leygardagur 17. august 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 156 - 17. august 2002
Nr. 156 - 17. august 2002
25
Kim Simonsen
Tað er vert at hugsa um, at
vit hvønn dag sjálvboðin
góðtaka, at nøkur fá fólk í
samfelagnum skulu trútta
teirra sjónarmið niður í
okkum, at ein lítil felags-
skapur av fólkum, ein elita,
sum bert hávirðir seg sjávi
og onnur frá sama bólki,
ikki møtir stórri mótstøðu.
Hesum bólki dámar best at
gratulera seg sjálvan, ella at
halda seg væl goymdan. Tá
onkur royna at seta niður á
magtgyrndina hjá hesum
bólkinum, við t.d. at fara
aftur um teirra egnu valds-
íðkan, rópa hesi í kórið,
eksludera og ekskommun-
ikera kritikarar og intell-
ektuell.
Útbúgvingarheiti geva at-
gongd til ymisk sosial øki,
mest vanligt er. at nógv øki
og sosial felt eru stongd
fyri tey uttan serfrøðinga-
vitan. Øki, sum læknafrøði,
løgfrøði, sálarfrøði o.s.fv.
eru vard. Men alt fleiri øki
renna saman í dag, so sum
t.d. KT, samskifti, fjølmiðl-
ar, PR, leiðsla og gransk-
ing. Ein kann hava lisið
lítið og einki, okkurt heilt
annað og tó enda sum ein
serfrøðingur um ein vil.
Nógv fólk halda seg gera
okkurt gott við teirra út-
búgving, men nógv eru bert
kjølfest konservativ vana-
djór. Hugsa vit um fjøl-
miðlarnar og gransking, so
er áhugin hjá akademikar-
inum mangan bert, hvussu
fólk uppliva ella skulu
skilja t.d. bøkur, film, dans
ella sjónleik, men mangan
er tað meiri áhugavert at
hyggja eftir, hvussu økon-
omisk og súmbolsk áhuga-
mál kýta seg at framleiða
bøkur, ella ávísa gransking.
Vanliga hugsa vit, at tað
bert eru altruistisk áhuga-
mál aftan fyri at skriva eina
fakbók, eina ævisøgu ella
eina skaldsøgu t.d., í Føroy-
um kann tað tykjast so, tí
eingin peningur er veruliga
at vinna á hesum øki, men
kapitalur er annað enn
krónur og oyru.
Í ávísum føri er tað bøk-
ur, sovornar frá »veruleik-
anum«, sum bert eru skriv-
aðar fyri at forvinna pen-
ing, tí tað er ein marknaður.
Men sum oftast er søgan
tann, at tær ikki selja tað
minsta, men kunnu tó
»vekslast«
til
heiður,
kanska entá størv og ikki
minst súmbolskan kapital.
Tað sosiala feltið innan
framleiðslu av list og av
kritikki er áhugavert, tí her
er mangan ein lítil lukkaður
skari av fólkum, sum rósa
hvørjum øðrum, sum halda
onnur vekk, t.d. við tøgn -
tá tey vilja verja seg sjálvi
og egna støðu. Kritikarar,
universitetsfólk og tey, sum
sita
í
heiðursfeløgum,
nevndum hava møguleikan,
súmbolskan og sosialan
kapital til at deila út heiður,
góðan kritik, virðislønir og
stuðul.
Men teimum dámar ikki,
um onkur setur seg at
skriva um tey sjálvi. Hetta
felt er áhugavert, tí tað er
lukkað, og hesi somu fólk
siga mangan, at hvat tey
gera í hesum felagsskapum,
netverkum og vinarbólkum,
er uttan áhuga, ella at teirra
dómir um tekstir, bøkur ella
ein film kann standa fyri
seg sjávan, t.v.s, at tað at
meta um kritikk og heiðurs-
gávur er einkisigandi.
Ein orsøk til hetta er, at
hesi brúka hugtakið um hitt
»autonoma« listaverkið, at
verkið síðani nýkritikkin
hevur einki at siga um
»intentiónina« aftanfyri, at
spyrja um slíkt er »óvís-
undaligt«, sum spurningur-
in um líkheitir í verkunum
við veruleikan. Her er tað,
at fólk flest ikki skilja, at alt
byggir á veruleikan, bert
ikki beinleiðis, og at hetta
er munurin. Ein stuttsøga
eftir ein realistiskan rithøv-
und sum t.d. Hanus Kam-
ban byggir á veruleikan,
men ikki ein vit kunnu út-
vinna
beinleiðis,
men
óbeinleiðis. Tey, sum halda
at tað er eitt 1:1 repræsent-
atiónsforhold millum veru-
leikan og list eru í ørviti, tí
tað er enn ikki eitt slíkt inn-
an náttúruvísindi. Innan
alisfrøðina er flestu alis-
frøðingar at tað mesta vit
kalla lógir, bert eru modell-
ir, bygd við ástøði og log-
ikki, har hesi tó greiða frá,
at okkurt er har úti, handan
tað vit 1:1 kunnu fata.
Men hin vegin at upp-
geva allan áhuga í veruleik-
anum, tí vit ikki kunnu
nærkast honum, er eisini
ein meginfeilur, har man
hugsar um okkurt er ósikk-
urt, so er alt í heiminum
helst so. Men var alt
»ósikkurt«, hvussu eru vit
so t.d. komin til ta hugsan,
at alt er ósikkurt, at vit ikki
kunnu møta veruleikanum?
Tí hann sum veit, at hann
ikki veit, og tí veit okkurt,
nemliga at hann ikki veit,
og at henda vitan er sikkur.
Hesin skeptikari stendur á
sikrari grund og sær, at
onnur, og øll, eiga at ivast,
uttan at síggja, at hann
undirgravar
sítt
egna
argument.
Soleiðis er vit teim bók-
mentafrøðingum, blaðfólki
og intellektuellum, ið ikki
eru áhugað í veruleikanum
ella viðurskiftinum millum
hendan og umheimin, mill-
um einstaka listamannin,
tónleikaran og tey, sum
hava »gjørt« hann ella hana
kendan. Tað er av áhuga, at
fáa allar partar av einum
sosialum felti við, um vit
t.d. skulu skriva um ein
rithøvund, er tað ikki
einkisigandi, at eitt ættarlið
av
kritikarum
dámdu
hendan høvund, tí hann t.d.
kendi teir, endurtók teirra
ástøði í sínum verkum
o.s.fr.
Tað finnast í søguni tal-
leys dømi um óheldiga
samanrenning av slíkum
áhugamálum.
Sosial áhugamál innan
gransking
»Ein møguleiki er ein opin
bardagi millum paradigm-
ur og skúlar. (…) Ein annar
er anomi ella resignatión,
har øll bert passa sítt, uttan
at hava nakað til felags.
Bert við eini felags fatan av
at ikki blanda seg í arbeiði
hjá hvørjum øðrum (…)
Ein triði møguleikin er
hugkveikjan av mununum,
og at menna eina felags
fatan.«
Bo Jacobsen, um
gransking, 2001.
Innan gransking ganga
áhugamálini í allar ættir, alt
beinleiðis frá at vilja
forvinna milliónir, til at
fremja
áhugamál
fyri
áhugabólkar, ella at vinna
rættindi fyri minnilutar,
kvinnum ella samkyntum.
Hetta seinasta slagið av
gransking kann hava stóra
samfelagsliga og mentala
ávirkan, hugsið t.d. um alla
kvinnurørsluna, sum sein-
astu 30 árini hevur fingið
stóra framgongd. Av og á er
prísurin tó, at vit gjalda, tá
vit para vísindi og hug-
myndafrøði, sum er eins
stórur, sum tann vit mangan
gjalda við at gloyma alla
hugmyndafrøði og gransk-
ingaretik.
Men her vantar eisini, at
øll vísindi torir at venda
kikarinum hin vegin og
granska seg sjálvan og egn-
an leiklut í samfelaginum.
Vit hoyra altíð, at t.d. sam-
felagsvísindi
roynir
at
skilja veruleikan, men eins
ofta enda hesi fólk við at
fordøma, ella við at virðis-
minka øki til eina politiska
keipumynd.
Tað sum Bo Jacobsen
sigur í brotinum omanfyri,
er at innan ymisk fak er
altíð stórt stríð, borið fram
av kapping, æru og øvund,
sum ikki er lætt at liva við.
Ikki minst eru granskarar
innan sama øki ósamdir.
Tað finnast skúlar, og so-
nevndar vitans og gransk-
ingar paradigmur innan øll
fak, eins og ymiskar hug-
myndafrøðisligar leiðir og
granskingarverkætlanir, ið
fyriskipa, hvat er eitt
áhugavert
objekt
fyri
granskingina, samstundis
sum metodur eru ymiskar.
Upprunaliga merkir orðið
»metoda« á griskum ein
vegur ella vegurin. Fyri
granskingina er tað avger-
andi, at granskarar læra seg
at kjakast um metodur, at
læra at siggja, hvussu hesar
eru uppbygdar, og duga at
tulka sjálva ástøðina tey
brúka at tulka við. Her er
tað, at heimspekin kemur
inn, tí innan vísindaheim-
speki eru slíkir spurningar
sjálvt evnið.
Gransking ein ævigur
bardagi
Kappingin innan øll faklig
øki er stór, hetta leggur
hald á lívið hjá hesum
persónum, alt annað virk-
semi, so sum t.d. eitt virki
intellektuelt lív, ella for-
midling í fjølmiðlunum, er
ofta ikki tíð til. Soleiðis er
vísindi og gransking eitt
felt, har ein ævigur dystur
verður
leiktur
millum
nýggja ástøðið og gransk-
ing, tey sum sita á eldri vit-
an royna at verja hesa
mangan. Helst tí tey vilja
tryggja sín egna einkarrætt.
Eitt vísundaligt øki, ella
sum vit rópa tað eitt fak, er
oftani bert eitt úrslit av til-
vildarligum stovnum, sið-
um og avmarkingum, sum
eru søguligar og hug-
myndafrøðisligar. Soleiðis
enda fak mangan við at
kappast, ella beinleiðis við
at royna at avvísa hvørt
annað, serliga um fakið
kennir seg hótt av øðrum
fakum, ella um teirra
»støða« í eini stigskipan er
hótt, millum onnur fak og
aðrar traditiónir. Sannleikin
hevur ikki nógva virðing
fyri hesi hugmyndafrøði, ið
oftani bert vil avmarka
sanningaráhugan mótvegis
hesum at verja eitt fak,
hetta er mangan ein verja.
Eingin skal fara inn á hesi
øki, og »taka« upp at boða
hesa vitan, mangan tí lim-
irnir ikki tíma, vilja ella
orka at seta fleiri fak sam-
an, og tí fáa fleiri vinklar
lýstar. Soleiðis er søgan hjá
øllum fakum eitt úrslit av
innanhýsis bardøgum, til-
vildarligum planum og av-
markingum mótvegis øðr-
um fakum.
Mangan er allur vitans
kapitalur endaður á fáum
hondum, tí vitan livir enn í
einum rúmi, har stættar-
borin áhugamál eru mynd-
ugleiki, sum ávísir agentar í
tí sosiala feltinum hava
fingið einkarrættin til.
Henda semja um at varð-
veita vald og vitan, t.v.s.
sosiala ortodoksi, er oftani
bert hótt av kritiskari broyt-
ing, av hertodoksi og av
teim ungu, sum koma
innanifrá og mangan eru
noydd at menna undirgrav-
andi álopsætlanir og snildir,
fyri at fáa tey ortodoksu at
bróta tøgnina, og verja
ortoksar fatanir av egnum
faki, og at enduruppfinna
eina verjurøðu, fyri at
endurskapa eina undirtøku,
ið eisini tryggjar framhald-
andi viðhald og stuðul.
Sum mótstrategi er hetta
minni djarvt, og úrslitið er
altíð, at ungir granskarar og
eldri ikki orka gronina í
hvørjum øðrum, inntil tey
ungu gerast gomul, og alt
byrjar aftur.
Bourdieu tosar um, at
innan øll fak er ein »doxa«,
ella ein ósøgd vitan, har
bæði mótstøðufólk og tey,
sum verja onkur sjónarmið,
eru samd um tað mesta,
sum t.d. at hetta fak er vert
at varðveita. Tað er ósann-
líkt, at nakar, sum t.d. hevur
lisið søgufrøði ella norður-
lenska málfrøði, er áhugað-
ur í at niðurleggja hesi fak,
øll hesi fólk hava ein áhuga
í, at slík sjónarmið skulu
berjast niður. Øll sum
»spæla« við eru partar av
spælinum, og viðurkenna tí
sjálvt spælið, tí eru allar
fakligar kollveltingar bert
lutvísar. Sjálvt teir trupul-
leikar ella »problem«, sum
fak viðurkenna sum verulig
innan sjálvt fakið, skulu
viðurkennast sum almenn
»problem«, at hesi skulu
»innskrivast« á listan yvir
tey »problem«, sum fakið í
søguni hevur havt.
Intellektuella felti og
gransking
Tað er sum Pierre Bourdieu
sigur, at vit bert skulu
góðkenna eina sosiologi, ið
ikki vil royna, at skapa eina
endaliga ástøði ella samfel-
agsliga
frágeiðing
um,
hvussu tey intellektuellu
skulu skiljast, tí hetta kann
brúkast at valdinum til at
kúga slík fólk, til at geva
ávísum akademikarum vald
til at ógildiggera teir spurn-
ingar, sum tey intellektu-
ellu royna at seta.
Neyðugt er at hava eina
frástøðu til veruleikan, tí
akademikarar og intellektu-
ell eru ikki uttan tilknýti
ella røtur. Sum oftast eru
hesi ein partur av tí stættini
í samfelaginum, ið situr á
valdinum. Bæði list og vís-
indi er somuleiðis fest í ein-
um tíðarinnar smaki, har
ein skal vita, hvat er
frammi og hvussu vit í dag
skulu hugsa.
At vita hetta kann frígera
fólk, har tey síggja, at tey
fáa eina kritiska vitan um,
at kunnleikin eisini hevur
mark, og at henda vitan er
fyritreytin fyri sannari vit-
an. At økja sína vitan er at
økja sína pínu, helt franski
filosoffurin, René Descar-
tes, tá ein t.d. skræðir
maskuna av brøgdum, falsi
og ekspertum sum koma
við svikaráðum.
Neyðugt er at lýsa og seta
niður á maktgyrndina hjá
hesum bólkum við at fara
aftur um teirra egnu valds-
íðkan, serliga tá hesi vilja
útihýsa og ekskommunik-
era kritikk og hin intell-
ektuella. Neyðugt er eisini
at læra fólk um, at ein ser-
frøðingur mangan er eitt
heldur relativt heiti, tí tú
kanst altíð finna ein ser-
frøðing, ið meinar okkurt
heilt annað ella tað øvugta
av teim, vit hoyra úttala seg
í fjølmiðlunum.
Tá fjølmiðlarnir brúka
ymiskar serfrøðingar, gera
hesi ikki vart við, hví tey
gera
tað.
Nærum
øll
gransking lívir onkunstaðn-
is millum verjurøðuna og
kollveltingina. Tey fríu
intellektuellu eru ikki meiri
fræls enn so, at tey eisini
hava fyri neyðini at spyrja
seg sjálvi, um tey veruliga
eru fræls til at gera og siga
tað, tey vilja. Og um vit
kunnu frígera tey »fríu«
intellektuellu? Hin fjórði
maðurin í Føroyum, sum
William Heinesen tosar
um, er maður ella persónur,
sum
granskingin
kann
bjóða okkum, men hesin
skal vita, at mentunarligt og
tjóðskaparligt arbeiði skal
fylgjast fram á leið saman
við økonomiskum og sosi-
alum arbeiði og lítilætni.
Keldur
Bo Jacobsen: Hvad er god
forskning - psykologiske og
sociologiske perspektiver.
2001
Pierre
Bourdieu:
Hur
"folket" anvendes. I: Texter
om de intellektuella. 1992
Comment libérer les
intellectuels
libres?
Í:
Questins de sociologie,
1980.
La grande illusion des
intellectuels. Í: Le Monde
Dimanche, 4 maj, 1980
Um føroyska gransking – millum kollveltingar og verjurøður
– Og um vit kunnu frígera tey »fríu« intellektuellu?
»Tá røtt er um føroyingin, sum hann er í dag, munnu
vit helst hugsa um hann, sum stríðist við hondum og
gongur undir byrðu, – hin meiniga mannin, sum
stendur mitt í tilverustríðnum og hevur ikki stundir
ella ráð til at teoetisera stórvegis«
William Heinesen, 1937
»Hann skal fáa at vita, í tíð og úrtíð at hann er reystir
runnin av stoltari og ókúgandi norskari høvdingarót,
og breður hann úr ætt, er tað, tí at hann hevur tveitt
fyri borð tann gamla góða og undurgerandi og
andliga mennandi bóndamatin (hetta er hugnaligt hjá
honum at hoyra, tó at hús hansara kanska beint nú av
syndarligum óhappi eru seld við tvangsauktión)»
William Heinesen
»Umframt tann rópmikla national- og matromantik-
aran, sambandsoppurtunistin, ið ringist og sleiskar
fyri øllum valdsmonnum, hin venandi ella hóttandi
prædikumannin, er eisini ein fjórði maður: ei, ið einki
gól ger, men í stillum ger eitt harðvunnið og
lønarleyst verk til at veita føroyingum kultur. «
William Heinesen
C
M
Y
K
25
24