mikudagur 22. juli 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 3
Fleiri innbrot eftir
tablettum og narkotika
Seinastu dagarnar hava
verið fleiri innbrot í bátar
og skip, sum liggja fyri
teym í Havn.
Á politigarðinum verður
upplýst, at tjóvarnir eru
áhugaðir í tablettum og
narkotiskum evnum. I
summ førum eru bjarging-
arbåtarnir brotnir upp,
meðan tjóvarnir vóru i
medisinkistuni umborð á
sluppuni.
Hvussu nógv og hvat er
stolið ber ikki til at fáa at
vita, fyrrenn upptalt er.
Politiið hevur ikki tikið
nakran í samband við
stuldurin umborð á bátum
og skipum.
Guitarar fyri einhvønn pris
kr. 198.- 395.- 470.- 840.- 1080.- 1669.- o.s.fr.
Hin vælumtókti reyði Suzuki kr. 1885.-
og sum 12-strongdur kr. 1995.-
El-guitarar frá kr. 1245.- til kr. ca. 14.620.
TLF. 1 2625
— Ein meiriluti var fyri
semingsuppskotinum.
Tað mugu vit boyggja
okkum fyri. Men úrslitið
vísir, at á plássunum,
har tey stóru flakavirk-
ini við talmerkjum og
eðrum eftirlitsskipanum
liggja, var ikki meiriluti
fyri semingsuppskotin-
um. Og tað eri eg negd
við, sigur Ingeborg Vint-
her, sum saman
nevndini í Føroya Ar
beiðarafelag atkveddi
móti
inum.
Grundgevingin var
hon, at ov fá punkt í
við
semingsuppskot
samráðingaruppleggin-
um hjá arbeiðarafelog-
unum komu í gjøgnum.
Og tey, sum komu í
gjøgnum, komu øll í
broyttum sniði.
— Men vit gevast
kortini ikki við hesum
málunum — t. d. tal-
merkir og aðrar eftirlits-
skipanir á flakavirkjun-
um — og vit fara at
arbeiða víðari við hesum
málunum, sigur Inge-
borg Vinther.
Uppsagnarfreistin
tríggjar dagar
Ein av batunum í tí
nýggja súttmálanum er
uppsagnarfreistin upp á
Á plássum við eftirliti
søgdu arbeiðsfólk nei til
semingsuppskotið
tríggjar dagar fyri øll
tímalent. Hon er gald-
andi fyri eitt hvert
arbeiði, sum varir meira
enn tríggjar mánaðir, og
er galdandi fyri báðar
partar.
Uppsagnarfreistin er
tó ikki galdandi, um
arbeiði verður steðga
vegna veður eila Veru-
trot
Arbeidarafeløgini krav
du i uppleggi sinum eina
uppsagnartid upp å eina
ikun
VIKU
Visa loyviskort
Sambært ti nyggja sått-
målanum ber ikki til hjå
einum arbeidsgevara at
taka óorganiserað fólk i
arbeiði.
Tá ein arbeiðsgevari
tekur nýtt fólk í arbeiði,
hevur hann skyldu at
krevja, at arbeiðsfólkið
vísir fram loyviskort,
sum tey lokalu arbeið-
arafeløgini hava og geva
fólki, sum ætlar sær í
arbeiði.
— Tað er ógvuliga
gott, at vit hava fingið
hesa greinina við í sátt-
málan, tí arbeiðsgevarar
hava ofta tikið óorgan-
iserað arbeiðsfólk inn á
arbeiðsplássini. Og krev-
ur arbeiðsgevarin ikki
framvisan av loyvis-
korti, hevur hann gjørt
såttmålabrot, sigur
Ingeborg Vinther.
Annars inniheldur
semingsuppskotið eisini
eitt protokollat viðvíkj-
andi spesialarbeiðarum
Sambært hesum skal ein
nevnd
eina regiug v ivi þí
t t
setas
sialarbeidarar
t
Í
|
|
t
Í
|
Klaksvík hver sítt og ar- |
Í nevndina velur I
eitt, felegini í Havn og
beiðsgevararnir tvey
umboð. Hesi velja ein
formann Fæst ikki
semja um førmannin,
velur semingsmaðurin
hann
Tridingur segði
nei
Úrslitið av atkveðuni
vísir, at 58 pst. av teim-
um limunum í FA, sum
mettu upp til fundirnar
kring landið, segdu ja til
semingsuppskotið. 38,2
pst. segdu nei, meðan
2,9 pst. av atkveðunum
vóru blankar.
Sambært sáttmál-
anum fáa tímalent kr.
1,25 afturat um tíman 1.
mai í ár og 2,5 pst. av
lenini, sum er galdandi
1. mai næsta ár.
Ny
Álitisfólkini eru betur vard
Tað tók semingsmanninum 15 tímar at
fáa arbeiðararnar og arbeiðsgevararnar
at semjast um nýggju álitismannaskipan-
ina. Hon er tann frægasta, vit hava havt,
sigur Ingeborg Vinther, men liggur tó
langt frá okkara ynski
Ein av teimum stóru
broytingunum, sum tann
nýggi sáttmálin millum
Feroya Arbeiðarafelag og
Feroya Arbeiðsgevarafel-
ag, hevur, er tann nýggja
álitismannaskipanin.
Formaðurin í FA, Inge-
borg Vinther, metir, at
tann nýggja álitismanna-
skipanin er tann frægasta,
sum higartil hevur verið
her á landi.
— Men, er hon skjót at
leggja aftur, álitismanna-
skipanin liggur kortini
langt frá tí, sum vit undir
samráðingunum settu
fram ynski um.
Tíðin, tað tók at fáa
skipanina smíðaða og til-
lagaða eftir ynskjum hjá
arbeiðarum og arbeiðs-
gevarunum, sigur ikki so
lítið. Semingsmaðurin
brúkti 15 tímar at koma til
ta orðingina, sum báðir
partarnir kundu semjast
um.
Freistin stytt
munandi
Ein av teimum. sterru
broytingunum í reglugerð-
ini um álitisfólk er góð-
tøkufreistin.
Sambært tí gomlu lógini
ja álitismannaskipanin:
hevði arbeiðsgevarin einki
tíðarmark at góðtaka ella
vraka eitt val av åktis-
fólki. Tað vildi siga tað
sama sum, at arbeiðsfólk-
ið kundi velja eitt álitis-
fólk í januar, men í mars
kundu arbeiðsgevarin
koma og siga, at hann góð-
tók ikki valið.
Nú er freistin hjá ar-
beiðsgevaranum ein vika.
Um hann ikki innan eina
viku boðar frá, at hann
góðkennir ikki valið, er
álitisfólkið, sum arbeiðs-
fólkið frammanundan
hevur valt, góðkent.
Annars skal eisini nevndin
á avvarðandi yrkisfelag
góðkenna valið.
Álitisfólkini betri
vard
Í aðrar
mátar verjir
nýggja skipanin álitisfólk-
ini betri.
Meðan uppsagnartíðin
hjá álitisfólki áður var 14
dagar, er hon nú ein
mánaði. Somuleiðis skal
hon: vera grundgevilig og
bert av neyðugari orsek.
Tó er uppsegnin ikki
longri enn fyri vanlig
arbeiðsfólk, tá uppsegnin
er orsakað av vinnuloysi.
Viðvíkjandi endurgjaldi
til álitisfólk, sum eru upp-
segd, er eisini ein bati
hendur, sigur Ingeborg
Vinther.
Tá ósemja um uppsegn
hevur tikið seg upp og fel-
egini hava viðgjert ósemj-
una og lagt hana fyri
gerðarætt, men arbeids-
gevarin fastheldur upp-
søgnina, åsetur gerdarætt-
urin eitt endurgjald eftir
fyriliggjandi umstødum.
Endurgjaldið kann tó i
mesta lagi ikki vera meira
enn 6 vikulønir.
Eftir tí gomlu álitis-
mannaskipanini fekk eitt
uppsagt álitisfólk eina len
í seks vikur grundað á
meðallenina teir seinastu
tríggjar mánaðirnar.
Leggjast fyri fak-
felagið
Tríggjar nýggjar greinir
eru í álitismannaskipan-
ini, meðan onkur er dottin
burturúr.
Í eini nýggjari grein
verður sagt, at um álitis-
fólkið í samráðingum við
leiðsluna ikki kemur til
eina loysn, sum arbeið-
ararnir kunnu góðtaka,
skal málið leggjast fyri
viðkomandi fakfelag. Í
somu grein verður skilað
til, at arbeiði kann bert
leggjast niður eftir boðum
frá fakfelagnum.
Ein onnur grein vísir á
at virksemið hjá álitisfólk-
inum sum minst skal
tarna arbeiðinum. Um
neyðugt má álitisfólkið
fyri at gera skyldu sína
fara úr arbeiði eftir avtalu
við virkisleiðsluna. Í slík-
um feri, eins og tá leiðslan
boðsendir álitisfólki, fær
álitisfólkið vanliga tíma-
løn.
At enda er ein nýggj
grein, sum heimilar
tiltaksfólki fyri álitisfólk.
Tiltaksfólkið skal vera á
staðnum, tá álitisfólkið
hevur forfall og hevur
annars somu treytir og
semdir at virka undir.