Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 7 Viðmerkingar til verjuskriv Eyðun Winthers Skilast skal til, at greinin hjá Jógvani Isaksen er skrivað í mai mánað, tá prentaraverkfallid byrjadi. Greinin er aftursvar til Eyðun Winther, og er skrivað áðrenn greinina hjá Bjern Hagstrøm, sum hevur verið í ellum blødunum. Fyri at rættvisgera tann vanskapning, sum er komin burturår umseting- ini av »Hems6borna«, endurgevur Eyðun Winther brot úr einum brævi frá málfreðinginum Bjørn Hagstrøm. Hesin vísir í sínum lagi til Ørjan Lindberger professara — sum eg veit hevur skil fyri Strindbergi — men hvat hesin konkret hevur til- mælt, er ilt at vita. Tí vil eg í míni viðmerking halda meg til Bjørn Hagstrøm og Eyðun Winther. Mista fólkaeydnan Endurgivna brotið byrjar soleiðis: >Tá ið Strindberg skrivaði Hemsøborna niðri í Týsklandi, var hann í skarpari andsteðu móti bókmentafreðingum og forlagsmonnum í Sveríki. Tí vildi hann arga bæði forlagið og lesararnar við ymiskum grovum natura- listiskum lýsingum og samrødum«. Strindberg vildi avgjørt ikki arga vid »Hems- øborna<, nett mótsett vildi hann vinna sína mistu fólkaeydnu aftur við hesi bók. Stuttsøgu- savnið »Giftas II« 1886 hevði nevniliga gjørt hann illa lyddan, ja næstan hat- adan av stórum parti av svenska fólkinum, og hetta nervaði hann so mikið, at hann vildi royna at beta um tað við eini skemtiligari og lættlisnari bók. Í brævið til Albert Bonnier 22. des. 1887 lýsir Strindberg >Hemsøborna< soleiðis: „Ett intermezzo scherzando mellan drabb- ingarna«, t. v. s. ein skem- tiligur millumleikur. (Sí hesum viðvíkjandi t. d. Olof Lagercrantz: August Strindberg. 1979 og Harry Jacobsen: Strindberg og hans ferste hustru. 1946). Av teim nevndu orsøkum gav Strindberg Albert Bonnier loyvi til at strika tey orð hesin helt vera ófantalig, men Bonnier strikaði eisini long brot og hóast Strindberg var í eðini, var hann so illa fyri peningaliga, at hann játt- aði at bókin skuldi koma út í styttum líki, men sam- stundis »héttir« hann: >Vad de dumma ándrin- garne och uteslutningarne betráffer, sá komma de en gáng att offentliggøras bredvid urtexten som før- varas i kopia«. Í hesum fekk hann rætt. Samlade Skrifter Men hvaðani hevur Bjørn Hagstrøm tað frá, at Strindberg vildi arga? »Samlade Skrifter av August Strindberg« bd. 21 (1914), ið m. a. inni- heldur »Hems6borna« hevur »Anmårkningar til tjugoførsta delen« av John Landquist, og har stendur å sidu 361: »Før att psykologiskt rått bedøma tilvaron av dessa passus och Strind- bergs missnøje med deras uteslutande, måste áven i någon mån tas i betrak- tande den oppositions- stámning, i vilken Strind- berg denna tid (1887) kånde sig till den svenska publiken, kritiken och det Bonnierska forlaget. Mot- ståndet mot hans før- fatterskap, i vilket han såg ett uttryck av den offi- ciella løgnen och hyckle- riet, retade honom å sin sida till øverdrifter<. Meguliga hevur Bjørn Hagstrøm lánt sína mein- ing hiðani, men tað Land- quist sigur er í mótsegn við tað Strindberg í brevum sigur er hansara ætlan, og Landquist leggur eisini afturat: »Fråmst ásyftade han naturligvis en till alla delar sann folkskildring, dár ingenting førdoldes av vad som vanns av ráhet i folkets sedvánjor och ut- tryckssått«. Omanfyrinevnda út- gáva av »Samlade Skrifter« er åhugaverd, ti hon i »Anmårkninger« hevur alt tad vid, sum Bonnier strikadi i handrit- inum hjå Strindbergi, og mangan eisini hvat Stringberg helt um tad. Høvudsteksturin er tann stytti — við restini sum uppískoyti — men John Landquist kennir seg noyddan at bera fram próvgrundir fyri, hví strikingarnar ikki eru settar inn í tekstin í hesi útgávu: m. a. tí tann stytti teksturin er komin í 11 upplegum á svenskum og soleiðis hevur vunnið eitt slag av hevd. Land- quist sigur tí hví, hann brúkar tann stytta tekstin og kennir seg samstundis bundnan at hava strik- ingar::ar við í einum uppi- skoyti (útgávan er ein sonevnd tekstkritisk útgáva). Hetta er í 1914, men í Feroyum anno 1980 verður uttan við- merkingar ein stytt útgáva av >Hemsøborna< send á marknaðin. Aðrar týðingar Í brævinum hjá Bjørn Hagstrøm stendur eisini: „Allar umsetingar eru gjørdar á tí grundarlag, sum tann styttri teksturin gevur<. Danska týðingin hjá Sven Lange frá 1922 hevur ikki styttingarnar við í tekstinum, tí Land- quist ikki hevur tær við í ådurnevndu útgávu, men eisini her eru stytt- ingarnar við sum uppískoyti. Sven Lange meinar at Strindberg bert gekk við til strikingar vegna peninganeyð: „Strindberg gav eftir — øjensynligt under Paa- virkning av sin konstante Pengetrang — og de grove steder blev stregne=É. Annars heldur hann, at tað ikki bilar stórt um hesi brot ikki eru við; hetta komi eg til seinni. Útgáv- an hjá Gyldendal frá 1967 er eftir sama týðara, men her er teksturin í so gott sum fullari longd. Bert manglar okkurt broti við professaranum. Týðingin hjá Jens Kruuse >Folkene pá Hems6«, ið kom á Lademann í 1976 er sum upprunateksturin hjá Strindbergi (so nær um tað kann komast honum, vegna tær nógvu broyt- ingarnar og rættingarnar). Av hesum sæst, at tað Bjørn Hagstrøm sigur er fjart frá veruleikanum. Líta vit at svenskum útgávum, so má ein tann mest lisna vera fikkuút- gávan frá 1962 — og seinni — á >Bokførlaget Aldus/Bonniers<, og tann teksturin er hin sami, sum tann Jens Kruuse hevur brúkt ! Klassisk útgáva? Eyðun Winther brigslar mær, at eg ikki eri komin til hugs »at tað fanst ein sonevnd klassisk útgáva av Hemsoyingum«. Hetta við tí »klassisku« útgáv- uni hevur E.W. frá Bjørn Hagstrøm, sum m. a. sigur »tad er beinast, at eisini tann feroyska út- gávan fær tann stutta, klassiska formin“. Eg visti at fyrsta útgávan av >Hemsøborna< var dúg- liga sensurerað, men tað vardi meg ikki, at hon fór at verða nýtt sum týð- ingargrundarlag í 1980, tí- ansheldur nevnd klassisk. Enntá letur tað til, at E. W. hevur umsett allan tekstin, fyri síðan at lata Bjørn Hagstrøm lúka burturúr, til teksturin er hin sami, sum tann sensu- reraði frá 1887! Tað haltar álvarsliga í logikkinum hjá hesum monnum, tá ið teir finna uppá at nevna hesa styttu, bronglaðu útgávu fyri klassiska, tað er bæði svass og bókmentarligt mjerkatos. Lat okkum fylgja hugsunarháttinum hjá teimum eina lítla løtu og brúka William Shake- speare sum demi, fyri at vísa avleiðingarnar av »logikkinum«. Í Danmark hava lika upp til okkara tid verid bruktar tydingar Lembckes av Shake- speare. Hesar komu ut i årunum 1861—73 og eru ógvuliga merktar av sein- romantikki. T. v. s. Shake- speare er i Danmark lika til i dag sæddur igjøgnum brillurnar hjá romantikk- ini, persónarnir í sjónleik- unum tosa málið hjá tí donsku romantikkini, og harvið er verðin tey ferð- ast í vorðin ógvuliga ólík tí hjá Shakespeare. Har Shakespeare letur persón- arnar tosa vanligt talumál, letur Lembcke teir nýta hátíðarligan, seinromantiskan taluhátt. Harafturat var Shakespeare renaissansi- yrkjari og ógvuliga merg- jaður og litfagur í sínum málbrúki. Verk hansara yðja í ábendingum til kynslívið, men tað tolir Lembcke ikki og antin umyrkir ella loypir um. Skulu vit fylgja >logikk- inum« hjá E. W. og B. H., so skuldu vit hildið áfram at nýtt Lembcke, tí hann er vorðin »klassiskur« og hevur vunnið hevd. Hetta er sjálvandi tvætl, og vit hava tíbetur tann enska upprunatekstin at endur- umseta frá. Nú vil onkur halda, at hetta er ikki tað sama, tí Strindberg góð- kendi sensurin. Jú, víst góðkendi Strindberg sensurin, men bert tí hann var harðliga kroystur, og tí bókin annars ikki var út- komin. Strindberg var alt annað enn glaður, og sum eg skal ávísa, so er tann skerdi teksturin ikki ein harmonisk heild í sjálvum sær — sum Bjørn Hag- strøm letur til at halda — men er merktur av harð- hentum sensuri. Skerjingar Skerjingarnar í >Hemsøborna< fingu rættiliga álvarsamar avleiðingar fyri tann orga- niska samanhangin í skaldseguni, akkurát tí hon er so tett og javnvigar so fínt. Eg skal taka nekur fá dømi fram. Í mínum ummæli åvisi eg, at eitt longri brot har Carlsson í einum brævi ávarar ella rættari hóttir Idu við kynssjúkum manglar. Í upprunatekst- inum stendur soleiðis : »Men så stacks han igen av den tanken att hon skulle bli en annans och med kallt blod besløt han att i førskott førnagla de okånde fiendernas kanoner. Dárfør satt hann ner ett postskriptum, sedan han undertecknat sig »Innerligt trofastne och tillgivnaste« så lydande: »P. S. Ida ska akte sig før Berns Salon och Blanks Kaffe, før pro- fessorn sa att alla ung- herrar i Stockholm ár infuscherade, och...« (Så gott att hugga ner honom med detsamma, tånkte han, efter som han skal fara in med sumpen om några dar). »Norman år också infuscherad« (men før att få en retroaktiv skråmmande verkan, i fall så skulle behovas, satte han till:) »på bevåringen i fjor. D. S.«. Å føroyskum stendur bert: »Ti undirritadi hann seg »Innarliga trufasti og kæri« og før nidur i køkin og fekk sær nátturða< (s. 73). Um styttingina segði Strindberg: »Hår ár áter en hel punkt struken, som satte kulør pá bond- drången, f. d. jårnvågsar- betarens karaktår och som genom sitt utbrott av råhet gjorde honum mera sann ån han nu år i sin falska idealism«. Tad er nógv áhugavert í hesi við- merking, og serstakliga tað, at kontrasturin, sum eftirskriftin gevur í mun til tað hástemta og tann trúnarliga sentimenta- litetin í sjálvum bræv- inum, er burtur. Carlsson veður ikki avdúkaður í síni „falska idealism« og tann illusiónsleysa mannalýsingin kemur ikki fram. Harafturat er ein komisk kontrasteffekt burturblivin. Eg nevndi eisini í um- mælinum at brotini har prestur spýr eru burtur. Carlsson og Rapp hava funnið prestin fráfalnan í brúðarsongini hjá Madam Flod og Carlssyni. Teir fáa ein togenda um hann og royna at lora hann út igjøgnum vindeyga, men hann spýr í hevdið á Carlssyni, so hann sleppur. Í styttingini, har spýggjan ikki er við verður eingin frágreiðing givin uppá, hví Carlsson sleppur, og seinni stendur at Carlsson er skitin og tvitin, men hetta missur sína meining, tá ið brotið har hann verður skitin er strikað. Tað kunnu nevnast nógv, nógv demi afturat, sum vísa, at tann stytti teksturin er avskeplaður, bæði hvat viðvíkur inni- haldi og rytmu í málbrúki. (Hesum viðvíkjandi si »Strindbergs Hemsø- borna. En monografi av Lars Dahlbáck<. 1974). Feroyska týðingin Tann tekstur vit hava fingið á feroyskum, er tann sum var loyvdur av svenska moralinum í 1880'unum, og ikki tann Strindberg vildi hava. Tá ið tað snýr seg um Shake- speare frígera vit okkum frá teim leinkjum sum moralurin frá 1870 hevur lagt tekstin í og týða av nýggjum. Hví skulu vit ikki gera tað sama í Strindbergs feri, tá ið vit hava møguleika at fáa hansara tekst á fer- oyskum, og ikki tann eftir kravi frá Albert Bonnier stytta? Jógvan Isaksen P. S.: E. W. skírir tvær ferðir Bjørn Hagstrøm professara, einahelst fyri at >próvferslan< skal fáa sterri tyngd, men mær kunnugt er Bjørn Hag- strøm ikki professari.