Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Dagarnir taldir hjå diskotekklubbunum — Nú kann tað vera well við dansi til tann ljósa morgun, sigur býráðið. Fútin fingið grønt ljós at beina fyri disko- tekklubbunum Diskotekklubbarnir í Havn syngja nú sítt sein- asta vers. Tað vil siga, um álvara spyrst burturúr av- gerðini hjá Tórshavnar býráð mánakveldið. Og tað er nógv, sum bendir á, at so verður. Avgerðin hjá býráðnum er, sum býráðs- formaðurin orðaði tað á fundinum mánakveldið, ein moralskur stuðul til fútan. Soleiðis, at fútin og løgreglan nú hava betri møguleikar at steðga diskotekklubbunum. Og tað hevur fútin eftir ollum at døma góðan hug til. Tað, sum hendi á bý- ráðsfundinum mánakveld- ið, var stutt og greitt, at býráðið biður fútan stíla so fyri, at tað bert verður almennur dansur í Havn og ongantíð longur enn til kl. eitt. Tó undantikið fríggjakveld. Uppskotið kemur frá býráðsformanninum Poul Michelsen og tað bleiv samtykt við 7—0 atkvød- um. Petur í Gong og Uni Persson atkveddu ikki og Heðin Mortensen, Petur F. Christiansen, Ronald Poulsen og Dánjal Larsen vóru ikki á fundinum. Oddmar Rasmussen og Uni Persson mettu fyri Inga Mohr og Zakarias Wang. Gangur um náttina Orsekin til hetta stigið hjá býráðnum er tann gangur, sum er um náttina og móti morgni eftir, at dansurin í diskotekklubbunum endar við trý-tíðina. Poul Mic- kelsen segði mánakveldið, at løgreglan ikki rættiliga hevur kunnað gjert nakað við hetta. Men nú, eftir at hon hevur fingið moralsk- an stuðul frá býráðnum, skuldi tað verið lættari hjá henni at loyst spur- ningin, segði býráðsfor- maðurin. Hann hevði annars lítil gott at bera diskotekklubbunum. Teir eru stovnaðir fyri at sleppa undan halgidags- lógini og stuttleikaskatt- inum, segði hann. Sum at- kveðugreiðslan vísir, tóku flestu býráðslimir undir við formanninum — teir, sum vóru á fundinum. Men ymiskar viðmerking- ar vóru kortini. Leivur Johannesen vísti á avgerðina hjá býráðnum herfyri at nokta P/f Dansi- stovuni í Lítluvík at hava dans í Askhams smiðju. Í staðin bleiv so Kvøldlot stovnað. Á henda hátt provokeraði býráðið fram stovnanina av einum diskotekklubba, segði Leivur Johannesen. Hann helt, at býráðið skumpar spurningin frá sær, vaskar Gaman — opið til kl. 3 sunnumorgun. Sambært halgidagslógini skal almennur dansur enda fyri midnátt leygarkvøld. hendur sínar og letur log- regluna um at steðga diskotekklubbunum. Hann helt, at alt ov fáar kann- ingar blivu gjerdar í sam- bandi við umsóknina frá Dansistovuni og mælti til, at hon bleiv tikin til nýggja viðgerð. Aftur dansur í Sjónleikarhúsinum? Finnur Johansen vísti á, at tað bert verður eitt dansihøli eftir i býnum, verða diskotekklubbarnir stongdir. Hann undraðist eisini á, at P/f Dansistov- an ikki fekk dansiloyvi. Annars mælti hann til, at skil fæst á dansiviður- skiftini í býnum, men hann legði stóran dent á, at hetta verður gjørt við skynsemi, so sami ófriður, sum var fyri nekr- Havnar Klubbi — hýsir bæði diskotekklubba og al mennum dansi um árum síðani í miðbýn- um, ikki endurtekur seg. Jákup S. Jacobsen upp- lýsti, at hann hevur tosað við Havnar Sjónleikar- felag um meguleikan at byggja ein bygning til dans á grundini við Sjón- leikarhúsið. Býráðið kundi hjálpt felagnum at reisa ein slíkan bygning. Jákup S. Jacobsen upp- lýsti eisini, at hann hevur fingið svar frá Sjónleikar- felagnum, har tað sigur seg vera sinnað at vera við til at finna eina loysn á dansi- viðurskiftunum í býnum. Eisini Arge und- raðist á avgerðina um dansiloyvið til P/f Dansi- Essa stovuna. Hann helt, at diskotekklubbarnir bert eru ein camoflaga yvir meira ella minni almennan dans. Arnstein Niclasen var hinvegin ikki so bilsin yvir avgerðina um dansiloyvið Hann vísti á mótmælið frá 80—90 borgarum i grannalagnum hjå Ask- hams smidju. Dansurin må ikki vera til ampa fyri tey fólk, sum búgva uttan- um dansihelini, hann. Býráðið samtykti eisini mánakveldið at heita á landsstýrið um at taka av stuttleikaskattin Hetta ivaleyst fyri at gera tað fíggjarliga meira lokkandi at hava almennan dans Stuttleikaskatturin úr ellum landinum í hesun fíggjarárinum er mettur til 700.000 kr. Hann fer allur, sum hann er, til mentanarmál segði 1 grunn Kvøldlot — stovnað, eftir at býráðið ncktaði at geva P/f Dansistovuni loyvi at brúka húsið til almennan dans Tann triði eisini fongslaður Landsrætturin staðfesti avgerðina hjá Føroya rætti at longja handtek- una av einum manni, sum er skuldsettur í sambandi við smuglingarmálið, við trimum ferðum 24 tímum. Verjin hjá manninum kærdi avgerðina til Landsrættin. Seinnapartin leygar- dagin varð maðurin so fongslaður fyribils til í morgin. Hetta hendi fyri afturlatnum hurðum á sama hátt sum grund- lógarforhoyrið í síðstu viku. Tá blivu hinir báðir, sum eru skuldsettir fyri at hava brotið toll- og rús- drekkalógina, fongslaðir til 23. juli, t. e. í morgin. Fiskifreðingar í ICES vilja, at norðurhavssild- in fær frið eisini í 1982. Teir siga, at veksturin í stovninum seinnu helvt av sjeytiárunum nú tykist steðgaður. Gýtingarstovnurin er í ár mettur til 440.000 tons. Tá hann var í hæddini, var hann 5—10 mill. tons. Og áðrenn veiða kann loyvast aftur, Eisini sildabann í 1982 må hann koma uppá 2.5 mill. tons, siga fiskifreð- ingarnir. Fiskifreðingarnir vísa á, at norðmenn í letuni loyva eina veiðu uppá 9.300 tons um árið og mett verður, at ólógliga veiðan er nakað tað sama, ella 10.000 tons. Nakað verður eisini veitt til agn og egna nýtslu og sum hjáveiða í brislinga- fiskiskapinum á norsku firðunum. Í norðsjónum og vest- an fyri 4 stig stendur betur til. Hóast 61.000 tons vórðu veidd ólóg- liga í serliga syðra parti av Norðsjónum. Gyt- ingarstovnurin er so væl fyri, at fiskifreðingar meta tað ráðiligt at loyva eina veiðu í ár uppá 20.000 tons sunnan fyri 53 stig í Norð- sjónum. Veiðubannið vestan fyri 4 stig gav so gott úrslit, at nú verður mett at vera ráðiligt at taka 65.000 tons av sild- ini har í ár. Sildin í Skagerak verður mett at tola sama fiskarí í 1982 sum í ár. Tað er eitt TAC uppá 53.000 tons. Hetta geva 138.000 tons av sild i EEC-sjógvi í år.