Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-22, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 1981síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Aðaluppgávan: A varðhaldi fyri fólkastýrinum — Eg eri sannførdur um, at tad gongur skjótt hinvegin, sigur Halgir Winther-Poul- sen í sjónarmiðnum í dag um føroyska pressu. Síða 2 Banka-fiskiskap- urin má ikki tar- nast meira MÚ tekur ikki undir við ætlanum lands- styrisins at opna Feroya Banka og hevur sent soljóðandi mótmælti ut: >Nevnd okkara mótmælir harðliga, at Landsstýrið, sum lið í tingingunum um EEC-sáttmálan, hev- ur bjóðað Bretum at opna Feroya Banka fyri bretskum trol- arum i tvær vikur eyka. Hetta er tidin, tå okkara linu- og snelluskip fiska á bankanum, og tey tola ikki at verða tarnaði av útlendsk- um fiskiforum upp- aftur meira, enn tey longu eru«. „storffs Bryggjarí svarar frá 8.00-5.00 | tlf. 14728 = .. Bj > | Térshavn tif. 13434 Leirvik tif. 43038 Klaksvik tlf. 55454 Tvøroyri tif. 71025 JN SIDAN 1888 y L Så ? Nr. 54 — Mikudagur 22. juli 1981 Helst land- ara-verkfall Í morgin Úttalilsi frá umboðum fyri arbeidarafeløg- ini og semingsmanninum benda á, at landararnir í Fuglafirði fara í verkfall á miðnátt hósdagin. Hóast royndir er tað ikki eydnast at fáa støðuna hjá arbeiðs- gevaranum at vita. Semingsmaðurin Jákup í Gerðinum útsetti eftir drúgvar samráðingar mill- um Feroya Arbeiðarafelag og Feroya Arbeiðsgevara- felag í síðstu viku eitt meguligt landara-verkfall til í morgin á miðnátt. Vegna landararnar kravdi Feroya Arbeiðara- felag, at allar akordirnar fyri landing til Havsbrún hækka við kr. 1,25. Tó er slakað nakað í uppruna- liga kravinum. Tað er soleiðis at land- ararnir fáa ymiskar akord- ir alt eftir hvussu ymisku fiskasløgini eru at fáast við. Lægsta akordin ligg- ur um 12,50, meðan hægsta akordin er um kr. 22,50. Arbeiðsgevararnir hava sagt korta nei til at hækka akordirnar. Í staðin vilja teir hækka tímalenina við somu upphædd, sum arbeiðarafelegini fingu við tí nýggja sáttmálanum. Tað er kr. 1,25. Men landararnir eru ikki áhugaðir at fáa meira um tíman, tí tímatalið er so lítið.Í letuni fáa teir kr. 17,97 um tíman umframt akordina. Formaðurin í Fugla- fjarðar Arbeidsmannafel- ag, Símun Abrahamsen, segði fyrrapartin í gjár, at tað var óhugsandi, at ar- beiðarafelagið fór at slaka meira. Semingsmaðurin upp- lýsti fyrrapartin í gjár, at hann fór at spyrja seg fyri hjá pørtunum, men høvdu teir ikki givið nakað eftir í krevum sínum, fór hann einki semingsuppskot at seta fram. Helst eingir bátar fyrstu vikur. Upplýsingar frá Havsbrún á síðu 4 Navnleysur bát- ur funnin rekandi Fríggjadagin fann ein útróðrarbátur eitt fyra-fimmmannafar rekandi úti á Galvin- um. Útróðrarbáturin tók bátin inn við sær til Klaksvíkar. Politiið í Klaksvík veit ikki, hvaðani tann rekandi báturin kemur, tí hann hevur hverki navn ella skrá- setingarnummar. Bát- urin er hvítur og hann hevur gren borð. Húsið er eisini hvítt. So, um onkur saknar ein bát, kann viðkomandi spyrja á politisteðini í Klaks- vík. Nýggja álitis- manna- skipanin ein bati Samstundis nýggjur sáttmáli er komin í gildi á arbeiðs marknaðinum er ein nýggj álitismannaskip an farin at virka. Hend an lógin verjir álitisfólk ini betur undan farna skipan. Formað urin í FA sigur, at hon er tann frægasta, vit hava havt, men liggur kortini langt frá tí, sum arbeidarafeløgini krav- du. sum enn Sida 3 : Felagið on kom aftaná, at legreglan steðgaði Queen OSSR Býráðið gevur futanum mor- alskan stuðul Térshavnar byrad hevur nú givið fútanum moralsk- an stuðul at fara í hernað móti diskotekklubbadans- inum í býnum. Legreglan hevur ikki reiðiliga kunnað gjert nakað við hetta mál og hevur tí spurt býráðið um áskoðan tess, upplýsti Poul Mic- helsen býráðsformaður mánakveldið, tá býráðið samtykti at heita á fútan um at skipa so fyri, at tað bert verður almennur dansur í býnum. Býraðslimir spurdu, um tað so bert verður tað eina dansihelið í býnum. Tað helt formaðurin íkki Hóast diskotekklubbarnir verða steðgaðir, so fer fútin neyvan at stongja dansihelini hjá teimum, segði hann. Poul Michel- sen segði eisini, at sam- tyktin merkir íkki, at dansur ikki kann vera á veitslum og í felagsskap um Meira um býráðsfundin mánakveldið á síðu 5 Havnar arbeiðsmannafelag: Taka ikki upp niðurlagt arbeiði Alitismenninir hjá loss- ingarmonnunum í Havn hava fingið bod um nevnd- aravgerðina hjá Havnar arbeiðsmannafelag um, at limir í felagnum taka ikki upp arbeiði, sum sjómenn leggja frá sær. Tað vil siga at gera skipini lossingar- klár. Hetta sigur næstfor- maðurin í H. A. Tórur Arge. Hann sigur, at H. A. ikki á annan hátt hevur ætlanir um at stuðla til- takinum hjá Sjómannafel agnum Lossingarmenn Fer oyum hava ikki sama prin- sipp sum lossingarmenn í Danmark. Teir nokta ikki at lossa undir legreglu- verju Talan er um tvey feløg og vit kunna ikki fara at taka dagar ímill- hvar um, sjómenninir skula vera, sigur Tórur Arge, Havnar arbeiðs- mannafelag. Nú, 6 ár eftir at ferðafólkastreymurin av álvara byrjaði, hevur Havnin fingið eitt ávíst stað, har ferðafólk kunna seta húsvagnar ella tjeld síni. Campingplássið er beint norðanfyri Bukkuvald. Tað er 3600 m* og har rúmast millum 30 og 40 húsvagnar og tjeld. Tjaldstaðurin er longur norðuri, við Boðanes- gjógv. Hetta er ein roynd hjé býráðnum og opið verður til 31 oktober. Myndin er tikin fyrrapartin mánadagin. Í hinum endanum sæst húsið, har WC, bað og telefon eru. Megu- liga verður eisini handil í húsinum. Campingplássið er gjørt úr skervi og sandi. Uttan- lands plaga tey at vera á grasvelli. Kostnaðurin av hesum tiltaki hjá býráðnum er góðar 200.000 kr.