mikudagur 22. juli 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagin var dystur í 4. deild millum HBb og
Kla leiktur á ovara velli í Gundadali.
Hóast flest allir leikarar á liðnum hjá HB, eru
leikarar, ið hava bestu fótbóltsár teirra aftan fyri
seg, tróta sigrarnir ikki. Hetta »gamla« liðið
meðalaldurin mann vera um tey 30 — kann enn
trilla bóltin, hóast leikurin ikki er eins skjótur og
fyrr.
Henda dagin móti KÍ vóru als eingir trupul-
leikar at fåa sigurin heim. KI hevdi nærum einki
veruligt ålop allan dystin, og hóast „teir eldru«
næsmast vóru í góðum málmeguleikum, eydnað-
ist teimum »bert« at vinna dystin við seks málum
móti ongum, aftana át teir í hálvleiki hevdu verið
á odda við tveimum málum móti ongum. John
Eysturoy og Baldvin Baldvinsson gjørdu hver
tvey mál, meðan Sólbjern Mortensen og Magni
Dybzak skutu hver sítt.
Tað sær út til at leiðin aftur í ár gongur beina
kós móti einum tryggum (semi)finaluplåssi.
B68— KI, 1. deild:
Dysturin í 1. deild i fótbólti, sum
skuldi verið leiktur á Toftum hetta
vikuskiftið millum B68 og KÍ, varð
útsettur til í gjårkvøldid, men ikki
eydnaðist okkum at fáa fatur á úrslit-
inum áðrenn blaðið fór til prentingar.
TB—B36 4—0 (4—0):
Átta min. — trý mál
B36, ið kláraði seg avbera væl móti TB í kvart-
finaludystinum í Ísafjarðarsúlukappingini, var KONDI
tikið á bóli í landskappingardystinum og taptu
teir stórt
Beinanvegin tá dysturin
millum TB og B36, ið varð
leiktur á Sevmýru, byrj-
aði, sást at henda dystin
ætlaði TB at vinna.
Kanska var tað steypa-
dysturin frá vikuskift-
inum frammanundan, ið
TB fyrst vann aftaná
brotssparkkapping, og tá
bert við einum máli, ið
hevði fingið TB-
leikararnar at taka annað
skinn um bak. Liðið var í
hvussu er ikki at kenna
aftur.
Longu í 1. min. eydnað-
ist TB at leggja seg á
odda, við máli, ið Tróndur
Nolsee settið í netið.
Men ikki gekk long tíð
til TB aftur fekk mál.
Longu tríggjar min. seinni
rak Henrik Thomsen, ið
nú var komin við á liðið
aftur aftaná at hava verið
skaddur í langa tíð, seg
frían úti í vinstra horni á
B36-hálvuni og avleveraði
hann innfyri málið. Bólt-
urin kom í hondina á
einum B36-leikara, men
stakk yvir til Asmund
Nolsøe, ið uttan himpr
skjeyt bóltin í netið til
2—0.
Frein á áskoðarunum
var stór og enn sterri varð
hon fýra min. seinni. Egil
Olsen fær avlevering út í
vinstra horn og leggur
hann beinanvegin bóltin
inn fyri B36-málið. Bólt-
urin verður tó hevdaður út
úr brotsteiginum, men har
fær Ásmundur fatur á
honum, og skorar hann við
langskoti triðja málið hjá
TB.
Nú kom lítil steðgur í
málskjótingina. Nú mátti
bíðast umleið 10. min.
áðrenn næsta — og sein-
asta málið í dystinum —
kom. Einaferð enn var tað
Ásmundur, ið skjeyt og
skoraði hann sostatt »hat-
trick«.
TB helt tó á at pressa og
bert tveir min. seinni rak
Henrik seg púra frían í
vinstru síðu. Hann skjeyt
móti málinum, men skot
hansara rakti á tverstong-
ina.
Fimm min. inn í seinna
hålvleik roknaðu flest øll
við at TB fór at økja leiðsl-
una til 5—0. Henrik Thom-
sen varð feldur óregluliga
inni í B36-brotsteiginum
av Ingmar. Brotsspark
verður demt, men hetta
skjýtur Rólant Serensen á
stongina.
Fleiri mál komu ikki í
dystinum, ið sostatt
endaði við 4—0 til TB.
SOSIALURIN
Føroysk
ítróttarklæðir
P/f SJOKLÆDNAVIRKID
Telefon 550 40
Allan dystin var TB við
yvirluta og hevði B36 í
veruleikanum einki veru-
liga vandamikið álop.
Meðan spælið hjá TB
rullaði avbera væl — ser-
liga í fyrra hálvleiki — tók-
tist tað eins og B36 onga
roynd gjerdi at spæla fót-
bólt, og ein skuldi trúð, at
teir høvdu tað åskodan, at
tað, ið umráddi tå teir
fingu bóltin, var at sparka
hann so hart sum gjerligt
onkran veg — men tó eina-
helst frameftir vellinum.
eyð-
Landskappingin í 2. deild:
Lítil leikligur munur
Munurin millum odda- og botnliðið var ikki
stórur — leikliga. Royn bjargaði sær sjálvum
av síðsta plássinum og læt TB fáa tað aftur
Toppur í botnur í 2. deild
hittust leygardagin á vell-
inum í Lorvík tá LÍF og
TB leiktu fyrsta lands-
kappingardystin í seinnu
helvt av kappingini.
At tað var toppur og
botnur, ið hittust hevði
ein ilt við at fata, tí lítil
munur var á spælinum —
um ein yvirhevur skal
nevna tað spæl, tí bæði lið-
ini leiktu sum tvey vána-
lig fjórðadeildarlið.
Spælið var bert tilvild-
arligt, bólturin gekk frá
manni til mann. Ikki frá
viðleikara til viðleikara,
men frá måtleikara til
mótleikara.
Fyrstu 20. min. av dyst-
inum var tað annars TB,
ið hevði lítla yvirvág í leiki
og hevdu teir einstakar
góðar meguleikar, ið teir
ikki megnaðu at útnytta,
og var tað ístaðin LÍF, ið
fekk einasta málið í dyst-
inum tá Hegni Hegnesen í
20. min. settið bóltin í
netið.
Aftaná at LÍF var
komið á odda, vunnu teir
sær sterra lutin í leiki — tó
framvegis uttan veruligt
fótbóltsspæl.
Spælið var tilvildarligt
og sama vóru málmegu-
leikarnir, men LÍF
megnaði tó oftari at fáa
bóltin móti TBmálinum
enn TB megnaði at fáa
bóltin móti LÍF-málinum.
Sama gjørdi tó, ti hvørg-
um eydnaðist at fáa bóltin
í netið.
Í seinna hálvleiki helt
sama vánaliga spælið
fram. Tað tóktist eins og
leikararnir heldur hugs-
aðu um at sparka fótbólt
enn at spæla fótbólt.
Vórðu einstakar royndir
gjørdar at spæla bóltin, so
vardi hetta bert stutt og
so varð aftur sparka til-
vildarligt til bóltin.
TB hevði tó einstakar
góðar meguleikar at javna
í seinna hálvleiki, men ikki
bar til í avgerandi letuni.
Bert tveir min. undan
leikloki fekk Jens
Johannesen góða avlever-
ing inn um LIF-verjuna og
kom hann at verða einsa-
mallur við málverjanum,
men Jens, ið royndi at
trilla bóltin fram við mál-
manninum, var so óheppin
at snara honum ov nógv á,
so at hann rakti á høgru
stong, og fór útaftur í leik.
Sostatt kundi LÍF far
av vellinum við báðum
stiginum — kanska eitt
sindur heppi — og merkir
hetta at TB nú liggur á
niðurflytingarplássinum,
meðan LÍF nú liggur á
odda í 2. deild.
Í Servági hittust SÍ og
Fram og var úrslitið at SÍ
vann við tveimum málum
móti ongum, aftaná at teir
í hálvleiki hevdu verið á
odda við einum málið móti
ongum.
SÍ kom á odda tá umleið
20 min. vóru farnir av
fyrra hálvleiki, við máli, ið
Rasmus Niclassen skjeyt,
og bert hálvan min. undan
leiklokið = skjeyt Kaj
Jacobsen sigursmálið fyri
SÍ.
Fram hevði annars leik-
liga yvirvág í dystinum,
men í avgerandi løtunum
frammanfyri málinum hjá
sørvingum var eydnan
ikki við Fram-leikarunum.
Á vellinum í Hvalba
hevði Royn vitjan av NSÍ
og hvalbingar mundu, um
teir skuldu gera sær
nakrar vónir um at koma
burtur frá niðurflytingar-
plássinum, vinna dystin
og hetta gjørdi Royn
eisini. Teir vunnu dystin
við tveimum málum móti
ongum, og tá TB sam-
stundis tapti sín dyst
merkti hetta, at liðini bæði
býttu um pláss. TB liggur
nú aftast meðan Royn nú
er næstaftast.
Dysturin millum EB og
MB, ið skuldi verið leiktur
hetta vikuskiftið, er út-
settur til 25. juli. Orsekin
til hetta er, at fýra MB-
leikarar eru við SÍF á
vitjan í Íslandi og tí bað
MB um at fáa dystin út-
settan — og fingu hetta
játtað.