mikudagur 22. juli 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AAA AS AA ASK ASASSSA SANNAR SSRS
SOSIALURIN
telf. 14720. 1 1820
box 76, 3800 Torshavn
p/f sosialurin
Utgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Veruliga ætlan
landsstýrisins
EFTIR AT bleðini í seinastu viku hava verið á
tremur við helikoptaratilfari, munnu flestu
føroysku avíslesararnir vera kunnugur við
allar fyrimunir, sum hetta nýggja flúgvandi
undur ber við sær. Tað er skjótari og ómaka-
leysari at ferðast, sjóverkurin er farin í
søguna, eingin súr mjólk longur o. s. fr. Stutt
sagt: Samferðsluspurningurin er við at vera
loystur med alla.
VIT IVAST heldur ikki i, at åvisir fyrimunir
eru við innanoyggja helikoptaraflúgving í
Føroyum. M. a. tá illa ber til at leggja at landi
fyri brimi, ella tå umstødur — sjúka o. tl.
gera tað neyðugt at koma skjótt úr einum
stað í annað. Men vit ivast heldur ikki i, at til
hesi endamál kundi onnur og bíligari loysn
funnist.
EFTIR OKKARA tykki hevur hetta helikopt-
araexperiment landsstýrisins eisini onkrar
vansar. Fyri tað fyrsta er tað ógvuliga dýrt
hjá teimum, sum skulu nýta helikoptaran
(5—6 ferðir dýrari enn við báti). Fyri tað
næsta er tað eisini dýrt hjá teimum, sum ikki
nýta hann (í 3 mánaða royndartíðini verður
roknað við einum halli uppá 1,6 milj. kr.). Fyri
tað triðja er lítil nytta í hesum, tá tað íkki
verður flogið til ALLAR utoyggjabygdir og
harafturat meta vit hesa royndartíð vera til
lítla nyttu, tá hendan fer fram í bestu árstíð.
MEN ALT HETTA er ikki tað ringasta kortini.
Aftanfyri allan hendan blíðskapin hjá lands-
stýrinum móti smábygdunum lúrir veruliga
ætlan landsstyrisins, sum hvorki smá- ella
størri bygdirnar fara at rósa av.
ILLTANKA OKKARA fingu vit váttaðan frá
umboðsmanni Strandferðslunar á tíðinda-
fundi næstseinasta månadag, tá hesin vísti á,
at fyri samfelagið kann flúgvingin koma at
spara m. a. rakstrarútreiðslur hjá Strand-
ferðsluni, við tað at SKIP MØGULIGA
VERÐA LØGD ELLA BERT BRUKT SUM
EYKA. Og frá landsstýrinum er longu sagt, at
ætlan teirra er at taka seg burtur úr flúgving-
ini (og lata hetta til privat felag. Hvor segði
Skipafelagið ? ? ?)
JUST HETTA ER veruliga ætlan landsstýris
ins. Í letuni eitur hetta tilboð til út
oyggjabygdirnar. Siglið ella flúgvið sum
tykkum lystir. Men tá verður einki tilboð
longur. Súlan, Másin, Barskor o. s. fr. verða
løgd. Helikoptarin flýgur og tá eingin annar
feråamøguleiki er, verður ikki torført at
áseta prísin hjá viðkomandi privata felag,
sum fær projektið serverað frá landsstýrin-
um. Tá verður dýrt at fáa mjólkina úr Fugloy
ella koma til tannlækna av Trøllanesi
Blaðstjórin á Dimma-
lætting er fríkendur fyri
at hava gjert brot á
ásetingarnar Í rús-
drekkalógini um forboð
móti at reklamera fyri
rúsandi drykkum. Dóm-
urin sum fall við Feroya
rætti 17. juli í ár hevur í
veruleikanum gjert áset-
ingarnar í rúsdrekka-
lógini púra deyðar og
maktasleysar — eisini á
hesum eki.
Tað gerst væl íkki
annað enn at konstatera,
at soer. Í viðmerkingun-
um til dómin verður
sagt, at sjálvt um ein
fyritøka bara selur
brennivín og annað av
sterkum legi til føroy-
ingar, til Feroya, men
annars eisini selur
Ásetingarnar í rús-
drekkalogini dømd-
ar virðirleysar
okkurt annað (vit kunnu
siga gaflar og knívar til
kinesarar t. d.), so er ein
tilik fyritøka, sum bara
er til fyri at selja rusløgir
i veruleikanum, ikki at
skilja sum eitt virki, ið
skal verða umfatað av
reklamuforboðnum.
Skilji hetta hver skilja
tað kann.
Eg meti henda dóm at
vera so stikk ímóti orð-
ingini í lógini, ein hin
stórsta háðan móti
lógarinnar anda.
Um Dimmalætting
verður fríkend 100 ferðir
um dagin av Feroya
rætti, so verður hon tað
á ongum sinni moralskt
Einki blad i Føroyum
reklamerar idiliga og
åhaldandi fyri brenni-
vinssølu i Feroyum
uttan Dimmalætting.
Dimmalætting og har-
vid Sambandsflokkurin
siga seg vera dyggasta
verja móti rúsdrekka-
floyminum til Feroya og
av galdandi rúsdrekka-
lóggávu.
Einasta føroyska blað
sum profiterar av alko-
holkapitalinum, sum
floymir innyvir Feroya
land, er Dimmalætting.
Profittin fær hon fyri at
lýsa fyri brennivíns-
agentum, brennivíns-
seljarum, soleiðis at
hver einasti føroyingur
ongantíð skal vera í iva
um, at hann í Dimma-
lætting fær at vita hvar
hann keypir sítt rús-
drekka. Og tað er ikki
við-
merkingar
reklama fyri rús-
drekka!!!
Og fyri hesa rús-
drekkareklamu fær blað-
stjórin á Dimmalætting
fríkennig frá Føroya
rætti — fríkend fyri at
hava gjert brot á
regluna um reklamu fyri
rúsdrekka !
Slíkt er dómur.
Dimmalætting er nú
eisini autoriserað sum
lýsingarblað fyri brenni-
vínsagentar.
Hesa autorisasjón
hevur rætturin dømt
Dimmalætting at fåa. Til
at vera tann forlongdi
armurin hjá =alkohol-
kapitalinum.
17. juli 1981
J. Lindenskov
Óli Jacobsen og stridslinjan
Y eykaadalfundi Sørvågs Ar
beidarafelags 53.7.81 vóru
millum onnur mál stuðul til
Feroya Sjómannafelag á
skránni. Viðtikið varð at seta
eina verkfalsstudulsnevnd á
við tí
savna pening
stovn endamáli at
til verkfallið hj
$jómonnunum
Try fólk vórðu vald, millum
teirra undirritaði
Her er tað at Óli Jacobsen
eftir
hansara mongu
skuldi undir-
tekan millum fólk verið lítil
í myndina, tí
og ongin, tí »at fólk yvir-
hevur ikki taka undir við slík
ari linju«. (Eg citeri Dml. nr
71, 16.7.81)
Her er at siga, at undir-
tøkan, so legið tað kann tykj-
ast Ola Jacobsen, bara økist
dag frá degi. Grundirnar til
hetta kunnu vera ymiskar,
men ein meguleiki er, at Óli
Jacobsen við síni undarligu
stødu og skriving hevur gjørt
hópin av fólki til marx-lenin-
istar, eitt heiti hann gevur
ellum teimum sum sýna sjó-
monnunum
ødrum
samhuga; vid
orðum: hitt gamla
kommunistaskrýmslið i
nýggjum búna.
Satt at siga skilji eg so illa
Óla Jacobsen'sa ymisku
»metingar«. »Stridslinju«
kallar hann tad, at fakfelags-
fólk standa saman i striånum
fyri betri korum. Mín uppfat-
an av fakfelagspolitikki
hevur til dags verið tann, at
á arbeiðsmarknaðinum eru
tveir partar: arbeiðsfólkið á
aðrari síðuni, arbeiðsgevarin
á hinari. Mín sannfering er
farin at rilla, síðani Óli Jacob-
sen'sa »meting« nr. eg veit
ikki hvat sá dagsins ljós, at
hetta als ikki eigur at vera so.
I verki hevur hann vist ta
gongdu leiðina framyvir við
at skipa fakfelag í samarbeiði
við og stýrt av reiðarunum,
mótparturin eru sjómenninir.
Skal hetta vera tann nýggja
stríðslinjan ?
Jóan Jakku Guttesen,
limur í verkfalsstudulsnevnd
Servágs Arbeiðarafelags
TyTN
Summar og summartid
Nú eru tær ljósu næturnar
farnar at halla og skjótt
myrkist, nú vit hava
summartíð. I fjør var almikið
prát um, at tað lat seg ki
gera við summartíð, tí alma-
nakkin mátti broytast. Hetta
varð sagt í tinginum fleiri
ferðir og í útvarpinum eisini
Dimmalætting skrivaði
eisini, at almanakkin mátti
broytast. Fyri tað sama kun
di verið sagt, at sólsystemið
mátti broytast, skuldi klokk-
an í Føroyum flytast ein tíma
fram.
Nei, tíðin er hin sama. Tað
er bert klokkan, ið er flutt, og
tað letur seg gera bert við
eini lýsing.
Vit, sum hava siglt, eru
vanir við summartíð her og
har og almanakkarnir hava
verið teir somu
Summarið hevur íkki
roynst væl til sól. Teir gomlu
dámdu væl leygardagssól um
várið, sum eisini var, og um
heystið, tað var kanska meira
um sjógvin teir hugsaðu.
Summarmáladagur var
sera góður við nógvari sól.
Gamalt er, at tað avdagaði
ikki á Norðhavinum summar-
málanátt. Dagur sást á luft-
ini alla náttina í havsbrúnni,
men tað kundi vera liggjandi
fitta lotu hjá kýki, áðrenn
drigið varð. Sjálvandi kom
tað ann uppá veðurlíkindini
— um tað var tjúkt ella klárt.
Sum tað varð sagt í
andaktini Syftunsekudag, fer
tað nokk at halda við veðrin-
um til ólavseku.
Farvæl, Gudrun!
nevni
ins botn,
vinnu og við
ella sektar,
er ikki longur orkaðu at
rera nyttu. Takkarlønin, ið
p fr stad
ið
kk
Eg veit ikki, um tað
kann vera tær nakar uggi, at
minnir meg ikki
sørt um ta lagnu, ið gomul
vekur
lagna tín
foreldur, sum kanska hava
føtt og fostra eini átta ella
fleiri børn, ofta fáa. Tá tey
ikki longur orka at gera
nyttu, verða tey tveitt inn á
eitt ellisheim. Men at ellis-
heim títt skuldi verða í Vest
manna, tað var tað seinasta
ið eg hevði væntað
VIKIÐN 1 dag er
At Klaks
fatøk, at I
teg å ellisårum tinum, er ikki
tin skuld, ti tin partur hevur
ikki ligid eftir, so leingi tu
orkadi at gera nyttu. Hetta
fåtækdømi er tianverri
heldur ikki av materiellum
slag, hevði tað verið, so var
tað enntá til at borið, men
hetta er ein andilig fátækt,
sum tað vist ikki finst nøkur
heilsubót fyri. Vit hava onnur
demi um hesa andiligu
fátækt her á staðnum. Hvar
r t. d. minnisvarðin um Nól-
soyar Páll, ið langt síðan átti
at verið reistur? Vágbingar
eru tó so frægir, at teir hava
reist honum ein varða á Flet-
uni Fríðu. Gudrun
kanska er tað líka so frægt
fyri teg, at tú kemur til eitt
stað, har fólk virðismeta teg
og ikki einans hugsa um
hvat ið »betalir seg«. Eg lovi
tær, at næstu ferð, eg komi til
Vestmanna, skal eg koma at
heilsa uppá teg. Hav tað
gott! Vit hittast aftur!
góða,
Ein vinur