leygardagur 17. august 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 17. august 2002
23
22
Nr. 156 - 17. august 2002
Beckham-mál ikki nóg mikið hjá KÍ
KÍ fekk uppibornan
javnleik á Svanga-
skarði hósdagin, og
høvdu teir verið
hepnari, kundu teir
vunnið dystin ímóti
ungverska liðnum.
KÍ-ÚJPESTI
Páll Holm Johannesen
Í
nógva
vindinum
á
Svangaskarði, eydnaðist KÍ
at fáa javnleik ímóti ung-
verska liðnum, Újpesti, í
UEFA-Cup- kappingini.
Dysturin endaði 2-2, eftir
1-1 í hálvleikinum. KÍ
spældi fult upp við ung-
verska mótstøðuliðið, og
klaksvíkingar høvdu fult
uppiborið javnleikin.
Størsta løtan í dystinum
var uttan iva, tá Allan
Mørkøre stutt inn í seinna
hálvleik, í besta Beckham-
stíli, royndi seg frá yvir 40-
metrum, og bólturin sat
handan málmannin hjá Új-
pesti.
Javnur fyrri
hálvleikur
Nógvivindurin á Svanga-
skarði darvaði spælinum
nógv, og tí var langt mill-
um tað góða fótbóltspælið.
Mesta spælið fór fram á
miðjum vølli, og langt var
ímillum málmøguleikarnar.
Újpesti legði betri fyri,
og løgdu nakað av trýsti á
KÍ-liðið, sum tóktist at
hava torført við at fóta sær
á hála vøllinum tí fyrstu
løtuna. Újpesti fekk eisini
mál longu eftir 13 minuttir.
Atli Danielsen ger eitt
heldur óneyðugt fríspark
uttanfyri Kí-brotsteigin úti
í høgru, sum Újpesti-mið-
vallarin Henrik Rósa tekur.
Bólturin
frá
ungverka
landsliðsleikarinum lá væl,
og við fremstu stong kundu
verjuleikarin, Tamas Juhar,
leggja gestirnar frammum
1-0.
Ikki fyrr enn tjúgu min-
uttir vóru farnir høvdu
klaksvíkingar fyrstu roynd-
ina á mál, og tað var eitt
skot frá Allani Mørkøre,
sum fór framvið málinum
hjá Újpesti.
Tað vóru annars ikki teir
nógvu málmøguleikarnir í
fyrra hálvleiki. Bæði liðini
høvdu onkra forkølaða
roynd, men ongin vandami-
kil støða kom fyrr enn beint
fyri hálvleik.
Fyrst royndi føðingar-
dagsbarnið, Atli Danielsen,
seg við góðum skotið, sum
málmaðurin fekk út til hor-
na. Hornasparkið úr vinstru
lá tætt at málinum, og
vandamikil støða spurdist
burturúr,
men
Ujpesti-
verjuleikari fekk bóltin út-
aftur til horna.
Seinna hornasparkið var
úr høgru, og lá eisini tætt at
málinum,
og
hesaferð
eydnaðist Allan Mørkøre at
fáa seiansta fót á, og so stóð
1-1.
KÍ leikti allan fyrra hálv-
leik í mótvindi, og hóast tað
ofta er lættari at spæla í
mótvindi, so høvdu klaks-
víkingar torført við at fáa
spælið at hanga saman.
Nógvi vindurin hevði eis-
ini við sær, at nógvar skeiv-
ar sendingar vóru frá báð-
um pørtum.
Allan enn einaferð
Dystargongdin í seinna
hálvleiki líktist nógv henni
í fyrra, har lítið sást til lík-
inda fótbóltspæl, og langt
ímillum royndirnar á mál.
Tíggju minuttir inn í seinna
hálvleik, vóru áskoðararnir
vitnið til eitt frágera gott
mál frá Allani Mørkøre.
KÍ vinnur bóltin á miðj-
um vølli, og Allan Mørkøre
setur ferð á, og komin nak-
að um miðjuna, ger hann
ikki mætari, enn at skjóta
frá yvir 40 –metra fjar-
støðu, og bólturin fóru upp-
um Újpesti-málverjan, og
so var KÍ frammanfyri 2-1.
Málið líktist ikki sørt tí hjá
David Beckham fyri nøkr-
um árum síðan, tá hann
aftanfyri miðjuna, skeyt
mál fyri Manchester Uni-
ted.
Hetta var vorðin sum
dagur í viku hjá Allan
Mørkøre, tí undan dysti-
num ímóti ungverska lið-
num, hevði hann aldrin
skotið mál í Evropa Cup,
og nú tað endiliga eydnað-
ist honum, skeyt hann ikki
færri enn tvey mál
Í seinna hálvleiki vóru
bert hendinga royndir á
mál, og meginparturin av
spælinum var á miðjum
vølli, har liðini skiftust um
at trýsta.
KÍ megnaði at halda
leiðsluna í 15 minuttir, men
so svaraði Újpesti aftur.
Klaksvíkingar missa bóltin
í uppspælinum í høgru, og
verða revsaðir við beinan-
vegin. Tvær avleveringar
millum Újpesti-leikarar, og
so lá bólturin í netinum.
Innskifti Balaszar Farkas
skeyt hesaferð málið hjá
gestinum, eftir at hava fing-
ið eina sending frá slovaka-
num, Radek Sloncik.
Tað, sum eftir var av
dystinum, royndi hvørgin
partur rættiliga at fara eftir
sigrinum, og tí hendi ikki
tað stóra seinasta korterið,
og dysturin endaði sostatt
2-2, og tað mugu báðir
partar verða nøgdir við.
Sum dysturin lagaði seg, so
var javnleikur eisini rætta
úrslitið á Svangaskarði hós-
dagin.
Henrik Larsen
til staðar
Nýggji landsliðsvenjarin,
Henrik
Larsen,
var
á
Svangaskarði hósdagin.
Fýra KÍ-leikarar skulu
um vikuskiftið á venjingar-
legu við landsliðnum, og
ímillum Atla Danielsen,
Ova Nysted, Hjalgrím Elt-
tør og Heðin av Lakjuni,
var tað avgjørt Hjalgrím
Elttør, sum glógvaði mest.
Hann stríddist væl, og hóast
ringa veðrið, so fekk hann í
løtum víst, hvør dugur er í
honum.
Ove Nysted stóð eisini
væl í miðverjuni, men um
avrikið hóskvøldið er nóg
mikið at sannføra lands-
liðsvenjaran um eitt fast
pláss, er heldur ivasamt.
Føðingardagsbarnið, Atli
Danielsen, hevði trupul-
leikar, serliga í fyrra hálv-
leiki, tí Újpesti-leikararnir
komu meir enn einaferð
ígjøgnum í síðuni hjá Atla.
Atla skal tó hava rós fyri, at
hóast hann ikki er meira
enn 19 ár, so er hann ikki
bangin fyri at halda uppá
bóltin, og tá hann hevur
bóltin, sleppur hann sær
sum oftast skilagott av við
hann.
Heðin á Lakjuni var held-
ur anonymur á Svanga-
skarði, og tá hann hevði
bóltin, spurdist ikki tað
stóra burturúr. Hann strídd-
ust tó væl, og spennandi
verður um kviki klaksvík-
ingurin verður við frá fyrsta
bríksli ímóti Liktinstein.
KÍ vantar áleypara
Til dystin ímóti Újpesti
spældi KÍ 4-5-1, við Bjarta
Vattelstad sum fremsta
manni, har uppgávan hjá
Allani Mørkøre, Hjalgrím
Elttør og Heðini av Lakjuni
var so at stuðla norðmanni-
num.
Tað er sjálvandi altíð tor-
ført at vera einsamallur
maður á toppinum, men
Bjarte Vattelstad fekk sera
lítið burturúr ímóti ung-
verjunum.
Hann hevur ikki staðið
seg væl higartil í lands-
kappingini, og avrikið hós-
dagin var eisini lítið sann-
førandi. Bjarte hevði onga
roynd á mál, og hann var
sera lítið víð uppspælinum
hjá KÍ.
Norðmaðurin skal sjálv-
sagt hava tíð at venja seg
við undirlagið í Føroyum,
og nýggju liðfelagarnar úr
KÍ, men nú hevur hann ver-
ið í Føroyum í skjótt ein
Norðmaðurin, Bjarte Vattelstad, var lítið sannførandi á Svangaskarði, og varð eisini útskiftur
tíðliga í seinna hálvleiki.
Mynd: Álvur Haraldsen
FÓTBÓLTSPRÁT
Páll Holm Johannesen
Kviki vongurin hjá klaks-
víkingum, Heðin á Lakj-
uni, var rímuliga væl
nøgdur við úrslitið.
– 2-2 er eitt gott úrslit,
men eftir at vit førdu 2-1,
er tað eitt sindur harmi-
ligt, at vit ikki halda fast,
og tí eri eg ikki meir enn
rímuliga væl nøgdur við
dystin, segði Heðin á
Lakjuni eftir dystin.
Heðin vísti eisini á, at
útgangspunktið til seinna
dystin er nógv verri nú,
enn um KÍ hevði klárað
at hildið tørn við 2-1.
Kortini trýr Heðin á Lakj-
uni uppá at koma víðari.
– Tað verður sjálvandi
ótrúliga torført at vinna
niðri í Ungarn, men vit
eru noyddir at trúgva
uppá tað, sigur Heðin.
Heðin á Lakjuni var
eisini við seinast KÍ møtti
Újpesti afturi í 1997, og
tá minnist Heðin, at tað
var sera heitt at spæla í
Budapest, og hann vónar,
at umstøðurnar verða
øðrvísi hesaferð.
Ein av áskoðarnum á
Svangaskarði var Henrik
Larsen, og tá Heðin varð
spurdur um hvørjar vónir,
hann hevði, um at byrja
inni
í
landsdystinum
ímóti Liktinstein, svaraði
hann, at hann vónar at fáa
møguleikarn frá fyrsta
bríklsli, men nú fáa vit at
síggja.
Heðin á Lakjuni:
-Rímuliga væl nøgdur
Heðin á Lakjuni helt tað
vera harmiligt, at KÍ ikki
megnaði at halda tørn
við 2-1. Kortini trýr hann
enn uppá at koma víðari
í kappingini.
Mynd:Álvur Haraldsen
FÓTBÓLTSPRÁT
Páll Holm Johannesen
Tvímálsskjúttin hjá KÍ á
Svangaskarði,
Allan
Mørkøre, var væl nøgdur
við úrslitið, men helt
kortini, at tað var keði-
ligt, at KÍ ikki vann dyst-
in.
Spurdur hvussu seinna
málið kom, svaraði Allan,
at Allan Joensen vinnur
bóltin á miðjuni, og spæl-
ir seg, og eftir eitt trekk,
sá hann, at málmaðurin
hjá teimum var langt úti,
og so var bara at royna,
og tað var bara deiligt, at
tað eydnaðist at skora.
Allan Mørkøre var ser-
liga nøgdur við liðavrik-
ið.
– Vit stríðast rættiliga
væl í dag, og tað sum er
mest gleðiligt, er at vit
tora at spæla, og tað er
avgjørt høvuðsorsøkin til
at vit koma so væl úr
dystinum, segði Allan
eftir dystin.
Allan fegnaðist eisini
um, hvussu væl teir ungu
á KÍ-liðnum stóðu seg, og
at úrslitið av dystinum
avgjørt var eitt tekin um,
at føroyskur fótbóltur er á
veg frammeftir.
Spurdur, um hann helt
at nakar einstakur spælari
stóð seg serliga væl, svar-
aði Allan, at øll verjan
spældi væl, men saman-
umtikið var talan um eitt
frammúr gott liðavrik.
Allan var eisini við á
liðnum hjá klaksvíking-
um, sum á fyrsta sinni var
við í Evropa Cup afturi í
1992, men málini hós-
kvøldið vóru kortini tey
fyrstu hjá klaksvíkingi-
num í Evropa Cup. Allan
hevur umboðað KÍ, HB
og íslendska felagið KR í
evropeiskum kappingum.
Nú Henrik Larsen var
ímillum
áskoðaranar,
spurdu vit Allan, um
hvørjar vónir, hann hevði,
um at endurvinna sær
pláss á landsliðnum, svar-
aði hann, at tað hugsaði
hann ikki so nógv um í
løtuni, men vísti á, at
nýggi landsliðsvenjarin
hevði sæð hann spælt
tveir ferðir, og báðar ferð-
ir hevði eydnast honum at
skjóta mál, so tað boðaði
bara frá góðum, segði
Allan at enda smílandi.
Tvímálsskjúttin, Allan Mørkøre:
-Keðiligt, vit ikki vunnu
Endliga eydnaðist tað
Allani Mørkøre at skjóta
mál í Evropa Cup. Seinna
málið var ein sonn perla
frá Allan, sum leikti sín
fyrsta Evropa Cup- dyst
fyri tíggju árum síðani
Mynd: Álvur Haraldsen
Allan Mørkøre hevur júst skotið mál úr 40 metra fjarstøðu, og Kí- leikararnir sum vera man fegnir
Mynd: Álvur Haraldsen
mánað, og innan ikki alt ov
langa tíð, verður hann
noyddur at sannføra klaks-
víkingar um, at hann veru-
liga er verdur at satsa uppá.
Í løtuni trýtur við áleyp-
arum í Klaksvík, tveir
teirra eru at finna í verjuni,
nevnliga Ove Nysted og
Alexander
Djordjevic.
Báðir hava hava skotið mál
í
álopinum,
men
samstundis skal vera sagt,
at báðir eisini standa seg
væl
í
verjuni,
so
spurningurin er hvussu
nógv er vunnið við at flyta
teir longur framm á vøllin.
Kurt Mørkøre er farin
undir at trappa niður, og
hósdagin var hann ikki
frægt sum á beinkinum, og
í ár hevur leikandi KÍ-venj-
ari ikki spælt tað stóra, og tí
verður tað neyvan Kurt,
sum skal loysa álopstrupul-
leikan hjá KÍ.
Dysturin í tølum:
KÍ-Ujpesti 2-2 (1-1)
0-1 Tamas Juhar
1-1 Allan Mørkøre
2-1 Allan Mørkøre
2-2 Balascz Farkas
KÍ: 1.Meinhard Joensen, 6.
Atli Danielsen, 19. Ove
Nysted,
13.
Alexander
Djordjevic, 14. Rúni Elttør,
9. Allan Mørkøre, 3. Allan
Joensen, 8. Jan Joensen(4.
Jan Andreasen), 18. Heðin
á Lakjuni(5. Harley Bert-
holdsen), 10. Hjalgrím Elt-
tør og 12. Bjarte Vattlestad(
17. Erling Fles)
FÓTBÓLTSPRÁT
Páll Holm Johannesen
Slovakski venjarin hjá Új-
pesti, Laszlo Molnar, var
ikki nøgdur við avrikið
hjá sínum á Svangaskarði.
– Nei eri eg ikki nøgdur
við avrikið, tí vit lata tvey
bílig mál fara inn, segði
Laszlo Molnar eftir dyst-
in.
Újpesti venjarin er fyrr-
verandi landsliðsmálverji
hjá Slovakia, og hevur
tvær ferðir leikt ímóti før-
oyska landsliðnum, og tí
væntaði hann sær ein tor-
føran dyst á Svangaskarði.
– Út frá mínum roynd-
um ímóti føroyska lands-
liðnum, hevði eg satt at
siga væntað ein torførari
dyst, men kanska tíbetur
fyri okkara menn, so
gjørdist dysturin eitt sind-
ur lættari enn væntað, tí
vit spæla ikki væl í dag,
greiðir Laszlo Molnar frá.
Spurdur um hann vænt-
aði, at Újpesti kom víðari
í
kappingini,
svaraði
Laszlo Molnar, at umstøð-
urnar í Budapest vera
nakrar heilt aðrar enn á
Svangaskarði, og við tí í
huga, at vit skjóta tvey
mál í dag, so væntað eg at
vit koma víðari.
At enda segði Laszlo
Molnar, at hann hevði alt
gott at bera føroyskum
fótbólti, og at fólkið í før-
oyum var sera fyrikom-
andi. Serliga dámdi hon-
um mátan, føroyingar
spældu fótbólt uppá, tí
sum hann sjálvur segði, so
tordu føroyingar at spæla
fótbólt, og tað sást týðu-
ligt, at Føroyar var ein fót-
bóltstjóð, og hann rósti
ikki minst ítróttaranda-
num, sum hann helt vera
heilt í topp.
Újpesti-venjarin, Laszlo Molnar:
-Væntað sær torførari dyst
C
M
Y
K
22