Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 17. august 2002 21 Føroyingar stóðu seg væl í Lyngby Tíðindaskriv Seinasta vikuskifti vóru fimm ungir føroyingar og royndu seg í altjóða kapp- ing í frælsum ítrótti í Dan- mark. Og úrtøkan var góð: 2 gull-, 1 silvur- og 2 bronsuheiðursmerki. Kappingin nevndist Lyngby Ungdoms Games og varð hildin sunnudagin. Føroysku luttakararnir í Lyngby Ungdoms Games vóru vinnararnir av Grand Prix kappingini í renning: Esther Rasmussen og Marin í Dali av Tvøroyri, Tróndur Kragesten úr Havn og Álvur F. Christiansen úr Klaksvík. Umframt hesi tók Jan Elmar Sørensen úr Klaksvík eisini lut í kapp- ingini. Føroyska luttøkan er fingin í lag við stuðli frá Norðurlendska Ráðharra- ráðnum. Umstøðurnar voru góðar at kappast, hóast tað var heldur heitt fyri føroyingar- nar á rennibreytini, eini 25 stig, sól og stilli. Men før- oyingarnir fingu øll heið- ursmerki við sær heim. Esther Rasmussen rann 400m og 1500m. Á 400m gjørdist hon nr. 4 við tíðini 70,31 sek. Hetta var nýtt bólkamet fyri gentur-14 og samstundis bert tvey sek- und frá føroyska metinum á teininum. Á 1500m vann hon silvurheiðursmerki við tíðini 5.59,90 min. Marin í Dali royndi seg á 80m og 800m. Á 80m var hon miskeiðis í rúgvuni við tíðini 12,27 sek. Betri gekk á 800m. Har vann hon bronsumerki við tíðini 2.35,34 min. Tá tær høvdu runnið hálva leið, lá Marin annars á odda. Tíðin hjá henni var nýtt bólkamet fyri gentur-13 og sam- stundis næstbesta føroyska tíðin á teininum yvirhøvur. Tróndur Kragesten rann 400m og 1500m. Á 400m vann hann sín bólk við tíðini 56,48 sek. Hetta rakk til eitt samlað fjórða pláss. Men leiðarin á ferðini, Guttorm Sørensen, metir, at um Tróndur var styrkis- mettur hægri og tískil hevði runnið í hinum bólkinum, so hevði hann vunnið eitt heiðursmerki á 400m. Á 1500m gjørdi Tróndur bart. Hann førdi allan vegin og vann við tíðini 4.56,16. Hetta var sjey sekund betur enn silvurvinnarin. Tróndur setti samstundis nýtt bólka- met fyri dreingir-15. Álvur F. Christiansen lut- tók á 80m og 800m. Á 80m fekk hann tíðina 12,49 sek., meðan hann vann bronsu á 800m við 2.34,56 min. Hetta var nýtt bólkamet fyri dreingir-13. Jan Elmar Sørensen lut- tók á 50m og 800m. Á 50m fekk hann tíðina 11,05 sek. Á 800m vann Jan Elmar við 2.53,16 min., ið eisini er nýtt bólkamet fyri dreingir-11. Føroyska sersambandið fyri frælsan ítrótt, FÍF, er sera væl nøkt við føroysku úrslitini. Tey ungu hava víst eldhug í kappingunum her heima í summar, og tey vístu í vikuskiftinum, at tey eisini kunnu gera seg gald- andi í altjóða kapping. Tó undirstrikaði føroyska luttøkan enn einaferð, at stórur tørvur er á økjum til frælsan ítrótt kring landið. Føroysku luttakararnir stóðu seg væl á longru tein- unum, men á teimum meiri tekniskt krevjandi stuttu teinunum stóðu tey seg ikki eins væl. Atgongd til renni- breyt er neyðug, um ein skal menna seg á longu teinunum. Men á stuttu teinunum ber snøgt sagt ikki til at venja uttan at- gongd til rennibreyt. Støð- an við bert einari rennibreyt í Føroyum er serliga harmi- lig, tá hugsað verður um tey umleið 500 børnini og ungu, ið, nú kappingarárið er hálvrunnið, hava tikið lut í rennikappingum kring landið í ár. UEFA CUP Páll Holm Johannesen Við tveimum málum frá Toda Jónsson, eydanaðist FCK at vinna 3-1 ímóti Lokomotivi Tblisi hós- kvøldið í Parkini. Gestirnir úr Georgia komu annars á odda í fyrra hálvleiki, men stutt fyri hálvleik, var før- oyingurin á plettinum, og fekk javna. Í seinna hálvleiki var FCK nógv betri, og høvdu fleiri málmøguleikar. Áðr- enn 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, so høvdu FCK vunnu seg uppá eina 3-1 leiðslu. Toda skeyt sítt annað mál, meðan Thomas Røll fekk hitt. Málmøguleikar vóru eisini til fleiri mál, men FCK mátti taka til takkar við einum 3-1 sigri. FCK kann vænta sær tor- føran dyst í Georgia, har 2- 0 til georgiska liðið er nóg mikið at senda FCK úr kappingini Todi fegin um málini Todi segði við heimasíðun hjá Onside, at hann var feg- in um málini, tí kappingini er sera hørð um plássini í álopinum hjá FCK. Hós- dagin vóru tað Todi og sviin Jørgen Pettersson, sum byrjaðu, meðan Peter Møller aftur sat á beinki- num. Zuma er skaddur, og var tí ikki við í Parkini. Todi lat ikki væl at spæli- num hjá FCK, men væntaði kortini at FCK kláraði at koma víðari í kappingini. HAJDUK SPLIT-GÍ Páll Holm Johannesen GÍ var hóskvøldið á torfør- ari uppgávu í Split. Kroa- tiska stórfelagið vann dyst- in 3-0, eftir hálvleikstøðuna 1-0. Okkum hevur ikki eydnast at fingið samband við GÍ- leguna, og tí er ikki okkum greitt, hvussu leikur fór fram í Split. Einasta, vit vita er, at endaliga úrslitið gjørdist 3- 0, og á heimasíðuni hjá UEFA stendur ikki meir enn hvør hevur skotið mál- ini hjá heimaliðnum. Dysturin í tølum: Hajduk Split-GÍ 3-0 (1-0) 1-0 Dolonga 2-0 Pletikosa (br) 3-0 Dranja Gí: Hallur Hansen, Bartal Eliassen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen, Súni Olsen, Jóan Petur Olsen( Áslakkur Petersen), Magni Jarnskor (Gidek Janik), Hans Pauli Petersen, Kryzstof Pop- czynski(Súni Fríði Johann- esen), Henning Jarnskor. Føroysku luttakararnar í Lyngby Ungdoms Games: fv. Esther Rasmussen, Marin í Dali, Álvur F. Christiansen, Tróndur Kragesten og Jan Elmar Sørensen Todi bjargaði FCK GÍ tapti í Split Todi Jónsson bjargaði FCK hóskvøldið í UEFA Cup- kappingini ímóti Lokomotivi Tblisi Savnsmynd Gí tapti ikki heilt óvæntað ímóti Hajduk Split Savnsmynd 21 Nr. 156 • leygardagur • 17. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Vánaligu úrslitini í seinastuni er orsøkin til brádliga venjara- skiftið í HB FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen HB-leiðslan hevði boðað til tíðindafund fríggjamorgun- in. Umframt at sáttmáli við Nocko Jokovic varð undir- skrivaður, so boðaði leiðsl- an í HB, at rumenski venj- arin, Ion Geolgau, er settur úr starvið. Orsøkin til brádliga venj- araskiftið, sigur leiðslan verða at nú mátti okkurt henda, um meistaraheitið ikki skuldi fella teimum av hondum. HB-leiðslan vildi eisini nýta høvið til at takka Ion Geolgau fyri tað, hann hevði gjørt fyri felagið, og at hetta var ein heldur keði- ligur endi uppá eitt so ann- ars gott samstarv. Ion Geolgau vann greip- una fyrsta árið, hann var í HB, men síðani hevur ging- ið eitt sindur striltið. Tvær steypafinalur hevur hann tapt, og i 2000 fekk eitt annað pláss í føroysku landskappingini. HB tapti á Ólavsøku steypafinaluna, og av sein- astu seks dystunum, eru fýra taptir, og hóast felagið liggur bert eitt stig frá oddaliðnum NSÍ, so hevur leiðslan avgjørt at seta venjaran úr starvi. Eisini koyrdur í fjør Ion Geolgau var eisini koyrdur í fjør, men tað gjørdist stokkut, tí eftir bert ein dyst, sat rumenin aftur á beinkinum hjá HB. Tá vóru tað serliga spælararnir, ið vóru ónøgdir við, at leiðsl- an hevði sett hann frá, og tí vendi hann aftur. Hvussu spælarnir hava tað hesaferð, vildi leiðslan í HB ikki rættiliga svara uppá, men svaraði bert, at hetta var ein avgerð, sum leiðslan hevði tikið, og at bert einstakir spælarar á 1.liðið vórðu tiknir til ráðs. Hvat nú hendir við Ion Geolgau er ilt at spáa um, men um hann velur at vera verandi í Føroyum, so er tað heilt vist, at hann gong- ur ikki arbeiðsleysur leingi, tí flest øll mugu ásannað, at rumenin er dugnaligur venjari. Kári Nielsen tekur yvir Hjálparvenjarin hjá Ion Geolgau, Kári Nielsen, skal hava ábyrgdina av 1.liði restina av kappingarárin- um. Hann er gamal í garði, og sambært leiðsluni hevði tað stóran týdning, at tað var ein sum kendi felagið, sum nú tók við róðrinum. Eisini vísti leiðslan í HB á, at Kári er vællýddur, og at spælararnir hava neyðugu respektina um hansara persón. Mátin HB loysir venjara trupulleikarnir, líkjast ikki sørt tí, sum Brøndby nýtti fyrr í vár. Hóast liðið lá væl fyri, so varð eisini nýggjur venjari settur í úrtíð, og nú fer bara framtíðin at vísa um, tað fer gangast líka væl hjá HB, sum tað gjørdi hjá Brøndby fyrr í summar. FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Umframt brádliga venjara- skiftið, so boðaði HB- leiðslan eisini frá, at danin Nocko Jokovic spælir í HB restina av kappingarárin- um. Nocko Jokovic hevur verið í Føroyum í eina góða viku, og nú eru partarnir komnir ásamt um at gera ein sáttmála. Atvoldin til at Nocko Jokovic er komin hendan- vegin, sigur HB-leiðslan vera, at nú bæði Uni Arge og Pætur Dahl ikki vera at síggja á liðnum restina av kappingini, varð neyðugt við einum nýggjum manni álopinum, og tað er soleiðis sambandið millum partarn- ar er komið í lag. Sjálvur sigur Nocko seg vera fegnan um sáttmálan, og at hann vónar at tað fer at ganga honum og nýggju liðfeløgunum væl, og vón- andi, at hann kann vera við at fáa meistaraheitið í hús. Nocko vísir eisini á, at honum nýtist tíð at venja seg við undirlagi og nýggju liðfelagarnar, men hann er sannførdur um, at tað skal fara ganga væl. Spurdur um tað var hugs- ingur um, at hann spældi við HB komandi ár, svaraði Nocko, at um hann og fam- iljan treivst væl, og at tað gekk væl í HB, so skuldi hann ikki útihýsa møgu- leikanum. – Eg havi tó ikki slept vónini um at sleppa at spæla á høgum stigi uttan- fyri Danmark, segði Nocko eftir tíðindafundin. Spurdur um hvørja fatan hann hevði av føroyskum fótbólti, nú hann hevði verið her í eina viku, segði Nocko Jokovic, at støði avgjørt er lægri enn eitt nú í superliguni, men tað hevði hann eisini vænta framm- anundan. Hann hevði tó ikki væntað at so nógvir góðir fótbóltsspælarar vóru í Føroyum, og tað var bara gleðiligt fyri føroyskan fót- bólt Um nýggja felagið HB, segði Nocko Jokovic, at fel- agið hevði allar neyðugu hentleikar, og at leiðsla og spælarar høvdu verið sera fyrikomandi, og hann gleddi seg til at koma í gongd við at spæla fótbólt aftur. Nocko Jokovic hevur ikki spælt tað stóra seinasta árið, hann hevur verið knýttur at skotska felagnum Livingston, men hevði tor- ført við at fingið spælitíð, so sáttmálin við HB var fyrst og fremst gjørdur við tí fyri eyga at koma í gongd aftur við fótbóltinum. Ion Geolgau koyrdur HB-leiðslan hevur valt at seta Ion Geolgau úr starvi. Vánaligu úrslitini í seinastuni er orsøkin. Savnsmynd Nocko Jokovic verður í HB restina av kappingarárinum Nocko Jokovic vil ikki útihýsa møgleikanum, at hann eisini verður í Føroyum komandi kappingarár Mynd: Álvur Haraldsen Fríggjamorgunin varð so sáttmáli undirskrivaður millum Nocko Jokovico og Havnar Bóltfelag fyri restina av kappingarárinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20