Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1981síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 SOSIALURIN Framhald av síðu 7 missa vit rættin til at kalla okkum sjålvi menniskju«. Fåar timar aftanå var hann deyåur. Við teimum > umfatandi ålopunum å mannarættindini i huga man mangur ivast i um tað er møguligt at vinna stríðið fyri hesum rætt- indum. Vit standa fyri einari avgerandi avbjóðing. Oivad vita fólk um allan heim meira um teirra rættindi nú enn nakrantíð fyrr; men tær valdsgerðir sum verða framdar hvenn dag vísa, at tervurin á stríði fyri manna- rættindunum er ikki minni enn áður. Hetta stríðið ma ferast á tvinnum ekjum, og venda sær móti misbrúki á altjóða stigi samstundis sum sam- hugur má skapast við offrun- um Arbeiðið fyri at tryggja undirteku við altjóða manna- rættindarreglum má styrkj- ast. Tað er avgerandi neyð- ugt at altjóða sáttmálar um mannarættindi verða sted festir. Sum er hava minni enn helvtin av heimsins stjórnum góðkent hesar sáttmálar. Ein altjóða sáttmali, ið bannar píning, og sum er í ferð við at verða skrivaður, má góðkenn- ast av S. T. skjótast gjørligt. Hesin såttmålin má hava reglur, ið loyva kanning av fangatippum. Heimsumfatandi steðgur av avrættingum, ið nýliga hevur verið til viðgerðar í S. T., sum útsetti málið, má fáast í lag. Sáttmálar eru kortini ikki einsamallir ferir fyri at tryggja mannarættindi. Mannahugsan má eggja til virðing fyri altjóða sátt- málum. Ein sterk og óheft manna- rættindarersla er av avger- andi týdningi — ein rersla sum er fer fyri at skera ígjegnum maktpolitiskar fløkjur og at leggja uppí allarstaðir har grundleggj- andi mannarættindi verða brotin. Hetta kann gerast á ymsan hátt, frá avdúkingum i fjølmidlunum til mótmælis- skriv vegna hóttar fangar. Amnesty International hevur gjert tær royndir at fólk, ið eru fyri hóttanum um píning og avrætting, kunnu bjargast av miðvísum altjóða mótmælum. Fangar eru frí- givnir aftaná samskipaðar áheitanir frá fólki og feløgum í eðrum londum. Í eðrum førum eru fangar ið vóru »horvnir« í fangalegum komnir aftur-íaftur. Píning er hildin uppat og deyðadómar broyttir. Ómetaligir = trupulleikar mega yvirvinnast. Tíðindi um fangar og fangalegur verða hildin aftur. Avvarðandi, sakferarar og mannarættind- astríðsfólk verða hótt við hovndartiltøkum. Stjórnir venda ofta tað deyva oyrað til áheitanir til frama fyri offrini. Mótmæli og avdúk- ingar verða mett við diplo- matiskum trýsti. Fangar og tey sum virka teimum til ———————3 Setið ti SC NORÐOYA SPARIKASSA frama drukna í almennum hykli um mannarættindi. Ferð eftir ferð hevur tað eydnast at vinna á tílíkum trupulleikum við óheftum arbeiði, bygt á álítandi upp- lýsingar. Hetta hevur einans verið gjerligt við hjálp av ágrýtni og fíggjarligum stuðli frá fólki í nógvum londum. Við byrjanina av 1980- unum hevur Amnesty Inter- national gjert sína steðu upp viðvíkjandi arbeiðinum fyri mannarættindunum. = Upp- gåvan hjå A. I. er trifald. Í fyrsta lagi verður arbeitt fyri skjótari og treytaleysari frí- geving av ellum samvitsku- fangum (fólk sum eru fongsl- að orsakað av teirra trúgv, húðarliti, kyni, etniska upp- runa ella tungumáli, og sum ikki hava nýtt vald ella eggjað til valdsnytslu). Í eðrum lagi berjist A. I. fyri rættvísari og skjótari rættar- viðgerð fyri allar politiskar fangar. Harumframt verður arbeitt fyri avteku av píning og deyðarevsins. Amnesty International metir eitthvert brot á hesi grundleggjandi manna- rættindi sum eina hóttan móti rættindum og manna- virði hjá hverjari einstakari menniskju. Arbeitt verður fyri at steðga valdsgerðum, ið verða framdar ella góð- kendar av landastjórnum, sum hava ábyrgdina av at seta tær reglur í verk, sum verða samtyktar av altjóða- myndugleikum. Hóast tað steðugt vaks- andi arbeiðið, ið stendst av at avdúka og arbeiða ímóti brotum á mannarættindini, hevur Amnesty Internatio- nal framvegis ta åskodan, at felagsskapurin må halda fram við einans at líta á stuðul frá limunum og gávur frá almenninginum. Hetta er av avgerandi týdningi fyri at felagið framvegis skal vera óheft av uppílegging frá stjørnum og áhugabólkum. Vit vóna at tvífalda lima- talið komandi tvey árini. Hetta hevði í stóran mun bett um okkara meguleikar at arbeitt fyri frígeving av samvitskufangum og ímóti píning og avrættingum. Hesin stuðul verður neyð- ugur, um vit skulu verða fer fyri at gera brúk av tí eld- huga ið so nógv fólk hava sýnt í starvi fyri Amnesty. Gjegnum tey 20 árini, ið eru liðin síðan Amnesty Inter- national varð stovnað, hava nógv túsund fólk arbeitt í bólkum um allan heimin til frama fyri meira enn 20.000 samvitskufangum og nógv fleiri hótt av somu lagnu. Væl meira enn 250.000 fólk taka sum er lut í arbeiðinum hjá Amnesty International. Í meira enn 350 førum hava løgfrødingar og læknar, sendir av Amnesty, verið hjå- staddir við rættarsakir, tosað við fangar og samráðst við stjórnarembætismenn. Milliónir av brevum eru send til stjórnir og fanga- legur, eitt prógv um vaksandi samhug n:27na millum. Hetta stríð má margfald- ast, um vit skulu verða fer fyri at taka ímóti komandi avbjóðingum og náa munandi framá móti altjóða verju av manna- rættindunum. Trúskapur móti hesum máli er neyðugur, um vit við orðunum hjá Vladimir Herzog skulu varðveita »rættin at kalla okkum menniskju«. Framhald av síðu 2 teimum størru plåssunum, og taka dømi fram um húsabygging. Flest fólk munnu knúgva undir byrðuni at fáa sær tak yvir hevdið — ella fót undir egið borð, tó at tað ikki eru húsabyggjarnir, sum kunnu tosa um regið< hús ella borð. Helst eru tað peningastovnarnir, sum eiga ognina, meðan einstaklingurin og familj- ur hansara stríðast fyri at fáa endarnar at rekka saman. — Vit vita, hvussu stórur lenmunurin er, so kostar tað alsamt eins nógv fyri øll at seta seg í slíka skuld... Spurningurin eigur tí at verða settur við, um tað er rætt frá samfelagsins síðu, at fólk ikki hava val- meguleikan at seta seg í so ovurhondsstóra skuld, sum tey kanska ikki hava áhuga fyri, men um tey ikki heldur skuldu havt í boði at leiga sær eina íbúð ístaðin, so einstaklingurin á tann hátt sjálvur kundi valt, hvussu hann vildi bú- leikast. Tá tað stendur í botni, og fólk ikki klára at greiða steðuna, sum samfelagið leggur til grund, sum rætt og semiligt gevur tað tí minni menta skulda- kenslu, og hann kennir, at tað er av egnum ávum, at hann ikki klárar seg í sam- felagsviðurskiftunum. Tað eru, ið hvussu so er, ikki hesir persónar og familjur, sum koma til bleðini at kæra sína neyð, tí tað halda tey ikki, tey hava uppiborið. Her er tað, teir fólka- valdu hava ov lætt spæl, at teir ikki skulu standa til svars fyri tær avgerðir, sum teir hava verið við til at framt. Neyðina noyðast fólk sjálvi at berjast við. Tá blaðstjórin á Dag- blaðnum herfyri í Útvarp- inum greiddi frá blaði sínum, var hann spurdur um, hver skrivaði lesara- brevini í sama blaði, og svaraði hann, at tað var „tann tigandi meirilutin« í samfelagnum, sum á henda hátt gav seg til kennis. N Eftir at hava verið í blaðstarvi í nekur ár, vil eg siga mína hugsan um júst henda spurningin: — nevniliga, at tað ikki er „tann tigandi meirilutin« sum skrivar lesarabrev, men heldur „tann skriv- andi minnilutin«, tí tað er neyvan so stórur munur á lesarabrevum, sum bleðini annars fáa (mangan koma tey somu lesarabrevini til ell bleðini) og neyvan hevur Dagblaðið so óvan- ligar lesarabrævskrivarar, at blaðfólkið á sama blaði noyðist at umskriva hesi, so vanlig fólk í Feroyum kunnu skilja, hvat skriv- arin hugsar um ymsu samfelagsmálini. Viðmerkjast skal tó við fyribrigdið »tann tigandi meirilutin«, at hetta hevur blaðstjórin á Dagblaðnum ikki funnið upp á av sínum eintingum. Tá Nixon, fyrr- verandi forseti í USA valdi at virka fyri »tigandi meirilutanum« i USA, var tað tí hann ikki visti, hverjum >slogan< hann skuldi fara í valstríð við. — Tað er jú so lætt at siga seg berjast fyri teimum, sum einki trúgva ella einki sjónarmið hava í slíkum málum, og tí var fyri- brigdið >tigandi meiri- lutin« so rættuliga »all round«, at eingin aftanå kundi koma vid krøvum til sama forseta. Oneydugt er kanska at vidmerkja, at Nixon gjørdist forseti av hesum. Fyri at koma aftur til føroysku pressuna, og teir møguleikar hon hevur at virka undir, er tann búskaparliga steðan ein hin torferasta, sum nakað virki hevur at berjast við, tí blaðframleiðsla er eitt slag av ídnað, sum kortini ikki kann sammetast við aðrar framleiðslur, tá vit ikki hava tað skrivi- frælsið, sum so mangan verður tosað um. Hetta seinasta kann sigast at virka millum fólk, har fleiri eru savnaði saman at umreða eitt ávíst mal, men vit koma íkki uttanum, at vit í Feroyum meina eitt, men siga eitt annað! — Tað er ikki fólkaligt at bera nakað upp á mál, sum kann sára ella seta spurnartekin við viðtikin mál. Tað átti at verið upp- gávan hjá pressuni at upp- lýst um tey mál, sum eru frammi í tíðini og at um- rett viðtikin mál, og hvussu tey framhaldandi verða vidgjørd, men tá stendur fast beinanvegin, tí bleðini eru ikki fræls, annaðhvert tað er eitt polittiskt/ópolittiskt blað, tí eisini feløg, stovnar og handilsfyritøkur eins og flokspolittisk fyrilit er at taka, áðrenn greinirnar kunnu prentast til lesarnar. Búskaparligt er tað ikki nakað gullnám at geva blød út, og um búskapar- liga hallið ikki skal gerast ov stórt, noyðast lýsingar at vera í ávísum síðutali fyri hvert blaðið. Um eitt ávíst blað setir spurningar við. mál, sum fyrrnevndu stovnar hava við at gera, — ella bert um fólk á hesum steðum hava áhuga fyri somu málum, so kunnu bleðini rokna við noktilsi viðvíkjandi lýs- ingum, og tá vita vit, at einki er at gera, um henda vælvildin svíkjur. At feroyska pressan bert er ískoytislestur er einki at dylja yvir, tí neyvan kunnu vit halda, at tað sum stendur í okkara blødum, er mynd av tí heimi, vit liva í. Sostatt kunnu vit ikki erpa okkum av, at út- lendsku bleðini eru óneyðug fyri føroyska les- aran. Vit hoyra í Útvarpinum um óteljandi bardagar, um hungursneyð, polittisk morð og aðrar ræðugerðir, sum dagliga verða framdar, men kortini rínur tað ikki við okkum sum nakað veruligt, og tað haldi eg, ið hvussu se er, er av teirri orsek, at vit ikki duga at viðganga henda ræðuleikan, tí hann ikki finst á okkara máli í tí tíðindaflutningi, sum fer- oysku bleðini viðgera. Vit vita eisini at tveir trið- ingar av heimsins íbúgvum svelta, meðan ein triðingur roynir klænkiskeið fyri at sleppa undan at doyggja av ovur- fita. Vit lesa eisini í út- lendsku pressuni um vápnadubbingina, og at tað verða nýttar 1. mió. kr. hvenn minutt í vápna- kappingini millum stór- veldini, og at tað nú finn- ast so nógv og ræðulig vápn í heiminum, sum kunnu forkoma ellum liv- andi, — ikki bert eina ferð, men heili 10 ferðir. Eisini vita vit, at tað er ógjerligt at sleppa av við somu vápn, um menniskjað einaferð vildi forkomið teimum tí tey ásannaðu, at kríggj og slíkir ræðu- leikar sum standast av bardegum, ikki áttu at havt innivist í okkar heimi. Um feroyska pressan skuldi tikið sær av út- lendskum tíðindum, so áttu bleðini at havt nógv sterri síðutal, enn í dag, men her kemur lýsinga- spurningurin og starvs- fólkatalið aftur inn í myndina, og her verða les- arnir við sviðið soð, tí hetta neyvan kann gerast Ein nýhugsan kundi tó verið gagnlig innan fer- oysku pressuna, um vit ikki løgdu so nógv trýst á hvenn annan, — tað veri seg búskaparliga, floks- polittiskt, átrúnarliga og á annan hátt, har tann minni menti eins væl kundi komið fram við sínum sjónarmiðum, so tað ikki altíð er tann, sum dugir væl at málbera seg, og sum veit, hvussu fram- ferðin er í fjølmidlunum og dugir at brúka tey, sum sleppur til orða. Uppgávan hjá pressuni og starvsfólkinum er tí at geva ellum málum somu semdir, til gagns fyri allar stættir í samfelag okkara. Tá hevði feroyska pressan havt betri megu- leika at greiða frá sam- felagslívinum, so sum tað veruliga er, og tí hevði pressan kanska eisini gagna lesarunum betri enn bert at lætta um í letuni, sum hjá fanganum, ið ikki hevði framtíðina fyri sær, tí tað hava vit vónandi í foroysku press- uni? — Segði eg nakað um lendingarprísir og veður- vánirnar í gjár? — Nei, tí hetta eru tíðindi, sum er givin, og tí ikki skulu met- ast við ta síðuna av blað- skriving, sum her er umredd. Skeið fyri pisur aftur í ár Aftur í ár skipar Hitt Feroyska Studentafel- agið í Keypmannahavn fyri einum sokallaðum pisuskeiði fyri at gera tað lættari hjá teimum, sum í ár fara niður at útbúgva seg. Pisuskeiðið 11.—13. verður september uttanfyri Helsinger og tað er ætlað øllum, sum fara niður á hægri læri- stovn. Ikki bert teimum, sum fara á universitet. Tað er ofta trupult hjá nógvum feroying- um, sum fyrstu ferð koma til Danmarkar í lestrarørindum, at vinna å teimum van- ligu = byrjanartrupul- leikunum. Tí avgjerdi Studentafelagið í fjør at halda eitt skeið fyri teimum, sum tá komu niður. Hetta tiltakið Lýsið í sostalinum eydnaðist so væl og prógvaði, at tørvur var á tí, at avgjert varð at hava skeið aftur í ár. A skeiðinum verður greitt frá um lestrar- greinar, lestrarstød t.v.s. skúlar, bústaðar- viðurskifti, sosial viðurskifti, fíggjarlig viðurskifti og felags- lívið hjá feroyingum í Danmark. Tey, sum vilja vita meira um pisuskeiðið, kunna ringja 12318 ella 12351 eftir kl. 18. Frá- boðan um lutteku skal sendast Feroya Stu- dentaskúla i Hoydølum i seinasta lagi 7. august og helst sum skjótast. Brævbjålvin skal merkjast >Pisuskeið< upplýsir Studentafel- agið í einum tíðinda- skrivi. KI