og hava lítið og einki søguligt virði, sigur Símin Arge, settur landsantikvarur FORNMINNI Jón Brian Hvidtfeldt Vestmanna Kommuna nýt- ist ikki at óttast uppíbland- an frá hægri myndugleik- um, nú kommunan í næst- um fer at beina burtur Heyganeshúsini, sum standa á havnaøkinum í bygdini. Hetta hóast húsini eru frá 1896. Hægri myndugleikar eru í hesum føri Føroya Forn- minnissavn, sum hevur heimild til at friða húsini, verður mett at tey hava søguligt virði. Men Forn- minnissavnið hevur ongar ætlanir um at friða húsini. - Húsini eru í sera ringum standi. Skuldu tey verði sett í upprunastand aftur, hevði talan ikki verið um ábøtur, men um eina »rekonstruer- ing«, og tað hava vit ikki áhuga í, sigur Símin Arge, settur landsantikvarur. Hann metir, at sum húsini standa í dag, hava tey lítið og einki byggilistarligt virði. Sjálvt um húsini eru yvir hundrað ára gomul, so er tað í sjálvum sær eingin or- søk til at friða ella varðveita tey, vísir Símin Arge á. Men nú komið er so langt, at arbeiðið at beina burtur húsini er boðið út, og tað tískil kann væntast, at tey hvørva í næstum, fer Fornminnis- savnið møguliga at gera nakrar uppmerkingar at teimum. Men enn er ikki endalig støða tikin til tað, sigur Símin Arge. Sjálvt um Fornminnis- savnið sjálvt ongar ætlanir hevur um at friða húsini, so kann henda, at onkur annar biður savnið um at gera tað. Símin Arge hevur enn onga tílíka áheitan fingið. Tað sigur Heiðrik á Heygum, nú Heyga- neshúsini á havna- økinum í Vestmanna skulu beinast burtur. Hann hevur gjørt tekningar av húsu- num og lutum úr teimum, sum tey sóu út í síni bestu tíð FORNMINNI Orð: Jón Brian Hvidtfeldt Tekn.: Heiðrik á Heygum Nú Heyganeshúsini í næst- um skulu beinast burtur, hevur Heiðrik á Heygum verið og hugt at húsunum og tosað við eldri fólk í bygdini, fyri at fáa eina mynd av, hvussu húsini sóu út fyrr. Endamálið er at lýsa húsini, sum tey sóu út, tá tey vóru bygd í 1896. Eisini hevur hann verið í samband við fólk, sum framvegis eiga gamlar lutir úr húsunum. Fornfrøðingur staðfestir aðrastaðni á hesi síðu, at Heyganeshúsini sum so hava lítið og einki søguligt virði, tí skulu tey setast í upprunastand, er talan um eina »rekonstruktión«. Og tað er ikki so mikið áhuga- vert hjá Fornminnisavni Føroya, at savnið vil hava húsini friðað. Men fyri tað kunnu hús- ini, verða tey sett í upp- runastand, vera við til at geva Vestmanna bygd sín serliga dám, og vera eitt minni um eina farna tíð í bygdini. Heiðrikur á Heygum, sum hevur teknað húsini, sum tey sóu út, metir, at eitt uppskot hevði verið at flutt húsini á annað stað í bygdini, og síðan farið í holt við at umvæla tey. - Spell er, um hetta prýðiliga hús skal fáa banastingin. Mín vón er,at fólk við hesum tekningum kunnu fáa eina fatan av, hvussu Heyganeshúsið hevur sæð út. Varð húsið endurreist, hevði tað verið ein góður karmur um mentanarlívið, til dømis sum mentanarhús ella fornminnissavn, sigur Heiðrikur á Heygum. Heiðrikur á Heygum vís- ir á, at hóast húsið er í ring- um standi, so eru framvegis nakrar prýðiligar útskeringar eftir á húsunum. Harumframt finnast nakrir lutir til skjals, sum kunnu siga, hvussu Heyganeshúsið sá út innan. Og út frá hesum ber til at umvæla húsini, so tey koma at síggja út, sum tey gjørdu fyri góðari øld síðan. - Húsið kundi verið tað mentanarhús, vestmenningar ikki eiga Handilsbygningurin við torni Jarnverkið, sum var runt um tornið. Teknað er eftir tí upprunaliga jarnverkinum, sum enn er til Handilshølið innan, teknað eftir frásøgn og funnum lutum Vindeyga í Heyganeshúsinum. Tað er enn í húsinum Heyganeshúsið, sum tað upprunaliga sá út C M Y K 19 18